Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-31, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. august 2002síða 19

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 166 - 31. august 2002 Nr. 166 - 31. august 2002 37 L-AUS Treytað av nóg stórari undirtøku, verður skeið hildið í: »L-AUS arbeiði á talvur og í innleggingum« Tann 26/9 - 2002 frá kl 8.10 til 12.00 Endamál: At geva luttakarunum grundleggj- andi vitan til reglarnar um L-AUS arbeiði á talvur og í innleggingum í »Stærkstrømsbekendtgørelsen, Afsnit 6, Elektriske installationer«. Formur: Í undirvísingini verður m.a. støði tikið í ásetingunum/reglunum í »Stærkstrømsbekendtgørelsen, Afsnit 6« og ein videofilmur, ið lýsir viðkomandi trupulleikar. Luttakar- arnir loysa her eftir nakrar skrivligar uppgávur, sum síðani verða gjøgn- umgingnar. Í bólkum verða tvey verklig L-AUS arbeiði loyst á eini talvu og ein elektrisk innlegging. Indhold: »Stærkstrømsbekendtgørelsen, Afsnit 6, kapitel 63« Amboð/tól og útgerð/útbúnaður L-AUS arbeiði Kostnaður: 1.200,- kr. Skeiðleiðari:Lærari Steen Søgaard, frá Elektrici- tetsrådet Tilmelding: áðrenn 12. september 2002 Handverkarar kunnu søkja stuðul eftir reglu- gerð um eftirútbúgving av yrkislærdum. Luttakarar, ið hava goldið í eftirútbúgvingar- grunnin »VITAN«,kunnu søkja um stuðul hað- ani. Umsóknarbløð til Undirvísingar- og Mentamála- ráðið og Vitan fáast á skúlanum. Fráboðan um luttøku og nærri frágreiðing (eisini um innivist v.m.), fæst við at venda sær til skúlan á tlf 318813 (mánadag - fríggjadag, kl.8-12 & 13- 16) Skeiðsdepilin við Marknagil Marknagilsvegur 75, Postsmoga 177 FO-110 Tórshavn Sterkstreyms- kunngerðin (Stærkstrøms- bekendtgørelsen) Treytað av nóg stórari undirtøku, verður skeið hildið í: »Stærkstrømsbekendtgørelsen, Afsnit 6, Elektriske installationer« Í døgunum 23/9 - 25/9 - 2002 Endamál: At geva luttakarunum grundleggj- andi vitan um »Stærkstrømsbe- kendtgørelsen, Afsnit 6, Elektriske installationer«, soleiðis at luttakar- arnir verða førir fyri at finna svar og loysnir á ítøkiligum trupulleikum innan tað innleggingartekniska umráðið.At geva luttakarunum eitt yvirlit yvir veruligar munir millum tær nýggju og gomlu ásetingarnar/reglurnar. Formur: Í undirvísingini verður m.a. støði tikið í ásetingunum í »Stærkstrøms- bekendtgørelsen, Afsnit 6, Elektriske installationer« og myndir, ið lýsa viðkomandi trupulleikar. Luttakararnir loysa her eftir nakrar skrivligar uppgávur, sum síðani verða gjøgnumgingnar. Innihald: Galdandi umráði Projekteringsgrundarlag Verja móti elektriskum stoytum (BDB og BIB) Verja av øðrum orsøkum Val av koblingsútgerð Leiðningsskipanir, herundir dimensionering Jordingsannlegg og útjavningsforbindilsir Innleggingar í hús og baðirúm Innlegging av talvum Íverksetan, virksemi og viðlíkahald av innleggingum Kostnaður: 4.400,- kr. Skeiðleiðari:Lærari Steen Søgaard, frá Elektricitetsrådet Tilmelding: áðrenn 12. september 2002 Handverkarar kunnu søkja stuðul eftir reglu- gerð um eftirútbúgving av yrkislærdum. Luttakarar, ið hava goldið í eftirútbúgvingar- grunnin »VITAN"«, kunnu søkja um stuðul haðani. Umsóknarbløð til Undirvísingar- og Mentamála- ráðið og Vitan fáast á skúlanum. Fráboðan um luttøku og nærri frágreiðing (eisini um innivist v.m.), fæst við at venda sær til skúlan á tlf 318813 (mánadag - fríggjadag, kl.8-12 & 13- 16). Landssjúkrahúsið Fo 100 Tórshavn Sjúkrasystrar og almanna- og heilsuatstøðingur til E2/E3 Hesi størv eru leys til setan frá 15 september 2002 ella eftir avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og 2.