týsdagur 3. september 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 167 - 3. september 2002
Nr. 167 - 3. september 2002
11
Almenna tænastustøðið er støðugt fallandi. Seinasta
skommin er, at fólkaskúlin er vorðin forsømdur í so
stóran mun, at næmingar ikki fáa so mikið sum
ordiligt innivist, sum eitt nú á Argjum. At fáa post
leygardag er ikki møguligt í Føroyum í 2002 – aftur
eitt dømi, har tænastustøðið er fallið. Skúla-
næmingar, ið ætla sær til Havnar við bussi, sleppa
ikki, tí man ikki fær mobiliserað eykabussar - aftur
eitt dømi um lægri tænastustøði. Barnaansing er ein
stórtrupulleiki, ið sær út til at verða komin fyri at
verða. Almanna- og heilsuøkið er afturúrsilgt, við
væntandi røktarheimsplássum og umstøðum annars.
Vit eru vitni til, at man innførir brúkaragjald til
tunnlar – aftur lægri alment tænastustøði. Mið-
námsskúlar sum eitt nú Fiskivinnuskúlin fáa ikki
sømuligar umstøður, av orsøkum, ið fyri uttan-
fyristandandi líkjast avgerðar-fobi.
Kreppan fyrst í nítiárunum fær mangan skyldina fyri
omanfyristandandi trupulleikar. Tað er ivaleyst rætt,
at nógv kann sporast aftur til kreppuna, men nú fer
at tátta í 10 ár síðan kreppan var uppá tað harðasta,
og tey seinastu 6 árini hava vit sæð risaøkingar í
almennu útreiðslunum. Hvar hesar økingar eru
farnar vita vit ikki, men vit kunnu staðfesta útfrá
omanfyristandandi uppremsan, at nógv av teimum
økjunum, ið eru næst borgarnum, har borgarin fær
eina beinleiðis tænastu, eru forsømd. Hetta merkir,
at raðfestingin ikki er nóg góð.
Hvat er blivið betri seinastu árini? Vit hoyra javnan
um styrkta umsiting – av hvørjum?
Ungdómurin í dag heldur, at bíðilistar í heilsuverk-
inum altíð hava verið. So er ikki.
Tað kann ikki vera rætt, at vit fáa meira fólk at
umsita minni. Lægri tænastustøði til borgaran eigur
at merkja lægri skatt. Nú sær ikki út sum tað er
loysnin, eftirsum standurin er so vánaligur, sum
hann er. Kanska desentralisering av játtanum hevði
hjálpt, soleiðis at økini næst borgaranum fingu fyrst,
og síðan neyðuga miðfyrisitingin av hesum basalu
økjum, og so sá man hvussu nógv var eftir til onnur
øki og formulering av tingum í miðfyrisitingini, sum
eru góð at hava, men ikki strengt tikið neyðug. Um
man ikki visti betur, so kundi tað sæð út sum, at
raðfestingin var at uppfinna nýggjar herligheitir og
orðingar av politikkum á ymiskum økjum,
samstundis sum fundamentið undir vælferðar-
samfelagnum er við at syndrast av ov lágari
raðfesting. Tað nyttar ikki at smíða pyntilistar á ein
bygning, ið er um at fara um koll, tí at grundin er
forsømd.
At hugsa sær, at føroyski fólkaskúlin noyðist at seta
næmingar á eitt neystaloft í 2002. Hvar er politiska
raðfestingin? Vónandi fáa vit eitt orðaskfti um
almenna raðfesting, ongantíð ov skjótt.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Hvat er blivið betur?
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari: Jústinus
Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Anja Weihe anja@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliassen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktionin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Randi í Jógvanstovu
Leirvík 1. september 2002
Tað, at fast samband nú
verður millum Norðoyggjar
og høvuðsstaðin Tórshavn,
fer at hava stóran týdning
fyri føroyska samfelagið.
Tann størsti og tann næst-
størsti býurin í landinum
fara at verða tengdir saman
við føstum sambandi, sum
ikki letur seg fora av veðri
og vindi ella tekniskum
trupulleikum. Vit fara ikki
longur at kenna á okkum, at
vit búgva í einum oyggja-
samfelag.
Norðoyggjar
verða tá meir ella minni eitt
við ”meginlandið”. Hetta
fer at hava fylgjur við sær,
góðar eins væl og minni
góðar.
Latið okkum hyggja at,
hvørja ávirkan tað hevur
havt aðrastaðni kring okk-
um, tá iðavgjørt hevur verið
at
binda
fast
millum
oyggjar og tey sokallaðu
”Meginøkini”.
Ferðslan um Stórabelt fór
úr 8.500 bilum upp í
18.900 bilar, tó at tað var
bíligari at ferðast við toki.
