Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-09-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. september 1982síða 4

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 tíðindablaðið B | 5 É | | | | | ] Nr. 92 — 16. september 1982 Ivan Johannesen: Skal lastbilur sendast b. eftir 25 kilo av ut- róðrarfiski? Eitt uppskot um at beta um avreiðingarmeguleikarnar á smá- plássunum fekk misjavna undirtøku vil kortini bøta um vidurskiftini Sambandsmenn taka ikki serliga væl undir vid upp- skoti frá fleiri ting- monnum, sum miðjar ímóti at gera meguleik- arnar betri at avreiða út- róðrarfisk á plássum, har einki fiskavirki er. Upp- skotið var til fyrstu við- gerð mánadagin. Framsegumaðurin hjá Sambandsflokkinum, Flemming Mikkelsen, vísti á, at fyri trimum árum síðani hevði Sam- bandsflokkurin eitt líkn- andi uppskot í Tinginum, men at hetta fekk ringa mótteku Bæði Tjóð- veldisflokkurin og Fólka- flokkurin atkveddi ímóti. Hann vísti á, at ábetur vóru tó gjerdar og at flut- ningsstudningurin var hækkaður Somuleiðis segði Mikkelsen, at landsstýrið arbeiðir við hesum spurningi. Tí var hann ikki millum upp- skotsstillararnar Formaðurin í fíggjar- nevndini, Ivan Johanne- sen, setti spurnartekin, hvussu langt niður farast kundi. Hann spurdi, um ein lastbilur skuldi send- ast eftir id. 25 kg. av fiski. Uppskotið egin rættuliga undirteku frá Flemming fekk hin- góða ødrum Tydning fyri menn og bygd Hilmar Bech, ein upp- skotsstillari, visti å, at tad r trupult at sleppa av vid fiskin å plåssum, har einki virki er. Hann segði, at ofta máa hesir útróðrarmenn — ofta menn sum hava balst á sjónum heila teirra lív — sigla framvið heimbygdini fyri at sleppa av við fiskin og so heimaftur, ella noyð- ast teir sjálvir at skaffa bil og koyra til virki við fisk- inum. Í uppskotinum til sam- tyktar skjóta Hilmar Bech, Ove Mikkelsen, Atli Dam, Adolf Hansen, Juul Jacobsen, Hans M. Joen- sen og Tórálvur M. Olsen upp. at legtingið áleggur landsstýrinum í samráð við fiskakeyparar at skipa soleiðis fyri, at útróðrar- fiskur kann avreiðast og/ella avheintast á plássu m, har eingin fiskakeypari er. Í viðmerkingunum verður sagt, at útróðrar- menn ofta mugu nýta nógva tíð og baks fyri at sleppa av við fiskin og at studningurin, sum verður latin, ikki altíð er nóg mikið til flutningsútreiðsl- urnar. Tekur hugin — Slík viðurskifti gera, at meguleikarnir til at reka útróður eru munandi verri á summum plássum enn aðra staðni, og hetta tekur ofta hugin frá monnum at fara á flot. — Hugtakið bygda- menning hevur so mangan verið frammi hesa sein- astu tíðina, og skal nekur meining vera aftan fyri hetta hugtak, so eiga poli- tisku myndugleikarnir at virka við til at laga viður- skiftini soleiðis, at út- róðrarmenn í bygdum, har eingi fiskavirki eru, kunnu hava meguleikar til at sleppa av við veiðuna so lagaliga sum tað letur seg gera, siga uppskotsstill- arnir. Teir mæla til, at lands- kassin ber útreiðslurnar, sum fiskakeypararnir fáa. Maður kannað viðurskiftini Juul Jacobsen roknaði ikki við, at nakað úrslit fór at spyrjast burturúr, tá fiskakeyparar komu í myndina. Hann sipaði til eitt ting- mál í síðstu tingsetu, tá landsstýrið lovaði at seta seg í samband við Fiska- seluna, soleiðis at avskip- ingarmíeguleikarnir gjørd- ust betri á teimum pláss- um, sum ikki hava veru- liga avskipingarhavn