Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-09-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. september 1982síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Strandferðslan: Nr. 91 — 14. september 1982 — Skyldar ikki okkum nakað Landskassin eigur íkki pengar til góðar hjá Svend Otto Frederiksen, reiðara og skipara í Horsens Aktuelt skrivar leygar- dagin, at teir, sum eiga pengar í skipinum Kræn- wester hjá Svend Otto Frederiksen, bera ótta fyri at missa 200.000 kr Krænwester er gamli Teistin hjá Strandferðsl- uni. Svend Otto Frederiksen keypti Teist- an í 1980 fyri stívliga 300.000 kr. Men hann legði peng- arnar á borðið, tá hann kom eftir skipinum, upp- lýsir — Jóhan Restorff Jacobsen, stjóri á Strand- ferðsluni fyri Sosialinum. Tað hevur ikki gingist væl hjá Svend Otto Frede- riksen. Á einari tvangs- auktión fyrr í summar mistu teir, sum áttu peng- ar í tveimum eðrum skip- um hjá honum, tilsamans 1,3 mill. kr. Í síðstu viku noyddust teir, sum hava fíggjað Krænwester, at gjalda tryggingina fyri skipið, 7.500 kr. hd Svend Otto Frederiksen við Krænwester (ex. Teistin, exex Bragd), sum nú er á góðari leið at enda á tvingsilsuppboði. (Mynd Aktuelt) Komu inn vegna veður Flakavirkið í Servági fekk 84 tons av fiski í síðstu viku. Trolararnir komu allir inn, tí tað var ikki fiskandi vegna veður. Dalenni hevði 22 tons, Vesturleiki 39 og Vestseki 20 tons. Opnir bátar av- reiddu trý tons í síðstu viku. 200 kr. fyri ur uttan pinnar Góðar 62.000 kr. vóru í kassanum, tá árliga auktiónin í Havn endaði hósdagin. Sum vant vóru nógvir góðir og minni góðir lutir at bjóða uppá. Onkur hevur ivaleyst gjert kvettið. Ein bilur til demis fór fyri 600 kr. Men eitt ur uttan pinnar fyri 200 kr. er helst ikki nakað gott keyp. Ella hver veit? Pengarnir, sum komu inn fyri funnar lutir. sum ongin hevur saknað, fara í statskassan. Pengarnar fyri tað, sum varð selt á tvingsilsuppboði, fáa kreditorar. Í dag týsdagin 14. sep- tember 1982 fyllir Arni Olsen, yvirlækni á psyki- atrisku deild á Lands- sjúkrahúsinum 60 ár. Hann er feddur í Kunoy, men longu 11 ára gamal leitaði hann sær burtur at søkja sær víðari utbugv- ing. Fyrst til Havnar í millumskúla og haðani niður á Sore Akademi at taka fornmálsligt stu dentsprógv. Hann læs til lækna á universitetinum í Keypmannahavn undir krígnum og búleikaðist m.a. eina tíð á Garði saman við mongum væl kendum feroyingum. Heimafturkomin útbúgvin lækni í seinra helmingi av fýratiárunum sum starvadist hann stutt skifti á Tuberklasana- toriinum, á Dronning Alexandrines hospital í Havn og í Klaksvík, til hann fyrst í fimtiárunum fór niður at eftirútbúgva seg til serfreðing í neuro- logi og sálarsjúkum. Har starvaðist Arni — sum tað krevst til slíkt — innan ymsar sjúkrahús- deildir, og tá hann 1 1967 var liðugur við sína fram- haldsútbúgving og var viðurkendur av danska heilsustovninum sum ser- frødingur í bæði psykiatri og neurologi kom hann heimaftur at taka við starvi sum yvirlækni á Statshospitalinum, sum tå var i gerð. Soleidis dupult serút- bugvin — serlækni i bædi neurologi og psykiatri er mær kunnugt rættuliga sjåldsamt — var Arni væl fyri at taka við ti stóru av- bjóðing. sum lá í at slóða fyri, grunda, byggja upp og stjórna einum í Fer- oyum tá ókendum heilsu- stovni, ætlaður at veita sálarliga brekadum føroy- ingum viðgerð og rekt á hædd við tað frægasta í grannalondum okkara. Tað var eisini í hesum árum, at farið varð undir at gera tað meguligt at taka heim ein part av út- lagnum sálarsjúkum ella andveikum føroyingum og tryggja teimum sámuliga viðgerð og rekt í heim- landi sínum, og í hesum kravmikla virki hevur Arnasa lutur ikki