Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-09-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. september 1982síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

iF—TB, 1. deild, 0—0: LEIKAN Ein avgerå i kappingini um meistaraheitið í ár fall í Fugla- firði sunnudagin. Nú er í hvussu so er greitt, at TB íkki gerst vinnari. TB misti hendan møguleika við at spæla javnt ímóti ÍF, sum hóast javnleikan íkki er tryggjað ímóti at flyta niður. Bert eitt stig er á muni ímillum niðastu liðini, so endaliga avgeråin fellur ikki fyrr enn i seinasta umfari av kappingini i 1. deild Seinasta leygardag sendu IF-studlarnir fólk í hvert hús í Fuglafirði við einum lepa, har tey heittu á fuglfirðingar um at stuðla liðinum henda týdningarmikla dystin, nú ÍF er í vanda at flyta niður í 2. deild, so var sera lítið av fólki uppmett til dyst- in. TB-ararnir høvdu ann- ars ikki alt ov góðar vónir áðrenn dystin. Av Tver- oyri var frætt, at teir vóru meira bangnir fyri dysti- Heimahi felagið num ímóti ÍF í Fuglafirði enn KÍ á Tveroyri. Sjálvt um hesi bæði liðini liggja í hver sírm enda av |. deild. Spælið hendan dagin var ikki av ti besta frå byrjan av. Hverki av liðu- nm hevði avgjerda yvir- våg, men tó hevði TB stærra lutin av spælinum i fyrra hålvleiki. Tó vóru ógvuliga få álop í hesum dystinum. Og tey fáu álop, ið vóru, vóru heldur ikki serliga álpar- lýsir til eykadalfund í høllini á Hotel Hafnia tann 25.9. kl. 13. Dagsskrá: 1. Viðgerð og sam- tykkjan av felagslógum. 2. Ymiskt. Stjórnin , WULR vandamikil. Spælið gekk fyri tað mesta fyri seg i- millum báðar brotsteigar- nar. Tó, tá umleið 8 minuttir vóru leiktir, hevði TB heilar tveir málmeguleikar orsaka av, at ÍF-verjan ansaði ov illa eftir, tá teir lótu málmannin fáa bóltin. Tað mundi nevniliga í teimum báðum ferum eydnast TB-ara at koma imillum og seta bóltin í netið. Men, tíbetur fyri IF. var málmaður teirra í báðum forum tann fyrri. Spælið í fyrra hálvleiki var yvirhøvur vánaligt hjá báðum liðum. TB hevði litla yvirvág mesta partin hålvleikinum, men onkrar løtur menti IF seg tó, og pressaðu teir tå meira enn TB. Í seinna hálvleiki var sum heild meira ferð yvir spælinum. Álopini vóru týttari og vandameiri enn í fyrra hálvleiki. Tá 17 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, kom Kim Christensen leysur = við bóltinum framman fyri Ova í málinum. Men áðrenn hann fekk skotið bóltin, var Ovi hjá honum og tók bóltin. Tríggjar minuttir seinni hevði ÍF eitt fríspark stutt uttan fyri 16 m teigin. TB- ararnir gera manngarð, men tað eydnast einum fuglfirðingi at fáa skotið bóltin hart ímóti máli- num, har Per Strøm blak- ar seg, og fær bóltin. Nú menti ÍF um spæl sitt, og teir gjørdu meira um seg. Tá 28 minuttir vóru leiktir, fær Svein- bjørn Dånjalsson bóltin nakað framman fyri miðj- una. Hann rekur frameft- ir, eltur av einum TB-ara. Per fer ímóti honum, men tá Sveinbjørn avleverar tvørtur um vøllin, er ong- in IF-ari staddur har, so bólturin fer út til mål- spark. Bert ein minutt seinni fekk IF eitt frispark, tå Per var so óheppin at renna ut um brotsteigin við bóltinum. áðrenn hann sleppur honum.IF skjýtur frísparkið, men beint i manngarðin hjá TB. Bert tveir minuttir seinni hevði ÍF bóltin í netinum hjá TB, men tá hevði dómarin áðrenn dømt fyri rangstødu, so hetta málið varð ikki góð- kent. Um