Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. september 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 167 - 3. september 2002 Nr. 167 - 3. september 2002 7 – Tað er vanligt, at tingið ikki rættiliga fer ígongd fyrr enn í september, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður, sum ikki heldur tað vera løgið, at nýggja løgtingið higartil hevur havt so lítið at gjørt LØGTINGIÐ Heri á Rógvi Samgonguovastin, Anfinn Kallsberg, missir ikki svøvnin av, at løgtingið ikki hevur verið so nógv saman síðani løgtingsvalið. – Tað plagar ikki at vera tað stóra í august. Vanliga koma tey flestu lógarupp- skotini í heyst. Tað er van- ligt, at tingið ikki rættiliga fer ígongd fyrr enn í sep- tember, sigur Anfinn Kalls- berg. Løgmaður vísir á, at løg- tingsval hevur verið, og hetta hevur merkt arbeiðs- gongdina hjá tinginum. – Tingið fór ógvuliga tíð- liga til hús í mars. Vanliga plagar hetta at vera í mei mánað, soleiðis at steðg- urin gjørdist drúgvur. Van- liga kemur tingið saman á ólavsøku og nakrar fáar dagar í august í sambandi við fiskidagarnar o.a. Eg hugsi ikki, at nøkur eyka fíggjarlóg er samtykt í aug- ust, sigur Anfinn Kallsberg. Arbeiðið – ella væntandi arbeiðið – hjá tingmonnum hevur verið uppi og vent í fleiri av fjølmiðlunum. Spurnartekin eru sett við arbeiðsinnsatsin hjá ting- monnum og kvinnum, tí tingið ikki hevu verið nógv saman. Í seinastu tingsetu var síðsti fundur áðrenn summ- arsteðgin hildin 4. mei. Seinasta løgtingsmanning- in var fyri síðstu ferð sam- an hin 15. mars eftir at ar- beitt var til langt út á kvøld- arnar fyri at náða øll tey málini, ið vórðu løgd fyri tingið. Eftir valið, sum var hildið 30. apríl, hevur løg- tingið verið saman fyrst tvær ferðir fyri at velja nevndir, løgtingsformann og góðkennan av valbrøv- um. Íroknað tingfundin á ólavsøku hava seks ting- fundir verið á skránni síð- ani. Hin sjeyndi er í dag – týsdagin. Til sammetingar kunnu vit nevna, at tingið í fjør hevði havt ellivu fundir, áðrenn komið var í septem- ber. Tekur tíð Ì løgmansrøðu sínari á ólavsøku kunngjørdi løg- maður, hvørji lógaruppskot skulu væntast í heyst og í vetur. Skilt var ímillum tey, ið skulu koma fyri tingið í ár, og tey, ið koma fyri tingið næsta ár. Anfinn Kallsberg sigur, at tað tekur tíð at fyrireika lógaruppskot. Roknast skal í øllum førum við einum 2- 3 mánaðum. Tað er heldur ikki lítið, ið landsstýrismenn og umsit- ing ætla at fáa frá hondini í ár. Hyggja vit eftir teimum einkultu ráðunum, síggja vit, at oljumálaráðið ikki ætlar sær at koma við nøkrum í ár. Trivnaðarráðið hevur eftir øllum at døma úr at gera. Ikki færri enn níggju lógaruppskot skulu tingmenn vænta at síggja frá Bill og Páll. Mentamálaráðið kemur við sjey uppskot um, har eitt er eitt tilmæli. Fólkini hjá Bjarna Djur- holm skulu stríðast fyri fimm uppskotum. Fiskimálaráðið kemur við trimum uppskotum og løgmálaráðið ætlar sær nið- an í tingið við tveimum uppskotum. Løgmálaráðið kemur við sjey uppskotum og Fíggjar- málaráðið kemur við fimm uppskotum. Sostatt skulu 38 uppskotnum fyri tingið, áðrenn árið er runnið. Anfinn Kallsberg: Tingmenn gera sum vant Anfinn Kallsberg heldur, at løgtingsvalið hevur ávirkað arbeiði hjá tingmonnum. Sostatt er innsatsurin hjá tingi og landsstýri ikki minni enn vanligt er Íslendski fiskimála- ráðharrin verður ein av røðarunum Tíðindaskriv Tann 4. oktober verður vinnudagurin, har ársins virki á triðja sinni skal kjósast. Eisini hesaferð eru kendir útlendingar á skránni sum røðarar. Í 2000 tók Føroya Ar- beiðsgevarafelag stig til ein afturvendandi vinnudag, har ársins virki verður kjós- að. Í ár verður tiltakið 4. oktober, og tá skal ársins virki veljast á triðja sinni. Norðurlandahúsið er aftur karmur um tiltakið, og døg- urðin aftaná verður á Hotel Føroyum. Undanfarnu vinnudag- arnir hava fingið sera góða undirtøku frá vinnulívs- fólki. Í fjør luttóku gott 250 fólk í Norðurlandahúsin- um, har áhugaverdir fyri- lestrar vóru á