Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-09-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. september 1982síða 7

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 92 — 16. september 1982 Hvat heldur tú um uppskot landsstýr- isins um at áseta gjald fyri nýtslu av píkadekkum og at seta ferðina, har píkadekk verða brúkt millum bygd- ir, úr 80 niður í 60 km. um tíman? Jákup Lindenskou, tingmaður, jfl.: — Uppskotið hjá landsstýrinum er eitt tyduligt dømi um burekrati, tad krevur meira umsiting, men annars må tad vera rætt at minka um pikanytsluna, ti tad kostar nógv at oyði- leggja vegirnar. Ein betri loysn er at skifta til aðrar mátar, sum t.d. hasi dekkini frá Michelin, men hinvegin er ikki rætt at geva einum forhandlara monopol. Tað var ein vegur at minka tollin upp á dekk, sum kunnu er- statta píkadekk. Petur Reinert, ting- maður, tjfl.: — Eg havi ikki roynt tey nýggju Michelin- dekkini, og kann tí ikki siga, um tey eru eins góð og píkadekk. Eg veit bert, at hjá fólki, sum eru tvung- in at koyra millum bygdir, er neyðugt at hava píkadekk um veturin. Eru 'Miche- lin-dekkini ikki eins góð, so vil eg treyð- ugt vera píkadekkini fyriuttan. Adolf Hansen, ting- maður, fr. fl.: — Eg eri ímóti at gjald verður sett á ávíst slag av dekkum, men kunnu myndug- leikarnir prógva, at hesi dekk eru vanda- mikil í ferðsluni, so er tað í lagi. Viðvíkjandi ferðini haldi eg, at tað er skeivt at minka um hámarksferðina, tí hetta hevur bert við sær, at bilarnir í stød- ugt sterri mun fara at yvirhála, og hetta meti eg sum tað mest vandamikla í ferðsl- uni yVirhøvur. tidindabladid Ein idna sum varð- veitir menniskjans- lig og umhvørvislig virði I dag Jan Miller, skrivar sjónarmið Feroyskt vinnulív á sjógvi og landi er í eini broytingartíð. Veiðumynstr- ið broytist ár undan ári. Fiskifer okkara eru í steðugt sterri mun noydd at troyta heimaleiðirnar. Hetta ger, at tey vanligu fiskaslegini sum toskur, hýsa og upsi verða meira troytt. Tí er neyðugt at leggja um til at veiða enn onnur fiskasleg sum eitt nú svartkjaft, langasporl, gulllaks og laks. Henda gongd hevur eisini við sær broytingar á landi. Bæði fiskiidnad- urin og fiskireiðskapsídnaðurin mugu laga framleiðsluna eftir teimum broyttu fortreytunum. Okkurt gamalt virki má lata aftur og okkurt nýtt lata upp. Serstakliga innan fiskiídnaðin fara at henda stór- ar broytingar. Okta veiðan undir Fer- oyum fer at gera, at fleiri tons verða landað í Feroyum. Hetta kann geva arbeiði til fleiri hendur. Men tey stóru mistu virðini á fjarleiðum sum eitt nú rækjurnar undir Grenlandi gera tað neyðugt, at vit virðisekja tær fiskaverur, sum í framtíðini verða landaðar í Føroyum enn meira. Skjótt fara tí heilt nýggjar greinar at stinga seg fram innan fiskiídnaðin — tað vit vanliga nevna hægri góðsk- ing av fiskinum. Broytta veiðumynstrið, har vit hava mist góðar gamlar fiskileiðir, gjørdi fyri ein part, at einstakir føroyskir politikarar fóru at yppa eksl. Teir vóru svartskygdir yvir Feroya framtíð. Men her hevur tað so tíanbetur víst seg, at bæði menn og kvinnur hava ikki mist dirvi at royna nakað nýtt. Víst hevur verið á alternativar møguleikar. Eitt nú aling av fiski og skeljadjórum, aling av loðdjórum, veiða eftir gággu og eðu, veiða eftir æti og krill, fram- leiðsla av verum úr gróti, framleiðsla av polstraðum meblum — fyri bert at nevna nakað av tí, sum hevur verið nógv frammi í seinastuni. Nógv annað eins áhugavert er annars at nevna. Tað er ógvuliga avgerandi í hesi broytingartíð, at