týsdagur 3. september 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 167 - 3. september 2002
Nr. 167 - 3. september 2002
9
BREKAÐ
Jústinus Leivsson Eidesgaard
Páll á Reynatúgvu, lands-
stýrismaður í almannamál-
um heldur ikki, at tey
brekaðu á bústovnunum
eru so illa fyri, tá tað snýr
seg um flutning.
– Eg dugi ikki at síggja,
at vit skulu brúka fleiri
milliónir upp á eina buss-
park, soleingi sum sjálvur
íbúðartørvurin hjá brekað-
um ikki er nøktaður. Bussar
til búplássini er ikki hægsta
raðfestingin hjá mær akku-
rát nú. Og serforsorgin
metir heldur ikki, at tað er
ráðiligt at játta pening til
busskeyp við verandi játt-
an, sigur Páll á Reyna-
túgvu.
– Talan er um fleiri milli-
ónir, skulu allir bústovnarn-
ir hava buss. Talan er um
seks bústovnar og tvey ar-
beiðspláss og siga vit at ein
bussur
kostar
420.000
krónur, so koma vit lættliga
upp á eina íløgu upp á 3.3
milliónir krónur, sum so
aftur skal gerast, tá buss-
arnir eru slitnir um eini
seks ár. Eg haldi, at tað er
týdningarmiklari, at øll fáa
eitt pláss at búgva, áðrenn
vit fara at hugsa um flutn-
ing, sigur Páll á Reyna-
túgvu.
– Og hyggja vit eftir, so
er tað ikki heilt illa statt við
flutningi. Teir einstøku bú-
stovnarnir hava játtan til at
leiga bil og buss. Eisini er
Serflutningsskipanin tøk,
sigur hann.
– Men sjálvandi, eg heilsi
tiltøkum, har bústovnarnir
sjálvir skaffa pening til
vega, fyri at fáa ein buss
vælkomin, sigur Páll á
Reynatúgvu.
BREKAÐ
Jústinus Leivsson Eidesgaard
Fólk argaðust rættuliga inn
á tíðindini um hvussu
mannminkandi tað er fyri
brekað og foreldur á Eirar-
garði, at neyðugt er við ein-
um loppumarknaði fyri at
fáa ein buss til at flyta bú-
fólkini til og frá stovninum.
Av teimum 15 búfólkunum
sita átta í koyristóli, so
neyðugt skuldi ikki verið
við nakrari kanning ella
viðgerð frá almennari síðu
fyri at staðfesta at tørvur er
á nøktandi flutningsmøgu-
leikum á slíkum stovnum.
Áðrenn allar sjálvfylgi-
ligheitirnar, so skulu vit
beinanvegin nevna, at inn
komu 75.000 krónur um-
framt 3000 krónur, sum
sjafførar hjá auto savnaðu
inna sínamillum
Og einki er so ringt, at
tað ikki er gott fyri okkurt,
tí tá loppumarknaðurin í
Sjónleikarhúsinum lat upp
leygarmorgunin, var stúgv-
andi fult av fólki uttanfyri
og teir fyrstu tríggjar tím-
arnar var Sjónleikarhúsið
stappað, fólk stóðu sum
sild í tunni.
Køkutombolaið
fekk
bein av ganga á. Sandkøk-
urnar ruku fyrst, síðan mor-
engsið og allar seinast smá-
køkurnar, harav pleskurnar
hvurvu seinast av diskin-
um.
Inni í sjónleikarhúsinum
var loppumarknaðurin og
har nógv av nipsi av fáa.
Nógv klæðir og ikki um at
tala skógvar, sum antin
vóru for lítlir ella so
grúsama nógv ov stórir.
Skógvarnir vóru spildur
nýggir av bestu merkjum
og var tað ikki støddin, so
hevði ein rættuliga kunnað
gjørt kubbi.
Tú sá fólk standa og
handla skógvunum, meðan
tey antin ynsktu at høgt var
at hæli og tá, ella at føturnir
vóru størri. Einir flunkandi
nýggir Ecco nummar 47
lógu ovast á rúgvuni leingi,
onkur kandidatur var til
teir,
men
ongin
tordi
rættuliga. Nú prýða teir
føturnar hjá vicevertinum
fyri øllum bústovnunum í
Havn,og hann gongur errin,
sum ein annar Pjerrot úr
Tivoli, og svingar á tærnum
í nýggja fótafarinum.
Fyrireikararnir, ið eru
starvsfólk á bústovnunum,
eru vælnøgd við tiltakið og
tey eru takksom eisini. Tað
sum ikki varð selt av klæð-
um fór oman á Skipafelag-
ið. Higani verður tað sent
til Russlands, har tørvurin
er stórur á øllum.
