Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-09-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. september 1982síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Jens Pauli Heinesen: Leikur tín er sum hin ljósi dagur. Skaldsega (Forlagið Gestur. Tórs- havn 1982. 167 s., kr. 84 hft., kr. 100 innb. Perma: Ingi Joensen. Prent : Prentstovan). Tad er eingin ivi um, at Jens Pauli Heinesen hevur sínar retur sum yrkjari djúpt festar í skaldskapinum hjá Hans Andriasi Djurhuus. Yrkingarnar hjá hesum hava stóran leiklut í skald- skapinum hjá honum, har tær lata eyguni hjá bern- um og hálvvaksnum upp fyri tí vakra og duldarfulla í orðunum eitt nú fyri Bjarna Dagfinni í >Yrkj- aranum í Selvík og tá lesarin hittir Hugin aftur í „Leikur tin er sum hin ljósi dagur« eftir at hava slept honum niggju ára gomlum í ýsir nú fyri er heimur tur hanr g lesur jarnabøkina« Hans Ándriasi og Dyralærun hjå likkjali Hann kennir eina I iga ávirk- in, bekurnar lata upp fyri og maktini sum býr í orðunum, og hann fær hug at royna at seta orð saman Lokki-temaið Líkasum áðurnevndi Bjarni Dagfinnur hevur Hugin eina skaldasmáttu úti á treðni, og hann fær fyri fyrstu ferð segu prentaða undir egnum navni í »Barnabladnum«, og nú verður samband knýtt til lokki-temaið í bókunum. Henda kenslan av at verða drigin av ein- um telandi mátti, tú ikki kennir, einum mátti, sum bæði ger teg bangnan, samstundis veitrar við djúpastu upplivingum framman fyri stavn. Tað er listin, sum hevur bíðað eftir honum og kallað á hann. og nú svarar hann: »Ja, nú komi eg, nú komi men orð bítur seg á drongi- Hann hovrir um sjó- anum, og vurin Malaga verður ndur: »Malaga. Ein óhugna geisaði úr rænarar 1 SKU esum navni, tað brendi rå sær, heitt og lidisamt, vskorin brost, uppsprett- ir munnar. Ég før ongan- tíð at tora hagar Kanska eitt áhugavert demi um atdráttarmegina í tí sum ræður okkum, at hevundurin Jens Pauli Heinesen hevur dvalt fleiri = longri skeið í Malaga-ekinum, har m.a. hendan bókin er skrivað. Hugin hevur hegar tankar um at vera rithev- undur, at teir eru guda- líkir, og at: >Teirra avrik var so reinmeint, stórt og virðismikið fyri manna- ættina og ævinleikan, at tað var ein sjálvfylgja, at teir vórðu viðfarnir sum fínasta postalin«. Akkurát hesa eitt sindur veruleika- fjaru fatan, av hvenn leik- lut ein rithevundur hevur í einum djúpt materialist- iskum samfelag, hevur Jens Pauli Heinesen greitt frá í greinini >Trúnaðar- játtan á kyrrindum«: »Eg heuði sum smádrong- ur og langt upp í ungdóm- in eina ótrúliga bláoygda áskoðan á tað at vera skald og skrivandi menniskja. Eg var sann- fordur um, at arbeiðið og :vrikið hjá hesum ediliga fólkaslagi var so reint nmeint, stórt og virðis- mikið fyri Í mannaættina vvinleikan, at tað var sjálvfylgja, at hesir råsnildu edilingar í einum hogtmentaðum fólki n okkara vórðu viðfarn sum fínasta postalin tta dýrmæta fólkaslag- hevdi jú offrað lív og sál, irka góðu kreftum« tey siga, til at yri HUSINS Varðin 47) Einasti veruligi persónur hitta í skaldsøguni er Heðin Brú, hann vitjar pápa Hugin, og tað verður greitt frá, hvussu bergtik- in drongurin er av >Logn- brå«, og tydningur henn- ara í hansara hugaheimi avspeglast í skaldseguni, t.d. tá Hugin fær alsk til ein gentuskóta, sum vitjar Fagradal og fleiri ferðir lýsir hana við orðum sum: >... tann vakra gentan við tí brúna, purluta hárinum ..e. Ikki ólíkt orðunum hjá Høgna, tá hann hugs- ar um Gunnvá: >Hann sá hana fyri sær við sínum