-3. hvørt vikuskifti. Møguleiki er fyri niðursettari tíð. • 1 sjúkrasystir til fast heiltíðarstarv • 2 sjúkrasystrar til avloysarastørv heila tíð til 30 august 2003. • 1 almanna- og heilsuatstøðingur fast heiltíðar- starv E3 er partur av tí medisinska deplinum á Lands- sjúkrahúsinum. Sergreinin á deildini er uppvenj- ing av sjúklingum við apopleksia cerebri og við dis.sclerosu.Arbeitt verður í tøttum samstarvi við røktarstarvsfólk, fysioterapeutar, ergoterapeutar og talupædagog. Dentur verður lagdur á gott samstarv við avvarðandi og við primertænast- una. E2 er ein røktardeild við plássi fyri 10 eldri fólkum. Vit ynskja starvsfelagar við hugi og hegni til at taka sær av eldri fólki. Dentur verður lagdur á góðan moral, etisk virði, positiva menniskja- áskoðan og góð samstarvsevni. Vit kunnu bjóða: • Góðar og dugnaligar samstarvsfelagar. • Góða upplæring • Eitt umhvørvi, har tú kanst gera tína áskoðan galdandi og vera við til at menna sjúkrarøktina Sjúkrasystrarnar koma fyri tað mesta at arbeiða í røktini á E3, og almanna- og heilsuststøðingurin fyri tað mesta í røktini á E2. Nærri fæst at vita um størvini við at ringja tlf 313540 Óluvá Hentze, deildarsjúkrasystir, á lokal 216, e-post e3@ahs.fo ella til Ásu Poulsen, yvirsjúkrasystir, lokal 300, e-post asap@ahs.fo Setanartreytir: Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum av- varðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Umsóknarfreistin er 16.september 2002 kl.12.00. Skrivligar umsóknir við avriti av prógvum og viðmælum e.l. skulu sendast til Landssjúkrahúsið Starvsfólkadeildin 100 Tórshavn Sethús til sølu Sethúsini Óluvugøta 12 verða við hesum lýst til sølu. Grundøkið er 806 m2.Húsini eru totalrenoverað í 1997. Uttanumøkið er gjørt m.a. við tveimum glasvøllum. Innrættaða gólvvíddin er 222 m2 í 2 hæddum og lítil kjallari.Til sethúsini hoyrir bilhús og carportur. Húsini eru í góðum standi og eru innrættaði soleiðis: Á 1. hædd eru 2 gangir, 1 stórur køkur, 1 stór stova, 1 wc v/ brúsu og 3 verilsir. Á 2. hædd er ein stór gongd, 4 verilsir og 1 wc v/ brúsu. Stórt ovastaloft, ið er gólvbelagt. Áhugaðir keyparir kunnu síggja ognina eftir avtalu við undirritaða,sum somuleiðis eisini kann geva fleiri upplýsingar um hetta ynskist. Nærri fæst annars at vita við at venda sær til Christian Andreasen, adv. Advokatskrivstovuna Fr. Petersensgøtu 9 100 Tórshavn · Tlf. 311145 att.: Fríða Patursson, adv. Leiðari / Kundamóttakari Til P/F Wenzel Plátuverkstað P/F Wenzel hevur ein plátuverkstað, sum hevur nakrar dugnaligar plátusmiðir, málara og lærlingar, sum dagliga loysa tær uppgávur, ið viðskiftafólk okkara bjóða okkum Tínar uppgávur » Avgreiða kundar okkara » Útfakturering » Planlegging av arbeiði » Hevur umsitingina av plátuverkstaðnum Vit hugsa okkum at » Tú hevur telduroyndir á brúkarastøði » Tú er útatvendur og fyrikomandi » Tú megnar at arbeiða sjálstøðugt » Tú hevur hug at læra nýggjar arbeiðshættir Tú fær eitt Sera spennandi arbeiði, í eini fyritøku, sum setur útbúgving, góðsku, persónlig útvikling og effektivitet sera høgt Løn eftir avtalu