Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-08-31, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. august 1982síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 85 — 31. august 1982 tíðindablaðið sgsialurin Hedin Mortensen, frå- farandi fyribilsformad- ur: — Vit fåa normenn at skipa fyri dómara- og venjaraskeiði komandi ár spurningur um tað fíggj- arliga. Tílíkar kappingar eru sera kostnaðarmiklar, og spurningurin er, um vit hava ráð at luttaka í so nógvum kappingum. Harafturat vísti Sverri á, at í útlandinum íðkaði ein persónur bara eina ítróttargrein, meðan í Feroyum íðkar sami per- sónur fleiri ítróttargreinir, so tað er neyðugt at vit fyrst og fremst »utvikla« okkum her heima. Gravartala Jógvan Arge helt, at hatta var ein rættulig gravar- tala hjá Sverra. — Vit mega ofra nakað, segði Jógvan, og legði afturat, at vit fáa ongan meguleika eftir nýggjár. Vit fáa bert ein landsdyst áðrenn C-HM í 1984, og verður hann ímóti Sveríki i Føroyum. Harafturat fáa vit bert ein óvin afturat (Holland), um vit geva avboð nú. Hjalmar Petersen (Neis- tin) helt ikki, at vit skuldu luttaka í Hollandi. Hann trúði heldur einki upp á, at vit fáa hesar óvinir fyri tað. Niels Nattestad spurdi nú, um starvsnevndin hevði fyririka nakrar venj- ingar av landsliðnum. Jógvan Arge svaraði, at nýggj nevnd nú skuldi veljast, og skuldi hon leggja venjingina til rættis. Kári Mortensen segði seg ikki skilja, at HSF ein- ans hevði til endamáls at skipa fyri uttanlanda sam- starvi. Hann ivaðist í, um samstarvið við felegini í Feroyum er í lagi. Heðin Mortensen segði seg partvís kunna taka undir við Kára. — Men spurningurin er, hver hevur feilin: felegini ella HSF? Tað er púra greitt, at vit hava gjørt eitt stórt arbeiði við at fáa fólk til at venja bæði mans- og kvinnulandslið- ini. Men øll bera seg undan, og tey flestu vilja hava len fyri at venja tey. Og tað fáa tey ikki. — Tað er dýrt við út- lendskum venjarum, og við serligu fíggjarviður- skiftunum hjá HSF og við tí í huga, at alt felags- arbeiði verður gjørt ólent, vilja vit fáa venjararnar til vega higani, tí vit hava fólk her, sum kann taka sær av tílíkari venjing. Ikki ráð at luttaka Umboð fyri Vípuna á Sandi segði í samband við tað, ið Kári segði um sam- starvið ímillum HSF og felogini, at tey luttaka ikki í vetrarkappingini, tí tey hava onga hell. — Vit hava ikki ráð at luttaka. Vit skulu leika bæði heima- og útidystir í Havn og aðra staðni, og har gjalda 100 kr. pr. dyst umframt ferða- og uppi- haldspening. Á Sandi hava vit bert eina lítla fim- leikarhøll og ein vånaligan vøll at venja á. Í summar var áhugi, men tá var ov lítið at bjóða, og í vetur eru trupulleikarnir ov stórir, so vit avlýsa alt, segði umboði fyri Vípuna og heitti á HSF um at stuðla teimum smáu feløg: unum. Utlendskur venjari eingin loysn Helgi Laksafoss (Stjern- an) segði, at tað var ein trupulleiki hjá teimum at fáa fólk til landslidsvenj- ing. Venjingarnar fara fram í Havn, og tí noyðast tey ofta at liggja nátt. — Vit fingu dýran út- lendskan venjara, men tað eydnaðist bert partvís, so eg haldi ikki, at tað er nekur loysn. Vit skulu heldur