Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. september 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 167 - 3. september 2002 Nr. 167 - 3. september 2002 13 - Ein bátahylur skal heldur ikki vera so góður, at eingin bátur loysir aftur, segði havnanevndarformað urin í Runavíkar kommunu, Kári P. Højgaard, tá ið nýggja træbrúgvin á Bakka varð alment tikin í nýtslu. BRYGGJUVÍGSLA Vilmund Jacobsen Næstsíðsta leygardag var hugnaløta niðri á Støð á Bakka, har nýggja træ- bryggjan á Glyvrum alment varð tikin í nýtslu. Nógv ymiskt var til undirhalds hendan dagin, og eitt nú settu nakrar ungar gentur sín serstaka dám á løtuna við sínum vøkru genturøddum. Tær sungu bæði solo og saman. Børn sluppu at rógva og ríða, og eisini havna- nevndin í Runavíkar kommunu slapp at royna seg við árarnar. Tey, sum vóru svong ella bara vildu hava sær ein lekran bita, fingu eitt nú heitar pannukøkur og pylsur, sum vóru grillaðar undir opnum himli. Charles Jacobsen, sum er formaður í bátafelagnum á Bakka, stóð fyri tilrætta- leggingini av degnum. Borin av oljuvirksemi Tað var formaðurin í havnanevndini í Runavíkar býráð og løgtingsmaðurin, Kári P. Højgaard, sum helt vígslurøðuna. Hann vísti á, at tað grør um gangandi fót í Runa- víkar kommunu. - Tað er ikki langt síðan, vit tóku nýggja havnalagið við Kongshavn í nýtslu, og nú er tað so henda nýggja atløgubryggjan her inni á Bakka. Tí kunnu vit eisini siga "alduskvatl við longdan bryggjukant". Kári segði, at nýggja atløgubryggjan helst er fyrsta verkætlan, sum bókstaviliga er borin av oljuvirksemi í Føroyum. - Stuðlarnir undir bryggj- uni eru nevniliga fóðrings- rør, vit fingu í boði, tá ið riggað varð av á útgerðar- støðini. Rørini eru sligin niður í botnin og fylt við sementi, og tað eru hesi, sum bera træbryggjuni uppi, segði formaðurin í havnanevndini. Hann takkaði teimum, sum høvdu gjørt hetta dygdargóða arbeiði fyri sámuligan pening. Stóð við stampi - Sum politikari kanst tú koma út fyri nógvum. Lítið grunaði eg um hesa upp- gávuna í dag, tá ið eg stóð við einum stampi í einum egningarskúri í Saltangará herfyri. Telefonin ringdi; tað var Charles Jacobsen í hinum endanum sum spurdi, um tað var gjørligt at fáa havnanevndina í kommununi at taka brúnna í bátahylinum alment í nýtslu við at rógva inn í hylin og leggja at. Sam- stundis nevndi hann okkurt um eina mikrofon, og um eg møguliga kundi siga nøkur fá orð. Kári segði, at tað næsta, hann sá, var eitt stórt skelti í besta amerikanska stíli, sum var sett upp við Bakkavegin. - Her varð við stórum stavum greitt frá, hvat henda skuldi niðri á havnalagnum í dag, og at havnanevndarformaðurin skuldi flyta fram røðu - hetta helst fyri at stytta stundina, til grillaðu pyls- urnar vóru blivnar nóg heitar! Megnar arbeiði Kári vísti á, at hetta við uttanduratiltøkum er blivið alt meira vanligt í Runa- víkar kommunu, síðan nýggja býráðið tók við. - Eg veit ikki, um slag- orðið at koma borgaranum nærri, kann nýtast í hesum føri. Men hugnaligt er, tá ið slík tiltøk við laksaborði ella pylsum verða fyri- skipað. So leingi, hesi tiltøk verða væl móttikin av borgarunum í kommununi, kann væntast, at tiltøk av hesum slag framhaldandi verða fyriskipað. - Tað eru ivaleyst mong sum hugsa, at peningur, sum lagdur verður í havna- løg, fyri stóran part er burturspiltur, og at hann kundi verið brúktur til annað fremjandi verk í kommununi. Kári hugleiddi eisini um umhvørvið við bátahylin. - Her er vakurt, og møgu- leikarnir at betra umstøð- urnar, eru eisini góðir. Sunnarlaga í hylinum liggur róðrarneystið og skulu teir, sum fyriskipað kappróður her á staðnum, hava stóra tøkk fyri megnar arbeiði, sum gjørt er fyri at skapa framúr góðar karmar. Tøkk til tykkum sum hava róð og vunnið okkum góð úrslit. Tit hava vunnið heiður og æru til býin. Hægsta ynski okkara er, at hugur og áræði