týsdagur 3. september 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 167 - 3. september 2002
17
Tað er ikki sørt, at
skotskir miðlar sýna
komandi dystinum
millum Føroyar og
Skotland ans, og yvir
høvur tykist fatanin
vera, at skotar als ikki
skulu rokna við
nøkrum løttum dysti
LANDSDYSTUR
Jákup Mørk
Tað er sjáldan, at útlendski
áhugin fyri einum føroysk-
um landsdystir er somikið
stórur, sum nú Føroyar
komandi vikuskifti skulu
taka ímóti Skotlandi.
Í farnu viku hava mest
sum øll tey stóru bretsku
bløðini havt drúgvar grein-
ar um Føroyar og føroyska
liðið, og fleiri teirra hava
eisini havt tíðindafólk her á
leiðini, sum hava gjørt
samrøður við leikarar og
onnur, sum varða av før-
oyska landsliðnum. Eisini
her á Sosialinum hava vit
merkt hendan áhugan, og
farnu vikuna mundi valla
fara ein dagur framvið,
uttan at útlendsk tíðinda-
fólk ringdu, og vildu hava
upplýsingar um føroyska
landsliðið.
Óttast
Og tað er ikki sørt, at skotar
bera ótta fyri, hvussu
úrtøkan fer at verða á
Svangaskarði leygardagin.
Síðani Berti Vogts av-
loysti Craig Brown í venj-
arasessinum, hevur skotska
landsliðið tapt fimm dystir
á rað, og tó at hetta hevur
verið móti sterkari tjóðum
enn Føroyum, so tykjast
skotarnir ikki álvuligir. Ikki
minst orsakað av góðu
føroysku úrslitunum, tá vit
seinast vóru í bólki við
skotum. Ta ferðina endaði
dysturin á Svangaskarði
javnur, 1-1, meðan talan í
Skotlandi
gjørdist
um
tepurt føroyskt 2-1 tap.
Enn eru miðlarnir ikki
farnir at krevja landsliðs-
venjarin, Berti Vogts, úr
starvinum, men tað er lítið
at ivast í, at hetta fer at
standa ovarliga á bredd-
anum, um talan ikki verður
um sigur á Svangaskarði.
Sjálvur tykist Vogts tó
ikki óttast eina slíka lagnu,
men roynir heldur at leggja
dentin á, at skotska liðið í
løtuni er í eini nýggjari
fasu, har tað fyrst og fremst
ræður um at smíða eitt nýtt
lið saman, sum í framtíðini
kann vera við til stórar
altjóða avbjóðingar.
Hann hevur tó fylgt væl
við, hvussu føroyska liðið
hevur staðið seg, og millum
annað var høvuðsvenjarin
hjá skotsku U-landsliðun-
um, Jim Sinclair, í Føroy-
um, tá okkara menn vunnu
3-1 á Liktenstein.
Sambært blaðnum, the
Scotsman, sigur Sinclair
um føroyska liðið, at spælið
ikki er eins lívligt, sum tað
var fyri trimum árum síð-
ani, og eisini heldur hann,
at tað kann verða ein fyri-
munur fyri skotar, at spæli-
skipan okkara nú er broytt
til 4-4-2. Hetta tí hann
roknar við, at føroyska liðið
nú í minni mun fer at leggja
dent á verjufótbóltin. At
enda sigur Sinclair, at teir
leikarar, sum skotar serliga
skulu ansa eftir, eru Jón Rói
Jacobsen, Jákup á Borg og
Helgi L. Petersen.
Venja móti unglingum
Eftir at flestu leikararnir
hava verið í dysti fyri feløg
síni um vikuskiftið, savnaði
Berti Vogts hópin sær
mánadagin, og tað er longu
greitt,
hvussu
upplegg
hansara til dystin verður.
Sambært the Scotsman,
so hevur venjarin longu
gjørt greitt, at skotska liðið
í mestan mun skal royna at
spjaða spælið væl út á
vengirnar, soleiðis at før-
oyska verjan verður tagað
sundur. Og til endamálið
hevur hann fingið skotska
U-18 liðið at spæla móti A-
landsliðnum, har ungling-
arnir skulu halda seg til
føroysku
spæliætlanina
verður sagt. Hvussu hetta
so skal skiljast...
