leygardagur 4. september 1982síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Leyga
rdagur 4. september 1982
Eitt hart lív - náttarrótari,
ukk og tað sum verri er
Í ár eru liðin 130 år
síðan fyrsta prentið
varð gjert í Feroy-
um. Í Danmark er
500 ára dagurin fyri
prentinum júst
hildin. Ti hevur
ESTRA í Gøtu
gjert eina framsýn-
ing um feroysku
prentseguna. Hon
verður á HS 82. Eis-
ini skal ESTRA
vísa ein videofilm
— um flogposturin
kemur til tíðina —
um prentið frá Gut-
enberg til okkara
dagar.
— Prentaraarbeiði ... nei,
tú, prentararnir høvdu eitt
f..... hart lív. Langan ar-
beiðsdag. Drukk og tað
sum verri var. Ikki bara í
Føroyum. Nei, meira
„niðri“. Teir gomlu prent-
ararnir har fortaldu mær,
at teir beginntu dagin við
at keypa eina hálva flesku
— bara fyri at halda dagin
— arbeiðið — út. Og sum
dagurin leið komu fleiri og
fleiri HOF á borðið, flennir
Stig.
Men tað er ikki hetta
umhvervið, sum eyðkenn-
ir ESTRA í Getu. Her
bjóða fryntligar >kontór-
damur< og kvinnuligir
prentaralærrlingar kaffi —
og mokka-sukurmolar.
Atmosferan er behagilig.
Men Stig sipaði oman fyri
til prentsmiðjurnar sum
gjørdu blød í Feroyum
sum niðri. Sjálvur lærdi
hann fyrst á Tingakrossi.
Síðan í Bókhandlinum.
Náttarrótari
— Eitt náttarrótarí.
Klokkan tvey og try var
vanligt og tad hendi seg,
at tað gekk móti morgni,
tá vit høvdu fingið blaðið
á posthúsið. Tað var
»flott«, tá vit kundu koma
oman á Dimmu á miðnátt
og síggja teir framvegis
standa og falsa ... eg
trúgvi ikki, at nakar fals-
aði so skjótt sum Martin
Jóhann Mortensen hev-
ur haut samreðu við
Stig Rasmussen
hjá Hósvíksjáke. Tað
fleyg frá honum.
— Men hví gekk tað so
seint ?
— Mannagongdin var
hon, at vit fóru at seta
blaðið — við hond sjálv-
andi — mánamorgun
Manuskriptini komu peu a
peu — ofta leingi ímillum.
Tá tey vóru sett, skuldu
tey berast út á Skansaveg
til Kristin, sum læs
korrektur. meðan eg sat
og hugdi eftir >De Dedes
Q<, hann hevði teknað
eftir málningi hjá Beclin
— heimskendur málning-
ur. Og so var tað heilt van-
ligt, at blaðstjórin kundi
finna upp á at broyta sats-
in, tá tað var klárt at
koyra. Og so om igen.
Feroyskt prent
130 ár
Men henda tíðin — við síni
sjarmu — er farin. Blýggj
og hondsatsur er farin í
seguna. Um ikki heilt so
næstan. Einki náttar-
rótarí og einki við at fara
gjøgnum allan býin við
satsi til korrekturlestur.
Og i ár eru 130 ár liðin
síðan fyrsta prentið varð
gjørt i Føroyum: Færinge-
tidende.
Í samband við henda
dagin hevur Stig Rasmus-
sen og prentsmiðjan hjá
honum, ESTRA í Getu,
gjørt eina framsýning,
sum vísir gongdina innan
prenthandverk í Feroyum
frá Færingetidende og
fram til dagin í dag.
Henda meira visuella
prentsegan er at síggja á
HS 82.
Men prentsegan er ikki
bara segan um eitt hand-
verk av mongum. Hon er
eisini segan um tað, at eitt
fólk verður upplýst — um
tann meira andaliga út-
viklingin. Prentið er treyt-
in fyri eini menning av
fólkinum.
Gamli-Long og
kvalitetslinjan
foroysku
Gamli-
Upprunin til
prentlistina er
Long.
— Frá Gamla-Long
kunnu vit fylgja eini kvali-
tetslinju til teir, sum
stóðu í læru hjá honum:
Palla-trykk, Sjabbokk og
víðari til teirra, sum stóðu
í læru hjá teimum: Jógvan
Rasmussen, hjá Stinu, og
Jens Dam, sum seinri gav
út Feroyatíðindi á Tver-
oyri, og víðari til teirra
sum stóðu í læru hjá Jógv-
ani: Einar Joensen, Mart-
in Thomsen, og teir, Oluf
Nielsen, Arnold Øster og
Oskar Hermansen, sum
lærdu á trykkjarinum As-
dal hjá Jens Dam á Tver-
oyri, bara fyri at nevna
nakrar, sigur Stig — og
gloymir seg sjálvan.