framhald- andi fer at valda millum róðrarfólkið. Kári legði dent á, at Eystanstevnan í framtíðini eigur at telja við í FM- kappingini á hvørjum ári - og ikki sum nú; bert annað- hvørt ár. Spælipláss hjá mannfólki! - Minnist eg rætt, var tað megnar kvinnan og tá- verandi kommunustýris- limurin á Toftum, Jancy Olsen, sum speiðrekandi kallaði bátahyljar fyri spæliplássið hjá mannfólkum. Ivaleyst hevði hon grein í sínum máli, tí eitt er vist: Ótrúliga nógvir tímar verða brúktir til bátin hjá honum, ið hevur hendan sum vinnu ella ítriv. Tá ið hugt verður eftir, hvussu lítið nógvir bátar eru í drift, og hvussu sjáldan hesir loysa frá landi, kann tað tykjast løgið, at so nógv tíð og so nógvur peningur verður nýttur til nakað, sum gevur so lítið fíggjarligt íkast. Ivaleyst hugsa flestu kvinnur, sum varða av, at betri og bíligari hevði verið at keypt nakrar fiskar, og menninir heldur brúktu meira tíð heima. Og Kári reisti spurning- in: - Hvør maður hevur ikki hoyrt konuna biðja um hjálp í urtagarðinum, at tetta eina takrennu, vaska bil, taka pensilin í onku- staðni ella ein hjálpandi hond í aðrar mátar. Men gakk. Hetta mátti bíða, tí nú er so góður streymur, hav- hestarnir eru komnir á sjógvin - ella, "eg eri noyddur at royna byrsuna, tí ein bátur fekk 10 fuglar á Tangafirði í gjár!" Jú, undanførslurnar kunnu vera óteljandi, tá hond skal takast í okkurt heima, men hugurin stendur til sjógvin. Stoltleikin bylgist Í skemtiliga lagnum, helt Kári fram: - Men kvinnur, eitt skulu tit vita! Tá ið kvøldið kem- ur, og maðurin móður og troyttur kemur aftur til hús við nøkrum tertlingum ella fuglum og tveitir seg á sofuna at hyggja eftir Degi og Viku, tá bylgist stolt- leikin í barmi hansara, og hann sigur: "Tað eri eg, sum forsyrgi míni familju og fái mat í munnin". Vælsignaðar kvinnur, takið ikki hesa kensluna frá okkum monnum! Kári vísti nú til sangin sum sigur, at báturin var lívsgrundarlagið undir tí gamla føroyska samfelag- num: Mítt føðiland tað fátækt er, eg veit tað væl. Ei gullsand áin við sær ber um fjalladal. Men meðan líðin elur seyð og havið fisk, So fæst við Guds hjálp dagligt breyð á føroyings disk. Gud signi mítt føðiland Føroyar. - Hesar reglur siga nógv um, hvørjar lívstreytir, for- fedrar okkara høvdu. Pen- ingur var nærum ikki nýtt- ur, og maturin var fuglur, fiskur, kjøt, eplir og korn. Goymsluhættirnir vóru turt ella saltað. Hóast smá kor, so vóru teir gomlu mangan meira takksamir, enn vit eru í dag í yvirflóð okkara. Fyri teir var bønin í faðir- vár: "Gev okkum í dag okkara dagliga breyð" ikki nøkur sjálvfylgja, tí tað kom meira enn so fyri nógvastaðni, at tey ikki vistu, hvat skuldi fáast til matna komandi dagarnar. Bornir uppi av dreymum… Kári vísti á, at forfedrarnir leitaðu higar í smáum bátum, og var tað alt annað enn vandaleyst at sigla tvørtur um Atlantshav, har orkan einans var árar og segl. - Men teir vórðu allir bornir uppi av dreyminum um at koma til eitt land, har livilíkindini vóru betri, enn tey vóru í landinum, haðan teir fóru. Hann segði, at frásagnir- nar eru ymiskar um, hvað- an fyrstu niðursetumenn- inir komu, sum settu búgv her, hví teir rýmdu heim- anífrá, og hví nakrir hildu leiðina fram til Íslands og Grønland. - Tann best kenda søgan sigur, at teir. sum ikki kláraðu siglingina vegna sjóverk, blivu settir av í Føroyum, meðna teir dugnaligastu hildu leiðina fram. Mær dámar best tí grønlandsku útleggingina sum sigur, at teir, sum høvdu reinastu samvitsk- una og tískil minst at óttast fyri hevndaratsóknum, fóru upp á land í Føroyum, meðan hinir hildu fram. Jú, verri samvitskan var, jú longri burtur leitaðu teir. Kári ásannaði á træ- brúnni á Bakka, at hann nú hevði gloymt tíð og stað, tí tankarnir fóru at sveima so víða. - Men eg fari at biðja tykkum bera yvir við mær, legði hann aftrat. Hann segði, at ein hátíð- ardagur