Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-09-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. september 1982síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 91 — 14. september 1982 >Musikpedagogiska royndartiltakið< byrjar aftur: Børn og ung fáa musikundirvising Í hesi vikuni byrjar undir- vísingin aftur við musik- pedagogiska royndartil- takið. Henda undirvísing- arskipan varð fyri fyrstu ferð roynd í fjør. Tá undir- vístu tríggir íslendskir musiklærarar børnum i Havn, i Gøtu og i Fugla- firdi. Nú verður henda royndarskipan víðkað. Hon skal nú eisini fevna um plåssini: Klaksvík, Kollafjørd, Vestmanna og Vágarnar. Seinni aftur um onnur pláss eisini. Talið á lærarum verður eisini ekt — úr trimum upp í sjey. Og tað vera samstundis eisini fleiri musikinstrument at velja millum. Umframt klaver, klarinet, floytu og fagot verður hetta nýggja musikárið eisini undirvíst í violinspæli, cello og orguli. Allir lærararnir uttan ein eru útlendingar. Fer- oyski lærarin er Oddver Johansen, sum skal undir- vísa í orgulspæli. Hinir lærararnir eru úr Dan- mark, Noregi, Sveríki og Bretlandi. Ólavur Hátún, musik- lærari í Havn er ein av teimum, sum hevur verið við til at fyrireika hetta nýggja undirvísingartil- takið. Hann sigur í sam- rødu vid Sosialin, at tað nú er at fegnast um, at ein føroyingur er millum lær- ararnar. — Hetta er leiðin vit eiga at ganga; at fáa okkara egnu lærarar. Men so leingi vit á hesum eki eru við skerdan lut, eiga vit at fáa góðar lærarar úr okkara grannalondum, leggur hann aftrat. Tilboð Musikpedagogiska roynd- artiltakið er rættiliga nýtt. Tað var roynt i fjør við góðum úrsliti. Hóast tað vóru ymsir byrjunar- trupulleikar, so — visti undirvísingin í farna ári, at tað er tervur á meiri skipaðari musikundirvís- ing í Feroyum. Vit hava sum er musik- undirvísing við kveld- skúlan og við teir musik- skular sum eru. Men hesi tilboð kunnu bert ganga einum parti av tervinum á meti. Neyðugt er við fleiri tilboðum. Ólavur Hátún sigur, at tað hevur stóran tydning, at vit føroyingar kunnu hava meguleikan at bjóða okkara bernum somu umsteður sum bern hava í okkara grannalond- um at verða undirvíst í tónleiki. Hetta næsta undirvís- ingarárið er eisini at meta sum eitt royndarár. Ólavur sigur, at vit enn ikki hava fingið nakra fasta skipan, men tað gongur so tann vegin. Hann vísir á, at lands- skúlafyrisitingin skal um- sita skipanina. Hvat viðvíkur útreiðsl- unum til hesa undirvising, so verða tað landið og kommunurnar, sum fara at býta útreiðslurnar. Haraftrat kemur gjaldið frá luttakarunum. Bíligt — Vit hava sett hetta gjald til 750 kr. um árið, sigur Ólavur Hátún. Hetta er lítið. Vit halda, at tað skal ikki kosta so nógv nú fyrstu árini hetta er nakað nýtt. Sammeta vit við donsk viðurskifti, tá rinda luttakararnir har 250 kr. um mánaðin fyri 1/2 undirvísingartíma um vikuna. Feroyska skipan- in fevnir um 1 tíma um vikuna. So lætt er at síggja, at okkara skipan er væl bíligari fyri luttakar- arnar. Ólavur leggur tó aftrat, at tá skipanin er komin meiri fyri seg, verður luttekugjaldið sett nakað upp. Tað hevur verið lýst í blødunum um undirvising- ina. I Havn eru eisini brøv send ut til øll børn ur 4. upp i 7. flokk, har greitt verður frå møguleikanum at vera vid i undirvising- ini. Tekningarfreistin er úti í dag. So tey, sum ætla sær at vera við, skulu gera vart við seg nú. Undirvísingin er ein- staklingaundirvísing. Hetta er neyðugt, skal nakað munagott koma burtur úr. Hver næmingur fær serstaka undirvísing í tí instrumentum hann ynskir og sum meguleiki annars er fyri at undirvísa í á hesum ella hasum plássinum. Tað