skránni um- framt sjálva kjósanina av ársins virki. Fyrstu ferð gjørdist Havsbrún í Fuglafirði Ársins virki, og í fjør var tað Tórshavnar Skipa- smiðja sum fekk henda heiður. Og spenningur verður ivaleyst um, hvat triðja virki í røðini verður. Higartil hevur dóms- nevndin lagt á m.a. góð fíggjarlig úrslit og stabilan rakstur. Tveir kendir útlendingar koma at halda fyrilestrar á vinnudegnum. Annar er Johan Schrøder, stjóri í stóru fyritøkuni Radio- meter, og formaður í størsta danska vinnufelagnum Dansk Industri. Hann er kendur sum ein framsíggin leiðari og sum ein av teim- um sum lurta verður eftir, tá hann kemur við sínum beinraknu viðmerkingum til gongdina innan vinnuna og samfelagsgongdina í Danmark. Hin útlendski fyrilestrar- haldarin er eingin minni enn Íslendski fiskimálaráð- harrin, Árni M. Mathiesen. Fyri at betra um korini hjá teimum lesandi, ætlar LFÙ at royna alnetið sum bústaðarmið LESTRARLÍV Heri á Rógvi Tað er alt annað enn lætt í hesum døgum hjá ungum lesandi at fáa til vega bústað. Hetta hevur LFÚ (Landsfelag føroyinga í út- búgving) eisini sannað. Tí- skil er farið undir eitt nýtt átak, ið verður kallað fyri On-line bústaðir. – Inni á heimasíðuni hjá LFÙ verður lýst við teim- um bústøðum, ið eru til leigu. Heimasíðan verður dagførd regluliga. Tey, ið lýsa á heimasíðuni hjá LFÚ, hava vent sær til okk- um við upplýsingum og myndum av tí, tey leiga út, og við einum ynski um at leiga út til fólk, sum eru undir útbúgving, skrivar LFÙ í tíðindaskrivi. Regin W. Dalsgaard, Fíggjar og Samskifisleiðari hjá LFÙ, sigur, at tey hava vónir um at betra um korini hjá teimum lesandi. Tað er ein stórur partur av teimum lesandi í Føroyum. Tey hava – serliga undanfarin ár – merkt, at tørvur er á bú- staðum fyri tey lesandi. Skipanin hjá LFú er longu farin at virka á heimasíðu teirra www.lfu.fo. Regin W. Dalsgaard vón- ar, at hetta fer at gera tað lættari hjá teimum lesandi at fáa bústað. Tað er serliga í Havnini, at trupulleiki er stórur við bústøðum. LFÚ hevur eisini ætlanir um at gera fleiri átøk seinni í ár og næsta ár. Felagið fekk fyri stutt síðani eina nýggju nevnd, ið hevur sett sær fyri at gera LFÙ meira sjónligt. Stórur áhugi Claus Reistrup er Undirvís- ingarleiðari, Studentaskúl- ar og HF-skeið á menta- málaráðnum. Afturat tí er hann eisini leiðari fyri skúlaheimið í Berjabrekku, sum er eitt av skúlaheim- unum í Havn. – Vit hava merkt stóran áhuga í Berjabrekku. Vit fáa dupult so nógvar um- sóknir sum tað eru pláss, sigur Claus Reistrup. Skúlaheimið í Berja- brekku er einans fyri skúla- næmingar í Studentaskúl- anum og HF-skeiðinum. Í Berjabrekku er kostnaðurin 1.500 kr. um mánaðin fyri eitt kamar. Ein sjálvsognar- stovnur eigur skúlaheimið í Berjabrekku. Í Havn eru eisini onnur skúlaheim, ið hýsa næm- ingum. Claus Reistrup greiðir frá, at tað er munur á Før- oyum og í Danmark í hes- um føri. – Í Danmark verða kollegiir gjørd fyri lesandi, men í Føroyum er tað fyri tað allarmesta skúlaung- dómar, ið búgva í skúla- heimum, sigur hann. Vinnudagurin og ársins virki Árni M. Mathiesen, íslendski fiskimálaráðharrin. Átak hjá LFÚ: On-line bústaðir Sjálvt um vindurin hevur verið rættiliga nógvur um viku- skiftið, so merkist hetta ikki aftur hjá tryggingarfeløgunum TRYGGINGAR Ingrid Bjarnastein Veðrið hevur rættiliga gjørt um seg um vikuskiftið. Bæði samferðsla og ítróttur hava verið darvað av nógva vindinum. Fleiri fótbólts- dystir vórðu avlýstir, með- an flestu av strandfaraskip- unum avlýstu túrar sínar vegna veður. Á Tryggingarfelagnum Føroyar hava tey tó ikki merkt nakað serligt til vindin og óveðrið. Sjálvt um vindurin hevur verið nógvur, so er millum lítið og onki meldað til trygg- ingina. Ella soleiðis var í øllum førum fyrrapartin mánadagin. Á biladeildini høvdu tey bara fingið fráboðan um ein bil, sum var farin útav. – Skaðar plaga at verða meldaðir næstan beinan- vegin aftaná teir eru hendir, verður sagt av Tryggingini. – Um skaðin hevur verið um