Kanska ber hetta boð um
eitt ávíst slag av arrogansu,
at skotskir unglingar so-
leiðis
verða
nýttir
til
venjingarnar, og yvirhøvur
tykist tað so, at Berti Vogts
hóast alt ikki hevur stór-
vegis virðing fyri føroyska
liðnum. Sum skilst hevur
venjarin nevnliga boðað
frá, at talan bert verður um
eina venjing, meðan liðið
er í Føroyum, og at hann als
ikki áhugaður í at venja á
Svangaskarði undan dystin-
um!
Tað er nú bert ein
spurningur um
formalia, áðrenn FS
Vágar aftur er í bestu
deildini
2. DEILD
Jákup Mørk
Tað hevur tókst greitt alt
árið, at vágamenn hava havt
tað sterkasta liðið í næst
bestu føroysku fótbólts-
deildini, og nú tykist tað
bert vera ein spurningur um
tíð, áðrenn hesin veruleikin
verður staðfestur.
Leygardagin
vitjaðu
vágamenn í Runavík, og
eins og tað hevur verið
galdandi seinastu nógvu
umførini, so endaði tað
aftur hesa ferð við trimum
stigum til Vágarnar.
Fyri steðgin kom bert tað
eina málið, og syrgdi John
Johannesen fyri hesum.
Seinna
umfarið
kundu
Sonni Johansen, Jens Erik
Rasmussen
og
Elfinn
Ørvarodd tryggja sigurin,
og nú kunnu vágafólk helst
gleða seg uppflytingar-
veitsluna, sum eftir øllum
at døma verður hildin, tá
lerirvíkingar koma vestur at
spæla komandi vikuskifti.
Eru vísir
Sjálvandi skulu teir ikki
kanna sær bitan, áðrenn
hann er svølgdur, og enn
kann tað í teoriini ganga
galið, men so er eisini alt
sagt.
Sum støðan er á stiga-
talvuni, so er munurin nið-
ur til sumbingar, sum er
næsta liðið av teimum
kunnu flyta upp, 12 stig.
Og við fýra dystum eftir
skal tað ganga verri enn av
skriðjuni til, um oddasess-
urin ikki skal varðveitast.
Og sum vit áður hava
nevnt, so tykjast vágamenn
eisini betri fyri til tilveruna
í bestu deildini, enn teir
gjørdu, tá liðið í fjør
noyddir úr bestu deildini.
Fyrst og fremst tí felagið í
ár fekk tilgongd av fleiri
leikarum, sum áður hava
verið í útlegd aðrastaðni,
umframt at tveir brasiliu-
menn eisini vórðu fingnir
til vega.
Og við útlitum fyri ein-
um komandi undirsjóvar-
tunnili er einki at siga til, at
fótbólturin eisini væntar
sær betri kor. Tá verður tað
í
øllum
førum
meira
ómaksleyst hjá leikarum,
sum arbeiða í miðstaðar-
økinum, at koma vestur til
venjingar og dystir, og
megnar felagið framyvir at
steðga útflutninginum av
leikarum, sum annars hevur
eyðkent seinnu árini, so fer
brádliga at síggja heilt ljóst
út.
NSÍ-FS Vágar 0-4(0-1)
0-1: John Johansen
0-2: Sonni Johansen
0-3: Jens Erik Rasmussen
0-4: Elfinn Ørvarodd
NSÍ-FS Vágar 0-4 (0-1):
Bert eitt stig restar
Skotarnir koma
17
16
Nr. 167 - 3. september 2002
Fleiri av teimum, sum
annars eru givnar við
hondbóltinum í
fremstu røð taka nú
á, soleiðis at fyrstu-
deildarhondbóltur
eisini verður í Klaks-
vík komandi veturin
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Herfyri vistu vit at siga frá,
at tað var álvarsligur vandi
fyri, at Stjørnan í Klaksvík
ikki fekk mannað lið til
komandi hondbóltslands-
kappingina.