sum hesin, eigur at vera hugnaligur, tí øll kunnu fegnast um eitt stórt stig til tess at betra um umstøðurnar við bátahylin á Bakka. - Flest øll eru vónandi samd við mær í, at stig fyri stig loysnin er einasta gongda leiðin. Verður av- gerð tikin um, at báta- hylurin framhaldandi skal liggja her, verða ábøtur gjørdar eftir tørvi og fíggj- arorku. Nú bátafelag á Bakka er stovnað, vónar havnanevndin, at ynskir og hugskot koma frá felagnum um, hvussu skynsamiligast kann farast fram. Eingin loysir Í røðuni nam Kári við søg- una, hann herfyri hoyrdi ein kollfirðing siga frá einum veljarafundi í Kollafirði: - Her hevði eitt av val- evnunum orðið og greiddi so livandi frá, hvat gerast skuldi komandi valskeið. Eisini greiddi hann frá, hvat framt var í skeiðnum, sum farið var. Eitt nú segi hesin, at nú høvdu kollfirð- ingar fingið ein góðan bátahyl - ja, hetta var so nógv tann besta í landinum. Ja, hylurin var so góður, at ongin av bátunum, sum var komin at liggja í bátahyl- inum, fór útaftur. At enda takkaði havna- nevndarformaðurin øllum, sum virkað hava fyri, at hesin dagurin gjørdist veruleiki. - Eg vóni, at nýggja bátahúsið saman við betr- aðum umstøðum kring og í hylinum fara at skapa góðan trivna og nøgdsemi, segði Kári P. Højgaard. Bátahyljar spælipláss hjá mannfólki! Kári P. Højgaard, formaður í havnanevndini hjá Runavíkar kommunu, var í góðum hýri, tá ið hann helt røðu í samband við, at træbryggjan í bátahylinum á Bakka er liðug. Myndir: Vilmund Jacobsen Gongd fáast á politiska orðaskiftið um yvirtøku av persóns-, familju- og arvarætti Roynhøllin var stúgvandi full av fólki, tá triðja inn- leiðandi umfarið í Nósabarnaprixnum varð hildið í Hvalba leygardagin TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Tað vóru komin nógv fólk at lurta eftir børnun- um, sum skuldu syngja í Barnaprixnum í Suðuroy. Tann triðja innleiðandi kappingin varð hildin í Roynhøllini í Hvalba, og ein av luttakandi gentu- num kundi tryggja sær pláss í finaluni. Tað gjørdist Sólfríð Bech, sum sang sangin »Tey kalla meg Babe« hjá Kulum Rótum. Lagið var gott í høllini undir allari kappingini, og ikki minst tá vinnarin varð funnin. Sólfríð verður nú við á finaluni í november og á fløguni, sum verður givin út í sambandi við tiltakið. Næsta innleiðandi um- farið verður í Klaksvík 14. september. Tiltakið verður í KÍ-høllini kl. 19.00, og atgongumerki kunnu keypast á Kunn- ingarstovuni í Klaksvík og á hinum vanligu støð- unum frá 4. september, upplýsa fyrireikararnir. Jens Marni Hansen hevur verið at sæð í lýsingum fyri Pop- stars-sendirøðina, sum byrjar á danska TV2 týskvøldið TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Nú fer danska sjónvarps- rásin TV2 undir at senda Popstars. Kappingin var eisini á skránni í fjør, men hesaferð hevur ivaleyst størri áhuga millum føroy- ingar, tí ein føroyskur sang- ari kom væl áleiðis í kapp- ingini. Jens Marni Hansen var fyrr í ár niðri til upptøku- royndirnar, og TV2 fylgdi hansara luttøku í kapping- ini. Nú fæst so at síggja, hvat er komið burtur úr hesum, og hvat TV2 fer at vísa við Jens Marna í mið- deplinum. Jens Marni sæst aftur Popstars er ein kapping fyri einstaklingar, har tað ræður um at gera vart við sang- evnini hjá sær. Ein vinnari verður kosin millum tey mongu fólkini, sum bjóða seg fram. Í lýsingum um Popstars sendirøðina, sum TV2 hev- ur sent seinastu dagarnar, hevur Jens Marni Hansen verið at sæð, meðan hann syngur sangin Angels hjá Robbie Williams. Popstars byrjar á TV2 týskvøldið klokkan 19.00 og heldur fram komandi vikurnar. Lítil ivi er um, at Sjónvarp Føroya fer at senda sendirøðina eisini. Fríggjadagin var fyrsti fundur á em- bætismannastigi í samband við yvirtøk- una av persóns-, fam- ilju- og arvarættin- um, sum eftir ætlan skal koma á føroyskar hendur í hesum val- skeiðinum. Høgni