Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-09-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. september 1982síða 2

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 86 — 2. september 1982 Sálarfreðing- urin: Mental- kanningar Vit lesa ofta í donskum blødum, at fólk, sum hava gjert serliga grov brots- verk, at tey skulu mental kannast. Hvat týður hetta og hvussu verður slík kann- ing gjørd? Verður hetta gjert í Fer- oyum? Spurningurin snýr seg um tær mentalkanningar, sum rætturin útvegar sær í revsimáli, har ivasamt er, um persónur, um hann verður demdur, er rætt- siktadur, — annaðhvort tá brotsverkið varð framt ella um viðkomandi er skikkadur til vanliga fongsulsrevsing. Um hann skal viðgerðast á sinnis- sjúkrahúsi ella setast inn í serskilt fongsul o.s. fr. Tá rætturin sostatt ikki bert skal gera av skylds- spurningin, men eisini revsispurningin og skyn- samasta tiltokini fyri tann dømda og samfelagið sum so, er tað ikki meira enn rímiligt, at hann fær menniskjansliga viðferð. Rætturin skal í sínum metingum taka fyrivarni fyri sálarligu heilsu hjá tí demda meðan brotsverkið varð framt, og hvat víðari skal henda, — ikki bert fyri tann demda men eisini hvussu samfelagið og almenningurin kann fáa trygd mótvegis tí dømda persóninum, t.d. at hann/hon ikki fremur álvarstigar brotsgerðir aftur. Mær kunnugt hava landslæknar og serlæknar í sálarsjúkum eina ávísa embætisskyldu, at skipa fyri slíkum mentalkann- ingum fyri dómsvaldið. Tann mentalkannaði verður mangan eygleiddur og kannaður, meðan hann er lagdur inn á psykiatr- iska deild, men hetta kann eisini gerast ambulant ella meðan tann ákærdi situr í varhaldi á Politigarðinum. Kanningarnar eru sera umfatandi. Tær eru gjell- igar og drúgvar. Tríggjar, fýra mánaðir eru ikki óvanligt til slíka kanning Ég minnist eina kanning, sum tók umleið eitt ár at gera. Serlæknin, sum hevur ábyrgdina og skrivar sjálva kanningina, tosar við viðkomandi, letur hann t.d. kanna av sálar- froðingi viðvíkjandi vits- evni og persónleika 0.ø. Uppgávan hjá serfrød- inginum er at sauna kann- ingarúrslitið og upplýs- ingar annars, um alt sum hugsast kann hava týdn- ing, sum spurningarnir í høvudsheitinum snúgva seg um. I. Um tann kannaði kann metast at vera illa evnaveikur ella í somu stoðu sum slíkur persónur. 2. Um talan er um sinnissjúku, møguliga eisini meðan brotsverkið varð framt, ella onnur líkn- andi fyribrigdi, sum t.s. sjúkligan rús Eisini kann persónurin verða kannaður um onnur sálarlig frávik, sum kunnu hava tydning fyri revsi- spurningin. Alt eftir hvussu oman- fyri nevndu spurningar verða svaraðir, skal tann sakkøni helst eisini meta, um hann heldur kannaða persónin vera skikkaðan til vanliga fongsulsreus- ing, ella um hann skal hava viðgerð á sinnis- sjúkrahúsi ella oðrum ser- stovni. Persønslysingin, sum serlæknin at enda letur frå sær, kann lættliga fevna um einar 20—30 tættskriv- aðar síður, og hevur rætt- urin mentalkanningina í huga, tá hann skal taka stødu í revsimålinum. Stundum stingur seg upp, ein ávís »eyga fyri eyga og tonn fyri tonn« filosofi, í tí allar primitiv- asta partinum av høgra pressuni, men sjálvur vildi eg hildið, at eitt væl fram- komið rættarsamfelag, sum okkara, altíð eigur at hava ráð at handfara eisini síni kriminellu so rættvíst og menniskjansligt sum gjorligt. Ein liður í hesum stavn- haldi eru mentalkann- ingarnar, sum eru av stórum týdningi fyri tann ákærda, hóast slíkar kann- ingar eisini kunnu hava brek, sum alt annað mannaverk. Seinastu 10 árini eg havi arbeitt innan psykiatrisku deild í Føroyum, hava verið í miðal tvær mental- kanningar gjørdar árliga, men hetta er ójaunt frá ári til ár. Ey Jo Legfreðingur- in: Er tað lógligt at bryggja? Í samband við at Sosialur- in nú hevur stovna bræv- kassa, kundi eg hugsa mær at spurt legfreðingin, hvussu fyribrigdið »heimabryggj« samsvarar við galdandi lógir í Fer- oyum? Hetta er hugtak- andi fyribrigdi, tá ein hugsar um, at Gjald- stovan bert kann lata skattaváttan fyri tveir dagar, hóast ein ongan skatt skyldar. Hetta er við teirri grundgeving, at Gjald- stovan ikki hevur havt stundir at útskriva skatta- rokning mína fyri 1982/83. Av somu grund, havi eg ikki fingið goldið skattin. Gjaldstovan hevur held- ur ikki havt stundir at fáa skattin inn hjá stórari fjøld av føroyingum, men å skattadeildini siga tey mær, at als ikki er neyd- ugt vid våttan fyri at fåa fatur i einum dropa av øli ella víni. — Nei, tey bryggja sjálvi! Hetta er sera einfalt, verður mær sagt, — men er tað lógligt? Um Feroya Gjaldstova frameftir fer at gera sínar skyldur, við at ganga teimum skattaborgarum, sum gjalda skatt sín ov nær, meðan tey, sum ikki gjalda hava vænt seg við, at hetta er so, noyðist eg at umhugsa aðrar leiðir at ganga, fyri at fáa ein dropa av víni, øl ella eðrum rúsandi leg. Eg vil bert fyrst hava at vita, um hetta er lógligt? »Tystur« Spurningur tygara, um heimabrygging av øli, vin ella ødrum rúsandi logi er loyvt, kann ikki svarast við einum ja ella nei, tí somu reglur eru ikki gald- andi fyri heimabrygging av øli sum fyri víni og t.d. brennivíni. Longu í lóg frá 1928, sum ikki snýr seg um brygging, men er lóg sum setir bann fyri allari vinnuligari nýtslu av rús- andi logum, verður sagt, at sum rúsandi logur er at rokna løgur, sum í sær hevur 2 1/2 alkohol pst ella meira. Av ti at ikki so lågt alkohol pst. er til i vini ella hevur øll rusdrekka, Eydur arfrødingur Joensen, sål vinnulig nytsla av hesum verið bannað. Men ljóst øl, sum er minni enn 2 14 alkohol pst., verður ikki rakt av lógini, og hevur so- statt eisini verið einasta ol við eitt sindur av alkoholi, sum hevur verið selt og skonkt á almennum stoðum í Foroyum. Nevnda lóg skal saman- berast við lóg frá 1950, sum bannar allari fram- leiðslu (brygging) av víni, rúsdrekka og øli, — tó ikki av øli, sum er undir 2 1/4 alkohol pst. Mar:ið her verður eisini sett við 2 1/4 alkohol pst. Brygging av øli, — bæði til egna nytslu vinnuligum endamáli er sostatt loyut, men ikki brygging av oðrum rús- og við andi logi sum vin og rús- drekka. I 1980 hendi tann lógar- broyting, at tey foroysku bryggjariini við loyvi frá Marju r, sosialrådgevi n Sigurdsdótt Marner lækni Landsstyrinum kundu bæði bryggja og selja sterkt øl, upp til 46 alkohol pst. Lógin var eisini gjørd um skamtan av rúsdrekka. Samstundis vid hesi broyting var eisini sam- tykt broyting í áður- neundu lóg frá 1950, sum umframt at áseta innflut- nings- og framleidslugjøld eisini skal greiða frá í hvønn mun loyut er at framleiða ol og rúsdrekka. Heilt greitt er, at oll framleiðsla av víni og rús- drekka nú eins og áður er bannað, men hvussu er nú vorið við heimabrygging av øli? Tad tykist eitt sindur fløkjasligt, og haldi eg ikki, at lógin gevur nakað svar. Í sama viðfangi, sum sagt verður í lógini, at oll framleiðsla av eli er bannað, eisini av ljósum Simonsen, Turið Debes Hentze, løgfrødingur øli, verður óbeinleiðis sagt, at framleiðsla av øl undir 4,6 alkohol pst. er loyut. Hvor ætlanin hevur verið, og hví lógargreinin er vorðin so óskiljandi kann bert gitast um, men tað tykist eitt sindur logið um tá sitandi landsstýrið, sum heuði varhugan av ynskinum um eina fríari brennivinslåggåvu, sam- stundis hevur ætlað at bannað tað sindrid av heimabrygging av øli, sum higartil hevur verið loyut. Í ollum forum haldi eg meg kunna siga við tann, sum bryggjar ol við eini styrki upp til 4,6 alkohol pst., at tað verður neyvan lætt hjá ákæruvaldinum við hesi lógarreglu sum heimild, at fáa nakran domdan fyri at bryggja ov sterkt ol. Turið um ng 25 ára starvsdagur 1. september í ár hevur Mortan Rasmussen starvast við Postverkið í 25 ár. Í fyrstuni sum næming- ur í Keypmannahavn. Hann var í Danmark í seks ár, og kom síðan í 1963 til Feroya, her hann fekk arbeiði á Posthúsin- um í Havn. Hann hevur rekt starv- ið sum deildarleiðari á Postverkinum, síðan tað varð yvirtikið í 1976. Prestavígsla Sagt verður frá, at Jón- svein Bech, ið er tilnevnd- ur sóknarprestur í Suður- oyar norðara prestagjaldi verður prestvígdur við guðstænastuna í Vestur- kirkjuni sunnudagin 5. september 1982 kl. 11. Havnar Badminton- felag 30. august var ársaðal- fundur í Havnar Badmin- tonfelag. Torgerð Nielsen og Rig- mor Berg stóðu fyri vali, men tær bóru seg báðar undan afturvali. Í nevndina komu: Hans J. Stenberg, form., Bent á Lava, skrivari. Hinir nevndarlimirnir eru: Sonja Thomasen, Eydna Jacob- sen og Svenn Stensborg. Brúdleyp Fríggjadagin giftast í Getu kirkju Sonja Greger- sen, prentari, Getu, og Niclas á Líðarenda, timb- urmaður, av Nesi. Brúd- leypsadressa: Stokkastov- an, Runavík. Dallas: 2. september: Bogi Kirke leggur plátur á. 3. september: Niels Jen- sen leggur plátur á. 4. september: Jákup Magnussen leggur plátur á. 5. september: spæla. Varðar Jazzfelagið: 2. september: Davie og Veroniqe spæla í Perluni. Tey spæla eisini leygar- kveldið 4. september, sama stað. Kveldlot: 2. september: Black Birds 3. september: Tey av Kamarinum 4. september: Hamrar KJARTAN DALSGAARD HOYDALSVEGUR 8 EN TLF19222 / Á að / — A Er