hósdagur 9. september 1982síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Hurlivasin
tíðindablaðið
Útgevari: p/f sosialurin
Postsmoga 76,
3800 Argir,
telefon 11820
Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Tórfinn Smith (åbyrgd)
Blaðfólk: Høgni Djurhuus. Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Møller
Lýsingar: Árni Joensen
oddagrein
Í oyggjatíðindi í gjár eftirlýsir ein
av fremstu tjóðveldismonnunum
hvar hurlivasin er í flokki sínum.
Orsøkin til hesa eftirlysing er hin
skjótt víðagitna grein í Sosialinum
um málgagn tjóðveldisfloksins 14.
sept. sum ikki er komin út síðani
Olavsøku, og ikki minni tað, at
blaðstjórin á Sosialinum loyvdi
sær at gera nakrar viðmerkingar
til tað orðaskifti, sum stóðst av
hesi grein. At hesar viðmerkingar
ikki í einum og øllum tóku undir
við Tjóðveldisflokkin, tykist
teimum ovboðið.
UM TAÐ verunliga er so, at Hans
J. Debes, sum greinskrivarin í
Oyggjatíðindi eitur, ikki sær ideo-
logiska hurlivasan í sínum egna
flokki kunnu vit hjálpa honum.
Hann megnar at fylla nærum eina
heila blaðsíðu at greiða frá,
hvussu góður sjålvstyrisflokkur,
Tjóðveldisflokkurin er. Sam-
stundis, sum hann leggur aftrat, at
fyri at varðveita sambandið vóru
føroyingar so býttir, at kíla seg
sundur á ein nýggjan hátt, — borg-
arligir og ikki borgarligir.
HETTA ER eitt tjóðveldissjónar-
mið, sum vit mangan hava hoyrt
fyrr. Tjóðveldisflokkurin var
stovnaður sum ein loysingar-
flokkur, og sigur seg enn vera tað.
Hvar Tjóðveldisflokkurin so flýtur
ideologiskt — um hann er borgar-
ligur ella sosialistiskur, er
eingin sum veit. Tað fáa vit heldur
ikki nakað at vita um í nevndu
grein.
OG TAÐ er júst hetta, sum vit
loyvdu okkum at vísa á. Vit kall-
aðu flokkin fyri ein ideologiskan
hurlivasa. Um tjóðveldismenn
hava hug at kalla tað okkurt
annað, vera teir um tað.
Skemt ella...
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
tað -
TÁ SAGT verður, at Tjóðveldis-
flokkurin stendur enn har hann
altíð hevur staðið, er hetta helst
beint. Men hetta sigur okkum so
ómetaliga lítið um floksins ideo-
logi. Tað eru í hvussu so er gomlu
slitnu klisjeir í dag at hoyra sum
teir nýttu heilt frá floksins
upphavi. Tjóðveldisflokkurin;
sigur seg ikki halda seg til nakra
sum helst ismu, hann er bert opti-
mistiskur.
TJÓÐVELDISFLOKKURIN skal
sjálvandi hava loyvi at halda, at
tað var býtt av føroyingum, at
býta seg sundur í borgarligar og
ikki borgarligar flokkar. Vit eru
ikki av somu áskoðan. Vit minnast
øll herðrópið hjá Tjóðveldisflokk-
inum um: At í Føroyum skulu
føroyingar ráða. Javnaðarflokk-
urin vístu tá á, at føroyingar eisini
skuldu LIVA í Føroyum. Soleiðis at
skilja, at skapast skuldu ØLLUM
livilig kor, sosialt rættvísi, eina
menniskjansliga tilveru. At tað í
dag partvíst hevur eydnast Javn-
aðarflokkinum, eru mong prógv
fyri. Orsøkin til, at tað er so liviligt
i Føroyum i dag, er hesum politikki
at takka, og ikki rakstrarrópum
tjóðveldismanna.
EITT HEVUR Tjóðveldisflokkurin
duga betri enn Javnaðarflokkurin
— kanska betur enn nakar annar
flokkur. Tað er at »selja« sin poli-
tikk. Hann hevur altid duga væl, at
vera vid til populerar avgerdir. At
taka brot úr eini størri politiskari
heild fyri at sýna hetta sum altav-
gerðandi fyri viðkomandi mál. Og
hetta hevur hann altíð kunna gjørt
við góðari samvitsku og uttan at
vera bangin fyri at hetta kemur
flokkinum tvørt fyri ideologiskt,
av teirri einføldu orsøk, at hann
onga ideologi hevur.