politikarar, pen- ingarstovnar, grunnar og myndug- leikarnir eru við til at stuðla nýggj- um hugskotum, tiltøkum og projekt- blaðmaður um. Tað má ikki vera hugt eftir, hvussu hesi undangongufólk eita, hverjari slekt tey eru av, hvenn poli- tiskan flokk tey hoyra til osfr. Eiheldur mugu peningastovnar og myndugleikarnir bert hugsa um egnan letuvinning, men heldur um, hvat í longdini tænir samfelagnum Feroyum best. Tað er so ikki tað, sum feroying- urin kundi hugsa sær at framleitt í landinum. Her er alt frá toiletpappíri til sethús. Men sjálvsagt er eitt mark fyri, hvat vit eiga og kunnu framleiða sjålvir, ti í nógvum førum skal nærum øll ráveran innflytast. Spurningar, sum mugu verða svar- aðir í ávísan mun, áðrenn farið verður undir nýggja framleiðslu, eru: hvat krevst av iløgum, hvussu stórur er marknaðurin, hvat gevur fram- leiðslan av arbeiði, og hvussu verður fíggjarliga grundarlagið undir eini slíkari framleiðslu ! ! ! Her koma vit at nema við spur- ningin: ein MENNINGARSTOVA. Vit hava í dag eina Ídnaðarstovu, sum als ikki hevur meguleikan í nóg stóran mun at tæna og hjálpa vinnu- lívinum, tí hon er undirmannað. Stundin er komin til, at vit seta á stovn eina Menningarstovu, sum skal hava til uppgávu at samskipa alla ídnaðarútbygging á landi. Tað skal vera mítt ynski, at politikarar og vinnulívið kunnu koma ásamt um at seta eina Menningarstovu á stovn longu í komandi ári. Eitt er so tað at framleiða verur í Feroyum. Men skulu tær hava nakran tjans í kappingini við tær inn- fluttu verurnar av sama slag, so mugu ferovyingar keypa feroyskt. Her mugu virkini gera sær eitt greitt, at feroysku verurnar skulu ikki seljast av berum tjóð- skaparhuga. Okkara verur mugu vera kappingarførar við tær út- lendsku bæði í prísi og góðsku. Her er tað so ein meinbogi, at ávísar inn- fluttar verur eru munandi bíligari og ti »lokka« meira. Tað vita vit eisini, at lætt er hjá snildum og sneggum útlendskum flippu-selumonnum at selja okkum feroyingum. hvat tað skal vera. »Bert lúsin útlendsk er«. eisini Síða 7 Ein meiri miðvís planlegging og stýring og ikki minst ærligheit skal vera grundarlagið undir okkara framtíðar útbygging av vinnulivinum, skrivar Jan Miller, blaðmaður m.a. í sjónarmið í dag. Á myndini elverkið á Sundi og kør til fiskaaling, sum brúka av avlopshitanum. Skal fjørdurin brúkast til aling ella annan idna. Hetta mugu vit tosa opið og ærligt um. Tað mugu ikki vera privat peningaáhugamál, ið avgera lagnuna hjá so týdningarmiklum firði Lat okkum for Guds skyld ikki snobba fyri tí fremmanda, og sostatt drepa okkara egna, sum so mong syrgilig demi eru um í heimsseguni. Lat okkum hava álit á okkum sjálv- um og tí, sum vit sjálvi duga eins væl ella betri at gera enn útlendingar. Demi eru tó um, at innflutt vera, sum fær stuðul aðrastaðni og tí ikki hevur reellan prís, verður seld væl bíligari í kappingini við feroyskar verur. Her eiga okkara politikarar at gera upp við seg sjálvar, hvat eigur at verða tollað meira osfr. Tað er min- sann eingin orsek til at drepa okkara egnu framleiðslu longu í feðingini. Eitt er, hvat tann einstaki brúk- arin keypir. Nakað annað og kanska ikki minst líka týdningarmikið er, hvat teir stóru stovnarnir undir land- inum, handilsfyritekurnar, peninga- stovnarnir osfr. keypa. Aloftast verður keypt úr Danmark, sum demi kann nevnast eitt nú innbúgv. Sagt verður, at tað útlendska kann latast nógv skjótari osfr. Hetta er meguliga rætt, men hví skal alt hava slíkan skund. Og um so er, hví tá ikki til- rættaleggja eitt keyp í góðari tíð, so