hósdagur 2. september 1982síða 7
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 86 — 2. september 1982
ZÆEN +
| Idnaður —
bygda-
Hvat heldur tu um
landskappingina i 1.
deild i løtuni. Hvat lid
hevur besta spælid og
hvør fer at vinna eftir
tini meting?
Uni Persson,
Tórshavn:
— Tað er torfert at
svara í letuni, tí
kappingin er jevn og
spennandi. Eg haldi,
at tað eru triggir
meguleikar — KÍ,
HB og TB — og dugi
ikki at taka dagar
ímillum.
— Sjálvur skjóti eg
upp á, at TB fer at
vinna, ti eg haldi, at
teir hava besta
fótbóltsspælið í
letuni. Hetta sóu vit
t.d. í dystinum í
Havn móti HB næst-
síðsta sunnudag.
Jógvan Vágsheyg,
Klaksvik:
— Eg haldi, at lands-
kappingin er ólukksá-
liga spennandi, men
KÍ hevur skuffað
meg við at seta tvey
stig til í teimum
síðstu dystunum.
— Tað er ringt at
siga, hver spælir
best. Men eg haldi, at
KÍ hevur tað besta
spælið, men KÍ-spæl-
ararnir hava ov lítla
kampond.
— Eftir teimum
síðstu dystunum at
døma, er tað ringt at
siga, hver fer at
vinna, men eg hopi
sjálvsagt, at KÍ fer at
vinna og eg ynski tað
fyri málmannin,
Jógvan Linklett. Eg
meti, at hann hevur
verið ein tann besti
stuðulin, KÍ hekur
havt, og fyri hann
ynski eg, at hann
kemur at uppliva at
blíva føroyameistafi i
1. deild.
Hesi bæði orð, sum eg havi valt
til yvirskrivt, hava verið nógv
frammi nú í fleiri ár. Orðið bygda-
menning hevur serstakliga verið
tikið fram, tá val hava verið fyri
hond, men sjáldan hevur
nágreiniliga verið sagt frá, hvat
menn leggja í týdningin av
hesum orði.
Tað er sjálvsagt, at idnadur
einsamallur er ikki svar uppá
fyribrigdið bygdamenning. Men
ásannast má, at ringt fer at vera
idnadin fyri uttan, um bygdasam-
feløgunum skal vera lív lagað.
Vaksandi idnaður bæði á bygd og
í bý skal til, um hesi skulu menn-
ast.
Feroyar er eitt lítið land við
lutfalsliga nógvum bygdum og
mongum kommunum. Tá út-
lendskir kommunupolitikkarar
fáa at vita, at heilar 50 kommun-
ur eru í hesum landi, verða teir
bilsnir og duga als ikki at skilja,
at tað ber til. Galdandi komm-
unulóg varð eisini gjørd i ti anda,
at kommunurnar skuldu leggjast
saman so við og við, men hetta
hevur ikki verið ynski í foroysku
bygdunum. Harafturimóti má
sigast, at dúgliga hevur verið
tosað um at menna um bydgar-
samfelagið tey seinastu árini, og
flutningurin av bygdunum er
steðgaður.
Hvi nevna alt hetta um tær
Hans Jørgensen,
bygdaráðsformaður
nógvu smáu kommunurnar? Jú,
ti eg trúgvi, at júst í okkara sam-
felag við teimum nógvu smáu
eindunum er meguleiki at gera
nakað meir burturúr á m.a. ídnað-
arøkinum.
Í lítla samfelagnum koma vit
hverjum eðrum við. Vit kenna
ábyrgd av, at júst okkara bygd,
at okkara næstu, hava arbeiði —
hava livsmeguleika. Vit vilja ikki
standa aftan fyri grannarnar. Í
okkara bygd skal vera eins gott
at liva sum aðrastaðni.
Feroysku kommunurnar hava
tann fyrimun fram um kommun-
urnar í grannalondunum, at tær
kunnu taka beinleiðis lut í vinnu-
lívinum. Tað liggur tí ein stór
ábyrgd á feroyska kommunupo-
litikkaranum. Tað stendur í
grundini upp til hansara at av-
gera, um bygd hansara skal
blóma ella spakuliga doyggja út.
Við býarskipanarlógini frá
1954 ber til at skipa so fyri, at
vinnulívið fær góðar umsteður og
meguleikar, tá tað ræður um eina
góða plasering. Annars eru tað
eisini politikkararnir, sum skulu
syrgja fyri, at samferðsluviður-
skiftini vera so góð sum tilber,
bæði á sjógvi og landi.
Vit kunnu tjakast í endaleysar
tíðir um, hver skal taka stig til og
hava ábyrgdina av, at skapa
vinnu í einum bygdarsamfelag,
Hans Jørgensen, sum er limur í starvsnevndini hjá Javnaðarflokk-
inum, heldur, at besta skipanin er, at tey, sum arbeiða á einum virki,
eiga tað saman við ti almenna — kommunu og landi. Tað er best, at
eingin stórur privateigari er, ti tá má sleppast undan, at privat
áhugamál skulu kunna koma fram um tørvin hjá bygdini — hjá fólk-
inum, skrivar Hans Jorgensen m.a. í Sjónarmiðnum.
men hvussu leingi vit enn tjak-
ast, so mugu vit viðurkenna, at
tað sjáldan kemur nakað av
skafti, uttan so at bygdarfólkið
sjálvt á ein ella annan hátt tekur
stigið.