Send umsókn tína til: Søluleiðari Til P/F Wenzel Ford Bilsølu P/F Wenzel hevur nú meira enn 75 ár selt Ford bilar í Føroyum. Í hesum sambandi, og havandi í huga allar tær nýggju avbjóðingar, sum liggja fyri framman hjá Ford, ynskja vit at broyta okkara søludeild Tínar uppgávur » Hava ábyrgd av søludeildini » Leiða og fordeila arbeiði á søludeild okkara » Samskifta við kundar okkara Vit hugsa okkum at » Tú megnar at arbeiða sjálstøðugt » Tú kann skapa eina livandi og kundavinarliga bilsølu » Tú er útatvendur og fyrikomandi Tú fær eitt Sera spennandi arbeiði, sum gevur góða løn til rætta persónin Send umsókn tína til: Merk brævbjálvan: Søluleiðari Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli Hósdagin tann 12. september byrjar skeið í kreativari skriving. Á skeiðnum verður arbeitt við: improvoserað skriving tekstsløg stuttsøguskriving frásøgn Ongar fyritreytir eru neyðugar. Lærari: Rakel Helmsdal Tíð: hósdag frá kl. 18.00-20.35 Stað: Skipara Hansensgøta 6 Tilmelding á tlf. 316596/216596 ella t-post: ici@kallnet.fo HÚS Á AMAGER TI L FRAMLEI GU! 5 RÚMLI G KØMUR OG STÓR STOVA OBS! Húsini kunnu leigast sum eitt leigumál - ella stovuhædd kann leigast fyri seg og fýra kømur í kjallaranum fyri seg einkultvís . Frá umleið 15. oktober 2002 og hálvt ár fram fyri fyrst. Møguleiki fyri leingjan av leigutíð. Hugnalig bungalow, 2 x 86 m2 til støddar. Í stovuhæddini er stór stova og køkur í einum, eitt stórt kamar uppá 20 fermetrar og baðiverilsi við brúsu. Í kjallarahæddini eru fýra kømur góðar 14 fermetrar hvørt, baðiverilsi við brúsu og lítil tékøkur. Loftið er ikki við í framleigumálinum - eigarin hevur tað til goymslurúm. Harumframt lítil havi, terassa og skúrur at hava súkklur í. Fjarhiti, ADSL-internetsamband, parabol. Bert 800 m til Amager Strond/5-øren. Gott bussamband - eisini náttbussur. Góðir innkeypsmøguleikar, kiosk, bakarí, posthús og komandi metro-støð tætt hjá. Ideelt t.d. fyri fimm fólk (ella fýra og eitt par) at býta millum sín. Bert ikki-roykjarar og friðarlig fólk, ið fara væl um, kunnu søkja! Leigarar, sum eru fittir í hondunum, kunnu eftir avtalu um at umvæla okkurt, leiga til eitt sindur niðursetta leigu. Prísur : Húsaleiga fyri alt húsið 15.000 kr. + nýtsla um mánaðin. Stovuhædd fyri seg 6.400 kr. + nýtsla um mánaðin. Kømur - fyri hvørt 2.150 kr. + nýtsla um mánaðin. Depositum: Tríggjar mánaða húsaleiga. Áhugað kunnu senda teldupost til: hus@fo-dk.dk Søkt verður eftir eftirlitsleiðara (space controller) til ferðamannadeildina Starvið er í høvuðsheitinum eftirlit við bókingar- skipanini: 1. Kømurum og koyggjum 2. Bildekk, nøgd og slag av akførum 3. Bólkabókingar 4. Fundarvirksemi 5. Matbókingar (pláss í matstovum) Ert tú miðvís/ur, arbeiðssom/samur, tolin, hevur útbúgving og royndir í at handfara tøl, í góðum árum og ynskir at hoyra meira um starvið, so skriva nøkur orð um teg sjálvan og fá eina sam- røðu við okkum, merk brævið »eftirlitsleiðari«, alt verður viðgjørt í trúnaði. Umsóknarfreistin er 12. september 2002. P/F SMYRIL LINE Postboks 370 110 Tórshavn Targa 25 (Admiralur) til sølu um nóg høgt boð fæst Volvo Penta 235 HK. 6 cyl. Árg ‘95. Ferð: ca. 30 míl. Útgerð: GBS-Radar_VHF-Oljufýring- flybridge. Nýtt drev Boð undir kr. 325.000,- + mvg ongan áhuga. Tel. 32 22 22/ 22 22 22 Att. Knút www.sosialurin.fo C M Y K 37 36