— Vit hava virkuliga
havt og hava fínar typo-
grafar. Men føroysk typo-
grafi hevur ikki altíð havt
hegan standard. Mest tí
at maskinurnar hava ofta
verið vánaligar og
brúktar, tá tær komu
henda vegin. Harafturat
kann man ikki krevja eina
góða typografi blaðar
beiðinum, har blaðið er tað
primera. Og nógvar av
prentsmiðjunum hava
fyrst og fremst til upp-
gávu at bera blað. Men re
spektin fyri fakinum er
Feroyskt blaðstríð
At prentarbeiði ikki verður liðugt til ásetta tíð er helst ikki ókent og nýtt fyribrigdi.
Og einaferð
— í hvussu er — bleiv Varðin ikki liðugur til tíðina. Ritstjórin Richard
Long, man tí hava verið heldur ilskur inn á prentsmiðjustjóran i Bókhandlinum, Jógu-
an Rasmussen, tá teir møttust i Havnargøtum. Í ollum forum fekk William Heinesen
eina góða satiriska tekning burtur úr. Stig Rasmussen skar hana til eitt teiti
stór í Feroyum. Tað legði
eg til merkis, tá eg kom til
Íslands. Hon er nógv
størri i Føroyum.
Stig leggur stóran dent
á Gamla-Long, sum kom
til Føroya at prenta
Dimmalætting í 1880.
Gamli-Long, sum var av
íslendskari-danskari ætt,
og prentaði á Fære Amts
Bogtrykkeri til í 1917. Tá
hevði hann verið í fakinum
i Føroyum í útvið 40 ár.
— Umframt at hava
stersta týdningin fyri fak-
ið, so skrivar Sjabbokk, at
Gamli-Long hevur bróður-
partin av æruni fyri, at
bekur og prent í heila tikið
komu út. Hann lærdi so-
gar skrivandi feroyingar
at stava, tá stríðið um
málið leikaði á, er mær for-
talt, sigur Stig.
Onki er at ivast í, at Ge-
org Richar Long hevur
verið ein merkismaður.
— Pápi — Jógvan hjá
Stinu plagdi at sitera
Gamla-Long fyrr at siga:
»Det skal også ses pá ind-
pakningen, at tryksagen
kommer fra Dimmalætt-
ings officin«,
Håndværkets
akademikere
Tu veitst, at prentarar
eru róptir »håndværkets
akademikere« …
— Nei, tad havi eg aldrin
hoyrt …
— Jú, teir vóru nakað
fram um aðrar og teir
brúktu eisini uniform!
Tað skal eg siga tær — teir
brúktu bowlarhatt,
sjakett og diplomatbuks-
ur. Teir hildu seg vera
nakrar hundans kalar.
Uniformin fingu teir, tá
teir vóru útlærdir. Aðrenn
— skuldu teir meta upp í
troyggju sum vanligt.
Einki við at koma í flippu-
skjúrtu og slipsi.
— Pápi, sum jú lærdi hjá
Palla-trykk, plagdi at for-
telja, at eftir onkra langa
»ball-nått«, tá hann var
lærlingur, fór hann til ar-
beiðis sum hann var, í
jakka og slipsi, men nei,
heim. Men eftir at hann
var útlærdur, so í uniform-
in og teir brúktu enntá
stav. Men hetta við uni-
forminum gjerdist ikki
traditión í Feroyum. Ar-
beiðararerslan tók seg
fram. Arbeiðararnir blivu
meira bevístir og vit
sluppu undan hesum
snobbarínum.
Einki í 20 ár
Gamli-Long er faðirin at
føroyska prenthandverki-
num, men áðrenn hann
kom á Dimmalætting —
ella FæreAmts Bogtryk-
keri — vóru tveir aðrir
danir har, og teir høvdu
eisini onkran feroying at
hjálpa sær, men hvat er
blivið av teimum, vita
menn ikki.
Fyrsti prentarin á
Dimmu, C. F. Miller,
hevði ein lærling, Poul
Hansen, úr Syðradali.
Annar prentarin,
Aagaard, hevði ein at
hjálpa sær, sum kallaðist
Andr. Sofus Johannesen.
Í tíðarskeiðinum millum
Færingetidende, sum bert
kom út hetta eina árið í
1852, og Dimmalætting,
sum kom fyrstu ferð í
1877, verður einki prentað
i Føroyum.
Niels Winther, sum gav
Færingetidende út, hevði
ein havnardrong at hjálpa
sær, Jákup av Kamari-
num, ella Koppa-Jákup,
sum hann eisini varð rópt-
ur, tí hann koppsetti.
|Hvar bleiv av prent-tóli-
'num, tá Færingetidende
gavst, veit Stig ikki. Men
einki er so prentað í Feroy-
um í hesi yvir 20 árini.
Við Dimmalætting
kemur so gongd á aftur og
stívliga 20 ár seinri, í
1900, stovna Djóni í Geil,
Poli í Dali og Kristian hjá