Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-09-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. september 1982síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 tíðindablaðið Nr. 91 — 14. september 1982 — Vit ynskja ikki eina ráevnis- skipan — men yvirtøku av undir- grund og havbotni Rødan sum Erlendur Patursson helt, tå mål um undirgrundina var til fyrstu viðgerð týsdagin í farnu viku Løgtingssamtyktin 1975 Í tí samgongusáttmála, ið tá- verandi samgonga gjerdi í ársbyrjan 1975 varð skilað til, at málsekið undirgrund og havbotnur skuldu yvirtak ast sum føroyskt sermál Seinni sama ár legði sjál.- stýrisflokkurin fram uppskot til samtyktar um hetta sama og hin 17. apríl 1975 gjerdi legtingið soljóðandi samt yxt „Feroya legting samtykkir at málsekið undirgrund Fer oya og havbotnur verður yvirtikið sum føroyskt sermál. Legtingið tekur til eftirtektar. at landsstýrið hevur havt samráðingar við donsku ríkisstjórnina um hesa yvirteku og áleggur landsstýrinum at halda fram við hesum samráðingum hagar til málið er avgreitt< Av tí at hetta mál, hóast stívliga 7 ár eru liðin síðan henda legtingssamtykt varð gjerd, ikki enn er avgreitt, má tað haldast vera rætt at legtingið fær atsteður til at umreða málið, har í millum frá landsstýrinum at fáa upp- lýsingar um hvat ið er hent í tí í hesum farnu árum og um steðuna í málinum í dag Tá ið vit legtingsmenn nú í dag. ið málið er til fyrstu við- gerðar, væntiliga fáa hesar upplýsingar, fáa vit líkindi til at umreða málið. Hvat ið løg- tingið so eigur at taka sær fyri, må gjølliga umhugsast, og er tí uppskot mítt at málið aftan á umreðuna her í dag, verður beint í marknaðar- nevndina til viðgerðar. Eg skal tó loyva mær her við fyrstu viðgerð at siga nekur fá orð. Skriv donsku ríkis- stjórnarinnar Tó at táverandi landsstýri longu í 1975 bar legtingssam- tyktina um hesa yvirtøku upp á mál við donsku ríkis- stjórnina og tó at fleiri ferðir síðan hevur verið orðað við danskar ríkismyndugleikar um hetta sama, er tað ikki fyrr enn á várið 1982, at endiligt svar fæst. Hetta svar er til skjals í skrivi donsku ríkisstjórnarinnar frá 18. februar 1982. Tað er hetta danska stjórnarskriv, ið hevur allan týdningin í hesum máli, og tað er um hetta skriv, ið her ætli at siga nekur orð. Skeiv orð Ríkisstjórnin nevnir fyrst í brævi sínum tær samráð- ingar, ið vóru í Keypmanna- havn 28. januar 1982, og sigur: »Under forhandlingerne den 28. januar 1982 om en færøsk råstofordning blev der fra færøsk side fremsat ønske om nedsættelse af et særligt udvalg med politisk representation til nærmere at undersøge og overveje en færøsk råstofordning«. Hesi orå eru beinleidis skeiv. I samrådingunum i Keypmannahavn var ikki biðið um nakra nevnd til at »undersøge og overveje en færøsk råstofordning«. Tad, ið var borið fram í hesum samráðingum var uppskot um at seta serstaka nevnd við teirri uppgåvu, at koma við tilmælum um, hvussu leg- tingssamtyktin frá 17. apríl 1975: »Førova løgting samtykkir at málsekið undir- grund Føroya og havbotnur verður yvirtikið sum fer- oyskt sermål« best kundi setast í verk. Har var ikki biðið um nakra »føroyska rá- evnisskipan«. »Danske retsprincipper« Viðvíkjandi sjálvum yvir- tekuspurninginum sigur ríkisstjórnin: „En fuldstændig og uigen- kaldelig overdragelse af sta- tens hejhedsret over under- grunden til en enkelt del af riget eller til dennes befolk- ning eller til en hjemmestyre- myndighed er efter danske retsprincipper ikke mulig, og det vil ikke være foreneligt med rigsfællesskabet at over- drage den fastboende befolk- ning på Færøerne eneretten til rástofferne i under- grunden«. Og niðursteðan verður ti henda: »Regeringen anser det her- efter for udelukket, at sags- området »råstoffer i under- grunden« helt eller delvis kan overføres til > Færøernes hjemmestyre som særanlig- gende«. Mær — og helst eðrum tingmonnum við — er ókunn- ugt um hverjar hesar donsku rættarreglur, ið her verður sipað til, eru, og má tað tí haldast vera beint, at spyrja, hverjar tær eru. »Særlige rettigheder« I stadin fyri yvirtøku og før- oyskan ognarætt hevur so danska ríkisstjórnin hetta at bjóða okkum: »Det vil imidlertid være muligt at gennemføre en ord- ning på råstofområdet, der sikrer de særlige rettigheder, der i overensstemmelse med Færøernes statsretlige stilling inden for riget tilkom- mer Færøernes befolkning«. Og tann skipan, id danska ríkisstjórnin bjóðar okkum, er so henda: »1. Ret til afgørende ind- flydelse på råstofområdet, navnlig på råstofpolitikkens udformning og på udviklings- takten. 