stuðla okkara egna fólki at fara niður á skeið, segði Helgi Laksafoss. Helgi var eisini samdur við Sverra, at tað var tungt at fáa alt upp at standa. — Kunnu vit ikki fáa felagsarbeiði at koyra, kunnu vit heldur ikki senda manning til lands- liðið, segði Helgi Laksa- foss. Richard Johansen (St.IF) segði seg íkki skilja, at tey stóru feløgini bakka út. Hann skeyt upp, at taka undir við nevndini og luttaka í landsdystunum. Niels Nattestad segði, at ongin hevði sagt, at vit skuldu bakka út. Vit hava — Spurningurin er, um vit hava ráð at luttaka í so nógvum kappingum — Vit eru fíggjarliga so spentir, at møguleikin fyri framgongd innan- lands er ikki stórur so gott sum ongar kvali- fiseraðar venjarar í Før- oyum. Tað er okkara stóri trupulleiki, segði Niels. — Annars er tað sum um nakað manglar, helt hann. Tá ein kapping er liðug, liggur alt stilt til kappingin byrjar aftur. Jógvan Arge helt, at taka vit ikki tjansin nú, sá fáa vit ongan landsdyst komandi 2—3 árini. So fáa vit onga fasta skipan fyrr enn síðst í 80-unum. Langtíðarætlanir Hans Holm spurdi, um vit skulu blíva við sum nú, ella skulu vit lata vera. - Langtíðarætlanir mega til, segði Hans, og hann vísti á, at vit higartil altíð hava verið ófyrireik- aðir tá vit hava fingið landsdystir. — Vit fáa einki lands- dystarsamarbeiði at koyra, um ikki viðurskift- ini her heima eru í lagi. Landskappingin hevur altíð verið noydd at bíða, tí landsdystir eru komnir inn ímillum. Kári Mortensen eftir- lýsti einum tjaki um, hvussu landskappingin skal skipast. Hann vísti á frágreiðingina frá Vípuni, og nevndi møguleikan við beinleiðis fíggjarligum stuðli til tey smáu feløg- ini. Jógvan Arge: — Skulu vit hava tað at ganga sum tey seinastu 10 árini, skulu vit framvegis bíða. — Hvat við ungdóms- kappingini í Íslandi í no- vember? Øll norðurlond uttan Føroyar hava tekn- ad luttøku til hesa kapp- ing. Island hevur eins og Føroyar, trupult vid at fåa landsdystir i Islandi, og teir verða ógvuliga keddir, um Feroyar ikki luttaka í kappingini. Helgi Laksafoss ehlt, at um allir Europa-Cup dyst- irnir verða í Feroyum, er meguleikin at senda fólk til Hollands góður. Gjaldið sjålvir! Helsi Fossadal segði, at ÍSF ella HSF hevdu ikki beinleiðis ráð at luttaka, men teir hildu tað vera skeivt at mæla frá. Tí vildu teir hava feløgini at gjalda ferðina, meguliga við beinleiðis stuðli frá ÍSF. Heðin Mortensen segði seg vilja rætta Helga. — Tað var ikki mín meining at leggja tað út til feløgini, segði Heðin, — nevndir vóru eisini megu- leikar at fáa til vegar sponsorar o.t. Helgi Fossadal fordi fram, at feløgini ikki sjálv kundu gjalda. Men kanska leikararnir sjálvir høvdu áhuga fyri at fáa pening til vegar. — Man má gera nakað sjálvur, segði Helgi. Kári Mortensen vísti á, at hava vit framman- undan avgjert, at vera við í landsdystunum, eru vit figgjarliga so spentir, at meguleikarnir fyri fram- gongd innanlands eru ikki stórir. Hans Holm segði seg nú hava sitið í kappingar- nevndini á 5. árið, og tað er hverja ferð hent tað, at tá kappingarnevndin er løgd, prentað og send út, koma landsdystirnir, og so má alt broytast. Poul