leygardagur 4. september 1982síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Leygardagur 4. september 1982
Ludda prentsmidjuna
Fram. Høvudsendamålid
var at geva blad ut, sum
skal vera ein mótpartur til
Dimmalætting.
— So tá eru meiningar-
nar blivnar so ymiskar, at
húsast kundi ikki í einum
blaði, sigur Stig.
Í hesum viðfangið vísir
hann annars á, at Dimma-
lætting kláraði seg væl
fyrstu árini. Í 1888 hevði
hon 4.325,04 kr. í yvir-
skoti!!! Arið eftir flutti
Dimma úr Nólsoyarstovu,
har hon hevði hildið til frá
fyrsta degi, og yvir í Er-
ling Jallsgetu, har hon er
enn.
KROSSUR —
skiftandi tilvera
Tingakrossur legði út á
Kantórinum — hús í stóð í
Erling Jallsgetu, við
Quillingsgarð, og sum
kirkjubeingar áttu. Men
hann hevði eina skiftandi
tilveru — niðan í kjallaran
hjá Ziska, út i Bøgøtu um
1920, á heysin nekur ár
seinni, síðan bygdi
»Millionerurin« prent-
smidjuna å Heygsbreyt,
sum Dagbladid, Karbech,
Sosialurin og nu Einars
Offsett hava ått. Seinri før
Krossur å Skansaveg, har
Kristin búði. Síðan hevur
hann flakkað millum
ymiskar prentsmiðjur
Palli-trykk prentaði á
Tingakrossi. Hjá honum
lærdu Jógvan Rasmussen
og Jens Dam. Men Palli
fór til Noregs og Sjabbokk
loysti hann av. Seinri fór
Sjabbokk eisini til Noregs.
Tað fyrsta Stig minnist
til prent er, at hann og aðr-
ir smådreingir funnu »typ-
re niðri i fjøruni í Lítlu-
vík. Summir av prentaru-
num tímdu ikki at leggja
satsin av Harafturat
gekk so Stig sum små-
drongur í Bókhandilin —
sum tá, í 1927, hevði fing-
ið trykkjari — við drekka
til pápan. Soleiðis kom
hann spakuliga inn í fakið
betri.
ivari arbeiðspláss.
„Við teimum amboðum, sum idag eru tok, so er
kvinnan minst líka so góð sum maðurin um ikki
Og á arbeiðsplássum, har javnvåg er í millum
kynini, kanst tú fáa eitt hugnaligari og tí produkt-
Tá tosað verður um arbeiðsloysi, so skal eg ikki
seta spurnartekin við, men kundi hugsað mær, at
framtíðin hjá vinnulívinum var tryggari, um menn
og virki vóru meira sinnað at taka ungt fólk í læru,
tí hóast alt eru tað tey ungu, sum skulu halda
samfelagnum gangandi í komandi tíðum — og
kanska bera byrðuna víðari frá okkum gomlu.«
Stig Rasmussen 31. august 1982.
Hugsið um kvinnuna
og tey ungu
Sjálvur fór Stig í læru á
Krossi í 1934. Tá arbeiddu
Erling Isholm og Villy
Juul har. So vítt hann
minnist, prentaði Villy
fyrsta fýra-litsprentið har
um ta tíðina.
— Men hetta var ein
skiftandi og vánalig tíð.
Tað var so lítið av peng-
um, at menn t.d. bjóðaðu
upp á Legtingstíðindi
bara fyri at fáa nekur
oyru.
— Eg veit ikki, um tú
hevur lagt merki til tað,
flennir Stig, men hyggur
tú í Legtingstíðindi frá
teimum árunum, so síggj-
ast ofta stór glopp á síðu-
num. Nú veit eg ikki akku-
rát, hvussu tað var, men
tað var nakað soleiðis, at
teir fingu so og so nógv
oyru fyri hverja síðu og tí
bleiv satsurin drigin út.
Tvídráttur
Stríðið er nógv um blødini.
Og tvídráttir hava eisini
verið innanhýsis um blað-
linju — tvídráttir millum
blaðstjóra, politikkarar og
útgevarar — og sum
kanska fleiri blaðfólk eis-
ini kenna í dag.