Meðan undanfarna sam-
gonga sat, var at kalla
hver einasta Dimmalætt-
ing fylt á tremur við grein-
um um sosialisering og
loysing, og hóast hesar
lógu langt frá veruleik-
anum, ið hvers sambandi
tær vóru uppsettar, so
tyktust tær fyri hin góð-
trúgvna lesaran sannir
gloypibitar at vera: sam-
bandsflokkurin fekk hesi
ár rættuligan vind i segl-
ini. Greinirnar um sosiali-
sering vóru soleiðis hått-
aðar, at tær fingu lesaran
at trúgva, at nú fro tað
almenna, áður enn nakar
vardi at yvirtaka hvenn
jardarteig, hvenn trolara
— ja, stutt sagt flest allar
privatar ognir. Tíverri fyri
Føroya land og feroyingar
allar varð nýval útskrivað
í úrtíð, og vit fingu okkara
stórsta (politiska) skemt-
ara til legmann, og
arbeiðshátturin hjá núsit-
andi samgongu er eisini
hareftir. Tú hevur kanska
lyndi til at flenna við,
sjålvt um íú innast inni
tekur so hjartaliga synd í
núverandi legmanni, ið
fyri bert tveimum árum
síðani kundi alt, dugdi alt
og kláraði alt, men sum
hesi bæði seinastu árini so
Í einum Tingakrossi her
fyri kundi ein lesa grein
frá Sjúrða Samuelsen, har
hann fanst at landsstýri
num og tí politikki, sum
Sjálvstýrsiflokkurin sam-
an við samgongufelogum
sínum, Sambandinum og
Følkaflokkinum, vóru við
at mynda.
Sjúrður sigur í
síni, at verandi landsstýri
er at líkna ið ein >plimsoll-
ara«.
Sjurdur heldur fram, at
best hevði verið, um Sjálv-
stýrisflokkurin sleppur
burtur úr hesari sam-
gongu.
Sum svar uppá greinina
frá Sjúrði Samuelsen sig-
ur landsstýrismaður
Sjálvstýrisfloksins, Tor-
bjørn Poulsen í grein i
Tingakrossi 27/8, og tad er
ikki vid mjúkum orðum
har verður tikið til.
Torbjørn sigur soleiðis:
»Okkara vinnulív er
smittað av almennari upp-
íleggjan — einki virkið,
einki skip, uttan tað al-
grein
menna eigur pening ella
veðheldur fyri sterri ella
minni upphædd, gongur
illa verður rokningin send
skattgjaldarunum tað
skuldi líka veri Tveroyri.
Tá er henda meginregla
ikki galdandi.
Um skipið er skrásett á
Tveroyri, eru ikki hesar
reglur galdandi«, sigur
Torbjørn Poulsen.
Hetta eru rein orå fyri
pengarnar, og nu i Tor-
bjørn hevur avdukad nak-
að av tí leiki, sum fer fram
aftanfyri tjøldini í Tinga-
nesi, fari eg at loyva mær
at spyrja, hvussu leingi vil
Sjálvstýrisflokkurin verða
við til henda sjónleik.
Tað verður gjerdur
mannamunur og vanligar
reglur eru ikki galdandi
fyri ávís pláss í Føroyum.
Í einum svari til hesi
sannleiksorð frá Torbirni
Poulsen, sigur Jógvan
Sundstein, at Torbjern
uttan iva meinar við
Sjúrðarklett. Kanska
kundi Jógvan Sundstein
Nr. 89 — 9. september 1982
bara fyri ein ordans skuld
greitt almenninginum frá,
hvussu landsstýri við-
gjørdi Sjúrðarklett
Og kundi passandi
greitt frá, hví ikki Tver-
oyri kundi fáa somu semd
ir sum bjóðaðar vórðu
keyparunum úr Tórshavn
At plássið misti eitt
fiskifar, at privatmenn
mistu pengar, at tað al-
menna misti pengar — tað
hevði ongan týdning, tí
her fekst eitt bíligt skip til
Tórshavnar.
Legmaður sigur í síni
viðmerking til Torbjern
at hann trúði, at Torbjørn
skemtaðist.
