Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. september 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 167 - 3. september 2002 Nr. 167 - 3. september 2002 5 – Canal Digital fær neyvan nakað burtur- úr at senda føroy- ingum mvg rokningar við afturvirkandi kraft, sigur sakførari CANAL DIGITAL Áki Bertholdsen Canal Digital kann ikki senda føroyingum mvg rokning við afturvirkandi kraft. Allir teir túsundtals før- oyingarnir, sum síggja sjónvarp frá canal Digital, kunnu taka tað róligt. Higartil hava føroyingar ikki goldið mvg av at hyggja eftir parabol frá Ca- nal Digital, men tað hevur Tollur og Skattur í Føroy- um nú steðgað. Toll og Skatt hevur nevniliga kravt mvg av tí, sum føroyingar hava betalt til Canal Digital fyri at síggja parabol. Og Toll og Skatt sigur harafturat, at mvg skal gjal- dast við afturvirkandi kravt í fleiri ár og talan er sostatt talan um eina rokning uppá fleiri milliónir. Hetta fekk eitt umboð fyri Canal Digital at kunn gera í Útvarpinum fríggja- kvøldið, at Canal Digital fer ikki at betala nakra mvg rokning. Og fær Canal Digital eina mvg rokning við aftur- virkandi kraft, fara tey at senda alla rokningina víð- ari til viðskiftafólk síni í Føroyum. – Tað verður í øllum før- um ikki við góðum, at Canal Digital fer at betala rokningina og verður tað neyðugt, fer málið í rættin, fyri at fáa eina avgerð um, hvør skal betala mvg við afturvirkandi kraft, segði Canal- Digital umboðið við Útvarpið fríggjakvøldið. Men Canal Digital kann ikki senda rokninga víðari til viðskiftafólk síni. Eyðfinnur Jacobsen, sak- førari í virkinum »Faroe Law«, sigur, at útgangs- støðið er, at tá ið fólk keypa eina vøru ella eina tænastu, ganga tey út frá, at øll av- gjøld eru við í prísinum. – Tað er bara, tá ið tað týðiliga er tilskilað, at mvg ikki er við í prísinum, at tað kann leggjast afturat prísinum. – Men tá ið viðskiftafólk hava skrivað undir sáttmála við Canal Digital, kann Canal Digital hava gjørt viðskiftafólkum sínum greitt at spurningurin um mvg ikki er avgreiddur og at tey tilskilað sær rætt at krevja mvg seinni, Men hevur canal Digital heldur ikki gjørt tað, kunnu tey neyvan senda viðskifta- fólkunum mvg rokning við afturvirkandi kraft og tí metir Eyðfinnur Jacobsen ikki, at føroyingar, sum hava sjónvarp frá Canal Digital, hava nakað at stúra fyri. Landsverkfrøðing- urin ger í løtuni eitt tilmæli um, hvussu nógv tað almenna eigur at betala og tað bíða vit nú eftir, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum ÚTBYGGING Í HAVN Áki Bertholdsen Tað er púra greitt, at landið fer at betala ein part av havnaútbyggingini í Havn. Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður í vinnumálum, sigur, at landið ásannar, at tað hevur skyldu til at betala ein part av útbygg- ingini. – Landið ásannar, at tað er ein almenn uppgáva at tryggja, at suðuroyarskipið altíð sleppur at bryggju í Havnini og tí má tað al- menna eisini vera við til at betala tað, ið verklagið kostar, sum skal gerast fyri at skipið kann leggja at og hava fast pláss í Havn. Men hinvegin er tað ikki greitt, hvussu nógv landið skal betala. Bjarni Djurholm sigur, at Landsverkfrøðingurin er í løtuni í holt við at gera eina meting av, hvussu nógv tað er rímiligt, at tað almenna rindar av útbyggingini, sum Tórshavnar Havn er farin undir. – Tá ið tann metingin er gjørd, verður endalig støða tikin til, hvussu stórur tann landskassans partur skal vera. Men eisini Bjarni Djur- holm ásannar, at tað er ikki heilt sørt, at málið hevur skund. – Tórshavnar Kommuna er í løtuni í ferð við at byggja út til Norrønu. Tá ið hetta árið er farið afturum, er ikki meiri