Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. september 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Nr. 167 • týsdagur • 3. september 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Jens Petur Brattalíð vildi ikki hava, at nakar skuldi hjálpa til, tá Øssur Hansen fyrireikaði seg til at skjóta brotsspark, og kappingarnevndin hevur gjørt av, at B68 og B36 skulu spæla umaftur í kvøld ILLVEÐURSDYSTUR Jóannes Hansen Tað vóru fleiri, sum tóktust vera til reiðar at hjálpa til, tá Øssur Hansen í nógva vindinum og regninum á Svangaskarði sunnudagin skuldi skjóta brotsspark ímóti málinum hjá René Tórgarð. Men dómarin, Jens Petur Brattalíð, segði, at tað kundi ikki verða talingur um sovorna hjálp: – Reglurnar siga, at tá brotsspark verður tikið, skulu eingir aðrir spælarar vera í brotsteiginum enn teir báðir, sum eru uppií. Tað vil siga málverjin og so tann, sum skal skjóta brots- spark. Um talan hevði verið um fríspark ella horna- spark, so hevði einki verið í vegin fyri, at onkur spælari syrgdi fyri, at bólturin lá stillur, men tað kundi ikki koma upp á tal, tá talan var um brotsspark, sigur dóm- arin. Bólturin fekst ikki at liggja, og so bríkslaði dóm- arin fyri síðstu ferð. Umaftur í kvøld Karl Vidtfeldt, formaður í kappingarnevndini hjá FSF og kappingarstjóri, sigur, at nýggjur dystur verður spældur á Svangaskarði í kvøld klokkan 18.30: – Vit halda okkum til grein 32 í kappingarregl- unum fyri fótbólt. Har verður í øðrum stykki um- røtt, hvat skal gerast, tá líkindini ikki eru nóg góð at spæla. Dysturin kann í mesta lagi útsetast ein tíma. Um dysturin ikki verður liðugt spældur, skal kapp- ingarnevndin hava boð um hetta, og so verður nýggjur dystur ásettur. Tað er hetta, sum vit nú hava gjørt, sigur Karl Vidtfeldt. Hevði talan verið um eitt nú tennisdyst í Wimbledon, so høvdu reglurnar verið øðrvísi. Har er tað soleiðis, at dysturin verður niður- lagdur, um regn ella ill- veður ger, at tað ikki ber til at spæla. So verður dyst- urin tikin upp aftur, har hann var komin til. Um hesar reglurnar høvdu verið galdandi, so hevði dysturin byrjað aftur við, at støðan hevði verið 3–1 til B36, og við at Øssur Hansen skuldi skotið brotsspark!! Annars skilja vit á for- manninum í kappingar- nevndini, at dómarin var eitt sindur ivasamur, um tað yvirhøvur vóru líkindi at fara undir dystin á Toftum. Men hann gjørdi av, at tað skuldi roynast. Veðrið øtl- aði, og um teir ikki vóru givnir, tí bólturin ikki fekst at liggja, so hevði verið neyðugt at gevast eina lítla løtu seinni, tá veðrið versn- aði heilt nógv. Nú verður talan um nýggjan dyst, og tað ber væl til at ímynda sær, at venjararnir fara at gera onkrar skiftingar á liðnum. Reglurnar siga, at tá brotsspark verður tikið, skulu eingir aðrir spælarar vera í brotsteiginum enn teir báðir, sum eru uppií, sigur Jens Petur Brattalíð, sum at enda sá seg noyddan at blása dystin millum B68 og B36 av Brotsteigurin skal vera manntómur 14 Nr. 167 - 3. september 2002 Farmaskipið Clare, sum Smyril Line leigar, fer frá 1. oktober at sigla til Skotlands, eins og framvegis verður siglt til Hanstholm fríggjakvøld. Hósdagstúrurin til Danmarkar verður enn sum áður sigldur við Norrønu vetrar- hálvuna. Tá nýggja Norrøna er komin í sigling, fer hon at røkja vetrarsiglingina til Skotlands ÚTFLUTNINGSRUTA Edvard Joensen Útflutningsmøguleikarnir hjá føroyingum batna mun- andi, tá Smnyril Line fer at senda skip til Skotlands hvønn týsdag. Nýggja ferðaætlanin kemur í gildi tann 1. oktober. Farmaskipið Clare, sum Smyril Line leigar, fer frá fyrsta oktober at sigla hvønn týsdag til Aberdeen. Hugsað verður fyrst og fremst um útflutning av feskum fiski, sigur Smyril Line. Týsdagstúrurin hjá Clare byrjar sum nakað nýtt í Klaksvík týsdag