Fyri legmann er tað
kanska skemt, at menn
missa fiskifer, men veru-
leikin er tann, at tað er ein
sorgarleikur, tá ein klárt
og týðuliga fær at vita, at
mannamunur verður
framdur frá hægstu
myndugleikum okkara.
Sverre Midjord
Spjaðið ikki avgerðarrættin ov
nógv
Seinastu tíðina hevur
nógv tjak verið um setan
av rektara í Eysturoynni
og setan av deildarleiðara
í Trongisvági.
At hesar setanir lukta,
eru øll greið yvir, um tey
hyggja at grundgevingun-
um fyri setanunum, sum
nevndar hava verið i blød-
unum i hvørjum einstøk-
um føri.
Landsskúlaráðið er
náttúrliga komið fram í
ljósið av fyrrnevndu or-
sekum og 2 uppskot eru
komin um, hvat ið gerast
skal.
Jónanes Dalsgaard met -
ir, at landsskúlaráðið eig-
ur at koma undir eftirlit,
meðan Birgir Mohr metir,
at landsskúlaráðið eigur
at verða avtikið, og allur
avgerðarrættur eigur at
verða fluttur yvir á
kommunurnar. Kommun-
urnar arbeiða nevniliga
undir eftirliti, sigur
hann???
Landsskúlaráðið er í
prinsippinum eitt gott
ráð. Feilurin er bert, at
ráðið virkar ikki eftir
ætlan. Tað vald, sum
ráðið hevur, og sum krev-
ur stóra ábyrgd av teim-
um sum har sita, er mis-
nýtt. Ti og bert ti må lóg-
in um samanseting v.m.
endurskoðast.
Ikki um ráðið skal av-
takast ella ei.
Í londum, har kommun-
urnar gjegnumgangandi
hava 100.000 til 500.000
íbúgvar, kunnu vit tosa
um at leggja avgerðar-
rættin fult og heilt úti hjá
kommununum. Har verð-
ur uttan iva kravið um ob-
jektivitet hildið. Her
heima eru kommunurnar
flest allar smáar. So smá-
ar, at hver einstøk at-
kveða telur, fyri ikki at
tala um atkveðurnar hjá
eini familju. Tessvegna
verða avgerðirnar ofta
tiknar samsvarandi hes-
um veruleika, tá talan er
um avgerðir á lokalum
plani.
Av hesum skilst, at um
kommunurnar fult og heilt
fingu litið upp í hendurnar
ta uppgávu, sum lands-
skúlaráðið hevur, so hevði
ofta lluktað — luktað illa.
jfd
sanniliga hevur prógvað,
at hann kann lítið, dugir
minni og klárar mest sum
einki. Eitt tað seinasta
bragdið er so tað, at hann
og aðrir innan sangong-
una eru byrjaðir eitt
skemtikjak um sosialiser-
ing.
Harra blaðstjóri, í odda-
grein í Sosialinum sein-
asta hósdag stendur m.a.:
„lat skemtið liggja«, og
júst hetta eiga javnaðar-
fólk at gera — tað skal nú-
verandi legmaður nokk
taka sær av. Tað er nevni-
liga ein heilt annar spur-
ningur, vit javnaðarvelj-
arar vilja koma við í
hesum viðfangi: Hvar er
javnaðarflokkurin í tí poli-
tiska kjakinum? — Hvar
eru tit Jergin, Jóanes,
Atli, Jákup, Vilhelm, Tór-
álvur og Hilmar? Eiga tit
ikki at stíga fram og verja
ta demokratisku sosialis-
muna og greiða fólki frá,
hvat hon veruliga inniber?
Tit eru jú valdir at um-
boða hana. Kunna tit góð-
taka, at henda okkara lívs-
áskoðan verður nýtt sum
fótatraðk og skemt
millum núverandi sam-
gonguflokkar? Gott nokk
viðtók landsfundur javn-
førdur
aðarfloksins, at
skuldi verða ein positivur
andstødupolitikkur, men
mær tykir, at hesin hevur
verið i so positivur mót-
vegis núsitandi sam-
gongu, ið kann skrædna,
áðrenn nakar grunar.
Tíðin man vera komin —
takið upp politiska koyri-
lin og sláið har hann rakar
meinast.
Javnaðarmaður