Tað kostar tað sama at fara
við bili um brúnna, sum tað
kostaði við ferjuni, og at
fara við toki er nógv bílig-
ari. Harav sæst, at hann, ið
hevur tørv á at ferðast og
helst dagliga, fegin vil
gjalda tað, sum tað nú
einaferð kostar. At ein kann
ferðast, uttan at veður og
vindur ella tekniskir trupul-
leikar o. a. t. fora einum,
hevur so stóran týdning, at
prísurin als ikki liggur
fremst í huganum.
Norðingar noyðast ikki
longur at at flyta sítt góðs
til og frá við skipum. Nú
kann flytast við lastbilum á
nátt eins væl og í dagtím-
unum, og tá ið talan er um
fiskavørur verða sjálvandi
stórir kølivognar brúktir.
Vit, sum í dag búgva á
hesum ótrúliga vakra stað,
eru hvønn einasta dag um-
gird av einum vakurleika,
sum einans gevur okkum
orsøk at spyrja: Hvat eru
vit, at vit hava alt hetta
uppiborið? Her er so nógv
og so gott, at vit einans
kunnu ynskja at deila tað
við onnur, og ta vilja vit
fegin.
Tað er sjálvsagt í okkara
hugaheimi, at fólk ynska at
vera her.
Hetta er bygdin, har tú
sært sólina fara í havið á
sumri, har tú kanst vera
”tilflytari” uttan at vera
fremmandur, og har tú
kanst vera partur av bygda-
myndini, ella har tú kanst
vera í frið, um tú ynskir tað.
Og vit vilja gjarna lata
dyr okkara upp fyri øðrum.
Eisini Norðingum, sum
kanska høvdu hug at seta
seg niður her. Sum er, hava
vit nógv og gott byggilendi,
men verður vegurin lagdur
ígjøgnum hetta lendið, fer
nógv burturav, og tað, sum
eftir verður, man verða lítið
at ynskja sær.
Hvat gott byggilendi er?
Tað er byggilendi, har
trivnaðurin er settur í há-
sætið, har familjur trívast, tí
tey fáa tryggar umstøður.
Har børnini ikki eru í
lívsvanda av ferðsluni, tá ið
tey fara í skúla ella til
eitthvørt annað og koma
heimaftur. Og grøn øki,
spælipláss og o. a. t. hoyra
sjálvandi eisini til.
Trivnaður
eigur
ikki
einans at verða eitt ”móta-
fyribrigdi”, eitt orð, ið vit
sleingja út, tá ið tað passar
inn í ”krammið” hjá okk-
um. Vit eiga at hava tað
VIÐ
okkum
í
øllum
viðurskiftum.
Tað byggilendið, ið her
verður hugsað um, er tað
lendi í Leirvík, sum ”tað
almenna” í løtuni ætlar at
leggja ein veg ígjøgnum.
Ein veg, sum frá miðlinjuni
og út fer við einum øki, ið
er 25 m breitt, ein veg, har
koyrt verur 80 km um
tíman sambært landsverk-
frøðinginum uttan nakað
”bums”. Eg fái illa sett
trivnað í samband við
hetta!
Varisligar framrokningar
siga, at í 2005 fara meir enn
500 bilar ígjøgnum tunnilin
um samdøgrið.
Eg veit væl, at aðrastaðni
verður góðtikið, at gang-
urin er nógv meir, enn hann
vit uppliva her.
Eg eri uppvaksin í einum
umhvørvi, har flogfør við
jøvnum millumbili flugu
omanfyri húsini hjá okkum,
2 – 2 1/2 minuttir ímillum,
so eg veit, hvat ið eg tosi
um, og havi av tí sama lært
at virða tann friðin, eg
upplivi her.
Trivnaðurin skal ikki
einans verða eitt orð, men
eitt mál, eitt mál vit arbeiða
fram ímóti. Trivnaðin inn-
andura eiga vit sjálvi at
skapa, men trivnaðin í
samfelagnum eiga tit sum
landsmyndugleikar
at
skapa, og lata vit tað upp í
hendur tykkara í vónini um,
at trivnaðuri framvegis er í
hásætinum.
Gerið tað við skili - vit
verða nógv, sum fara at
kenna fylgjurnar av avgerð
tykkara!
Trivnaður
Hans Birgir Hansen
Mr. Big
Eg kann slett ikki góðtaka
at vit hava bíliga arbeiðs-
megi, óhefta av fakfeløgum
ið leggja fót fyri ar-
beiðsleysu/tøku undir ALS
og Almannastovuskipanum
kring landið.
