Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-09-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. september 1982síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ECC ES LL LE Nr. 86 — 2. september 1982 tíðindablaðið Misálit til foroyskar fyritøkur ein vansi i stovnsbyggingini — Hetta gagnar ikki byggingini, ti utlendingar vita ikki nóg nógu um føroysk viðurskifti, sigur Arni Winther, for- maður í Arkitektfelag Foroya Seinastu árini er nógv stovnsbygging farin fram í Føroyum. Hóast vit hava projek- teringsfeløg og serkønan tekniskan kunnleika, sum er førir fyri at byggja her å landi, so verða framvegis útlendskar fyritøkur tikn- ar fram um tær feroysku. Viðvíkjandi stovns- bygging. sum fer fram í núverandi tidarskeid, so eru flestu av hesum pro- jekteraði í Danmark. Demi eru Eysturoyar Rektar og Ellisheim í Runavík. Rektarheimið í Klaksvík og Hotel Føroyar í Havn, sum til- samans er i stødd umleid 15—20.000 m'. Her er ikki talan um, at danir seta treytir, eitt nu fyri at vit skulu fåa rikis- studning, ti loyvid at byggja stovnarnir verða i flestu førum givin i Lands- stýrinum, og er tað eisini Landsstýrið, sum stendur sum byggiharri t.d. av ellis og rektarheimum. Vit hava tosað við Arna Winther, formann í Arki- tektfelag Føroya, at vita hvat Arkitektafelagið heldur um, at donsk felog verða tikin fram um føroysk, tá talan er um stovnsbygging i Føroyum. — Tað er ein miðvís gongd farin fram seinastu árini, at bjóða donskum fyritokum arbeiði her á landi, sum eins væl kundi verið gjørt av føroyingum í Feroyum, sigur Árni Winther. — Taka vit bert trý demi, — Hotel Feroyar, Rektar og ellisheimið í Runavík og rektarheimið í Klaksvík, so eru arbeiðir tilsamans um 15—20.000 m', á donskum hondum. Hetta er ein stórur partur av stovnsbygging, sum er farið fram seinastu trý árini. Kann hugsast, at tá sterri bygging skal fremj- ast, so leita byggiharrar útlendis eftir serkenari hjálp? — Hví so er, er ikki lætt at vita. Tað er tó ikki neyðugt at leita útlendis eftir serkønari hjálp, tá vit her á landi hava projekter- ingsfeløg og tekniskan serkunnleika til just bygg- ing i Føroyum, sum t.d. danir í mongum ferum ikki hava. Tá talan er um stovns- bygging, so skal havast í huga, at slík projektering fer fram í eitt ella tvey ár. A henda hátt fer nógvur peningur av landinum, um útlendskar fyritekur fáa slíkar uppgávur. Tosað verður annars nógv um gjaldoyrisjavn- vágin, og so kann hetta eisini takast við, at danir taka arbeiði frá føroving- um. Hetta er so mikið logn- ari, tá vit vita, at Lands- stýrið í mongum førum stendur sum byggiharri, tá talan er um stovns- bygging, sigur Arni. — Vit tosa so nógv um alternativa vinnu til fiski- ídnaðin, men projekter- ingsarbeiði og byggi- arbeiði kunnu eisini sam- metast við alternativa vinnu, tí her er talan um størri peningaupphæddir yvir longri tidarskeid. Verda utlendsk projek- teringsfeløg tikin fram um tey føroysku feløgini, fyri at vissa sær rikisstudn- ing? — Tað er als ikki neyð- ugt, ti dømi eru um, at føroyingar fáa eins góða undirteka, tó at stovnar verða bygdir við frávikum frá donsku reglunum, sum hóska betur til føroysk viðurskifti. Handilsskúlin í Havn, sum nú er í gerð, er dømi um, at frávik eru gjerd, at tillagað okkara viður- skifti. Kortini eru Landsskúla- fyrisitingin, Undirvís- ingarmálaráðið í Danmark og Landsstýrið komið ásamt um, hvussu hesin skúlin skal byggjast, so hann situr best til foroysk viðurskifti. Hvat kundi verið gjert, so feroysku felegini gjerdust kappingarfer við tey donsku? — Her kundi verið gjørt munagott arbeiði, um ein ráðgevi varð settur til burturav at kanna tilboð- ini, áðrenn farið varð undir bygging. Tá Landsstýrið sum oftast stendur fyri stovns- bygging, so kundi verið ein ráðgevi tekur, sum Arni Winther, arkitektur: Okkum tørvar ein råd- geva, sum kundi vidgjørt og kannad innkomin pro- jekt, eins og hesin kundi gjørt viðmerkingar um hesi lúkaðu krovini, sum vórðu ásett kundi vegleitt og stuðla Landsstýrinum, tá metast skal um projekt og seinni bygging av stovnum. — Tað hendur alt ov ofta, at tá útboðið verður í lisitation, at donsk feløg, sum ikki kenna viðurskift- ini í Feroyum, bjóða seg til, fyri nógv minni penga- upphædd enn t.d. foroysk- ar fyritøkur. Sum reglurnar eru, so skal byggiharrin taka við ti lægsta tilboðnum. Hóast vit vita, at eitt tilboð er alt ov lágt sett eftir feroyskum viður- skiftum, — tað kann vera lendið, byggitilfar, veður- líkindini at arbeiða í, 0.a. sum danir ikki eru kunnugir