Mátarnir eru fleiri, summir eru
góðir, aðrir vánaligir.
Mær tykir bestu skipanina
vera, at tey, sum arbeiða á einum
virki, eiga tað saman við ti
almenna t.e. land/kommuna. Tað
er best at eingin stórur privat-
eigari er við, ti tað má sleppast
undan, at privat áhugamál skulu
kunna koma fram um tervin hjá
bygdini, hjá fólkinum.
Áhugin hjá einum stórum pri-
vatum eigara er, at virkið gevur
so stórt yvirskot sum gjerligt,
uttan mun til hvenn tað gongur
út yvir, í hansara endamál er
sjálvsagt ai táa so nógvan pening
i lumman sum gjørligt, og tað er
ikki at siga hann ringan fyri.
Gevur virkið hall, so er stóri
privati eigarin tann, sum er
ringast fyri figgjarliga og ikki
minni sinnalagsliga, tá hugsað
verður um arbeiðsplássið í
bygdini. Hann hugsar sum vera
man fyrst um seg og síni og fer
hagar, sum innlegumeguleikarnir
eru betri. Tað var eisini nógv at
krevja, at ein einsamallur maður
skuldu halda lív í bygdini, tað má
vera eitt felagsmál. Bygdarsam-
felagið er ikki so lætt at flyta, og
fleiri lyfta byrðarnar betri, ti er
arbeiðsplássið tryggari, har ell
eru felags um at hava ábyrgdina.
Min áskoðan er í stuttum tann,
at skal bygdarsamfelagnum vera
liv lagað, so skulu m.a. idnaðar-
virki stovnast av teimum, sum
natúrliga hava áhuga fyri
arbeiðsplássum á staðnum, og
tað eru væl tey, sum vilja hava
arbeiði og bygdaráð teirra.
Vit mugu ansa eftir, at vit ikki
koma í gamla samfelagsmynstrið
aftur, har teir fáu, sterku >vinnu-
livsmenninir« stýrdu búsetning-
inum. Vit skulu í staðin lata tað
vera hevuðssetning okkara, at
heimbygdin skal yvirliva, ti vit
vilja tað. Vit taka sjálvi stigið og
ábyrgdina. Vit halda uppá sanna
nærdemokratiið, har fólkið alt
umsitir peningin. Vit góðtaka
ikki, at peningurin skal flyta fólk-
ið, har tað gagnar honum best.
Vit gloyma avoldaða kapitalist-
isku skipanina og byggja upp
okkara sanna fólkaræði, har hver
einstakur beinleiðis er partur í
samfelagsuppbyggingini. Vit
vilja ikki longur sita og biða, til
onkur »vinnulivsmadur« einaferð
kemur sum ein frelsandi eingil og
„gevur okkum arbeiðis. Nei, vit
skulu sjálvi eiga og leiða okkara
egnu arbeiðspláss í okkara egnu
bygd.
Tað er hoyrt Tróndur!
— Tað mátti so verið, at
onkur kirkjubeingur læt
við seg koma, nú politik-
ararnir royna at trumfa
eina ferjulegu í Kirkjubø.
Í Sosialinum nr. 84
skrivar Hegni Djurhuus
samreðu við Trónd Patur-
son, listamann, um hetta.
Hann samanber ferju-
leguna við um menn
hevdu tikið Múrin at sett
ruskovn í.
Hetta er so satt sum tað
er sagt, at kemur ferjulega
har so kann Kirkjubeur
pakkað saman sum eitt
aldargamalt, mentað
seguligt stað.
Allastaðni millum
menta fólk royna tey at
varðveita forn, segulig
stød og gripir, ti tey eru
eins lands sega.
Kirkjubeur er eitt av
okkara mætastu
plássum. Her hevur góð
gomul mentan verið hildin
i arv ætt eftir ætt. Her
aldist maður upp og búði;
maður, ið vildi, at føringar
skuldu vera sjálvstýris-
menn, ein poltiskur slóð-
brótari, sjálvur Jóannes
bóndi. Her eru forn steð,
ið tala, dýrgripir, ið ikki
kunna keypast fyri
pening.
Og so Gud hjálpi
okkum, ætla menn at
leggja ferjulegu her.
Hetta má ikki ske. Ein
kundi freistast at spurt:
Hvar er tjóðskaparkensl-
an í hesum politikkarun-
um???
Nei, latið Kirkjube fáa
frið, fjálgið heldur um
hann. Tað er nóg mikið, at
tit fyri milliónir hava spilt
Skopun. Latið nú vera við
at brúka milliónir at spilla
okkum Kirkjube.
Góði Tróndur! Takk
fyri, at tú breytst leggin,
og vónandi verður hetta
ikki síðsta orðið, ið sagt
verður um hetta mál. —
Eitt veit eg. Sjálvstýris-
flokkurin vil verja al
gomul segulig steð.
4
f
Óli