vikuskiftið, so plaga fólk at boða frá mánadag ella týsdag. Men tað kunnu væl ganga eini tveir – trígg- ir dagar áðrenn skaðin verður fráboðaður. Ongin freist er fyri, hvussu leingi ein kann bíða við at boða frá einum skaða. Ein kann væl bíða upp til ein mánaða, men tó eru nakrir reglar ein skal taka fyrilit fyri. – Tað ber ikki til at bíða við størri ringum skaða, sum síðani gerst verri. Ein tílíkur skaði skal fráboðast beinanvegin. Men sum sagt, so varð lítið og onki fráboðað av skaðum um vikuskiftið, so Tryggingarfelagið Føroyar hevur ikki havt meira at gjørt enn vanligt. Millum børn hevur eitt spæl tikið seg upp, har endamálið er at fáa hvørt annað at svíma. – Hetta er alt annað enn vandaleyst og kann millum annað elva til hjarta- steðg, sigur Stein- grímur Weihe, lækni, sum Sosialurin hevur tosað við VANDAMIKIÐ SPÆL Rúna Sivertsen Spælið gongur fyri seg í bólki, har eitt av børnunum stillar seg upp móti einum veggi. Tá barnið hevur hyper- ventilerað eina løtu, heldur tað ondini, og eitt av hinum børnunum rennir tá høvdið ella nevan inn í flagbróstið á barninum, so tað fellur í óvit. Hini børnini standa tá til reiðar at lofta, so svímaða barnið ikki dettur og slær seg í. Vit hava fregnast millum børnini og skilja, at hetta spælið als ikki er óvanligt og verður spælt millum børn í fleiri bygdum í Før- oyum. Tey, sum minst kenna til spælið, eru tey vaksnu, sum næstan øll siga, at tey ikki hava hoyrt grett um eitt slíkt spæl áður. Ikki øll børn tora at leggja kropp til hetta ódám- liga spæl, og onkur er kom- in til hús, grátandi av ræðslu, siga foreldur fyri Sosialinum. Vandamikið spæl Vit vendu okkum til lækna- vaktina í Norðoyggjum. Í telefonini hittu vit Stein- grím Weihe, sum í mong ár hevur starvast sum komm- unulækni. Spurdur, um hetta spæl kann verða vandamikið fyri børnini, sigur Steingrím: – Jú, so avgjørt er hatta spælið vandamikið. Tað kann í ringasta føri elva til hjartasteðg. – Eisini er vandi fyri, at miltið ella livurin rivna. Um miltið rivnar, verður ein ógvuslig bløðing, sum krevur innlegging í stund- ini, og miltið má takast, sigur hann. Læknin leggur dent á, at hetta spælið kann verða lívshættisligt. Børnini mugu kunnast Við onkran skúla hava for- eldur sett seg í samband við heilsusystrina at siga frá, hvat børnini havast at. Vit vendu okkum tí til Bjartu Vilhelm, leiðara fyri heilsusystraskipanina og spurdu hana, hvat heilsu- systrarnar kunnu gera. – Frá børnum havi eg hoyrt um spælið, men havi enn onga áheitan fingið, hvørki frá foreldrum ella heilsusystrum, sigur Bjarta. – Men børnini mugu fáa at vita, at hatta ikki er nak- að spæl. Tað er neyðugt at greiða teimum frá, hvat tað er, sum hendir og hvat í ringasta føri kann henda, sigur Bjarta Vilhelm at enda. Tey, sum Sosialurin hev- ur tosað við, eru øll samd um, at hetta er álvarsligt og at neyðugt er at ávara børn ímóti at vera við í hesum hættisliga leiki. »Spæl« sum ikki er at spæla við Lítið meldað til tryggingina LØGREGLUTÍÐINDI Ingrid Bjarnastein Klokkan gott tvey seinnapartin leygardag- in, kom Brimil sleipandi inn á Runavíkina við einum lítlum útróðrar- báti. Báturin hevði fing- ið motorsteðg, og tá hann kom á havn, varð funnið útav, at teir báðir menninir, sum vórðu við bátinum vóru báðir full- ir. Menninir við bátinum høvdu verið eftir hav- hesti. Blóðroynd varð tikin av teimum, og bót verður givin teimum fyri brot á sjólógina, upplýs- ir politistøðin í Runavík. Fullir eftir havhesti Hóast nógva vindin um vikuskiftið, so hevur Tryggingarfelagið Føroyar ikki havt meira at gjørt enn vanligt Savnsmynd Spælið gongur fyri seg í bólki, har eitt av børnunum stillar seg upp móti einum veggi. Ikki øll børn tora at leggja kropp til hetta ódámliga spæl, og onkur er komin til hús, grátandi av ræðslu, siga foreldur. – Jú, so avgjørt er hatta spælið vandamikið. Tað kann í ringasta føri elva til hjartasteðg, sigur Steingrímur Weihe, kommunulækni við Sosialin Modelmynd: Rúna Sivertsen C M Y K 7 6