Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-09-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. september 1982síða 6

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 tíðindablaðið Útgevari: p/f sosialurin tíðindablaðið Postsmoga 76, 3800 Argir, telefon 11820 Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd) Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Miiller Lýsingar: Árni Joensen »EG TRÚÐI, at Torbjørn (Poulsen) skemtadi, tå hann skrivadi um sosialisering i Tingakrossi.« Hetta var aft- ursvarid, Pauli Ellefsen, sjálvur løgmadur, hevði til greinina hjá figgjarmålaråd- harranum, sum vakti miklan ans kring alt Føroya land. NÆR VEDHALD og kreppu- lån er blivid sosialisering, man bert Torbjørn Poulsen vita. Hvørki løgmadur, sum annars i andstødutid sini manadi sosialiseringsspøk- ilsið fram á alljósum degi, ella blaðstjórin á Dagblaðn- um kalla tað sosialisering. Ja, sjálvt Pauli Ellefsen við fakbóks-sosialismu síni bedýrar, at hetta er tað øvugta av sosialismu. Kanska hevur figgjarmåla- ráðharrin verið í onkrari aðrari fakbók, sum løgmad- ur enn ikki hevur funnið, og sæð, at her er talan um sosialisering. Hvør veit?? LAT SKEMTID LIGGJA. Málið er meira ålvarsamt enn so. Tað, sum figgjar- málaráðharrin helst vil - og við honum sjálvstýris flokkurin eisini - er, at tey skip ella virki, sum ikki klára seg fíggjarliga, skulu fara á húsagang. Avleiðing- arnar fyri bygdir og fólk skulu vit ikki viðgera her, men hvørt mansbarn dugir at síggja tær katastrofalu avleiðingarnar. Og nógv hava upplivað hesa støðuna bæði í 30-unum og 50-unum. Eingin ynskir hana aftur. Men nú er líkt til, at Sjálv- stýrisflokkurin tekur hesa respetina hjá Fólkafloks- Sambandslandsstýrinum frá 50-unum um mat tað, sum ikki kann standa, má falla« upp úr kotalumman- um. Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 SKAL RESPETIN hjá Tor- birni brúkast, fer helst ein rúgva av vinnufyritøkum at falla. Men hvørjar falla fyrst og fremst? Jú, fiskimanna- fyritøkurnar, virkini og skip- ini hjá arbeiðandi fólkinum og kommununum. Hesi eru kanska ikki so væl fyri figgjarliga, men eru reist fyri at skapa nøkur arbeiðs- pláss á bygdunum, og øll - stór og smá, ung og gomul - hava lagt rygg til. ÚRSLITIÐ eftir hóttafallið hjá Sjálvstýrisflokkinum verður, at kjarnin í vinnuliv- inum verður miðsavnað á nøkru fáum hondum og á nøkrum fáum plássum. Hetta er fyri tað fyrsta ímóti øllum teimum tonkum, frammi hava verið og eru um at fáa framleiðsluna á fleiri hendur og fáa demo- kratisku hugsjónina eisini at galda innan tann partin av samfelagnum sum hevur við búskapin og vinn- una at gera. Harafturat er tað ímóti ætlingini hjá undanfarnu landsstýrum um at desentralisera vinnu- lívið og skapa eina menning aftur í bygdunum. SJÁLVSSTÝRISFLOKKUR- IN hevur spælt sín kort á borðið. Hinir landsstýris- flokkarnir hava meldað pass. Javnaðarflokkurin vil slettis ikki vera við í hesum spælinum. JAVNAÐARFLOKKURIN metir, at ein ósemja í lands- stýrinum í slíkum spurning- um er so mikið álvarslig í sjálvum sær fyri land og fólk, at hon eigur at fáa avleiðingar fyri borgarligu landsstýrissamgonguna. Tess skjótari - tess tryggari fyri fólk og land. Nógv rok hevur staðið um føroyska skúlan í summar. Ikki so nógv um skúla- næmingarnar, sum skúlin átti at verið fyri, men um skúlalærarar og -stjórar. Hver skal hava sum mest og helst feitasta bitan av skúla-lagkekuni? Er tað tað, sum alt fyrst og fremst snýr seg um, og er skúlaverkið eitt sjúkt verk, har alt snýr seg um meira ella minni feit tæn- astustørv? Tað er i hvussu er komið týðuliga framm, at nógv meta Landsskúlaráðið er eitt sjúkt ráð. Har er okk- urt galið. Landsskúlaráðið er politiskt valt, er mannað av 5 evnum til politikarar, (teir hava tað felags, at eingin teirra varð valdur við seinasta I- gtingsval). Av hesum eru 4 skúlalærarar