Orsøkin var heilt einfalt,
at tilgongdin í felagnum
ikki stendur mát við frá-
gongdina. Fleiri av teimum,
sum áður hava mannað
besta liðið - og sum vóru
føroyameistarr fyri hálvum
triðja ári síðani - eru ikki
longu í Føroyum. Kreppan
av álvara gjørd sjónlig, tá
felagið so eisini kallaði til
fundar, har gerast skuldi av,
hvørt kvinnuliðið yvirhøv-
ur skuldi taka lut í kapp-
ingini, men so álvarsligt
gjørdist tað ikki kortini.
Geir Wardum er formað-
ur í hondbóltsdeildini hjá
Klaksvíkar Ítróttarfelag, og
tó at hann er alt annað enn
fegin um støðuna, so á-
sannar hann tó, at tað er ein
lætti, at felagið hóast alt fer
at taka lut í kappingini.
- Vit hava í øllum førum
gjørt av at gera eina roynd
til tess at skava eitt lið sam-
an, men tað verður so langt
ífrá talan um eitt lið, sum
kemur at gera vart við seg í
oddinum av landskapp-
ingini, heldur hann.
- Av liðnum frá í fjør eru
eitt nú Bára Skaale, Joan
M. Joensen og Beinta
Klakkstein burtur, eins og
tað er ivasamt, um Anna
Kristina Samson fer at hava
stundir til hondbóltin, so
tað sigur seg sjálvt, at tað
verður trupult. Í roynd og
veru eru tað bert Una Olsen
og Agnes Masenaite, sum
eru eftir av liðnum, so tað
sigur seg sjálvt, at tað er
sera tunnligt við fólki.
Spurdur, hvørjir leikarar
tað so verða, sum fólk fara
at síggja á liðnum hjá
Stjørnuni í ár, sigur Geir, at
tað verður ein blanding av
teimum eldru, og so út-
lendskari tilgongd.
- Vit hava gjørt avtalau
við
tvær
jugoslavikar
kvinnur, sum skulu henda-
vegin, Daniela Erkovic og
Netasha Spanenkovic, og
so verður talan um leikarar,
sum annars eru givnar í
bestu røðini, men sum hava
játtað at taka eitt tak kort-
ini.
Viðvíkjandi
útlendsku
leikarunum, so leggur Geir
afturat, at hóast avtala er
gjørd um at tær koma til
Føroya at spæla, so tykist
tað kortini ganga meira enn
striltið at fáa øll formligu
viðurskifitni avgreidd. Í
løtuni liggur umsóknin um
arbeiðs- og uppihaldsloyvi
hjá danska Udlændinge-
styrelsen, men hann vónar
kortini, at hetta kemur í
rættlag, soleiðis at tær hava
møguleika at venja eitt
sindur, áðrenn kappingin
byrjar um fýra vikur.
- At fáa føroyskarar leik-
arar at koma til Klaksvíkar
at spæla, tykist í øllum før-
um vera púrasta vónleyst,
so skulu vit hava tilgongd,
so má talan vera um út-
lendskar leikarar.
Hevur tað ikki gott
Yvir høvur heldur Geir
annars, at føroyskur hond-
bóltur – og serliga hjá
kvinnunum - ikki hevur tað
serliga gott í løtuni.
Hyggur tú at ymsu feløg-
unum, so eru tað at kalla
bert tey í Havn, sum ikki
hava trupulleikar við at
finna fólk. Hjá okkum
gjørdist kreppan kanska
eyka sjónlig, nú vit høvdu
fund um málið, men veru-
leikin er, at flest øll feløg
uttan fyri miðstaðarøkið
hava trupulleikar av at
manna liðini, og tað er stórt
spell.
- Her hjá okkum er støð-
an til dømis tann, at fyrstu
leikararnir, sum eru á veg
upp, eru tær, sum í løtuni
manna gentur-16, og tað
verða so helst eini tvey til
trý ár, áðrenn tær eru búnar
til bestu deildina, so fyrst
og fremst ræður bara um at
manna lið komandi árini,
sigur Geir Wardum at enda
um støðuna hjá hondbólti-
num í Klaksvíkini.
