Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-08-31, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. august 1982síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Landskappingin 3. deild: Tapt tveir dystir — og »mistu« fyrsta plássið Annað vikuskiftid á rað tapti TB, ið annars hevur verið á odda stóran part av leikárinum, við stórum málmuni. Sigursharrin hesa ferð var B71 Sambært leikskránna skuldu eingir landskapp- ingardystir spælast sein- asta vikuskiftið, men á vellinum heima á Sandi hittust B71 og TB i 3. deild. í einum dysti. ið varð útsettur frá uppruna- liga leikdegnum orsaka av at TB, av misgáum, sjálvt varð sett at døma dystin. TB hevur annars roynst væl í landskappingini í ár, og fyri bert tveimum vik- skiftum síðani mettu nógv. at liðið fór at vinna kappingina í 3. deild. Men næstseinasta vikuskifti vann HB stórsigur, 4—1, á TB — á Sevmýru, og »har ein skriðan er lopin er onnur væntandi.« Osigurin moti HB var tann fyrsti hjå TB i år, so ivasamt var um B71, hó- ast heimavøllin, megnaðu at vinna, ti sandoyingar hava roynst misjavnir í ár; onkrar dystir hava teir tapt, meðan teir hava vunnið aðrar við stórum målmuni. pi T — NÅ á - 5 Og TB kom eisini best frá byrjan, so ósigurin móti HB varð kanska bert ein einlig svala<, og sandoyingar høvdu kanska ein av ringu døg- um teirra? Ikki var long tiå farin av dystinum tå tvøråmenn komu å odda við máli, ið Arne Petersen skeyt og vardi henda 1—0 oddasteðan til hálvleiks- steðgin. Í seinna hálvleiki var so sanniliga vent i holuni. TB fekk ikki »eitt bein til jørdina«, og vóru tað B71- ararnir, ið royndust væl betur á ellum økjum. Stutt inni í seinna hálv- leiki javnaði Jákup Joen- sen fyri B 71, og tá dómar- in bríkslaði dystin loknan, var enn ein B71-stórsigur vorðinb veruleiki. Ikki færri enn seks ferðir eydn- aðist sandoyingum at fáa bóltin í netið hjá tverá- monnum hendan hálvleik- in, og vann B 71 dystin við seks málum móti einum. Fyri B71 skutu Jákup 78 = Joensen og Róin Clement- sen tvey mál hver, meðan Carlot Petersen og Jóan Petur Clementsen skutu hver sítt. Hesin ósigurin merkti fyri TB, at teir nú liggja á eðrum sæti í landskapp- ingini við sama stigatali sum oddaliðið, Sumba, men við munandi verri málúrteku. Sigurin merkti, at B71 styrkti um stødu sína í deildini, og hava teir fram- vegis meguleika at vinna deildina og sostatt tryggj- að sær uppflyting til 2. deild komandi leikár. Men tað eru tó onnur lið, ið av- gera um samdoyingar skulu vinna deildina, tí tað er ikki nokk at teir sjálvir vinna allar dystir- nar, ið eftir eru; hini trý liðini, Sumba, TB og HB, ið eru framman fyri B71, mugu eisini samstundis missa stig. Men spenningurin er stórur, bæði í toppi og botni. Unglingarnir hjá HB vunnu um vikuskiftið TH. Dam & Co.