hósdagur 23. september 1982síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
tíðindablaðið
Utgevari: p/f sosialurin
Postsmoga 76,
3800 Argir,
telefon 11820
Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd)
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Møller
Lýsingar: Árni Joensen
oddagrein
ORÐASKIFTIÐ á tingi um eyka-
fíggjarlógina tykist at hava givið
sambandsmonnum nakað at huga
um. Serliga tað sum andstaðan
førdi fram móti landsstýrinum, har
víst varð á, hvussu langt var
millum orð og gerðir í tí eina
spurninginum um ferðing í sam-
band við fiskiveiðusamráðingar,
høvdu sambandsmenn sjálvandi
einki at siga móti tí. Víst varð á, at
teir høvdu nytt 70% meira í ferða-
útreiðslum, enn teir sjálvir rokn-
aðu við á fíggjarlógini og 25% meir
í 1981, enn undanfarna landsstýrið
nýtti seinasta árið tað sat.
HVAT SEGÐI so landsstýrið til
hetta? Einki, har var deydatøgn.
Og hvat skuldu teir siga? Teir vóru
sjálvandi noyddir til at eta síni
egnu orð í seg aftur, sum ikki eina
ferð. Løgmaður er vanliga ikki
smæðin at koma við sínum for-
kláringum í tíð og úrtíð í roynd at
rættvísgera sítt politiska spæl.
Hvar er hann nú? Hvar er nú frí-
merkið, hann kundi greiða allar
fiskiveiðusamráðingar við?
Í STAÐIN fyri letur málgagn hans-
ara,
Dimmalætting, nú huldu-
Uppseting : p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Orð og veruleiki
SUPER DEKK
menninar koma framat í lesara-
brævteiginum við gori og galli
eftir fyrrverandi løgmanni. »Uti-
siglandi føroyingur«, hvør hann nú
er kann vera lika mikið, sigur seg
skammast yvir at hava ferðast
saman við samráðingarnevnd hjá
seinasta landsstýri. Nevnda les-
arabræv liggur á einum so lágum
stødi, at tað neyvan hevur svar
uppiborið, men vísir best, hvussu
meint raktur sambandsflokkurin
er.
UNDANFARNA landsstýri segði
ongatíð, at tað ikki var neyðugt at
vera við til fiskiveiðusamráðing-
arnar. Teir mettu, at hetta var
avgjørt neyðugt og vóru við og
fingu úrslit. Hinvegin metti sam-
bandsflokkurin, at hesar samráð-
ingar kundu greiðast við einum frí
merki og fanst at hinum lands-
stýrinum, tí teir ferðaðust ov
nógv. Nú vísa tølini nakað annað,
og tað er hetta, sum pínir sam-
bandsmenn, og tað skilja vit so
sera væl.
HULDUMANNABRØVINI i
Dimmalætting eru vælkend. Tey
tæna id hvussu so er einum enda-
måli, og tad er at visa okkum
verunligu muru sambandsfloks-
ins.
SERVICE
bjóðar viðskiftafólki og áhugaðum inn á gólvið, í samband
við liðugtgerð av verkstað og hølum.
Fríggjadag 24. september: Ókeypis dekkkanning frá kl. 9
fyrrapart til kl. 6 seinnapart.
Leygardag 25. september: Opið hús fyri viðskiftafólkum og
áhugaðum.
”
Vitjid inn á gólvið!
Heldur
tú
ikki
Nr. 95 — 23. september 1982
Hvat verður av Umlættingar-
heiminum
Í vár, tá eg var tinglimur,
avloysari fyri Hilmar
Beck, setti eg fyrispurn-
ing til landsstýrismannin í
Sosialmálum, Eilif
Samuelsen.
Hvat ætlar landsstýrið
at gera við ognina á Bakka
í Vági.
Landsstýrismaðurin
svaraði at teir arbeiddu
við málinum, og ætlan var
at ger tað til eitt umlætt-
í Vági
ingarheim fyri brekað.
Nú er rúm tíð farin og
einki frættist fyri nøkrum
hesum viðvíkjandi.
Eg havi fingið fleiri fyri-
spurningar hesum viðvíkj-
andi, har spurt verður, um
hví einki hendur.
Eg fari nú at lata spurn-
ingin víðari til lands-
stýrið.
Hvat hendir við hesum
málið.
Tað er pákraft at nakað
hendir á hesum eki.
Eg fari samstundis at
biða løgtingslimirnar, sum
allir eru úr sunnara enda á
Suðuroy at fylgja hesi sak
upp. soleiðis at eitt um-
lættingarheim fyri brekað
kann koma á Bakka í
Vági.
Sverre Midjord
Tingmál Flemmings ikki meint
í álvara men valagn!
Harra blaðstjóri, hýs mær
hesum greinastubba!
Tann 13. september kom
tingmálið um »avreiding og
avheintan av útróðrarfiski<
til 1. viðgerð. Millum aðrar
tók Flemming Mikkelsen
orðið, og kom hann m.a. við
persónligum ábreiðslum móti
mær fyri mína steðutakan
undir atkveðugreiðsluni av
einum líknandi tingmáli,
hann sjálvur legði fyri tingið
fyri umleið trimum árum síð-
ani. Hann tekur m.a. soleiðis
til:
„Undir viðgerðini av mål-
inum á tingi tá tóku allir
flokkar undir við uppskotin-
um, at menn á smáplássum
kring landið, har eingin fiska-
keypari var, høvdu mød-
samar timar at sleppa av vid
tann fong, sum nú einaferð
var lagaður teimum.
