Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-09-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. september 1982síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Tíðindi frå »Tryggingarsambandid Føroyar«: Broyting av gjaldsfreist fyri akfarstryggingar Fyri at gera arbeidid i samband vid uppkrøv av tryggingargjøldum einfaldari, at minka um eftir- støduna av tryggingargjøldum, og at kunna svara fyri ti stødugt vaksandi skaðabótini, hevur nevndin — eftir uppskoti frá stjórnini — samtykt: A) at broyta allar tryggingar at falla til gjald- ingar hvenn tann 1. í månadinum. B) at stytta um gjaldsfreist frá 70 døgum til 40 dagar. AD. A) broytingin av gjaldsdøgum fer fram so- leiðis, at trygginartakarin ikki skal gjalda fyri tíðarskeiðið frá verandi gjaldsdegi (forfallsdegi) til tann 1. í komandi mánað, sum verður tann nýggi gjaldsdagurin. Henda broyting fær — fyri allar tryggingartak- arar — gildi frá 15. september 1982. Um so er, at tygum ikki góðtaka at broytingin fyri tygara trygging fær gildi tann 15. september 1982, mugu tygum skrivliga siga frá, seinast tann 15. september 1982, og verður skipanin — fyri tygar viðkomandi — ístaðin sett í gildi frá kom- andi hevuðsforfallsdegi. AD. B) broytingin viðvíkjandi stytting av gjaldsfreist fær gildi frá 7. november 1982. A hjálagda skrivi verður greitt nærri frá hesi broyting. Umframt hesar nevndu broytingar, fara eisini broytingar í tryggingargjøldunum og tryggingar- treytunum fram við árslok. Hesar broytingar fáa tygum skrivlig boð um seinni í ár mars), fyri at endur- gjaldsskyldan hjá tryggingini ikki skal falla burtur. Eftir hesi nýggju skipan fáa tygum upp- krav sendandi tann 25. í mánaðinum, áðrenn tryggingin fellur til gjaldingar Um try gging gjaldingar td. 1 Um so er, at trygg- ingargjaldid framvegis tygara fellur ikki er goldið fi hesum dømi tann 8. mars) fær februar, fáa tygum vedhavarin, um tygum OR kravið tann 25. januar. hava lán í akfarinum, Um r. at gjaldið boð um, € at tryggingar- gjaldið ikki er goldið Tann 20 i kh r goldid rætt hesum dømi sama februar) fáa mánað fi hesum dømi iminningar- tann 20. mars) fellur oll £ rá tygum endurgjaldsskylda hjá VE gjalda beinan- tryggingini burtur, um egin og í seinasta lagi tann 8. ínæsta mánað (í hesum dømi tryggingargjaldið ikki er goldið tá. tann 8 tíðindablaðið Postfaxsendingar — nýggj tænasta hjá Postverk Feroya: Stóran týdning fyri slíkt sum hevur skund Hin 1. sept. í ár fer Post- verk Føroya undir nýggja tænastu í kallast POST- FAX. Henda tænasta verður ein roynd í eitt hálvt ár. Til hesa tænastu hevur postverkið fingið sær útgerð, ið er sett upp á poststovuni í Tórshavn og á postavgreiðsluni á Tver- oyri. Utgerðin er leigað frá Telefonverkinum. Utgerðin kann í stuttum sigast at vera eitt »fjar- kopieringstól<, t.v.s. at um tú veit ein móttakara við somu útgerð, ber tað til at senda brøv, tekning- ar, skitsur, diagrammir o.a. pappirstilfar í hesum tóli soleiðis, at samstundis sum tú leggur tilfarið í tólið, kemur eitt sama slag eintak úr tólinum hjá mót- takaranum. Samband er millum tólini gjegnum telefonlinju. Postfax er sama útgerð sum Telefax. Munurin er tó tann, at øll fólk kunnu brúka Postfax teimum nýtist ikki at hava útgerð sjálvi, men kunnu fara á posthúsið og brúka Postfax har. Tað verður gjerligt hjá fólki at senda postfax sendingar til og frá ellum posthúsum i Før- oyum,Danmark og Grøn- landi. Sendingar mugu sjålvsagt sendast vid post til og frå posthusum, ið ikki hava postfaxútgerð. Postverkið hevur firgið samarbeiði í lag um hesa tænastu við postverkini í Grenlandi og Danmark. Í Danmark finnast 15 post- hús við slíkari útgerð og í Grønlandi 21. Danska postverkið hevur hesa tænastu eisini sum eina royndartænastu. Tað finnast tríggir bólk- ar av útgerðum til hesa av- greiðslu: »gruppa le, »gruppa 2< og »gruppa 3«. Maskinurnar hjá Post- verk Feroya og maskin- urnar á posthúsunum í Danmark og Grenlandi eru av slagnum »gruppa 2«. »Gruppa 2« kann sam- arbeiða vid »gruppu 3« út- gerð, men > ikki við »gruppu i<. Um posthusini uttan fyri Tórshavn og Tveroyri fáa sendingar, ið skulu sendast sum postfaxsend- ingar, skulu tey altíð seta seg í samband við Tórs- havn, tó skulu posthúsini á Suðuroynni seta seg í samband við Tveroyri. Kostnaðurin fyri hesar sendingar er: millum Tórshavn og Tveroyri 1. arkið.......... 15 kr. fyri hvørji fylgjandi ørk.............. 10 kr. Nr. 86 — 2. september 1982 Send brævid jøgnum elefonina millum Førovar og Dan mark 1. arkid 20 kr fyri hvørji fylgjandi ørk . 15 kr millum Føroyar og Grøn land 1. arkið fyri hvørji fylgjandi ørk 15 kr Grønlands. Umsendingin skal ber- ast ut vid skund, skal gjaldið fyri skundútburð leggjast aftrat. Sendingar kunnu leggjast til heint- ingar á posthúsum, berast út sum vanlig brøv ella berast út við skund. Postfaxsendingar, ið verða latnar inn á post- húsini, skulu altíð sendast saman við einum fylgi- skjali í brævbjálva til posthúsið í Tórshavn ávikavist Tveroyri. Bræv bjálvin skal vera merktur soleiðis: POSTFAX 3800 Tórshavn ávikavist POSTFAX 3800 Tveroyri Fylgiskjelini eru at fáa á posthúsinum í Tórshavn. i10 Kr telefongjaldið til Bræv frå posthåsinum å Tvøroyri er å posthåsinum i Havn 2 minuttir aftanå, at tad er farid gjøgnum Postfax. Ovast siggja vit arkid koma upp år maskinuni, nidast siggja vit Reimar Lamhauge taka tad år maskinuni og visa Mortani Rasmussen tad