BREKAÐ
Jústinus Leivsson Eidesgaard
Taxasjafførar hava stórt
hjarta. og tá tíðindini um
vánaligu flutningsmøgu-
leikarnar hjá brekaðum á
bústovnunum á Eirargarði
spurdust í seinastu viku, so
fóru taxasjafførarnir á bil-
støðini AUTO beinanvegin
til verka.
Taxasjafførarnir savnaði
sínamillum ikki færri enn
3000 krónur, sum teir lótu
óskerdar til komandi bussin
hjá teimum brekaðu. Og
óskoytið frá taxasjafførun-
um gjørdi, at samlaði inn-
tøkan frá loppimarknaðin-
um táttaði fast í 80.000
krónur.
Og taxasjafførar kenna
betri enn nakar, hvussu tor-
ført tey rørslutarnaðu brek-
aðu hava tað á Eirargarði, tí
tað eru teir, sum oftast flyta
tey.
Loppumarknaðurin
gav væl av peningi
Bilasølan Ford hevur
bjóðað seg fram at
hjálpa búfólkunum á
bústovnunum á Eirar-
garði
við
einum
nýggjum
tíðarhós-
kandi bussi, sum altíð
kann vera tøkur at
flyta tey. Tilboðið frá
bilasøluni
kom
á
loppumarknaðinum í
Sjónleikarhúsinum
leygardagin.
Tað hevur ikki eydn-
ast okkum at fáa at
vita smálutirnar í hes-
um tilboði, tó stjórin
var farin uttanlands í
gjár.
je
Ford vil
hjálpa
Bussar til brekað ikki
hægstu raðfesting
Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður
Sjafførar stuðla brekaðum
Sjafførarnir hjá AUTO stuðlaðu teimum brekaðu dyggiliga
Um somu tíð sum
Amerada Hess fer
undir at bora beint
hinumegin markið er
oljufelagið Agip farið
at leita eftir hóskandi
boripalli til sína
boring næsta summar
OLJULEITING
Jan Müller
Nakað um somu tíð sum
boriskipið West Navion er
komið á Atlantmótið at
bora ein týðandi brunn fyri
The Faroes Partnership við
Amerada
Hess,
Dong,
British Gas og Atlants Pe-
troleum er italska olju-
felagið Agip farið út á
heimsmarknaðin á leita
eftir einum hóskandi bori-
palli til sína fyrstu boring
við
Føroyar
nakrantíð.
Agip, sum saman við Før-
oya Kolvetni, hevur fingið
loyvi at bora eftir olju og
gassi, skuldi eftir røttum
havt borað í ár. Men úrslitið
av teimum trimum fyrstu
boringunum
á
land-
grunninum í fjør gjørdi, at
Agip eins og hini feløgini
hildu tað vera neyðugt at
endavenda
øllum
tí
seismiska tilfarinum um-
framt at fáa skotið nýggjan
seismikk.
Á oljumessuni í Stavang-
er í farnu viku kom fram, at
Agip fyri góðari viku síðani
lýsti eftir boripalli til at
bora í næsta ár, í fyrsta lagi
í mai men helst nærri
sumrinum enn tað. Ikki so
nógvir pallar eru, sum
kunnu arbeiða í hesum
djúpa farvatninum, so tað
ræður um at vera tíðliga úti.
Sosialurin skilur annars,
at endurskoðanin av seis-
miska tilfarinum og nýggi
seismikkurin felagið hevur
fingið til vega í ár hevur
gagnað samtakinum, so-
leiðis at man heldur seg at
hava funnið rætta staðið at
seta hol á.
Sum er eigur Agip 93%
av loyvinum. Føroya Kol-
vetni eigur tey 7% men
kann fáa upp í 22%, um tað
ynskir og megnar tað. Tað
er enn ógreitt, hvat Føroya
Kolvetni fer at gera, men
neyvan er hugsandi, at Agip
fer undir eina boring í 250
millióna klassanum við
93% av váðanum. Tí verður
millum oljufólk gitt, at
Agip roynir at fáa okkurt
annað oljufelag at “farma”
inn í samtakið og taka ein
part av váðanum á seg. At
tað ikki hevur eydnast enn
kann
hava
nakað
við
boriúrslitini á landgrunn-
inum higartil at gera. Og
so tað at feløgini uttan iva
standa í bíðistøðu og vilja
kenna úrslitið av boringini
hjá Amerada Hess við
markið fyrst.