Eg havi ómetaliga nógv
ímóti bíligari arbeiðsmegi,
tá ið hesi sleppa sínum for-
eldrum undan forsyrgj-
araskyldum, til tey eru 18
ára gomul, úti í privatu
familjufyritøkum.
Eg komi framhaldandi at
geva øllum fakfeløgum
grovfíluna, taka hesi ikki
annað skinn um bak, so vit
koma tí bíligu arbeiðs-
megini til lívs kring landið,
ongantíð ov skjótt. Eg haldi
tað vera nógv fyri, at hesi
skulu taka livibreyði frá
teimum arbeiðsleysu/tøku
undir nevndu skipanum, ið
kundi arbeitt ístaðin fyri
hesa bíligu arbeiðsmegi
ídag.
Eg vil finnast harðliga at
øllum fólka- og miðnáms-
skúlanæmingum og lesandi
føroyingum og lærlingum,
ið arbeiða við síðuna av
skúlum og lærustovnum og
plássum.
Tað er eingin av hesum ið
røkir samfelagsskyldu, ið
eru ørindasveinar, arbeiðs-
gevarum og skitna arbeiðs-
amboði, mótvegis fakfeløg-
um at undirgrava lønar-
lagið.
Tað er ikki minst gald-
andi tá ið hesi taka upp
verkfalsrakt arbeiði, tá
fakfeløgini hava sáttmála-
samráðingar við arbeiðs-
gevarafelagið og við fíggj-
armálaráðið.
Eg vil koma at finnast
harðliga at arbeiðsgevarar
ikki eru skipaðir sum limir
í arbeiðsgevarafelagi, og tá
ið teir fáa arbeiðsmegi,
uttan um áðurnevndu skip-
anir.
Tað skulu allir arbeiðandi
føroyingar vera limir, í
einum
av
fakfeløgum,
hvørs
fakliga
arbeiði/
starv/fellur inn undir, tá ein
vil koma fakfelagsólevnaði
til lívs.
Tað skula tit gera tykkum
greitt á fakfelags skrivstov-
um og úti í skúlunum og
lærustovnum og plássum
og úti í privatu familju-
fyritøkum kring landið í
dag.
Tað er ikki minst gald-
andi útisetarar uttanlands,
ið komin eru heim at
arbeiða
í
summarfrítíð
kring landið.
Johan Dahl
løgtingsmaður
Tjóðveldisflokkurin
og
NATO: Øll sum hava fylgt
við síðan NATO kom til
Føroyar - í Mjørkadal, vita,
hvussu hesir hava geberdað
sær frá fyrsta degi. Tað
vóru javnan og savnan
skrúðgongur/mótmælisgon
gur niðan í Mjørkadal fyri
at mótmæla skrímslinum
NATO og fáa teir at pakka
sekkin og sleppa sær har
pipari grør.
Sum tíðirnar broyttust og
múrurin og jarntjøldini
fullu til tey lond, sum tann
mest ultra vinstrahalli part-
urin av hesum flokki há-
lovaði, so bleiv eisini eitt
sindur tamari – longri bleiv
millum skrú-gongurnar, og
til seinast doyðu tær burtur.
Teir fingu ivaleyst endi-
liga
eyguni
upp
fyri,
hvussu neyðugur Nato-
felagskapurin var fyri friðin
kring heimin.
Fólkaatkvøðan hjá Høgna
Hoydal: Tað undar meg
stórliga, at fólkaatkvøða nú
skal verða so altumráðandi
fyri formannin í Tjóðveld-
isflokkinum og at eitt mál,
sum NATO útbyggingin á
Eiði skal leggjast út til
folkið til fólkaatkvøðu -
haldi eg má verða skemt frá
formansins síðu?
Eru vit ikki fyri mánað-
um síðani valdir á Føroya
Løgting júst fyri at taka
støðu og gera tað, sum vit
meta verða rættast fyri
okkara veljarar?
Hevur
Høgni
longu
gloymt teirri fólkatkvøð-
una, sum var lovað Føroya
fólki, men tá tað vísti seg,
at útfallið ivaleyst ikki fór
at blíva tað, sum Høgni,
Anfinn og Helena vildu
hava tað at verða - ja so
bleiv hetta avlýst.
Fólkastýrið og demo-
kratiið gjørt til gjøldurs
rætt og slætt!!!!!
Anders Fogh Rasmussen
og virðingin fyri fólka-
stýrinum: Nú sigur sami
Høgni í bløðunum, at
danski forsætisráðharrin,
Anders Fogh Rasmussen,
ikki virðir føroyska fólka-
ræðið, tí hann ikki vildi
svara upp á ein hypo-
tetiskan spurning frá út-
varpskvinnu!!!?????