Tingmaðurin fyri Fram- burðs- og fiskivinnuflokk- in segði, at einki var hent. Olaf Olsen, landsstýris- maður, upplýsti, at lands- stýrið hevur havt ein mann at kannað viður- skiftini við avskiping. Annars segði Olaf Olsen seg vóna, at landsstýrið fór at fáa eina skipan við virki og útróðrarmenn, sum búgva á plássum sum liggja illa fyri, soleiðis at hesir fáa somu meguleikar sum menn, ið búgva har virki eru. Landsstýrismaðurin segði, at maðurin, ið hevur á Tingi, men landsstýrið arbeitt við hesum mål- unum, hevur nýliga givið landsstýrinum eina frá- greiðing um spurningin. Greiðari upp- lýsingar Formaðurin í fíggjar- nevndini, Ívan Johanne- sen, upplýsti, at ein samd fíggjarnevnd hevur tikið undir við, at ein stuðuls- skipan kom í gildi í Mangastaðni er torført at sleppa av við útróðrarfisk. Fleiri tingmenn vísa á, at Sumba er eina ringast fyri í so máta teimum førum, har veiðan ikki kann tilvirkast á staðnum. Sambandsmaðurin eftir- lýsti eini reglugerð um, hvussu farast skuldi fram í samband við flutnings- stuðul og spurdi, hvussu langt niður skuldi farast. Í hesum sambandi ynskti hann eina gjelligari til- skipan, hvat uppskots- stillarnir vildu. Og Adolf Hansen kundi svara honum. Hann mælti t.d. til at fáa eina skipan við ísing, soleiðis at út- róðrarfiskurin varð fluttur til virki í bili við ávísum millumbilum. Annars vónaði hann,a t landsstýrið fór at taka betur undir við uppskot- inum enn onnur umboð fyri samgonguna. jo-mo Taravirkið brukti arbeiðshatt sum gekk út í 1938 Í hesum degum eru ser- kenir norskir taramenn í Feroyum og gera kann- ingar í samband við tara- virkið á Hulki. Virkið hevur nú verið stongt í rættiliga langa tíð. Norðmenninir skulu kanna taraveksturin við foroyska strendurnar. Roknað verður við, at tað eru eini 400.000 tons av tara á hesum eki, men spurningurin er, um tað lenar seg at skera taran: um hann stendur so mikið hegligt fyri, at ein tara- veiða yvirhevur er len- andi. Hetta er ein nýggjur táttur í ellum prátinum um taraframleiðsluna. Tað hevur ongantíð verið nakað ivamál, at tarin kann útvegast rættiliga lætt. Hetta tykist tó vera altavgerandi spurningurin í letuni. Tað er eisini komið fram í ljósmála, at sjálvur ar- beiðshátturin tvs. hvussu maskinur eru settar upp, hverjar = maskinur og hvussu framleiðslan skal ganga, er ein avoldaður ar- beiðsháttur, sum virki aðrastaðni eru gingin heilt burt frá. Arbeiðshátturin, sum tó bæði Egnsútvik- lingsgrunnurin og Jydsk Teknologisk Institut hava givið sítt grena ljós, er ikki nýttur síðani 1938. Virkið á Hulki varð bygt í 1980. Tað hevur annars verið rættiliga nógvur aktivitet- ur á taragkinum síðani virkið stongdi. Serstak- liga eru tað Menningar- grunnurin og Ídnaðar- grunnurin, sum — vilja kanna allar hugsandi møguleikar fyri, at virkið kann byrja aftur. Í tí sam- bandi vóru fleiri norðmenn í Feroyum herfyri og saman við umboðum fyri grunnarnar, Íd- og Vest- báðar naðarstovuna nordendprojektið fóru teir til Íslands at kanna tara- framleiðsluna har. Enda- málið við ferðini var eitt nú at vita, um tað er gjør- ligt at innflyta turkaðan tara úr Íslandi, fyri at tryggja virkinum á Hulki råvørutilgongd. Kemur nakad positivt burtur úr hesum kanning- um so er greitt, at her kann vera talan um eitt vestnordenprojekt, har foroyingar, íslendingar og norðmenn samarbeiða. jan | | | i A