Mortan Hansen var
óheppin at keiggja
sær fótin, og tí
gjørdist tað ongan
tíð aktuelt at tosa
um nakran
sáttmála
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Sum vit skrivaðu fyri
einari viku síðani, so
hevur strikuspælarin hjá
Tjaldrinum og lands-
liðnum, Mortan Hansen,
seinastu vikuna verið í
Íslandi, har hann hevur
roynt at spælt seg til ein
sáttmála við Þór í bestu
íslendsku
hondbólts-
deildini.
Skaddur
Í
hesum
umfarinum
verður tað tó av ongum
við ætlaða sáttmálanum.
Mortan
skuldi
sum
partur av royndarvenj-
ingini taka lut í eini
kapping, har fleiri av
bestu íslendsku feløg-
unum tóku lut, men
longu í fyrsta dysti sín-
um var hann so óheppin
at meiða sær fótin.
- Eg hevði sitið á
beinkinum allan tann
fyrsta dystin, sum liðið
hevði spælt, men tá vit
so fríggjadagin spældu
móti Fram, slapp eg at
byrja inni. Ta einu ferð-
ina í dystinum skuldi eg
royna meg við hoppi-
skoti, tá eg fekk eitt
skump, og tíverri kom
eg somikið skeivt niður,
at eg keigdi fótin. Fót-
liðið gjørdist alt fyri eitt
hovið, so nú er helst
talan um ein steðg upp á
einar tvær til tríggjar
vikur,
sigur
Mortan
sjálvur um óhappið, og
tað er ikki sørt, at hann
harmast um hetta.
- Eg skal ikki siga, at
eg hevði roknað við
nøkrum sáttmála. Tað
kom so ongan tíð upp á
tal, nú skaðin kom, men
eg haldi tó, at tað gekk
hampuliga væl hjá mær.
Teir royndu eisini at
spyrja, hvussu eg treivst,
og um eg hevði trupul-
leikar av nøkrum slag,
so teir tóktust í øllum
førum áhugaðir.
Fer til Tjaldur
Mánadagin skuldi Mort-
an so vera í føroya-flog-
farinum, og tó at ein slík
avbjóðing sum tann,
sum hann júst nú hevur
havt, er sera stór, so
tykist tað ikki soleiðis,
at strikuspælarin nú bert
situr og bíðar eftir, at
íslendingarnir aftur fara
at ringja.
- Nei. Slettis ikki.
Skuldi onkur áheitan
komið, so var tað sjálv-
andi nakað, sum eg
hugsaði um, men tað er
tó ikki bara sum at siga
tað. Fyri fyrst farið eg so
at spæla við Tjaldur, og
so mugu vit bara síggja,
hvat fer at henda.
- Tað er í øllum førum
soleiðis, at tað skal helst
nakað til, áðrenn eg
farið av landinum at
spæla hondbólt. Sjálv-
andi kann talan verða
um eina stóra avbjóðing,
men tað eigur so altíð at
haldast upp ímóti tí
uttan fyri vøllin. Har
havi eg jú alt, sum eg vil
hava, í Runavík.
- Ikki tí at mær ikki
dámdi væl í Íslandi. Tað
gjørdi eg, og eg kundi
væl hugsað mær at roynt
hetta aftur, men tað vil
so altíð verða ein spurn-
ingur um, hvørjar treytir
tú fært bodnar, sigur
Mortan Hansen at enda.
Stjørnan fer at royna
Hóast hon enn eigur síni bestu hondbóltsár til góðar, so er líkt til, at Una Olsen í vetur fer at teljast millum berandi kreftirnar á
Stjørnu-liðnum, sum hevur havt eina ógvusliga spælarafrágongd seinnu árini
Eingin sátt-
máli í Íslandi
Mortan Hansen keigdi sær fótin, nú hann skuldi royna
at fáa sáttmála í Íslandi, so í fyrsta umfarið gjørdist tað
í øllum førum av ongum
C
M
Y
K
16