og tí helst »innhabilir« i starvsetan av lærarum, sinum egnu starvsfelagum. Nu tekur so hetta råd stødu eftir partapolittisk- um sjónarmiðum, og tað er ósakligt og ikki rætt. Tað duga flest øll at síggja, men kann hetta ráð, sum er, gera orðvísi. Var annað at vænta? Áðrenn fyrisitingin av føroyska skúlaverkinum varð yvirtikin frá dønum, tá vóru lærarar innstill- aðir til størv av fólkavaldu skúlanevndunum og fólka- valdu bý- og bygdaráð- unum á staðnum, har starvsplássið var. Menn hava verið samdir um, at tað riggaði væl. Táverandi skúlastjórn hevði seinasta orðið, og sakliga var ging- ið framm. Men nevndin, sum stóð fyri yvirtekuni av skúlafyrisitingini má hava verið av aðrari áskoðan, tí hon skúgvaði bygdar- og býráð burtur, og setti sum nakað nýtt Landsskúlaráðið við stór- um avgerðarrætti og mikl- ari makt, og hettar ráð skuldi veljast polittiskt. Í dag siga somu menn, sum mannaðu hesa nevnd, at hetta ráð tekur avgerðir politiskt, og eru tí mis- negdir. Men hetta ráð er valt politiskt, tað er manna av politikkarum, og tí vera avgerðir tess eisini merktar av parta- politikki. Vit onnur hava frikta hetta alla tíðina. Hver hevur so upp- funnið hetta politiskt tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrøv upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit, hver hev- ur skrivað brevini. valda ráð, mannað av poli- tikarum og sum tekur politiskar avgerðir, ístaðin fyri sakligar? Jú, í nevnd- ini sum yvirtók skúlafyri- sitingina, sótu millum aðrar so góðir menn sum Hans Jákup Debes fyri Tjóðveldisflokkin og Aksel Skovbo fyri Javn- aðarflokkin. Danir nevna tað »Skæbnens Ironi«, at júst hesir báðir skúla- mennirnir skuldu koma at kenna beiskleikan av egnum verki. Hvar aðrastaðir í demo- kratiska heiminum rundan um okkum í dag tekur lóggávuvaldið av- gerðar- og ávirkingarrætt- in frá fólkavaldu bý- og bygdaráðunum til at ávirka og avgera egnar umsteður og letur sama til eitt sentralt ráð av 5 politiskt valdum umboðum fyri sterstu flokkar á tingi??? Fyri sunt fólkaræði og gagnligt demokrati er gongdin júst tann øvugta vegin, har av- gerðir í størst meguligan mun vera lagdar út til lok- almyndugleikan. Leokal- myndugleikin arbeiðir nevniliga undir eftirliti frá landsmyndugleikunum, Sendið Nr. 86 — 2. september 1982 Landsskúlaráðið eigur at vera avtikið men við Landsskúlaráðn- um er einki eftirlit. Eg taki tí undir við partamanni mínum, Jéannesi Dalsgaard, løg- tingsmanni, at lógin må endurskodast. Við hesum vánaligu royndum fyri demokratiið í føroyska skúlaverkinum kann eg illa lata vera við at minna á, hvussu vanda- mikið tað er at miðsavna avgerðarrættin. Eg vóni at løgtingsins skulanevnd, sum i løtuni hevur upp- skotið til lóg um fritidar- undirvising v.m. um hendi, sær stóra vansan við ódemokratisku mið- savnini av ellum avgerð- arrætti. Upprunauppskot- ið til hesa komandi lóg hevur somu vansar um enn í eðrum líki, har øll avgerð verður løgd hjá landsskúlamyndugleikun- um í Tórshavn móti vilja feroysku kommununar um alt landið. Tað er einki vunnið við at geva landsskúlafyrisit- ing og ditto ráði allan av- gerðarrætt, og tað er skeiv lóggáva í einum landi við demokratiskum fólka- ræði. Vit eiga at fremja kommunalt sjálvstýri og við tí meira nærdemokra- ti undir ábyrgd og fullum eftirliti av almenning- inum. Eg vil mæla Feroya Legtingi til og einamest legtingsins skúlanevnd sum skjótast at endur- skoða lógina um skúla- verkið føroyska, og tá seri- est meta um besta loysnin ikki verður at AVTAKA LANDSSKÚLARÁÐIÐ. Tað arbeiði, sum hetta skuldi gera, men sum sam- bært limir í sama ráði ikki verður gjørt til litar, kann býtast millum legtingsins skúlanevnd, landsstýris- mannin í skúlamálum, bý- og bygdarráðini, lokalu skúlanevndirnar og lands- skúlafyrisitingina. OKKUM TØRVAR ALS IKKI NAKAÐ LANDSSKÚLARÁÐ! Birgir Mohr lesarabrøvint til Sosialin