hevur nógv at siga í byrjanini, at næmingarnir kunnu fáa einstaklinga- undirvísing. Eisini kann so verða talan um saman- spæl — Hvussu eigur ein fest musikundirvísing at verða skipað í framtíðini, Ólavur Hátún? — Enn er bert talan um eina royndarskipan, og enn veit eingin, hvussu slík skipan verður bygd upp, men mín persónliga áskðan er hon, at tað er landsskúlafyrisitingin, sum eigur at umsita hana í samráð við kommunalpoli- tikararnar. Hetta kann so aftur gerast í samráð við eina musiknevnd sum ráð- forir seg við lærararáðið. Olavur Hátún sigur víð- ari, at ein eigur ikki at skilja hesa skipan, sum ein roynd at tvinga nakað igjøgnum. Tað mugu vera ynskini frá kommunun- um, sum eru avgerandi fyri, hvussu umfevnandi og breið ein slík undirvís- ing skal vera. Fastur táttur — Tú metir, at slík undir- vísingarskipan innan musik eigur at gerast fast- ur táttur? — Avgjert. Tað hevur týdning, at vit longu tíð- liga finna fram til tey musiktalent, ið vit megu- liga eiga millum ung- dómin. At hesi kunnu búgva seg út til so seinni at gerast lærarar við ein musikskúla í Feroyum. Hetta fer í longdini at vera við til at gera góðskuna innan feroyskt musiklív enn betri. Eisini skulu vit hugsa um tilboð til ell, sum eru hugað fyri at fáa undirvís- ing í musikki. Her hugsi eg um tann sosiala partin. Vit vita aðrastaðni frá, at har tað er settur peningur av til musikundirvísing hevur hetta havt stóran týdning fyri tey ungu. Onkunstaðni meina tey, at slík tiltøk hava minkað um kriminalitetin. Ólavur Hátun sigur at enda, at tað er at vóna at okkurt fer at spyrjast burtur úr hesum royndar- tiltakinum, tí okkum tervar so vissuliga miðvísa musikundirvísing í Feroyum. Tað er so bert at vóna, at menn og kvinn- ur kunnu semjast um eina skipan, ið kann gagna okkum øllum. jan Myndin er frá eini konsert, sum næmingar við musikpedagogiska royndartiltakið hildu fyrr í ár Útflutningurin veksur Feroyski útflutningurin í juli í ár vaks við 13,3% í mun til juli í fjør. Vit útfluttu fyri 109,7 mill. kr. í juli ímóti 96,8 mill. kr. í juli í 1981. Í tíðarskeiðn- um januar-juli í ár er útflutt fyri 643,2 mill. kr. ímóti 575,7 mill. kr. somu tíð i fjør. Hetta er ein vekstur í prosentum uppá 11,7. Veksturin undanfarnu ár var ávikavist: 1979, 10,4%, í 1980, 13,6% og í 1981, 14,5%. Fiskur fevnir um meginpartin av okkara útflutningi. Samlaða veiðan hjá feroyskum skipum var fyrra hálvár í ár 136.462 tons ímóti 110,374 tons. Býtt upp á tey trý økini eru tølini: nærleiðir 65.259 tons. Hetta eru umleið 8000 tons fleiri enn undan- farna ár. Miðleiðirnar hava givið 54.757. Hetta eru 22.000 tons fleir enn í 1981 og á fjarleiðum veiddu vit 16.446 tons. Hetta eru 9000 tons færri enn í 1981. Telini eru tons av sløgdum fiski. Gunnar Asholm heldur fram '/ KJARTAN / DALSGAARD HOYOALSVEGUR 8 ÉN TLF15222 /< 1 Gunnar Asholm vísir ljós- myndir í Kommunuskúla- hellini mikudagin kl. 19,00 og 21,00. Tollgjald av vinningum Herfyri fekk ein lesari okkara ein prentlut inn um dyrnar, har á stóð, at um ein sendi 10 kr., so var ein við í kapping um nakrir lutir. Lesarin gjerdi sum fyriskrivað, sendi 10 kr., og hugsaði ikki meira um hetta. Nakað seinni kom boð- skriv av Postverkinum, at ein pakki var komin til viðkomandi, og at gjald- ast skuldi 235 krónur í toll. Lesarin vil vita, um tollur skal gjaldast tá talan er um ein vinning. Vit hava spurt Torbjern Mikkelsen, fulltrúa á Gjaldstovuni, og hann sigur, at tollur skal gjald- ast av ellum postpakkum, og at sama er galdandi, um tú keypur uttanlanda ella vinnur í kapping. Lesari okkara kann so- statt ikki fáa hendur á vinningin, um ikki tollur verður goldin. Dag.