2. Ret til at sikre imøde- gåelse af eventuelle skadelig påvirkninger af det fysiske og sociale miljø. 3. Ret til udbytte af råstof- virksomheden«. Eg dugi ikki at skilja, hvussu danska rikisstjørnin kemur til ta nidurstødu, at just hesar »særlige rettig- heder«, ið her verða upprokn- aðar, sambært sersteðu steðu okkara í rikinum — men ikki aðrar — skulu til- koma okkum Tað man vera tað vert at spyrja donsku ríkisstjórnina, hvussu hon er komin fram til at vit eiga júst hesi rættindi, men ikki onnur. „Dansk lovgivning« Skriv donsku ríkisstjórnar- innar endar við hesum orðum: „Det er regeringens indstil- ling, at den nærmere udform- ning inden for denne ramme i videst muligt omfang skal ske ud fra færøske ønsker og synspunkter. Det forekom- mer mest hensigtsmæssigt, at udformningen henlægges til et færøsk-dansk embeds- mandsudvalg, der samtidig vil kunne udarbejde udkast til den danske lovgivning, som skal afløse den nugæl- dende undergrundslov af 1950«. Til hetta må svar okkara vera, at tað verður ikki gingið føroyskum ynskjum og sjónarmiðum á meti við at fáa nýggja danska undir- grundlóg í staðin fyri hana frá 1950, og at legtingið ikki kann taka undir við uppskot- inum um serstaka embætis- mannanevnd við nevndu upp- gávu. Ynski og sjónarmið okkara føroyinga — vilji okkara — liggur í legtings- samtyktini frá 1975, og er tann, at vit ynskja donsku lógina um undirgrundina frá 1950 og donsku fyriskipanina um havbotnin avtikna í Føroyum og føroyska lóg- gávu setta í staðin. Eingin onnur loysn uppfyllir sjonar- miðum okkara og ynskjum — vilja okkara. Altjóðasamtyktir Hverjar tær donsku rættar- reglur, ið danska ríkisstjórn- in nevnir, men ikki gjelliga útgreinir, eru ella ikki eru, so fer logtingið at halda fast um rætt feroyinga bæði til undir- grund og havbotn, og fer her at vísa á tær altjóðasamtykt- ir, ið Sameindu tjóðirnar hava gjørt —bådar í 1966. Hin fyrra er um búskaparlig, sosial og menntunnarlig rættindi. Hin er um borgarlig og politisk rættindi. Báðar hesar samtyktir eru stað- festar (ratifiseraðar) av Dan- merk. Hin fyrra kom í gildi 3. januar 197€, hin seinna 23. mars 1976. Í báðum hesum samtykt- um verður skilað til: »Øll fólk kunnu til síni egnu formál frítt ráða yvir náttúr- givnu ríkdómskeldum sínum... Tú mást onga tíð taka frá nekrum fólki lívs- grundarlag tess< Framvegis verður til: „Einki í hesi samtykt má útleggjast sum avmarking í náttúrliga rættin hjá ellum fólkum til fulla og fría nýting og nýtslu av náttúrgivna ríki- dømi teirra« Danmørk hevur sum nevnt staðfest báðar hesar altjóða samtyktir, og eru tí orðini í skilað teimum galdandi danskur rættur. Um so verður, at danska ríkisstjórnin fram- vegis ætlar at sýta okkum førovingum okkara undirgrund og havbotn, má tað haldast vera brot á báðum hesum altjóðasam- tyktum og har við eisini brot á donskum rættarreglum egnu Niðursteða Tað er sum nevnt hetta skriv donsku ríkisstjórnarinna — frá 18. februar 1982 — ið vit hava at halda okkum til. Taka vit saman verður aðal- uppisteðan í hesum skrivi henda: 1. Ríkisstjórnin roynir fyrst at leggja nakað annað í tað sum sagt var á samráð- ingarfundinum í Keypmanna- havn 28. januar enn tað, ið har veruliga varð fert fram. Har varð ikki, sum sagt í hesum skrivi, borið fram nakað føroyskt ynski um nakran »færøsk rástof- ordning«. Hin vegin varð har týðiliga borin fram samtykt Feroya legtings um yvirteku til feroyskt sermál: undir- grund og havbotn. 