liðini kann sigast, at TB altið spælir vakran og góðan fótbólt. Men hendan dagin kom ikki so nógv burtur úr. ÍF haraft- urimóti fekk nógv burtur úr seinna helminginum av seinna hálvleiki, og teir høvdu uppiborið at fáa hetta eina stigið burtur úr dystinum, sum samanum- tikid ikki hugaverdur at hyggja eft- IT. var serliga å- Nr. 91 — 14. september 1982 LIF verdur ver- andi i 1. deild I heysthålvuni hevur eydnast LÍF at tryggja sær fleiri týd- ningarmikil stig í landskappingini. Og sunnudagin eydnaðist aftur lorvíkingum at tryggja sær tvey stig, kanska tey týdning- armestu, tí hesi bæði stigini merktu, at LÍF varðveitir leik- rættin í í. deild komandi leikár eisini. LÍF fekk tvey stig við at vinna á B36 við einum málið móti ongum. Dysturin, ið varð leiktur í Gunda- dali, var ikki av teimum bestu leikliga sæð, men úrslitið var tó rættvist, um ein hugsar um leikgongd- ina. KÍ—GÍ, 1. deild, 1—1 (1—0): verri nú KÍ hevur nú verri møguleika at vinna meist- araheitiå 1982. KÍ megnaði einans javnleik í Klaksvík, meðan HB, ið áðrenn hetta viku- skiftið hevði eins nógv stig og KÍ, vann sín dyst og liggja teir nú eitt stig framman fyri KÍ, nú bert eitt umfar er eftir á hesum sinni Liðið, ið áðrenn hetta vikuskiftið lá á 2. plássið í landskappingini í 1. deild við sama stigatali sum HB, KÍ, leikti sunnudagin í Klaksvík móti GÍ. KÍ legði út við ógvuliga nógvum trýstið á GI-mål- ið teir fyrstu 10 minuttir- nar, uttan at tað gav nak- að ítekiligt úrslit. Men tá tað fyrsta nosið var av, gjerdist spælið meira javnt við málmegu- leikum til bæði liðini. Tá 25 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki fekk KÍ mál. Tað var Pól Sundskarð, ið gjørdi hetta málið upp á beinleiðis fri- spark. Tá 34 minuttir vóru leiktir av dystinum fekk KÍ høvi at økja um stød- una, tå teir fingu brots- spark. Men Mikkjal Mikk- elsen, sum varå settur at skjóta brotssparkið, mis- nýtti hetta, so einki mál spurdist burtur úr. Eftir hetta fekk GÍ meira spæl, og hetta á- grýtna spælið hildu teir dystin út. Í 13. minutti av seinna hálvleiki eydnaðist tað GÍ at javna út. John Jarn- skorð fekk bóltin í vinstru síðu í KÍ-brotsteiginum. Hann trekkir fram við all- ari KÍ-verjuni út í høgru síðu, haðani hann við ein- um herðum skoti setur bóltin í netið til 1—1. Úr Klaksvík verður sagt, at spælið var gott til tíðir í fyrra hálvleiki, men tað var heldur verri í seinna hálvleiki. Alt ov nógvar feil-avleveringar vóru at síggja, umframt at bólturin alt ov lítið varð spældur eftir jørå. Sagt verður, at GÍ hevði bóltin sterra partin av tíðini, serliga í seinna hálvleiki, men KÍ hevði yvirlutan í teimum vanda- meiru málmeguleikunum. T.d. kann nevnast, at Møguleikin Beinur Poulsen hevdi eitt skot å stongina i seinna hålvleiki, somuleidis sum Absalon Østerø eisini hevði eitt gott skot í fyrra hálvleiki, tá Páll Guð- laugsson mátti strekkja seg í fullari longd fyri at fáa bóltin. Eisini GÍ hevði onkran vandamiklan málmegu- leika. Magnus Gregersen hevði ein góðan málmegu- leika, men tað eydnaðist Jógvan Linklett at sláa bóltin út til horna. Sagt verður eisini, at Jógvan Linklett hevði ein góðan dag. GÍ-ararnir skutu nógv, men raktu illa. Ofta fór bólturin út til nnkast, tá bólturin var ætlaður at fara at máli- num. Hesin javnleikur kom ikki so væl við hjá KÍ, sum nú fær trupult við at vinna meistaraheitið 1982.