stóru bláu eygum og sín- um fagra gula hári. hon hugdi so undarliga bangin og biðjandi at honum“. Einastaðni verður Hug- in av mammuni brigdaður fyri nakað. hann hevur sagt, og hann rýmur heim- anífrá við sínum bók- mentaligu fyrimynd í huga: »I bókini Lognbrá rýmdi Høgni eisini heimanifrå Hann før valtrandi avstad blotar summarnattina yvir heiðar og gjøgnum ;g heuði ongan góðan utt- in lyngklónna og dreymin um ta ljóshærdu gentuna ð teimum vekru, biðj- indi eygunum. Eg gekk á skák nidan gjøgnum bein nidan til ta stóru gomlu trønna, ið skar ein ovur- storan ferhyrning burtur av haganum, Myllå rann i- gjøgnum hana«. Leygardagur 4. september 1982 Jens Pauli Heinesen Leikur tin er sum hin ljósi dagur skaldsøga Bit merki i, at Høgni plagdi at sita við Myinar fossin, og Hugin her vitjar Myllánna. Kríggið Annar Veraldarbardagi og hersetingin av Føroyum er baksýnið fyri skaldsøguni, og ensku hermenninir, og tað teir fáast við, taka stórt pláss í huganum hjá dronginum. Kapittulin, har her- menninir koma til Fagra- dals og venda ellum við, hevur tað poetiska navnið »Yndisligar = mýrifípur“, men tað er lítil poesiur í tí, sum liggur aftanfyri navn- ið. Tað er nevniliga, tá ið tær ensku kanónirnar skjóta eftir týskum flog- førum, at spreingingarnar visa seg sum »yndisligar myrifipur« á luftini. Mót- setningurin millum tey vøkru orðini og tað óhugnaliga, sum tey skulu lýsa, avmyndar sam- stundis upplivingina hjá dronginum av hermonnu- num og krignum. Hóast hann veit, at fólk doyggja, og at ein sonur úr granna- húsinum er sjólátin í krig- num, so verður óhugnin — í hvussu er í fyrsta umfari skúgvaður til viks av ollum tí spennandi nýggja, av ævintýrinum. Lív og deyði eru hevuðs- evnið igjøgnum alla skald- seguna. Og teir ævinligu motsetningarnir, ið ikki eru til uttan hvenn annan, verða settir upp ferð eftir ferð abbin, Mikael, mamman, ta nýfedda, Arant. Heirikkur og barn- ið hja honum, ensku her- menninir á veg til Italia, har vit vita, at næstan all- ir lótu lív. Abbin er tann, sum stendur fremstur í hesum spurningi, tí hann kann rokna við at sigla av, hverja letu tað skal vera, og tað er hann, sum fyri abbabernunum samanfat- ar eitt langt lív: »Ja, ja, eina ferð var eg líka lítil sum tit, og tað er stutt síð- ani, so stutt síðani. Harra- gud, sum lívið er stutt kortini, sum lívið er stutt, sum tað er stutt síðani, eg gekk og spældi niðri á sandinum líkasum tit, og hava tit heilsuna, staklar- nir, hvat Gud gevi, at tit fáa, so verður tað ikki leingi, at tit fara at liggja sum abbi tykkara.« Í samband vid deyðan hjá abbanum, kemur Hug- in inn á ein spurning, sum flestu fólk onkuntíð noyð- ast at seta sær: syrgi eg ærliga, ella er tað bert tí eg eigi at fela og gera so- leiðis ? Ivin um kenslurnar er ektaður, ella tillærdar og væntaðar av umhvervi- num og tær sjálvum. Men niðursteðan, Hugin ger sær av bar- daganum millum lív og deyða, er so lívsjáttandi, sum hon kann verða: „Hvat var tað ikki undur- fult at liva og vera tila. Góðar lýsingar Tað eru ótrúliga nógvar fínar lýsingar i skaldsøg- uni, t.d. í fyrstani har Duruta argar Hugin og seinni avmyndingin av briminum á sandinum undir einum stormi fyri bert at nevna tvær. Seksu- aliteturin er, nú drongurin nærkast fermingaraldri, meira frammarlaga enn nakrantíð, og hann verður so við og við greiður yvir, hvussu hesar sakir hanga saman. Hann veit meira enn nakrantíð, at kynslív- ið má vera synd, men tað er, sum um tað bert fær enn sterri