-steypið. Tað er eitt ferðasteyp, og vann HB steypið fyri 5. ferð. HB vann fyrra finaludystin í Vági hin 31. juli 1—0, og nú 28. aug. vunnu teir í Havn 3—1 á VB. Steypið varð givið í 1975, og hava hesi lið vunnið steypið: 1975 HB, 1976 GI, 1977 GI, 1978 HB, 1979 KI, 1980 HB, 1981 HB og 1982 HB. Í i ! | i — "iii Ísafjarðarsúlu- kappingin TÁ EB Á sinni legði fram uppskot um at seta á stovn felags steypakapping fyri ell liðini í vaksnamanna- deildini, var ein av grund- gevingunum. at hetta vildi ekja um áhugan og inn- tøkurnar hjå teimum småu feløgunum, og sam- stundis vildi hetta kanska eisini økja um leikdygdina hjå lidunum i lægru deild- unum. Eisini varð greitt frá, at henda kapping kundi ger- ast avbera spennandi, ti meguleikar vóru ju fyri, at lið úr t.d. fjóðru deild kundu leika seg fram til finaluna MEN HETTA við spurning- inum er bert eydnast part- vist, og meta vit, at ein av orsekunum til hetta er at finna í núverandi kappingar- reglunum. Tær siga, at fyrst verður úrtekuumfar millum liðini í fjórðu deild, so at bert 16 verða eftir. Í fyrsta umfari luttaka so hesi 16 lið- ini, í eðrum umfari koma liðini í 3. deild við og í triðja umfari spæla so vinnararnir úr 4. og 3. deild móti lið- unum úr 2. deild. Fjóðra um- far er so millum tey lið, ið tá eru eftir og liðini í 1. deild. Síðani verða kvart-, semi- og finala leiktar. Hetta kundi fyri so vítt verið í lagi, men vit meta tó, at FSF skuldi broytt mannagongd i samband vid tilrættislegg- ingina av dystunum. Sum nú er, verður øll kappingin legd áðrenn kappingarbyrj- an, HETTA META vit kann broytast, soleiðis at kapp- ingin gerst meira spennandi og áhugaverd, bæði fyri spælarar og áskoðarar. ONKI ER at dylja yvir, at nógv feleg og nógvir leik- arar ikki hava tann stóra áhugan fyri kappingini, tí teir meta at hon oftast er legd soleiðis til rættis, at ávís feløg skulu hittast i finaluni. Um hetta er so ella ikki, skulu vit ikki taka dagar í millum, men vit vilja her koma við einum upp- skoti, ið kann fera við sær, at allar tílíkar gitingar bert verða at líkna við erðvitis- tos. Nr. 85 — 31. august 1982 ítróttar- oddagrein UPPSKOT OKKARA gongur í stuttum út uppa, at Fótbóltssamband Føroya bert skal áseta dagarnar nær ymsu umferini skulu leikast og ikki, sum nu, trekkja liðini aðrenn kappingarbyrjan UM EIN SO velur at gera eins og nu og fyrst byrja við urtøkuumfari i 4. deild og sidani fåa 3., 2. og 1. deild vid, ella byrja vid øllum lid- unum ur øllum deildum sum luttakarum i fyrsta umfari, er so ein onnur sega, ið ikki nýtist at nerva uppskot okkara. VIT KUNDU hugsa okkum, at tað áðrenn hvert umfar var alment lutakast um, hverji lið skuldu hitta hvenn annan, og at tíðinda- tænastan og umboð fyri feløgini sjálvandi luttóku. Meguliga kundi ein gjert sum i grannalondum okkara, t.d. Noreg, og latid umbodini fyri feløgini trekt ymsu mótsteðuliðini og meguliga sent henda drátt beinleiðis í Útvarpinum — um loyvi fekst til hetta frá avvarandi myndugleik- unum. Í SÆR SJÁLVUM er hetta uppskot okkara ikki tann stóra broytingin, men vit meta tó, at tað kann ekja áhugan fyri — »føroysku steypakappingini« mun- andi, av ti at hvørki feløg, ella viðhaldsfólk teirra, frammanundan vita hvenn tey skulu hitta, hverki í fyrsta umfarinum ella í teimum næstu, um liðið megnar at vinna sær víðari luttøkurætt í kappingini. OMANFYRINEVNDA upp- skot er jú ikki fullfíggjað — so langt í frá — men kann kanska nýtast sum eitt hug- skot til FSF um broyting av núverandi kapping. Tí eitt er givið: Verður eingin broyting skjótt, kann roknast við, at kappingin púra missir áhugan hjá feløgunum — røddir hava jú verid frammi, id vilja at kappingin skal avtakast — og so missir FSF eina, kanska týðandi, innteku- keldu. DE