enn gott hálvt- annað ár eftir, til suðuroyar- skipið kemur. – Kommunan hevur boð- að frá, at skal atløgupláss gerast til Smyril, má tað verða í framhaldi av ar- beiðnum, sum nú verður gjørt fyri at gera atløgpláss tilæ Norrønu. Og Norrøna kemur longu komandi vár, so skal tað lata seg gera at gera atløgu- pláss til suðuroyarskipið í beinleiðis framhaldi av tí, er neyðugt at seta pening av á komandi fíggjarlóg til arbeiði, tó at nakað verður at bíða aftur til fíggjarárið 2004, sigur Bjarni Djur- holm. Nú eri eg farin at spyrja um landsins myndugleikar meina tað í álvara, at teir vilja hava nýggja suðuroyarskipið at legga at í Havn, sigur borgarstjórin, Jan Christiansen ÚTBYGGING Í HAVN Áki Bertholdsen Í Tórshavnar Býráði er tey nú at álvara farin at ótolnast. Tað, tey ótolnast eftir, er einum svari úr vinnumála- ráðnum um, hvussu stóran part av havnaútbyggingini í Havn. Nú bæði nýggj Norrøna kemur næsta ár og nýggj suðuroyarferja í 2004, er tað neyðugt at byggja Tórs- havnar Havn út fyri næstan 70 milliónir, skulu bæði skipini fáa ligið í høvuðs- staðnum í senn, sum ætlað. Men Tórshavnar Komm- una vil ikki betala alla út- byggingina sjálv. Kommun- an heldur, at tað er rætt, at landið betalir ein part av kostnaðinum, tí talan er fyri ein part um eina sam- ferðsluhavn, sum landið hevur ábyrgdina av. Hann vísir á, at í Vági hevur landið gjørt av at betala ein part av ætlaðu havnaútbyggingini, tí talan verður partvís um eina samferðsluhavn. Í fleiri mánaðir hevur samskifti verið við Vinnu- málaráðið um, hvussu stór- an part av útbyggingini, tað almenna skal bera, men enn er ongin avgerð tikin. Og tað harmar borgar- stjóran, Jan Christiansen. Hann ger samstundis greitt, at Tórshavnar Kom- muna fer ikki einsamøll at gera samferðsluhavn til Suðuroyarskipið. – Og nú er tað drigið so langt út, at eg eri farin at ivast í, um landsins mynd- ugleikar meina tað í álvara, tá ið teir siga, at ætlanin er, at skipið skal hava fast bryggjupláss í Havnini. Jan Christiansen sigur, at fæst ongin avtala í lag, verður heldur onki atløgu- pláss gjørt til suðuroyar- skipið, og so mugu ferða- fólk og vinnulív góðtaka, at skipið verður fluttur aftur og fram og lagdur, har pláss er, einaferð í krókinum við Skipafelagið, eina aðru ferð úti á Molanum og triðju ferð á Vestaru Bryggju. Tað er nevniliga ongin ivi um, at av Norrønu og nýggju suðuroyarferjuni, verður tað Norrøna, sum fær fyrstarætt til atløgu- pláss í Havn. – Norrøna kastar nógvan pening av sær til Tórshavn- ar Havn, so tað er ongin ivi um, at hon verður tikin framum nýggja Suðuroyar- skipið, so tá í bæði skipini koma á Havnina ísenn, verða tað suðuroyingarnir, sum mugu víkja. Jan Christiansen heldur, at málið hevur drigið alt og leingi út. Hann harmast um, at ongin avgerð er fall- in enn, tí skjótt verður farið at leggja fíggjarætlanina fyri komandi ár og tá er gott at vita, hvat útgangsstøðið verður. Mugu betala rokninga sjálvir Landið fer at betala ein part av havnaútbyggingini í Havn Enn er onki endaligt svar komið um havnalagið í Havn – Landið ásannar, at vit hava ábyrgdina av, at nýggja suð- uroyarskipið fær lagt at í Havnini og tí fara vit eisini at betala ein part av útbygging- ini, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður Allir teir túsundtals føroyingarnir, sum síggja parabol frá Canal Digital hava neyvan nakað at stúra fyri, heldur sakførari Í løtuni byggir Tórshavnar Kommuna út so at Norrøna fær lagt at. Men tíðin styttist til nýggja suðuroyarskipið eisini kemur, so tað verður neyðugt at halda fram, men enn er ongin avgerð tikin um, hvussu nógv Landið er sinnað at gjalda C M Y K 5 4