Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-09-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. september 1982síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 tíðindablaðið B | Si | | | | i | | Nr. 88 — 7. september 1982 Setið peningin i FØROYA SPARIKASSA fólk síns paringasto „eff Bryggjarí | tif. 14728 svarar eisini aftan á kl. 17 nú 125 og 250 gr. Thames gevur mest fyri peningin Tórshavn Leirvík Klaksvík Tvøroyri SIDAN 1888 tlf. 13434 tif. 43038 tlf. 55454 tlf. 71025 3 geving. FALK - dråttur Upphålan og sleip + streym- Tlf. 124 03 & 14545 Kapping um tilfar til útvarpið Útvarpið bjóðar við hesum til kapping um tilfar til útvarpið av ymsum slagi. Øll kunnu luttaka, og útvarpið fer at seta eina dómsnevnd at meta um tað tilfar, sum kemur inn. Ætlanin er so at kunngera vinnarar og bera fram nakað av tilfarinum á sam- komu í utvarpshøllini í heyst. Hesar treytir verða settar fyri luttøku: 1) Tilfarið má ikki vera propagandistiskt, t.v.s. at endamálið skal ikki vera at gagna ávísum politiskum, átrúnaðarligum ella líknandi rørslum ella sjónarmiðum. 2) Tilfarið má vera maskinskrivað. 3) Tilfarið má vera útvarpinum í hendi í seinasta lagi 1. oktober 1982. Útvarpið skilar sær rætt til saman við tí, sum sendir tilfarið inn, at arbeiða víðari við tilfarinum, um hetta verður hildið gagnligt ella kanska neyðugt. Dómsnevndin útnevnir ein vinnara hverjari kappingargrein. Út- varpið skilar sær tínæst rætt til at nýta annað tilfar enn tað hjá vinnaranum fyri samsýningar, sum eru nevndar niðanfyri. Kappingarnar eru hesar: 1) STUTTSØGUR. Søgurnar skulu vera 12—15 maskinskrivaðar síður tilsamans, hvor sidan skal telja 1800 eindir. Vinnarin fær kr. 5.000,00. Fyri aðrar søgur, sum verða góðkendar, verða lætnar kr. 3.000,00. 2) ÚTVARPSLEIKIR: Leikirnir skulu vara í minsta lagi í 30 minuttir. Talið á luttakandi persónum í leikinum eigur ikki at fara upp um 6. Vinnarin fær kr. 5.000,00. Fyri aðrar leikir, sum verða góð- kendir, verða latnar kr. 3.000,00. 3) BARNASØGUR: Søgurnar skulu vera i minsta lagi 5 og i mesta lagi 30 maskin- skrivadar sidur, hvør sidan skal telja 1800 eindir. Vinnarin fær kr. 5.000,00. Fyri aðrar søgur, sum verða góðkendar, verða latnar kr. 1.000,00 fyri hvørjar 5 síður. 4) SANGIR: Tey yrkingahugaðu kunnu senda inn føroyskar sangir — fostur- landssangir, åstarsangir, samfelagsligar sangir o.s. fr. Teir eiga at hava 5—8 ørindi. Útvarpið fer so at royna at fáa føroyskar tónlistamenn at seta løg til. Vinnarin fær kr. 5.000,00. Fyri aðrar sangir, sum verða góð- kendir, verða latnar kr. 3.000,00. Tilfarið skal sendast i brævbjálva við onkrum frámerki, og i ødr- um brævbjálva skal innsendarin skriva navn sítt. Við vón um stóra og góða luttøku. UTVARP FØROYA FOROYA VANLUKKUTRYGGING 1. SKYLDU TRYGGINGAR (hjálparfólk og sjómenn) Tey, ið hava fólk í arbeiði á sjógv ella landi, hava skyldu til at halda arbeiðsfólkið vanlukkutryggj- að. Tey, ið vinna meira enn 1/5 av ársinnleguni av sjónum, hava persónliga tryggingarskyldu. Eig- arar av skipum og bátum yvir 4 tons hava skyldu til at vanlukkutryggja mannskapið. 2. SJÁLVBODNAR TRYGGINGAR (arbeiðsvanlukkutrygging, frítíðarvanlukku- trygging og kollektivar ítróttarvanlukkutryggingar) Vanlukkutryggingin teknar nú trý sleg av per- sónligum sjálvbodnum tryggingum: 1) Arbeiðsvanlukkutrygging, ið fevnir um alt per- sónligt arbeiði hjá viðkomandi og eisini yvir van- lukkur, ið henda beinleiðis á veg til og frá arbeiðs- plássinum. 2) Frítíðarvanlukkutrygging verður teknað sum uppískoyti til arbeiðsvanlukkutryggingina, so viðkomandi eisini er vanlukkutryggjaður í allari frítíðini. 3) Kollektivar ítróttarvanlukkutryggingar kunna nú teknast gjøgnum nevndina í viðkomandi ítróttarfelag. Hesar ítróttarvanlukkutryggingar kunna nú teknast gjøgnum nevndina i viðkom- andi ítróttarfelag. Hesar ítróttar-vanlukkutrygg- ingar fevna um vanlukkur, ið henda á ítróttar- økinum undir venjing og dystum. Øll skilafólk og allar skilanevndir hava sínar van- lukkutryggingar í lagi. Vanlukkutryggingin gev- ur nærri upplýsingar og leiðbeiningar. Ringið, skrivið ella stokkið inn á gólvið. VANLUKKUTRYGGING S/F J. H. Schrøtersgøtu 1 Postboks 59 . Telefon 11466 . Tórshavn Fleiri tryggingar ið verða teknaðar — ódýrari gjald Síðani vit í 1940 fóru undir at tryggja móti elds- vanda, er tryggingargjaldið farið niður í helvt. Tryggið hús, innbúgv, verur o. a. móti skaða av eldi, stormi, vatnleiðingsbroti og omanlopi. Eisini tryggja vit innbúgv og verur móti innbrotstjóv- arí. Vit tekna eisini glastryggingar. Eru tað serstek viðurskifti viðvíkjandi trygging av ogn tygara, ið tygum hava áhuga fyri, geva vit fegnir gjøllari frågreiding. Tryggingin hevur eisini umbodsmenn å hesum plássum, ið fegnir eru tygum til hjálpar: Vági Sverre Skaalum, Tvøroyri Hjerleif Enni, Tórshavn Kjartan Dalsgaard, Eiði Óli Ellingsgaard, Rúnavík Havstein Ellingsgaard, Klaksvík Páll Josephsen, tlf. 7 30 12 tlf 710 61 tlf. 1 52 22 tlf. 2 30 05 tlf. 4 70 55 tlf. 5 58 35 FØROYA BRUNATRYGGING. TELEFONIR: 11089, 1 1098, 1 1288 J. Paturssonargøta 18 — postbox 45 3800 Tørshavn TURER gear ve NL. ÉTE ———————