Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-09-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. september 1982síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4. september: 1. deild: LIF—HB 2. deild: VB—SIF SI—Royn EB—Fram 3. deild: B71—KI HB—B68 Sumba—B36 Skåla—TB 4. deild: Semifinala: 4/9 4/9 Unglingar: GI—IF VB—HB 5. september: 1. deild: GI—IF TB—B68 B36—KI 2. deild: MB—NSI Unglingar: B36—KI - - s0sialurin Hondbóltssamband Føroya: 96.000 kr. i halli eftir 7 mánaðum Á eykaaðalfundinum hjá Hondbóltssambandi Fer- oya leygardagin legði kassameistarin hjá ÍSF, Helgi Fossadal, fram roknskapin hjá HSF fyri tíðarskeiðið frá 1. januar í ár og til 10. august. Hesin roknskapur vísti inntøkur upp á kr. 196.378,02, og útreiðslur upp á kr. 285.854,49, sum, saman við rentunum upp á kr. 6.912,84, gevur eitt samlað hall upp á kr. 96.389,31. Av inntekunum kr. 111.024,02, og lutteku- gjald 22.160,00. Eftirgivin skuld telur tilsamans 7.769,00. Størstu telini í út- reiðslusíðuni eru ferðir og koyring, kr. 139.372,60, og innivist, kostur og ann- ad, kr. 68.116,88. Í viðmerkingunum til roknskapin varð sagt, at í juni í ár skyldaði HSF 163.000 kr. Teir hava síð- ani verið og biðið kreditor- arnar um at eftirgeva helmingin av skuldini. Hetta hevur eydnast fyri teir flestu av teimum smærru kreditorunum. Tó eru teir sterstu eftir, nevniliga Strandferðslan og Flogfelagið. Skuldin til teirra er kr. 120.000, og upplýst varð, at møguliga letur landsstýri ein stuul, ið svarar til helmingin av hesi upphædd. Í inntøkusiduni er eisini innteka fyri farin ár, kr. 35.000,00, meðan tú í út- reiðslusíðuni sært út- reiðslur fyri farin ár, kr. 41.510,00. Um hesar upp- hæddir upplýsti Helgi Fossadal, at tær áttu at verið við í roknskapinum fyri 1981, og áttu sostatt ikki heima her. Figgjarstødan visir skuldarar kr. 17.482,91, og ognarar, kr. 149.952,16. Harafturat er eisini ein skuld til Føroya Banka upp å kr. 26.970,76. Alt i alt er egin- ognin hjå HSF pr. 10. au- gust 1982 kr. +159.440,01. Upplýst varð, at talan hevði verið um eina fíggj- arætlan fyri HSF upp á kr. 860.000,—, meðan stuðul- in frå ISF »bert« er kr. 125.000. Frá ÍSF varð upplýst, at teir ikki hava ráð at fíggja HSF, sum hevur teir sterstu uttan- landa aktivitetirnar. HSF hevur tikið eitt lán upp á kr. 100.000 fyri at koma burtur úr tí fíggjar- liga rasshafti, teir eru komnir í. Hetta lán er tikið við transporti í stuðlinum frá ÍSF trý komandi árini. T.v.s., at triðingurin av ÍSF-stuðlinum hjá HSF komandi trý árini fer at gjalda lánið aftur við. Peningurin fyri ferðing og koyring er fyri mesta partin útreiðsla fyri C- HM-kappingina, sum var í Belgia. Skuldararnir vístu seg at vera feløg, ið ikki hava goldið 17.000 kr. fyri betur o.t. Roknskapurin var á fundinum settur undir at- kvødugreidslu og góð- kendur. Hóast hesi døpru tel, so ivaðust summir ikki í, at uttanlands samstarvið skuldi økjast. Hondbólturin er tann ítróttargreinin, sum vit eru komnir longst við á al- tjóða stigi, og sjálvandi skulu vit hava eitt ávíst samstarv úteftir, fyri at menna okkum enn meira. Men spurningurin er eis- Nr. 87 — 4. september 1982 ini, hvat ið skal viga tyngst: tað ítróttarliga, ella tað fíggjarliga. Fleiri eru tey, ið freist- ast at spyrja, hvaðani skulu pengarnir koma? Føroyski ítrótturin hevur ikki teir heilt stóru møgu- leikarnar at útvega pen- ing, og serliga ikki sersam- bondini innan ÍSF. Spons- orar kunnu hjálpa upp á ein part av trupulleiku- num, men í einum tílíkum fori, við so stórari fíggjar- ligari afturgongd, man sponsorpeningurin — ikki fara at røkka. Kreditorar hava eftir- givi HSF 7.700 kr., og ætlanin er at fáa eftirgivið hálvthundrað túsund kr. afturat, men fráfarandi fyribilsnevndin hevur longu langan lista yvir til- tek, ið skjótt kunnu sluka tílíkar peningaupphæddir. Nýggja starvsnevndin hjá HSF hevur nú fingið upp í hendur at avgera hvørji av hesum tiltøkum skulu fremjast, og hverji ikki skulu síggja dagsins ljós i søgu HSF's. . 8) Á aðalfund ella úr kappingini Eykaaðalfundur HSF's samtykti uppskotið frá nevndini, um at felag, sum ikki sendir umboð á aðalfund- in, skal ikki sleppa at luttaka í landskappingini Nakað av orðaskifti stóðst av hesum uppskoti Heðin Mortensen segði, at tað var sera trupult at fáa feløg at senda umboð á aðal- fundin. Hetta gjørdi seg ser liga galdandi seinast, tá bert 7 feløg møttu Kåri Mortensen helt upp- skotið vera nakað hart sett upp. Hann nevndi, at tað ongastaðni stendur. at aðal- fundurin skal vera í Havn, og skeyt hann upp, at halda að- alfundin runt um í landinum Tað vil samstundis geva meira kontakt við felegini, helt Kári Umboð fyri MB segði, at fundirnir vóru ov illa lagdir til rættis, soleiðis, at tá sein- asti aðalfundur var, byrjaði fótbóltskappingin sama dag Hans Holm gjørdi vart við, at tað er so nógvur ítróttur i Feroyum nú, at altíð er okk- urt annað tá fundir skulu Haldið enn ein A eykaaðalfundi HSF's setti nevndin fram uppskot um at broyta luttekugjaldið til kappingarnar soleiðis, at vaksnamannadeildirnar gjalda 400 kr., unglingadeild- irnar 200 kr. og hinar deildir- nar 100 kr Hans Holm upplýsti, at fíggjarliga byrðan fór at vera eins bæði fyri tey stóru og tey smáu feløgini, sjálvt við hesum hækkaðu upphæddu num Niels Nattestad segði seg á ongan hátt kunna góðtaka slíka hækking. Hann við- gekk, at neyðugt er at hækka upphæddirnar, men tað er ikki neyðug at taka so stór stig í senn. Hann setti tí fram eitt broytingaruppskot, sum segði, at vaksnamannadeild- irnar gjalda 250 kr., ung- lingadeildirnar 140 kr. og hin- ar deildirnar 80 kr Tá atkvett varð um broyt- ingaruppskotið, vóru 10 fyri og 2 ímóti. Av ti, at minst 11 skulu vera fyri, fyri at upp- leggjast. Hann segði eisini, at tá HSF sendi okkurt skriv- ligt ut, vóru tað ikki meira enn umleið 15%, ið lósu tað, so tað vildi hjálpt, um ell feløgini vóru umboðaði á að- alfundinum Uppskotið varð so sett undir atkvødugreidslu og samtykt við einari atkveðu í- móti Eisini varð samtykt at víðka nevndina við einum limi, so at nú eru 4. Nevndin sær soleiðis út: Søren Christi- ansen, formaður, Marjun Ja- kobsen, næstformadur, Anna Dahl, skrivari og Richard Jo- hansen, nevndarlimur. Til- takslimur er Jógvan Arge Øll nevndin er nývald uttan Marjun Jakobsen. Eisini varð vald dómara nevnd og dómsnevnd. Í dóm- aranevndina komu Torbjern Mikkelsen, Hendrik Rubek- sen og Petur Mohr, meðan Hans Mortensen, Selvi Wint- her Olsen og Øssur av Stein um kommu i dómsnevndina. Sum tiltakslimir til dóms- nevndina vórðu Knút Vestur dal og Levi Niclasen aftur valdir eykaaðalfund! skot skuldu koma igjøgnum, varð hetta uppskotið sostatt falli. Síðani varð atkvett um uppskotið frá nevndini (Tey hægru gjeldini). Fyri tí upp- skotinum vóru einans 5 fyri og ongin ímóti, og varð hetta uppskotið sostatt eisini fall- ið. Tað hevði við sær, at gomlu gjeldini framvegis galda. Vaksnamannadeildirnar gjalda 100 kr., unglingadeild- irnar 80 kr. og hinar deildir- nar 60 kr. Aftan á atkveðugreiðsluna segði Niels Nattestad, at tað harmaði seg almikið, at gjøld- ini ikki vórðu hækkaði. Hann skeyt tí upp, at tað sum skjótast varð kallað saman til eykaaðalfundar um at fáa gjøldini hækkaði Fleiri tóku undir við honum í hesum, men einki endaligt varð avgjørt, so tílík stig má nýggja nevndin taka, um nakað skal gerast á hesum økinum á hesum sinni