Føroya Kolvetni hevur
fleiri ferðir ætlað sær á
børsin í London at fáa
pengar til sín part av
boringini. Hetta hevur so
verið útsett. Felagið skal
hava pening sín kláran eitt
hálvt ár innan boringina, og
verður borað á sumri næsta
ár, so nærkast. Tí má rokn-
ast við, at Føroya Kolvetni
fer at gera eina roynd at
koma á London parta-
brævamarknaðin í hesum
árinum. Um tað so “bara”
er at fáa fíggjað tey verandi
7% ella tað er til eina nógv
hægri luttøku uppá 22% er
óvist.
Boringin hjá Agip vil
sjálvandi hava stóran týdn-
ing fyri áhugan fyri før-
oyska økinum. Gongur t.d.
ikki sum ætlað hjá Ame-
rada Hess við tí boring,
sum byrjar í dag sum ein
annan dag, so fara øll eygu
at vera vend móti Agip-
boringini næsta ár. Gevur
hon heldur einki úrslit, so
standa aðrar boringar á
skránni hjá Statoil, BP og
Hess í 2004. Men tað er
greitt, at eisini hin boringin
hjá Hess í bretskum øki
longur norðuri og skamt frá
loyvinum hjá Agip, Cambo,
kann fáa stóran týdning fyri
Føroyaøkið. Skuldi hon
eydnast vil hon sjálvandi
gera Agiployvið uppaftur
meira áhugavert, og eitt
gott úrslit av tí boringini
vildi so eisini skundað
undir eina næstu útbjóð-
ingarrundu. Tað er greitt, at
fyri Agip hevur tað ikki so
lítið at siga heldur, hvat
úrslitið verður av Cambo-
brunninum, men óvist er í
løtuni, um hann verður
boraður, áðrenn Agip setur
sín bor í næsta ár. Ætlanin
hjá Hess var at bora
Cambobrunnin í ár eisini,
men tað verður ivasamt, nú
West Navion varð so nógv
seinkað. Tað hevur ljóðað,
at Hess fyrst fór at bora
Cambobrunnin og bíða við
hesum, sum hevur tilknýti
til fundið á landgrunninum
í fjør. Men tær gitingarnar
eru so ikki beinar.
Fyri Føroyar og fyri tey
oljufeløgini, sum hava valt
at gera risastórar íløgur her
hjá okkum er tíðin, sum
liggur fyri framman, sera
spennandi og avgerandi.
Verður einki funnið nú, so
eru kortini ikki allar súðir
syftar. Oljuleiting er ein
longri prosess, og nøkur fá
turr hol nýtast ikki at vera
nakað endaligt svar. Tað má
tol og fyrireiking til.
West Navion boriskipið
kom á borilokalitiónina í
vikuskiftinum og skuldi
fara undir at bora fyrst í
vikuni. Nú veðrið hevur
verið so vánaligt er iva-
samt, um boringini byrjar
alt fyri eitt.
- Eg beri ongan sum
helst ótta um hesa
verkætlanina. Tá vit
seta pengar í hana er
tað tí vit trúgva uppá
hana og ætla vit eisini
at fara allan vegin,
helst eisini um tað
verður neyðugt við
almennum stuðuli í
ringum tíðum sigur
hetlendski “løgmað-
urin”, Tom Stowe við
Sosialin
NÝGGJ NORRÖNA
Jan Müller
Millum mongu gestirnar til
sjósetingina
av
nýggju
Norrönu í Lübeck herfyri
vóru eisini fleiri umboð
fyri Hetland. Hetta m.a. tí,
at hetlendingar hava sett 50
mill. kr. í nýggju Norrönu.
Teir eru eisini við at um-
byggja havnina til at kunna
taka ímóti hesum nýggja
farinum, sum skl byggja
brýr millum Hetland og
grannalond tess. Millum
hetlendsku umboðini var
eingin minni enn “løg-
maður” Tom Stowe.
Tome Stowe er leiðari,
“convenor” í hægsta fólka-
valda tinginum í Hetlandi
“The
Shetland
Island
Council”. Hetta kann ikki
sammetast
við
okkara
løgting, tí teir støða mót-
vegis Bretlandi kann ikki
sammetast við okkara í
danska kongaríkinum, men
ein kann siga, at hansara
starv kemur nærmast ein-
um løgmanni her hjá okk-
um. Tom Stowe hevur røkt
hetta mest týðandi embætið
í Hetlandi seinastu trý árini.
Eftir
sjósetingina
av
nýggju Norrönu hitti
Sosialurin Tom Stowe, sum
ikki dylur fyri, hvussu
fegin hann eins og alt
hetlendska fólkið er fyri
samvinnuna við Smyril
Line og Føroyar sum heild.
- Vit eru bert 200 fjórð-
ingar úr Føroyum. So tað er
greitt, at her eigur at verða
knýtt samband á øllum
økjum, og til tess er avger-
andi neyðugt við einum
skipi sum Norrönu. Sam-
starvið kann tá fevna um
allar hugsandi samfelags-
tættir, frá olju og ferðafólki
til mentan og fótbólt.
