Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-09-23, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. september 1982síða 1

allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

f[f[[[[f[|[ OO ILL 55. árg. * kr. 4,- Nr. 95 x hósdagur 23. september 1982 frælsi javnaður brødralag — Tað er ju fri kapping! Hetta er ikki nakad nytt i okkara bankavirksemi. Vit hava bjóðað kundum í nógv- um londum meguleikan at seta pengar á bankabók í okkara banka. At vit nú koma til Feroya og Gren lands er nakað nýtt, og vit meta hetta sum eitt tilboð til allar foroyskar spararar Nakað soleiðis sigur stjórin í Den Jydske Bank í samreðu við Sosialin. Ib Rasmussen, stjóri kemur til Føroya í dag, har hann hevur i hyggju at tosa vid førovingar um henda nyggja møguleikan Í lýsingum og i brøvum send til fleiri túsund fólk í Feroyum sigur danski bankin frá, at feroyski spararin nú kann fáa 12% í rentu við at seta pengarnar á bankabók í jútska bankanum. Hetta er ikki uppá uppsókn. Sama renta í Feroyum liggur um 4“ Eisini bjóðar bankin foroyingum at keypa parta brev, har rentan er 14% Vit spurdu Ib Rasmussen, hví teir koma til Feroya við hesum tilboði. Hann svarar, at talan er jú um fría kapp- ing, og tá Feroyar eru ein partur av danska ríkinum, so er tað tá heilt nåtturligt, at teir koma higar við slíkum til- boði Men um nú so verður, at føroyingar fara at seta pengar í tykkara oanka, fer bankin so at læna pengar til feroyingar undir somu lagaligu treytum sum tit geva spararum? Ikki í fyrstu atlegu. Tað veldst sjálvandi um, hvussu stór undirtekan verður i Før- oyum. Annars komi eg til Feroya hósdagin, so tá eri eg tilreiðar at svara spurning inum meira gjella svarar Ib Rasmussen jan Tað er ikki oftari enn so, at skip siga seg hava fiskað meira enn tey í veruleikanum hava Men tað hendir. Eystur- týski trolarin Peter Kast, sum var her í vár, segði seg hava fiskað 400 tons í mar og 800 í apríl. Tað fekk Vaktar- og bjarging- artænastan at vita. Og dróg 1200 tons frá kvot- uni. Nú fyri stuttum var so kvotan hjá DDR um at vera uppi. Feroysku myndugleik- Russar í hópatali vestanfyri — ongin veit hvat teir fiska Ein armada av sovjett- iskum fiskiskipum — umleið 50 verksmiðju- trolarar umframt móður- skip — liggur í letuni í al- tjóða sjógvi millum Grenland og Feroyar Skipini fiska, men Sosialurin hevur roynt at fingið uppspurt, hvat hesi skipini veiða. Uttan úrslit. Feroysk fiskiskip, sum hava verið í New- Foundlandi og Gren- landi havt siglt beint framvið sovjettisku skipunum og roynt at kalla á tey á altjóða frekvensinum. Men sovjettisku skipini hava ikki latið við seg koma. Talan er um eina leið einar 250 fjórðingar í ein landssynning úr Kapp- anum. Skipini liggja so tett, at feroyskir fiski- menn hava talt meira enn 27 verkssmiðjutrol- arar innan fyri eitt eki uppá 7 fjórðingar. Eingin veit at siga, hvat hesi skipini veiða. Um her eisini kundi verið møguleiki hjá fer- oyskum fiskiskipum, tí talan er um altjóða fiski- leið. Sosialurin hevur fingið upplýst, at talan er neyvan um svartkjaft. Helst er tað tó okkurt pelagiskt fiskaslag. Men eingin veit nakað við ViSSU. Av Fiskirannsóknar- stovuni siga teir seg hava hoyrt um sovjett- isku skipini, men teir vita so ikki meira. Tað kann vera, at teir senda Magnus Heinason avstað. jan Ókeypis dekkkanning og opið hús á Super Dekk Segði seg hava 400 tons — ov nógv ar boðaðu frá hesum. Men so kom svar, at Peter Kast bert hevði fiskað 800 tons í vár. Tá hann gav upp í apríl var tað veiðan fyri mars og apríl samanlegd Hetta vísti seg at vera rætt, tá dagligu fráboðan inar frá trolaranum blivu taldar saman. Og tí fekk DDR tey 400 tonsini aftur. Tey fiskar nú ein annar trolari, Weiskopf hd Bretar gera kanningar undir Feroyum Mánadagin var bretska havrannsóknarskipið >G A. Reay< á Havnini Skipið ger í letuni kann- ingar i føroyskum sjógvi. Teir hava roynt eftir høgguslokki rætti- liga víða um. Teir royna í løtuni við botntroli og fingu í seinastu viku umleið 500 pund uppá hálið. Hetta var norðan- fyri, einar 15—20 fjórð- ingar úr landi. Ætlanin er at royna eftir høggu- slokki = við flótitroli eisini. Hesar royndir verða gjerdar nú. Royndirnar eru ein liður í bretskum kann- ingum av hegguslokki í Atlantshavinum. Teir eru annars sjálvir hug- aðir at byrja heggu- slokkaveiðu sí síðu 6 Vita ikki hver skjeyt Politiið í Klaksvík veit ikki enn, hver tað var, sum hóskveldið í seinastu viku skjeyt móti trimum ungum kvinnum, sum komu gangandi við telefon- steðina Tann eina kvinnan fekk eitt luftbyrsu- hegl í oyrað og noyddist á skaða- stovuna. Politiið hevur fingið heglið og arbeiðir við málinum Politiið hevur heldur ikki tikið nakr- an í samband við eitt innbrot í eini sethús. Myntir í hópatali blivu stolmar. Talan er serliga um eitt, tvey og fimmoyru Myntirnar vóru í krukkum og onnur stóð eftir. A henni hevur politiið funnið fingramerki, sum nú verða kannað. hd Tað er ikki ein gamal trolari, sum sand- ingar ætla at keypa úr Skotlandi. Í Sosi- alinum seinast gjerdu vit helst henda trol- aran nakað eldri enn hann er. Trolarin, sum sandingar hava biðið landsstýrið um innflutningsloyvi til, er ikki tvey ára gamal. Hann hevur bert verið í drift í fimm mánaðir og hevur annars ligið, síðani felagið, sum áttihann, fór á heysin. Sandingar eru als ikki hugaðir at keypa elligomul fiskiskip, tí fiskifloti okkara er sum er alt ov gamal Meðalaldurin liggur um 24 ár, meðan ald- urin fyri trolararnar er um 10 ár. So hesin trolarin verður millum nýggjastu skip í flotanum, fær hann innflutnings loyvi. Og tað vóna sandingar, tí hann skal vera ein hevuðs- stuðulin undir rá- verutilflutninginum til nýggja flakavirki á Sandi