feroysk framleiðsla kann vera við! Nú um dagarnar er enn ein nýggj framleiðsla komin fyri seg. Tað er polstring av meblum. Framleiðslan hevur víst seg at vera kappingarfer bæði í prísi og góðsku við ta inn- fluttu. Tí vil eg heita á stovnar og fyritekur, almennar sum privatar, ið skulu útvega sær fyri nógvar pengar í slíkum innbúgvi: Leypið ikki á leist- um fyri fremmandum selumonnum, men gevið okkara egnu framleiðslu gætur. Uttan so er henni møguliga ikki lív lagað. Vit eru annars í eini åhugaverdari tíð. Føroyar vísa seg at vera framúr vælegnaðar til aling av fiski og skeljadjórum. Tey fyrstu 500 tonsini eftir einum ári eru seld av landinum til virði omanfyri 10 mill. kr. Eftir- spurningurin er ómetaliga stórur. Eg ivist ikki i, at vit innan 1990 eiga eina alivinnu, sum umsetur fyri meira enn eina hálva milliard krónur um árið. Hetta er ikki superoptimisma, men byggir bert á, hvat úrslitini higartil bera boð um. Tíanverri eftir míni áskoðan hava politikarar verið ov varnir at mæla til at gera ílegur í hesa vinnugrein. Eisini hava myndugleikarnir hugsað ov lítið um at økja um ta gransking, sum fer fram og sum er neyðug, tá tað snýr seg um eina heilt nýggja vinnugrein Gerið tí 1983 til eitt slóðbrótandi ár, innan alifremjandi áhugamál. Í seinasta enda verður tað samfelagið. sum kemur at heysta ágóðan av slík- ari útbygging. Men okkum tervar tilrættalegging. soleiðis at vinnuútbyggingin her á landi ikki bert verður tilvildarlig og tænir áhugamálunum hjá einstøkum peningamonnum. Eg minnist aftur a býráðsfund, har ávísir politikarar royndu at trýsta igjøgnum avgerð um at loyva bygg- ing av stórum svartkjaftavirki á Sundi. Somu menn hevdu als íkki sett seg inn á spurningin viðvíkjandi aling: at júst hesin fjørdurin er best egnaður til aling í landinum. Slíkt má ikki henda, uttan at teir ymsu partarnir hava tosað saman og funnið fram til skilabestu loysnina. Slíkt má ikki trýstast igjøgnum og samtíðis meguliga forkoma megu- leikanum fyri aling á einum firði, sum um bert fá ár kann umseta fyri fleiri hundrað mill. kr. í aliverum. Nú frættist so, at arbeitt verður dúgliga við málinum. Tí er tað mín áheitan: Alari — verð vakin. Í morgin vaknar tú kanska við kaldan dreym: grund- arlagið er tikið undan vinnu tíni! Nei lat okkum fremja eina idnaðar- útbygging her á landi, sum tænir okkum ellum. Eina útbygging, sum ikki bert sær krónur og aftur krónur fyri stavn, men harafturímóti eini út- bygging. sum ger tað liviligt hjá okkum ellum. Vit skulu ikki hava idna fyri ein og hvønn pris. Vit skulu hava eina ídnaðarútbygging, sum varðveitir bæði menniskjanslig og umhvervilig virði. Ein meiri miðvís planlegging og stýring og ikki minst erligheit ska! vera grundarlagið undir okkara framtíðar útbygging av vinnulí jnum. Framhald av síðu 6 at luttaka í einum sak- ligum orðaskifti um tað sum máli snýr seg um. At enda harra lands- skúlaráðsformaður Jákup Mortensen: lutur tín, Edmund í Garði og Lassa Klein í hesum máli tolir neyvan dagsins ljós, lutur tykkara er eftir ellum at døma orsek til tað dálkaða ummæli, landsins hægsti skúlamyndugleiki er við at fáa millum manna. Jákup Mortensen prísar seg lukkuligan fyri at vit her hava frælsi og demo- krati, og at hann ikki býr í ir, einum kommunistiskum einaræðislandi. Men hevur Jákup Mortensen gjert miðvísur løgting. sær greitt, at tad sum jarðleggur fólkaræði og fremur einaræði er makt- misbrúk, tervandi upplýs- ing og — orðaskifti og ágangur teimum stuðlum fólkaræði byggir á m.a. skúlanevnd- landsskúlaráð og móti HåH