Hoydal, landsstýris- maður, fer nú at fáa gongd á politiska orðaskiftið um málið, sum seinni í hesi ting- setu skal til aðalorðaskifti í løg- tinginum. YVIRTØKA Jón Brian Hvidtfeldt Fríggjadagin var fundur í danska løgmálaráðnum millum føroysk og donsk embætisfólk sum liður í fyrireikingunum at flyta málsøkið persóns-, familju- og arvarætt á føroyskar hendur. Fundurin var tann fyrsti í hesum umfari, og tað eydnaðist ikki at leggja nakra tíðarætlan fyri, nær yvirtøkan skal fara fram. Men Høgni Hoydal, landsstýrismaður í lógar- málum, sigur, at landsstýrið hevur sett sær fyri, at máls- økið skal yvirtakast í hes- um valskeiði. Frágreiðing gjørd Sitandi og undanfarna landsstýri hava fyrireikað yvirtøkuna av málsøkinum persóns-, familju- og arva- rætti í umleið eitt ár, og í hesum sambandi hava embætisfólk og løgfrøðing- ar í almennu umsitingini, saman við øðrum løgfrøði- ngum, sum í sínum arbeiði hava við mál av hesum slag at gera, gjørt eina frágreið- ing. Henda frágreiðing skal reinskrivast, og síðan er ætlanin at hon skal vera grundarlagið undir einum aðalorðaskifti í løgtingi- num. Høgni Hoydal, lands- stýrismaður í lógarmálum, sigur, at aðalorðaskiftið verður í hesi tingsetuni, men enn er ikki greitt, hvørt tað verður áðrenn ella eftir nýggjár. Høgni Hoydal vísir á, at tað er sera tídningarmikið at fáa gongd á politiska orðaskifti um málið, tí talan er um eitt stórt málsøkið, sum m.a. ásetur lógir fyri hjúnarlag og –skilnað, for- eldramyndugleika, skrásett parlag osv. Spurningar, sum viðkoma hvørjum einasta føroyingi. Eins reglur Í juni mánað samdust Høgni Hoydal og danski løgmálaráðharrin Lene Espersen um at fyrireiking- arnar til at yvirtaka málsøk- ið skulu byrja, og fundurin á embætismannastigi síðsta fríggjadag var fyrsta úrslit av hesum.. Norðurlendsku løgmálaráðharrarnir samd- ust í juni um, at arbeiðast skal fram ímóti, at lógirnar á økinum skulu vera eins í øllum Norðurlondum. Ein stór norðurlendsk frágreið- ing er gjørd um málið, sum m.a. vísir á, hvørji evni eiga at verða viðgjørd í felags norðurlendskum høpi, so lógargrundarlagið verður eins. Tað er Norðurlendska Ráðharraráðið, sum hevur latið kanningina gjørt, og niðurstøðan í henni er í stuttum, at somu rættarregl- ur eiga at galda í øllum Norðurlondum. Grundgev- ingin er, at rættindi hjá fólki eiga ikki at broytast, tá tey flyta úr einum norð- urlandi í annað at búgva. Í frágreiðingini varð komið til, at felags reglur eiga at vera galdandi í øllum Norð- urlondum í 2006. Men enn eru tó ongar politiskar av- gerðir tiknar, sum siga, at so skal vera. Landsstýrið hevur í sínum lagi sett sær fyri, at Føroyar eisini skulu hava somu lóggávu og somu rættindi í persóns-, familju- og arvarætti sum hini Norðurlondini. Fundur aftur í oktober Fundurin í danska løgmála- ráðnum fríggjadagin var fyrsti fundur millum før- oyskar og danskar embætis- menn. Nýggjur fundur er avtalaður at vera í oktober og hann verður somuleiðis á embætismannastigi. Høgni Hoydal sigur, at mál- ið nú gongur sína gongd, har arbeiðið fyribils verður gjørt á embætismannastigi. Sjálvur fer hann ikki á fund aftur um yvirtøkuna av per- sóns-, familju- og arvarætti, fyrr enn onkrir politiskr ivaspurningar møguliga stinga seg upp ella tá málið er liðugt fyrireikað. Høgni Hoydal sigur, at megað verður ímóti, at arb- eiðið verður liðugt í hesum valskeiðinum, og at máls- økið tá er komið á føroysk- ar hendur. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í lógarmálum, vil hava gongd á politiska orðaskifti um yvirtøkuna av persóns-, familju- og arvarætti. Savnsmynd Sólfríð Bech gjørdist triði vinnarin Popstars byrjar í kvøld Jens Marni Hansen var fyrr í ár niðri til upptøkuroyndirnar, og TV2 fylgdi hansara luttøku í kappingini. Nú fæst so at síggja, hvat er komið burtur úr hesum, og hvat TV2 fer at vísa við Jens Marna C M Y K 13 12