Stig minnist ein tvídrátt
millum blaðstjóran og út-
Hesar báðar orðna ymiskt pappirsarbeidi. Hara;
ein skrivstovukvinna
fturat er
gevararnar á Tingakrossi.
Hesin hevði tað við sær, at
pappírið kom ikki til
trykkjríið sjálvt, men til
blaðstjóran.
— Og so mátti eg sum
lærlingur út á Skansaveg-
in eftir pappírið. Tá var
einki sum æt bilur. Nei,
rulla eini tvey »ris« saman
og so eitt á hver sína eksl
og niðanaftur. Tað var
ikki stuttligt at ganga
gjøgnum Havnina við has-
um á akslunum.
Seinra partin av lærutíð-
ini var Stig í Bókhandli-
num. Hetta var tann
fyrsta føroyska prent-
smiðjan sum fekk nýggja
útgerð, tá hon beginnti
undir navninum H. N. Ja-
cobsens Boghandels Acci-
dents- og Bogtrykkeri.
Bókhandilin
og Einar
Um menningina av prent-
handverkinum sigur Stig,
at Bókhandilin í síni tíð
tók skjótt til sín arbeiðir
— hetta trykkjaríið gav
fakinum eina sproytu.
— Tað næsta stóra
sparkið kemur við Einars
Prent í hálvtrýssunum.
Einar virkuliga bjargar tí
æstetiska í bókaprenti-
num, tá hann byrjar fyri
seg sjálvan. At aðrir góðir
hava verið og eru, er so
nakað heilt annað. Teir á
Dimmalætting duga
sanniliga sitt »kram«, men
á Dimmalætting hevur
bókaprent meira verið eitt
framíhjáarbeiði.
— Men tað eru ikki bara
hesir, sum hava víst faki-
num respekt. Og tað er
ofta ringt at geva fakinum
ta respekt, sum tað hevur
uppiborið, tí mangt baksið
er. Annaðhvert er prent-
smiðjan ov sein á veg. Ella
kemur korrektururin ov
seint aftur. Hetta sum all-
ir prentarar kenna alt til,
er so ógvuliga væl lýst í
eini tekning, William
Heinesen gjørdi og sum eg
sjålvur skar i linoleum til
eitt av teitunum, vit góvu
út.
— Og hvar stendur fer-
oyskt prent í dag í mun til
aðrar?
Leggja vit okkara
viðurskifti sum grund
og ikki sammeta okkum
við trykkjariir við slíkum
møguleikum sum vit
slettis ikki kunnu sam-
meta okkum við — men
sammeta okkum við t.d.
danir, ella okkurt av tí
danir lata úr hondum, so
eru vit í nógvum ferum
frammanfyri, sigur Stig.
— Men, er hann skjótur
at leggja afturat, verri enn
so alt, sum verður gjert
her, kann sigast bara at
vera gott. Langt frá.
— Vit kundu hildið
fram, sigur Stig, tí nógvar
aðrar eru, sum eg ikki
kenni so nógv til — Asdal
á Tveroyri í síni tíð, Norð-
lýsið í Klaksvík, Sosialur-
in, sum startaði í kjallara-
num á Losjuni, Betuel
Jensen, Arnold Øster,
sum hevði eitt stórt
trykkjarí og prentaði tey
flestu bleðini eitt tíðar-
skeið, Landsprentsmiðj-
an, Marius Ziska, Dag-
prent og 14. september.
Hvat við at gera eina segu
um trykkjaríini og prent-
ararnar?
Hogni, sum er reprofotografur, og Jákup, sum er prent-
ari. Umframt teir báðar eru tveir aðrir prentarar
S/0
Stig vid fyrsta blaðhovdinum hjá Dagbladnum. Jógvan
Waagstein teknaði tað, meðan Stig skar tað úr linoleum.
Hvussu leingi tað var brúkt, minnist Stig ikki. men
rokningin fyri bladhøvdid er ikki goldin enn, nnur
hann
Anna er í læru sum prentari. Umframt hana eru tvey
ung farin niður á EFG og skulu í praktikk á ESTRA,
sum er góðkent sum praktikkpláss
Oluffa er í læru sum setari. Umfram.
kvinnuligur setaralærlingur
ana er er nar
Jan Zachariassen, setarasveinur. Umframt han ein
annar setarasveinur