atdráttarmegi av hesi hansara vitan. Ser- liga er tað tann blomstr- andi Anna Leonora, ið hevur eitt vánaligt orð á sær, sum er mál fyri hans- ara dreymum: >Ég droymdi um hana og henn- ara øsandi navn, eg hevði enntá og meiri enn eina- ferð gingið uttan fyri hús hennara í myrkrinum í teirri vón, at hon fór at koma út og lokka meg inn til sína. Eitt lítið brot kundi ver- ið tikið fram, tí tað minnir so nógv um niðursteðuna hjá Aksel Sandemose í „En flygtning krydser sit spor«, har hann sigur, at bert hann, sum er leinkj- aður til eitt ávíst stað, heldur, at eitt fjall altíð sær eins út, bert hevur eina útsjónd, meðan hann, sum ferðast runt fjalli sær, at tað skiftir eftir, hvar tú ert staddur. Hugin er á veg niðan á Hørg: >Tað, sum úr túni- num hevði havt eina ó- broytiliga útsjónd, skifti ham og form, alt longur niðan eg kom. Bygdin og landslagið var als ikki tað sama hiðani sum harniðri, alt var í grundini broyti- ligt og skifti ham í mun til hvar eg sjálvur var stadd- ur«. Høvundurin Sum i flestu av skaldsøgu- num hjá Jens Paula Heinesen, so hava fleiri brot áður verið prentaði sum stuttsegur, t.d. koma „Eitt skelvandi keldufar< úr »Dropar í livsins havi« og *1 aldingardinum« úr savninum av sama navni, nærum óbroyttar fyri her. Eg veit, at onkur brokkast um hetta, men eg dugi ikki at síggja, at tað ger nakað, um segurnar nú koma í sín rætta samanhang. Haraft- urat fáa tær nettupp í ein- um samanhangi, sum ikki var áður, nýggj brigdi. Í ellum sínum skaldseg- um stingur hevundurin onkuntíð hevdið beinleiðis fram í tekstinum. So er eisini her, men harðligari enn vant. Móti endanum á bókini og heimsbardaga- num fáa vit eina lítla grein um seinastu leturnar hjá Hitler, Goebbels = og Himmler, og brýtur hon við restina av bókini. Brotið hevði staðið natúr- lgari í onkrum ødrum sam- anhangi, men tað tykist sum um eðin yvir allar tær framdu beistagerðirnar taka ræði á hevundanum, og hann má fáa luft. Eingin vandi Skaldsegan endar, har Hugin umskiftist frá at vera smádrongur til at vera hálvvaksin. Loyni- dómar — bæði glediligir og tregafullir — opinber- ast fyri honum. Og líka- sum Hugin stendur yvir fyri einum avgerandi skifti, tann seinasta rest av sakloysi er burtur og kemur ikki aftur, so ger heimurin tað eisini: Hiro- shima-bumban er slept. Hildibrandur, sum skal byrjað á læraraskúla, ger hesa samanfatan: »Aldri, aldri fara tit at gloyma navnid Hiroshima, æviga fer tad at standa i søguni sum eitt vardtekin um, at frå hesum degi verður verðin ongantíð tann sama«. Tær triggjar bøkurnar, sum higartil eru komnar i reðini »Å ferð inn i eina Ó- endaliga segu< eru ikki uppbygdar við segugongd í tí merking, at vit fylgja einum ávísum tráði, sum so meir og minni sjónskt er til staðar alla tíðina. Tær eru settar saman av myndum, av smáum stutt- søgum kann næstan sig- ast, og hvert av hesum brotum gevur eina lítla lýsing, eitt bragd, sum til samans gera eina heild Uppbyggingin er lýsing av heildini í smáum brot um, og hvussu drongurin fatar hana. „Leikur tin er sum hin ljósi dagur« er eins og tað undanfarna bindi í reðini vakurt prentað og væl lagt til rættis. Flestu fólk dáma vakrar bekur, og mangan er tað ikki kostn- aðarmiklari ella sterri stríð at syrgja fyri, at ein bók sær hampuliga út: men bekur eru eisini til fyri at verða brúktar, og skulu helst ikki bert fáa ta lagnu at gerast prýðis- varðar á bókahillini. I Jens Paula Heinesens føri er tó eingin vandi fyri hesum. Jógvan Isaksen i é