við. Úrslitið av hesum hevur eisini víst seg av og á, at danskar fyritekur fara á heysin, tí tær ikki megna at gera arbeiðið til fulnar, og at endurgjald til Orð/myndir Dagny Joensen umvæling ikki kann fáast frá fyritøkuni. Um ein ráðgevi varð settur, sum viðgjerdi og kannaði innkomnu tilboð- ini, áðrenn farið varð undir bygging, so kundi nógv verið spart í føroysk- ari stovnsbygging. Tað verður mangan fert fram, at danir hava sterri royndir, at byggja stovnar enn feroyingar? Føroyar er eitt lítið land, og vit noyðast at taka tað arbeiðið sum er. Hetta ferir við sær, at vit ikki kunnu gera okkum serkøn á einum eki burtur- av Hetta nýtist ikki at vera ein fyrimunur fyri danir, tí tá felog arbeiða við serstøkum evni, so kunnu arbeiði væl gerast stirvin. Viðvíkjandi = serkenari ráðgeving, so kunnu pro- jekteringsfeløgini her á landi leita sær ráðgeving uttanlanda, um hetta er neyðugt. Tað er tí burtur- við at siga, at slíkt arbeiði noyðist at fara av land- inum, um munagott úrslit skal spyrjast burturúr. Tað gagnar í hvussu so er ikki føroysku fyritøk- unum, at vit ikki sleppa upp í part, tí á henda hátt koma vit okkum ikki víð- ari, og kann tað koma at hava ávirkan á feroyska stovnsbygging frameftir. At enda tekur Arni Winther fram eitt demi um bygging í Feroyum, projektera og bygt av dønum, sum er besta dømi um, hvussu ikki eigur at verða bygt i Føroyum. Tad er terminalurin å Flogvøllinum i Sørvågi, har danskt felag hevur teknad og projektera. — Hetta er fyrsta innlit ein utlendingur fær i før- oyskum byggisnidi, tå hann lendir, men hesin bygningur er ikki tekn- aður við tí fyri eyga, at hann skal sita til viður- skiftini har hann stendur. Terminalurin er arkitekto- niskt og byggitekniskt av lagi vánaliga fráfarin, og hetta kundi verið bett um, um feroyskir ráðgevarir hevdu verið tiknir við í av- gerðini, hvussu ein slíkur bygningur best kundi sitið til umhvervið har hann er bygdur Telefonfakbók fyri Feroyar er útkomin. Hon er 250 síður til steddar og hevur umleið 200 fakbólkar. sum umboða ymsu virkisekini her á landi Fakbólkarnir eru skrivaði á seks málum foroyskum, donsk- um, enskum, fronsk- um, týskum og sponsk- um máli Tey fólk, sum hava virksemi sítt lýst í fak- bókini, hava fingið hesa sendandi. Av hesum er staðin ein ávís misskiljing, av tí at virkir ikki vita av, at tey eru komin í fak- bókina. Vit hava tosað við Petur Nolsøe, heilsølu- mann, sum hevur havt til uppgåvu, at savna tilfar til Fakbókina, sum er prentað og út- givin í Danmark. Petur Nolsee sigur, at hann fyri tveimum árum síðan varð biðin um at savna tilfar saman til Fakbók fyri Feroyar. Tá vildu bert ein partur av virkis- fólkunum lýsa í bókini. Tá henda nú skuldi prentast av nýggjum, valdi Mogens Arn- skjold, reklamumaður í Danmark, sum gevur fleiri fakbekur út og hevur hetta sum vinnu- veg, at best var at fáa øll virkisøki við í fak- bókini, ti annars hevur ein slík einki virði, sum 80. — Hetta var gjørt, sigur Petur Nolsøe, og tey virkir sum nú eru komin í Fakbókina kunnu gjalda eitt ávíst peningaupphædd. Tá Telefonfakbókin bert verður send teim- um, sum standa sum lýsarar í bókini eru tað hesi, sum hava mót- tikið bókina. TELEFONFAKBÓK FYRI FOROYAR International classified Telephone directory for . Faroe Íslands Danir geva ut Telefon- fakbók fyri Føroyar Síða 5 1982-83 Vit spurdu eisini Sól- bjørn Jacobsen, stjóra á Telefonverkinum, um tað ikki var meira hóskandi, at stovnurin gav slíka telefonfakbok ut 9 Hetta hevur > ein part veri gjørt ådur, tå ur av telefonbokini var fakbok, men seinastu árini hevur verið so nógv at gjørt á Telefon verkinum við útbygg- ing, at vit ikki rættuliga eru komnir til hetta. Nær kemur telefonbók? Av tí at Havnin hevur bygt telefon- netið so størliga út seinastu tíðina, royna vit at fáa eina nýggja telefonbók út komandi nýggj vetur. Verður fakbókin eisini tikin við? — Nei, tað verður ikki meguligt hjá okkum at fara undir telefonfakbók í hesum umfari, men vóna vit, at næsta telefonbókin verður fullfíggjað, so allir bólkar koma við. Er rætt, at slík tele- fonbók verður gjerd í Danmark? — Hetta er fyri- brigdi, sum eisini í út- londunum er skipað so- leiðis, at privat fyri- tekur taka sær av at skráseta og útgeva telefonbekur, so tað er einki legið í hesum. Mogens Arnskjold prentar og gevur út, umframt Feroya bók- ina eisini Kongelig Dansk Handelskalen- der og Dansk Er- hvervskalender. Annars kann telefon- fakbókin fyri Føroyar keypast í bókahand- lunum og kostar fyri eintakið, 55 kr. Dag. HAMM: