Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-09-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. september 1982síða 3

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ÉT A queen mm Vit síggja munin millum tær smærri og tær sterri jákup- skeljarnar. Bretar kalla tað lítlu fyri »queen« og tað størri fyri »scallop« Hesar triggjar myndirnar visa okkum, hvussu jåkup- skelin verdur ålopin av einum krossfiski, men sleppur til rímingar við at gera eitt lop og so svimja burt. Møguliga Nr - Nr. 86 — 2. september 1982 scallop finst hon i hópatali á Føroya Banka! Møguliga stórt = skeljarikidomi a Føroya Banka | Royndir við Norðheim kunnu benda á tað Tað liggur meguliga eitt stórt ríkidemi goymt á Feroya Banka, sum vit higartil ongantíð hava troytt og fingið nakað burtur úr. Talan er um ta stóru jákupskelina, sum aðrastaðni verður nevnd SCALLOP. Henda skelin er nógv eftirspurd og hevur sera góðan prís. Sammeta vit við tær skelj- arnar, sum skeljavirkið á Oyri tekur ímóti, so hevur henda skelin tvær ferðir so góðan prís. Prísurin liggur væl omanfyri 100 kr. kilo. Tað eru royndirnar við Norðheim í summar, sum hava tendrað grena ljósið fyri eini meguligari fram- tíðar scallopsveiðu á Fer- oya Banka. Norðheim varð í summ- ar leigaður av Fiskirann- sóknarstovuni til at gera royndir eftir skeljum. Tað eydnaðist bátinum at finna eitt nýtt jákup- skeljamið, og hevur hetta stóran týdning fyri skelja- vinnuna á Oyri, har eitt nýtt virki er bygt, og har ein bátur aftrat, Plankton, hevur fingið loyvi at veiða jákupskel. Feroya Banki Harumframt gjerdi Norð heim nakrar túrar út á Føroya Banka at leita eftir stóru jákupskelini. Fyrstu túrarnir við heimagjerd um dreggjum góvu eink úrslit. Utgerðin brotnaði Tá Norðheim ði viku eftir av I rtid eydnadist tad læna eitt avis Í dreggj úr Skotlandi. Við hesum dregginum varð farið útaftur } Banka Og nú bar betri til. Teir royndu frá tí grynsta á umleið 50 favna dýpi út á einar 90 favnar. Alla- staðni vóru skeljar. Besta hálið gav umleið 70 skelj- ar. Hetta er ikki í meira lagi, men sum royndar- veiða bendir hetta á. at her eru meguleikar. Jákup Sverri Joensen, fiskifrødingur sigur í sam- reðu við Tíðindablaðið Sosialin, at tíanverri vóru hesar seinastu royndirnar í ov stutta tíð, men tær vístu so, at hesar stóru skeljarnar eru á Foroya Banka Royndin var so mikið góð, at vit fara a halda fra 3 ynd unum næsta Henda stóra skelin er »gull« verd. Og hon finst á feroyskum eki. Enn vita vit ov lítið um hana, tí ov fáar royndir eru gjerdar. Hetta er tann stóra jákupskelin. Látinska navnið er »Pecten maximus«. Prísurin liggur omanfyri 100 kr. kilo Hann leggur aftrat, at tað skal jú ikki so nógv til fyri at henda veiðan kann bera seg, tí prísurin á skelj- unum er so mikið góður. Hann sigur annars, at vestmenningar gjerdu nakrar royndir í fjer. Tá fingu teir einar 35 skeljar í hálinum. Nú var úrslitið 70 skeljar. — Kanska talið varð nógv hægri, um vit royndu longri og á eini aðrari leið, men tað fáa vit so at vita í næsta ár, sigur Jákup Sverri Joensen. Menn hava annars leingi havt varhugan av, at scallops finst á Feroya Banka. Skip hava eisini fingið einstakar í trolið Tó skal miðvís roynd til fyri, at vit kunnu vita um verulig vinna kann fara í gongd. Talan er um eitt rættiliga stórt eki. Fara vit nakað suður, so ta vit. at bretar og skot veiða stórar nøgdir av sum skeljum. So hví kuldi hon ikki eisini verið stórum nøgdum á før yskum eki, kunnu vit spyrja! Nú er so at gera fyrireik- ingar til royndirnar næsta ár. Tá eigur veiðan at fevna yvir sterri tíðar- skeið, eitt sterri eki, og tann best hugsandi reið- skapurin eigur at verða brúktur. Kann tílík roynd- arveiða so prógva fyri okkum, at her liggur eitt ótroytt skeljafiskaslag, sum er nógv vert, tá ber so til hjá ødrum at fara í gongd. Tann stóra jákupskelin verður upp til 15 cm. til støddar og vigar millum 20 og 30 gram. Sammeta vit nú við tær smærru skeljarnar, sum virkið á Oyri tekur ímóti, eru tær 9 cm. til steddar og viga millum 3 og 5 gram. Orð og myndir Jan Miller Myndin er tikin á fiskarimessuni í Aberdeen og vísir eitt skeljadreggj, sum verður nógv nýtt í Skotlandi. Tenn- inar sita innanfyri. Omaná posanum síggja vit stórar jákupskeljar, sum eisini finnast við Feroyar Eitt vanligt scallopp-dreggj. Tað verður drigið eftir sandbotni. Tenninar grava seg niður í sandin og skelj arnar enda í posanum