Álvaratos Høgni – er
tíðin ikki komin at arbeiða
fyri framhaldandi góðum
viðurskiftum
millum
ríkispartarnar, ístaðin fyri
alla tíðina at royna at sáa
iva og royna at skapa ófrið.
Anders Fogh Rasmussen
virðir uttan iva Føroya Fólk
eins høgt og danska fólkið
– eg ivist onga løtu í, at
hann virðir demorkatiið og
tær avgerðirnar, sum fólkið
her á landi taka til eina-
hvørja tíð.
Eg vóni, at tú ger tað
sama, Høgni, virðir fólka-
stýrið, tá tíðin kemur og tú
møguliga skal góðtaka eitt
nei til fullveldisætlan tína
!!!! Hypotetiskt sigur onk-
ur?? Kanska!!
–Time will tell.
Ivan Eginsson
Í Føroyum skulu føroyingar
ráða. Tað er undarligt í
mínari verð at síggja hesi
orð, sum byrjan til eina
grein, ið uttan iva er skriv-
að av einum sannførdum
sambandsfólki. Trúði, tað
vóru
fyrst
og
fremst
flokkarnir
í
núverandi
samgonguni, ið stuðlaðu
tílíkari áskoðan.
Ein partur av greinini
snúði seg um mín persón.
Tí haldi eg meg vera
noyddan til at kasta ljós á
nøkur viðurskifti, ið hava
við mín persón at gera.
Ja eg eri føddur og upp-
vaksin í einum øðrum
landi. Hetta er veruleikin,
ið eingin kann gera nakað
við. Tað eru fleiri, ið
undrast yvir, at eg skuldi
fella so skjótt og so lætt inn
í tað føroyska samfelagið -
málsliga, mentunarliga og
hugsjónarliga. Fragreining-
in er annars sera einføld -
eg kenni meg sum ein
føroying (og ikki fremm-
andur), síggi øll ting - bæði
her heima og úti - við
føroyskum
(og
ikki
fremmandum)
eygum,
royni at tæna tí føroyska
samfelagnum við góðari
samvitsku. Og tað ætli eg
mær eisini at gera framyvir.
Ja eg havi eina meining
um politisk og onnur
viðurskifti og vil stuðla -
eisini í gerð - einum før-
oyskum politiskum ung-
dómsfelagsskapi,
ið
er
stovnaður og virkin á
einum
demokratiskum
grundalagi, eins og allir
aðrir felagsskapir, sum eru
alment skrásettir í Føroyum
í dag. Tað var ikki neyðugt
hjá hesum felagsskapinum
at fara út um landoddarnar
(sum stendur skrivað í
Dimmalætting) fyri at fáa
fatur í meg. Eg búgvi jú her
í Føroyum, og havi gjørt tað
eitt drúgt tíðarskeið eisini. Í
nøkur ár havi eg verið limur
í viðkomandi felagsskap-
inum.
At hava áhuga fyri øllum
samfelagsviðurskiftum,
eisini politiki, og at vera
virkin í teimum - hvat, um
ikki júst hetta, er tekin um
at vera etableraður, full-
fíggjaður limur í einum
samfelagi?
Hví kann eg ikki hava t.d.
politiskar ætlanir, tá ið eg
vil gagna teirri føroysku
tjóðini væl og virðiliga, og
haldi meg hava evni til at
vera gagnligur á einum ella
øðrum
øki?
Hví
skal
Dimmalætting sýta mær,
einum, ið hevur føst starv
og bústað í Føroyum, at
vera føroyingur, um eg vil
vera tað? Er tað ikki brot av
júst teimum grundleggjandi
mannarættindunum, ið tit
sipa til í skriving tykkara?
Eri annars púra sannførd-
ur sjálvur, at russar, danir,
norðmenn, amerikanarar,
kinesarar, arabarar ikki
skulu taka nakrar avgerðir
fyri føroyingar. Tí at í
Føroyum skulu føroyingar
ráða. Og um leiðslan í
Dimmalætting fær ilt við at
góðtaka meg sum ein
føroying, so er tað hennara,
og als ikki mín trupulleiki.
Tað eru nógv onnur í
hesum landinum, sum gera
tað.
P.S. Eingin “rættur” føroy-
ingur hevur rættlisið hetta.
VIÐMERKINGAR
Tjóveldisflokkurin og fólkaatkvøðan um NATO
– og um útbyggingina á Eiði og virðingin hjá Anders Fogh Rasmussen fyri Føroya Fólkið
Hvat er at vera etableraður?
(viðmerkingin til oddagrein í Dimmalætting leygardagin 31.august)
Bíliga arbeiðsmegin kring landið?
C
M
Y
K
11
10