Tom Stowe heldur tað
ikki vera ósannlíkt, at eitt
tættari samstarv við føroy-
ingar í framtíðini kann vera
við til at vekja úr dvala
teirra
upprunliga
tætta
tilknýti til Norðurlond –
vera við til at hetlendingar
aftur finna sín upprunaliga
samleika. - Vit kenna okk-
um í veruleikanum tættari
knýtt at Norðurlondum og
tí norðurlendska enn til
Skotland, her ikki minst tá
hugsað verður um søguliga
fortíðina. Vit kenna okkum
90% sum hetlendingar, 1 til
2% sum skotar og væl fleiri
% sum norðbúgvar leggur
hann aftrat.
Tom Stowe dylur ikki
fyri, at Norrøna kann fáa
stóran týdning fyri Hetland.
Men eisini øvugt. –Vit
kunnu vera við til at fáa
fleiri ferðafólk til bæði
Føroya og Íslands. Ferða-
fólk í dag vilja ikki bara
hava sól, men tey vilja
uppliva náttúru og nakað
stórt. Tað fáa tey í Føroyum
og í Íslandi.
Hetland gjørdi herfyri av
at seta 50 mill. kr. í nýggju
Norrönu. Hví gjørdu teir
tað spurdu vit Tom Stowe: -
Tað er tí at vit trúgva uppá
hesa
verkætlanina.
Vit
halda tað er rætt at finna
ein avloysara til verandi
Norrönu, sum er vorðin ov
lítil og ótíðarhóskandi.
- Men tað eru tey, sum
halda, at henda farleiðin
ber ikki eitt skip fyri 710
mill. kr? Heldur tú eitt
privat felag sum Smyril
Line megnar at fáa hetta at
mæla runt?
- Ja tað geri eg avgjørt.
- Men um vit fáa ringar
tíðir, heldur tú tá , at
hetlendska tingið er hugað
fyri at seta almennar pengar
í verkætlanina fyri at hon
ikki skal detta niðurfyri?
-Tað er sjálvandi ilt hjá
mær at svara her. Men nú
vit eru farnir inn í hetta
projektið, so rokni eg eisini
við, at vit vilja fylgja tí
allan vegin. Og um neyðugt
uttan iva eisini at stuðla tí í
ringum tíðum. Men eg
trúgvi ikki, at hetta fer at
verða neyðugt. Men sum
sagt: vit síggja fegnir, at
henda verkætlan ikki dettur
niðurfyri aftur.
- Men hví ikki heldur
sigla til Aberdeen enn til
Lervick?
- Eg haldi tað er gott, at
hon siglur til Hetlands.
Higani er gott samband
víðari til Aberdeen.
Tom Stowe sær eisini
stórar
møguleikar
fyri
samvinnu á oljuøkinum
millum Hetland og Føroyar.
Hann heldur, at bæði
samfeløgini uttan iva at
hava nakað at lata hvørjum
øðrum og hugsar her ikki
minst um Sullom Voe
oljuterminalin í Hetlandi,
sum
føroyingar
kunnu
brúka verður olja funnin.
Annars heldur hann, at
mentanarliga samsvinnan
eigur at mennast og vísir til
“The Jacobsen Papers”. -
Vit hava júst havt fund í
mentanarnevndini í tingi
okkara, har vit samtyktu at
menna og raðfesta hægri
mentanarliga samstarvið
við føroyingar. Tit koma at
rógva og spæla fótbólt hjá
okkum og vit koma til
tykkara – fyri bert at taka
tvey dømi.
Hann heldur tað annars
vera rættiliga náttúrligt, at
oyggjabúgvar sum het-
lendingar og føroyingar
knýta tættari bond, bæði tá
hugsað
verður
um
ta
samvinnu, sum var fyrr og
um tørvin, sum framtíðina
hevur at bjóða uppá.
- Eg ynski føroyingum
hjartaliga
tillukku
við
nýggju Norrönu og kann
lova, at vit í Hetlandi fara at
gera okkara ítarsta fyri, at
hetta verður ein varandi
loysn.
Agip leitar eftir boripalli til Føroyaøkið
Tom Stowe, løgmaður í Hetlandi um nýggju Norrönu:
Taka um endan gerst tað neyðugt
Tome Stowe, “løgmaður” í Hetlandi her saman við konu síni í
Lübeck til sjóseting av nýggju Norrönu
Mynd Jan Müller
Vit fara ikki at sleppa nýggju Norrönu uppá fjall koma ringar
tíðir sigur ovasti leiðarin í Hetlandi, Tom Stowe
Mynd Jan Müller
C
M
Y
K
9
8