klokkan 15.00, og av Havnini verður farið klokkan 18.00 bein- leiðis til Aberdeen. Á veg heimaftur verður lagt at á Drelnesi hóskvøld, og síðan verður farið til Havnar. Fríggjakvøld fer Clare so av Havnini klokkan 18.00 umvegis Drelnes til Hanst- holm. Norrøna siglir eisini í vetur av Havnini hóskvøld umvegis Lerwick í Het- landi til Hanstholm og sama veg heimaftur. Komið verður aftur á Havnina mánamorgun klokkan 06.00. Vetrarferðaætlanin hjá Norrønu byrjar úr Hanstholm leygardagin í komandi viku, tann 14. september. Uppbygging Smyril Line hevði tíð- indafund mánamorgunin, har nýggja rutan varð kunngjørd. Smyril Line ætlar við nýggju rutuni hjá Clare til Aberdeen at økja møgu- leikarnar hjá føroyskum útflytarum at náa euro- peiska marknaðinum, sigur Óli Hammer, stjóri á Smyril Line. Clare kann eisini taka 12 ferðafólk umframt bilar við á hvørjum túrinum. Í fyrsta umfari verður tað farmaskipið Clare, sum Smyril Line hevur leigað nú í eina tíð, sum fer at sigla til Skotlands. Men næsta vetur aftur fer nýggja Norrøna at taka yvir. Tá so Norrøna fer í summar- sigling, verður eitt ro-ro skip leigað at røkja farma- rutuna til Skotlands. Óli Hammer segði á tíðindafundinum, at áhugi er millum útflytarar í Føroyum at brúka eina rutu fyrrapart í viku. Tað fer at gera tað møguligt at røkka vikuskiftissøluni inni á europeiska meginland- inum, eitt nú í Boulogne í Fraklandi, har nógvur feskur fiskur verður seldur. Men Nýggja Norrøna fer ikki at sigla til Aberdeen, uttan onkra havn nakað syðri, upplýsti stjórin á Smyril Line á tíðinda- fundinum mánamorgunin. Grundin er tann, at Norrøna verður ov breið til innsiglingina í havnini í Aberdeen, sum eisini er heldur ótrygg á onkrari ávísari ætt, og av og á verður stongd vegna veður- líkindi. Føroyingar fara tí at uppliva at fáa eitt skip, sum er ov stórt at sigla til Aber- deen við. Hvør komandi havnin hjá Norrønu í Skotlandi skal vera, vildi Óli Hammer ikki upplýsa, tí enn eru sam- ráðingar við viðkomandi myndugleikar í Skotlandi um tað. Kortini helt hann fyri, at Edinbourgh er ikki minni áhugaverdur býur at vitja, enn Aberdeen er, uttan tó at vilja vátta ella avsanna, at tað verður so langt suður, Norrøna fer at sigla. Fleiri ferðafólk Tá nýggja Norrøna fer at sigla til Skotland, verða ferðamøguleikarnir hjá føroyingum tann vegin munandi betri, enn teir eru í dag. Í vetur fer Norrøna at leggja at í Hetlandi á veg til og úr Danmark, og tað merkist longu nú á fyri- spurningunum, segði Óli Hammer á tíðindafundin- um mánadagin. Hann greiddi frá, at bara til tann fyrsta túrin hava 500 fólk longu bílagt sær ferðaseðil úr Hanstholm til Lerwick og Havnar. Av Smyril Line verður sagt, at ferðafólkaflutn- ingurin í vetrarhálvuni økt- ist munandi í fjør, og longu nú síggja tølini væl út fyri komandi vetur. Óli Hammer, stjóri, segði á tíðindafundinum, at longu seinasta vár var ferðafólka- talið hægri, enn roknað varð við alla vetrarsigl- ingina. At Norrøna í vetur fer at sigla til Lerwick, ger eisini møguleikarnar hjá føroy- ingum at koma til Skot- lands munandi betri hesa tíðina, tí úr Lerwick verður sambandið munandi betri, tá nýtt reiðaríð fer at sigla við spildurnýggjum skipum til Aberdeen um mán- aðaskiftið komandi. Møguleikar verða tá hjá føroyingum at skipa fyri bólkaferðum, vinnuferðum og tílíkum og á tann hátt fáa gagn av betraða ferða- sambandinum tann vegin, eins og teimum møgu- leikum, sum Skotland hevur at bjóða, meta tey á Smyril Line. Nú kemur týsdagstúrurin til Skotlands Clare fer í vetur at sigla við farmi úr Føroyum til Aberdeen hvønn týsdag Savnsmynd Tá nýggja Norrøna, sum júst er flotað, fer at sigla til Skotlands, fara ferðamøguleikarnir tann vegin at batna heilt munandi í vetrarhálvuni Mynd: Jan Müller C M Y K 14