Men undir atkveðugreiðsl-
uni legdu tveir flokkar merki
til, nevniliga Fólkaflokkurin
og Tjóðveldisflokkurin, at
tveir av tingmonnum Sam-
bandsfloksins ikki hevdu
hevi at meta á tingi ta
letuna. Hesir báðir flokkar
»benyttadu« kjansin við ikki
at atkveða fyri uppskotinum.
Teirra millum eisini Hans
Marius Joensen, sum nú er
ein av uppskotsstillarunum.
Hetta tí, at tað var Sam-
bandsflokkurin, ið hevði lagt
uppskotið fram. V.ø.o. av-
reiddu hesir flokkar og hesir
tingmenn útróðrarmannin á
bygd fyri at vinna Sam-
bandsflokkinum eina neis«.
Hvat vil so Flemming Mik-
kelsen við sínum ábreiðslum?
Jú, ætlan Flemmings er
ógvuliga greið. Hann vil við
hesum heingja Tjóðveldis-
flokkin út sum argasta fígg-
inda av fólki úti á bygd og av
útróðrarmonnum, og tá ser-
stakliga meg sum fiski- og út-
róðrarmann. Hvussu væl
man nú hetta fara at eydnast
homum kortini.
Hvat var so sannleikin um
hesa atkveðugreiðslu fyri
trimum árum síðani, sum
Flemming er so sárur um?
Jú, hann nevnir tað sjálvur í
sínum innleggi — tveir sam-
bandsmenn vóru ikki til
staðar, tá atkvett varð.
Hansara egnu partamenn
setti ikki útróðrarmannin úti
á bygd hægri enn so, at teir
hirdu at meta upp í tinginum
til atkvødugreidsluna av
sínum egnum málum.
Hvussu fall nú henda at-
kveðugreiðslan. Jú, málið fall
við 15—0. So uttan mun til,
um Hans Marius Joensen at-
kvøddi fyri ella ikki, so hevði
málið fallið allíkavæl. Men
hetta lat Flemming Mikkel-
sen vera við at siga av góðum
grundum, tí tingmál Flemm-
ings varð als ikki meint í
álvara, men sett fram sum
politiskt valagn
Hetta sæst best av gongd-
ini í tingmáli sambandsfloks-
ins í 1979 og steðutakan
Flemmings til tað uppskot
sum í dag liggur á tingborði.
Um Flemming Mikkelsen
vildi uppskoti sambands-
floksins væl, hevdi hann
góðar møguleikar til tess —
bert vid at heita å tingfor-
mannin um at steðga við at-
kveðugreiðsluni til parta-
menn hansara vóru aftur í
tingsalinum, tí menninir vóru
ikki burtur, men bara ikki
staddir har ta letuna. Hetta
hevði Flemming ivaleyst
fingið formansins loyvi til og
so hevði tingmál sambands-
floksins verið viðtikið og
einki tingmál hesum viðvíkj-
andi verið frammi í dag. Men
hetta hevði als ikki hansara
áhuga.
Eg ætlaði mær als ikki at
svara Flemmingi aftur og
gjørdi tað heldur ikki undir 1.
viðgerð av nevnda máli, tí
Hilmar Bech, legtingsmaður,
segði vid 1. viðgerð, at per-
sónligheitir ikki tæna mál-
inum, heldur tvertur ímóti.
Men tá Dimmalætting úr
tinginum ber tíðindi um á-
breiðslur Flemmings, kann
eg ikki lata vera við at gera
hesar mínar viðmerkingar.
Um Flemming Mikkelsen
vil geva sumbingum, sum
hann eisini nevnir í sínum
innleggi, ta fatan, at eg skal
hava nakað ímóti teimum, so
kunnu teir bert kanna mína
stødutakan til tey mål og tær
umbønir, Sumbiar bygdaráð
hevur sent Føroya Løgtingi.
Hans Marius Joensen
løgtingsmadur
Bergholið til Trøllanesar
Eg kom at lesa eitt lesara-
bræv í Dimmalætting við
yvirskriftini > Munur å« og
undirskriftini Per. Eg
hvakk við, tá eg las.
Per skrivar, at Sund-
stein hóttir núverandi
samgongu við spronging,
um ikki landsstýrið nú i
stundini ger av at játta
miljónirnar, sum skulu
geva Trellanesi berghol,
so at tey tvey-trý húskini
har kunnu fáa hogligt hovi
til at ferðast aftur og
tram
Per! Vit ynskja at fáa
berghol fyri at fáa kraft-
fóður og annað til dyrnar
og fyri at tað skal
galigari at senda mjólk
vera
og ymist frá heystinum
t.d.
Her er øll lossing við
knossi og handamakt, so
tú, Per, skuldi bara komið
at roynt teg ein lossingar-
dag. Sjálvandi er eitt berg-
hol eisini gott at ferðast
igjøgnum. Eg havi mang-
an ynskt mær at fylgt
onkrum av mínum allar-
nærmastu til gravar, men
havi ikki kunnað farið
vegna ringt ferðasam-
band.
I september las eg aftur
eitt bræv í Dimmu, undir-
skrivað >Ein konservativ-
ur« (hví ikki skriva tykk
ara kristna navn undir?).
Eisini »Ein konservatii
ur« er óður inn á Jógvan
Sundstein, tí hann skal
hava so stóran kærleika til
okkara á Trellanesi, so
hesi trý húskini kunnu
sleppa skjótari til Klaks-
víkar. Eg skal takka
Sundstein fyri, at hann
hugsar um okkara trupul-
leikar.
Tá eg var barn, plagdu
teir gomlu at siga, at vit
livdu í einum kristnum
landi. Eg haldi tað vera
ókristiligt, um eg má fáa
loyvi at skriva tað, at
summi næstan ganga á
gullgetum, meðan vit á
Trellanesi skuiu vera sett
soleiðis til síðis
Rannvá