Michelsen, fundar- stjóri, segði í nidurstød- uni, at fram vóru komin ríkiligt av »uttalilsum« til komandi nevndina at taka steðu í hesum máli. Og harvið endaði orða- skifti um formansfrágreið- ingina. Frágreiðingin varð so sett undir atkveðu- greiðslu, og varð hon ein- mælt samtykt. Meira um fundin leygardagin arlimur. Nýggja Starvsnevndin Sørin Christiansen, Havn, formaður, Marjun Jacobsen, Havn, madur, Anna Dahl, Havn, skrivari, Richard Johansen, Strendur, nevnd- Tiltakslimur: Jógvan Arge, Havn. Jógvan Arge: — Oskilj- andi, at 22 hondbóltsfel- øg ikki kunnu skipa etna nevnd! næst for- Semifinaludystir: Finalulidini? — HB og KÍ! HB og KÍ eru komin í finaluna í smádreingja- og piltadeildini, og avgjørt er, at KÍ verður eina liðið í finaluni í dreingjadeildini. HB hevur framvegis møguleika at gerast hitt finaluliðið — hóast B36 vann HBa er komið í finaluna í landskappingini hjá smá- dreingjadeildini. HB a vann leygardagin seinna semifinaludystin móti GI, sum varð leiktur í Havn, við trimum málum móti einum. Fyrra dystin, ið varð leiktur í Getu, vann GÍ við tveimum málum móti einum. Sostatt fer HBa víðari í finaluna við samanlagda úrslitinum 4—3. Í finaluni skal HBa spæla móti KÍ, ið trekti frítt í semifinaluumfari- num. Í finaluni verða tveir dystir leiktir, ein heima og ein úti. Tann fyrri verður komandi leygardag, með- an seinni dysturin verður 11. september. Í dreingjadeildini spældu HB og B36 fyrra semi- finaludystin leygardagin, og vann B36 dystin við tveimum málum móti ein- um. = Seinnu semifinaludyst- irnar í piltadeildini vórðu eisini leiktir leygardagin, og varð úrslitið av teimum at KÍa og HBa hittast í finaluni. Í Havn vann HBa við fimm málum móti ongum á VB, meðan MBa og Kia leiktu javnleik, 1—1, í Miðvági. Fyrra dystin móti VB a, ið varð leiktur í Vági, vann HBa við sjey málum moti ongum, með- an Kla vann fyrra dystin móti MBa, ið varð leiktur í Klaksvík, við trimum málum móti einum, og er samanlagda úrslitið hjá KÍ sostatt 4—2, meðan samanlagda úrslitið hjá HB er 12—0. Flogbóltur: Skeið, bæði fyri dómarar og leiðarar Flogbóltssamband Foroya, FBF, skipar í næstum fyri skeiðum, bæði fyri dómarar og leiðarar. Landskappingin byrjar 21. oktober Landskappingin í flog- bólti byrjar 21. oktober. Í samband við kappingina skipar Flogbóltssamband Feroya fyri dómaraskeiði í Havn 25. september. Flogbóltssambandi fer eis- ini í heyst at hava skeið fyri leiðarar. Hetta skeið verður í Havn frá 15. til 17. oktober. Leiðarar á báðum skeiðunum verða danir. 18. september verður skipað fyri úttekukapping fyri unglingalandsliðið í flogbólti 1985. Eina viku seinni verður úttskukapp- ing til venjingarbólk fyri unglingalandsliðið 1987. Manslandsliðið og kvinnulandsliðið, sum skulu spæla móti Íslandi í apríl mánað næsta ár, byrja venjing teirra fyrst í oktober mánað. Tann árliga FBF-kapp- ingin verður i itrottarhøll- ini í Havn 27. november fyri vaksin og 11. desemb- er fyri tær yngru deildir- nar. 19. oktober skipar VB fyri flogbóltskapping í ítróttarhellini í Vági og síðst í januar mánað 1983 skipar Mjelnir, sum van- ligt, fyri stóru >Mjelnir- kappingini« í itrottarhøll-