ligið eftir. Sjálvur havi eg so dánt havt hevi at eygleitt menningina innan hesi virkiseki meginpartin av tíðini, og eg má ásanna, at tað er ótrúligt, hvat hesin maður fyri sín part hevur finið av skafti, og hóast eg ikki kenni meg heilt føran fyri at meta um sjálva arbeiðsdygdina, so veit eg, at Arni er nógv virdur av fólki, sum eru betri før fyri at meta um enn undir- ritaði Tá Arni fór undir at virka sum serlækni í 1967, fór virki hansara fram í einum lítlum parti av tu- berkladeildini. Hann hevði tá bert eitt fólk afturat sær; tað var Tordis sum skrivaði fyri hann og steð- ugt ger tað Í 1969 varð flutt niðan um vegin. Tá var hin fyrsta deildin, sum hýsti 20 sjúklingum, liðug. Og síðani vaks virksemið skjótt, tí longu í 1972 vóru allar fimm deildirnar stovnaðar við hver sínum 20 sjúklingaplássum. Ein av hesum hýsti 10 evnaveikum burturav. Seinni kom so eitt pensio- nat afturat fyri evnaveik og uppaftur seinni komu so veruligar deildir fyri evnaveik. Hóast and- veikradeildirnar nú ikki hoyra beinleiðis undir virkiseki yvirlæknans, hevur Arni alla tíðina havt áhuga og ikki so lítið at gera við hesar. Umframt alt hettar koma so skyldur yvir- læknans at síggja til sjúk- lingar á eðrum deildum (psyk. og neurol. tilsýn), sum sjálvsagt gjerdust serliga nógv, eftirsum maðurin umframt at vera serfrødingur i heilum tveimum sergreinum ein stóran part av virkisárum sínum, hevur verið einsa- mallur serlækni í psyki- atri. At enda hevur Arni eisini havt orku til at veitt fólki, sum ikki eru innlegd, serlæknaviðtalur, eins og hansara partur at rekja tær undirvísingar- skyldur, sum nåtturliga fyljga við embætinum, ongantíð hava ligið eftir. Við slíkari arbeiðsbyrðu kundi ein borið ótta fyri, at maðurin gjerdist fak- idiot og sum so snævur- skygdur, men so er ikki við Arna. Hann er virkin limur i skógfriðingarnevndini, i Árni Olsen seksti Rotary, í Havnar dansifel- agi, hann er politiskt áhugaður, eins og hann í friløtunum ger heilt, heilt nógv av at lesa alt millum himmal og jerð, tó mest um fornmál, mentan og ættarsøgu. Í ti dagliga arbeidinum å deildini hevur Arni altid roynst hollur. Hann dugir væl at fara við sínum nú so mongu samstarvsfólk um. Hann hevur dirvi at vera opin og vakin fyri ny- hugsanum, torir at líta sínum arbeiðsfólki ábyrgd til, samstundis sum ein ongantíð ivast í hansara stuðli, vegleiðing og sam- ábyrgd, tá á stendur. Sum deildarleiðari er hann góður við síni og tey ikki minni við hann. Hóast nógv um at vera, tekur hann sær altíð stundir til at kanna allar ivaspurningar gjølla, hann er fúsur at rådgeva, veg- leiða ella bert práta, tí altíð hevur hann lisið okkurt forkunnugt, sum vert er at bera ødrum. Hann dugir sera væl at umboða deildina annað- hvort tað so er at taka ímóti nýggjum starvsfólk- um, tala við vitjandi starvsfelagar uttanífrá ella umboða feroyingar á jevnum feti uttanlanda. Fáur ivast í, at síðani føroyingar fóru at taka við ábyrgd av sjálvir at stjórna alsamt fleiri av teimumv irkisøkjum, sum áður lógu í hondum út- lendinga, hava úrslitini í stóran mun staðið og fallið við, um nóg dugnalig og virkin fólk vóru til taks. Á Arnasa starvseki hava foroyingar í hvussu er einki at skamma seg yvir Hann hevur verið ótrúliga virkin og hollur. Vit vilja ell somul á psykiatrisku deild ynskja tær hjartaliga tillukku, nú tú fert um tey seksti, ynskja tær nógv, nógv góð virkisár afturat við tøkk fyri tíðina higartil. Arni Olsen er giftur Elisabeth úr Húsavík og eiga tey fýra vaksnar synir. Eisini húski hansara eigur at fáa eina heilsan á hesum degi, tí onkustaðni fær maðurin hvíldina og orkuna frá til at inna sítt megnararbeiði. Ey Jo —— ÉTA UUU A