2. Í skrivinum nevnir danska ríkisstjórnin »danske retsprincipper« sum skulu vera til hindurs fyri slíkari yvirteku, men hverji hesi »retsprincipper« eru, verður einki upplýst um. 3. Í staðin fyri yvirteku bjóðar so danska ríkisstjórn- in okkum nýggja danska undirgrundslóg í staðin fyri lógina frá 1950, og sigur so, at henda nýggja danska lóg skal »sikre de særlige rettig- heder, der i overens- stemmelse med Færøernes statsretlige stilling inden for riget tilkommer Færøernes befolkning«. Og hesi »ser- støku føroysku rættindi« verða so upptald i 3 liðum, men tann spurningur, hvussu ríkisstjórnin útleiðir júst hesi uppreksaðu „rættindi“ — og ikki onnur —burtur úr ríkis- rættarligu steðu okkara í danska ríkinum — hann stendur — ósvaraður. Tað kundi sæð soleiðis út sum hesi upptaldu „rættindi“ eru gjørd og samansett rættiliga tilvildarliga, og meir eftir politiskum enn legfreðiligum metingum. 4. Danska ríkisstjórnin nevnir ikki við einum orði tey rættindi, ið vit sum fólk eiga sambært altjóðarætti, og enn minni envir hon at hesin al- tjóðarættur við staðfesting Danmarkar er galdandi rættur i danska rikinum. Vit eiga fullan og heilan rætt Eg havi her i heilt fåum orðum og i heilt stórum drátt- um víst á veikleikarnar í donsku grundgevingunum í hesum danska skrivi. Tær standast ikki nærri kann- ingar, tær eru ikki haldbarar Vit eiga ikki at aftra okkum við at vísa hesum grundgev ingum aftur Steða okkara tjóðveldis manna og eg vóni eisini staða Føroya legtings Í hesum máli er greið: Vit føroyingar og eingir aðrir eiga fullan og heilan ognar- og yvirvaldsrætt bæði til undirgrund og havbotn okkara. Í veruleikanum eiga vit henda ognar- og yvir- valdsrætt longu nú. Tað sum eftir er, er at fáa hann legliga staðfestan. Og tað er hetta — og einki minni — sum nú skal gerast. T.e. at fáa donsku undirgrundslógina frá 1950 og donsku fyriskipanina um havbotnin frá 1963 úr gildi í Feroyum og feroyskar lógir settar í staðin. Samtíðis sum legtingið vísir aftur teimum donsku „próvferslum=“ fyri tí órætti, ið danska ríkisstjórnin loyvir sær mótvegis okkum feroy- ingum og mótvegis givnum og skjalfestum tjóðarrætt- indum okkara, eiga vit klárt og greitt og sum allra fyrst at lata donsku ríkisstjórnina vita, at vit krevja bæði donsku lógina frá 1950 og donsku fyriskipanina frá 1963 úr gildi, og at vit so títt og knapt tær eru farnar úr gildi. seta feroyskar lógir í staðin Tað gevst eingin loysn í hesum máli! onnur Einki var meira sjálvsagt Eitt er, hvat legtings- menn sum Adolf Hansen og Óli Breckmann kunna finna uppá at lata fara um sínar varrar, tá útvarps- mikrofonin stendur til í tinginum. Báðir áttu at dugað sær so mikið hógv ikki at illgita og skuldseta stovnar og fólk á stoðum, har tey ikki hava høvi at verja seg. At teir ikki duga sær tað, noyðist ein tó at liva við, sær tað út til. Men at bæði Sosialurin og Dimmalætting bera hesar illgitingar og skuld- setingar víðari, og sostatt partvíst gera tær til sínar, uttan at geva útvarpinum hevi at greiða frá sínum sjónarmiðum, tað er meiri betonkiligt. Tessvegna hesi fáu orð: Einki var meira sjálv- sagt enn at útvarpa tey trý orðaskiftini, sum vóru í tinginum týsdagin. 1. Feroyingar hava biðið um sjálvsteðugan lima- skap í Norðurlanda Ráðnu m. Ein nevnd í ráðnum hevur vidgjørt málið, og gongur ikki feroyingum á meti í fullan mun. Fer- oysk sendinevnd hevur sagt seg illa nøgda við nevndaruppskotið. Hvat var meiri sjálvsagt enn at liggja framvið og vita, hvat landsins kosnu menn segdu um hetta mál? 2. Landsstyrissamgong- an hevur sett sær fyri at samráðast við ríkisstjórn- ina um undirgrund Feroya. Legtingið hevur samtykt at miðast skal ímóti at feroyingar ráða fyri undirgrundini. Danska stjórnin sigur nei, og samrådingarnevnd landsstyrisins hevur just svarað stjórnini, at hon er ikki nøgd við hesa stødu stjórnarinnar. Hvat var meira sjálvsagt enn at liggja framvið og vita, hvat løgtingsmenn søgdu um hetta mål? 3. Setanir i leidandi al- menn størv hava verið mest umrøddu politisku spurningarnir i Føroyum síðani tingið fór til hus i vár, og spenningar hava verið innan samgonguna eins og millum samgongu og andsteðu. Hvat var meiri sjálvsagt enn at liggja framvið og vita hvat løgtingsmenn høvdu at viðmerkja? Hesar vóru metingar út- varpsins i hesum målum og ongar aðrar. Eg skal tí undirstrika, at illgitingar og skuldset- ingar Adolfs Hansens og Óla Breckmanns fram- førdar á landsins mætasta talarapalli eru grundar- leysar. Tekk fyri upptekuna. Tórshavn 9. sept. 1982 Niels Arge, útvarpsstjóri Viðmerking frá blaðstjór- anum til greinina er á síðu 6