hósdagur 23. september 1982síða 8
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
tíðindablaðið
SEV — Højgaard & Schultz...
Vit prenta restina av greinini hjå Torm6di Dahl um SEV og
orku 0.1. Greinin byrjaði í seinasta Sosiali
skjótt og uppá seg bíligt,
og — at síggja til og sagt
við fyrivarni: Har skaði-
ligu árinini á umhvervið
eru uppá seg lítil.
Ein tílík útbygging er
„Saksunarkraftverkið) (sjá
2. part í greinareðini).
Henda útbygging vil
veita umleið 20 mill. kWh
um árið, tvs. 50% av tí øll
okkara vatnkraftverk
veita í dag.
Sjálvandi skulu vit
projektera og byggja
kraftverkid (og øll onnur i
framtíðini) sjálvir, tí tað
megna vit í dag helst
betur enn nakar annar.
Urskurður
So við og við er tað vorið
flest ollum púra greitt, at
SEV-skútan nú má broyta
kós — ikki 10, 20 ella 30*
so sum onkur kanska vil,
men 180%. Tað er við
hesum sum við svullinum;
rótin må eisini dragast út,
skal hin sjúki verða frísk-
ur aftur. Takið verður
tungt, so skurðlæknin má
vera sterkur.
Tórshavn, september 1982
Tormóður Dahl
Viðmerking
Tað er einki dulsmál at
fíggjarnevndarformaðurin
(og formaðurin í SEV-stýr-
inum) Ivan Johannesen
fyri umleið 1 ári síðani
segði frá til formannin í
Idnadarfelagnum Gutt-
ormur Djurhuus at helt eg
ikki uppat at skriva um
orku og SEV, so vildu av-
leiðingarnir verða at fíggj-
arnevndin noktaði at veita
stuðul til Idnaðarstovuna.
Tað havi eg sum kunn-
ugt ikki gjert, og avleið-
ingarnar hava eisini verið
at fíggjarneyndin nú
hevur skorið niður játtan-
na til Idnadarstovuna so
andi at stovan helst
verður at steingja til jólar
um eingin haldgóð loysn
fast. Ídnaðarstovan fær í
dag umleið sama stuðul
yvir fíggjarlógina, sum
fyri 10 árum síðani, tá hon
varð stovnað. Í hesum
tíðarskeiði er sum kunn-
ugt lenar- og príslegan 3-
faldað.
Øll skilja, at orka er ein
hin týdningarmesti pall-
urin undir allari nútímans
framleiðslu, og ell vita at
hon er dýr. Elorkan í
Feroyum er nógv hin dýr-
asta í Vesturheiminum. eg
vildi tí svíkt mína skyldu
sum Idnadarrådgevi, um
eg ikki eftir ferimuni
royndi at vísa á loysnir, ið
minkaðu um útreiðslurnar
á hesum eki, ella segði frá,
har eg metti at farið varð
fram á ein hátt, ið vildi
ført til at orkan varð enn
dýrari.
Tað er t.d. ein sann-
roynd at fyri feroysku
virkini vildi tað samanum-
tikið havt nógva ferðir
sterri búskaparligan týdn-
ing, at elkostnaðurin lá á
umleið somu legu sum í
hinum Norðanlondunum
enn at t.d. tollurin á ráð-
veru til ídnaðin (7%) varð
avtikin.
Hetta sigi eg ikki fyri at
bera í betuflaka fyri toll-
lóggávuna, men bert sum
eitt demi fyri at lýsa
hvussu týdningarmikil el-
orkuspurningurin í veru-
leikanum kann verða í
mun til onnur mál, ið ein
ofta heldur vera tey týdn-
ingarmestu.
At enda hesi orð beinleiðis
til tín Ivan Johannesen:
Sum limur og formaður í
SEV-stýrinum hevur tú
tey seinastu 4—5 árini
verið við til á hverjum ári
at veita milliónupphæddir
til ráðgevar í Keypmanna-
havn. Tá er einki oført. Ei
heldur hevur tú t.d. givið
gætur, at SEV kanska
kundi spart 5—10 mill. kr.
ella meira, um arbeiðini á
Sundi vóru boðin út í fría
kapping. Onnur demi
kundi verið nevnd. Men
vónandi veitst tú hver ið
skal gjalda hesar mongu
milliónir. Tað er feroyski
borgarin — gaman í ikki
yvir skattarokningina,
men elrokningina.
Sum fíggjarnevndarfor-
maður er tú altíð fúsur at
vilja »spara skattaborgar-
ans pening« og gott er tað.
Men hvussu rímar t.d.
afturlætni »figgjarnevnd-
arpengapungurin« til Íd-
naðarráðgevan í Feroyum
við víðopna >SEV-penga-
pungin< til ráðgevar í
Keypmannahavn? — Og
hví letur tú sum fíggjar-
nevndarformaður ikki
bara t.d. H&S byggja allar
skúlar, rektarheim, ellis-
heim o.s.fr. eftir rokning,
eins tú sum SEV-for-
maður ger tað við Sunds-
verkið og onnur arbeiðir?
Fyri ordans skuld: Hesir
viðmerkingar eru ikki Id-
naðarráðgevans, men
minir persónligu.
Tormóður Dahl
„Bint frið meðan eg verji
teg«
Hugleidingar til
greinir í Dagblaðnum
14.7., 6.8., 25.8., 1.9. og 8.9. 1982
x
1 er tal »Før
helt vist
oyar standa ikki ovarliga
a nøkrum lista vvir
bumbumál hjá Sovjett«
»Skuldi hetta hent, er
bert neyðugt við nekrum
bumbum ella rakettum (og
bert yvir Mjørkadali)«.
Ovastirnir hjá leiguher-
monnum Natos i Føroyum
hava sjålvir sagt tað við
Dagblaðið. Tað er púra
víst. Eg undrist bert eitt
sindur yvir, hver munur
man vera á at doyggja í
fyrstu ella aðru skotriðu,
ella hver munur man vera
at verða dripin av atom-
vápni ella vanligari góðari
gamlari sprongileðing.
Herovastarnir koma læru-
sveinum teirra til hjálpar,
ið royna at sissa føroy-
ingin: Ongin grund er at
skipa fyri friðararbeiði, tí
steðin í Mjerkadali,
marinusteðin í Havn og
loran C á Eiði tæna (næst-
an) bara friðarligum og
sivilum endamálum. Alt
tos um Feroyar sum
meguligt álopsmál, og
stríðið fyri at fáa hervald-
ið av klettunum er burtur-
;Á I tit
vi0. lakk fyri, at UI
avsannað påstandirnar i
føroysku blødunum um
ovurhonds stóra hernadar-
liga tydningin, id Føroyar
hava fyri Nato.
Tá sprellimenn Natos úr
Mjerkadali og av marinu-
steðini eru lidnir at leggja
sprellimanninum á Dag-
blaðnum hesi orðini í
munnin, vakna teir við, og
hóma andsegnina: Um
Feroyar ongan her naðar-
ligan leiklut hava, hví eru
so tær heil- og hálvher-
naðarligu installatiónirnar
her? Teir skunda sær tí at
leggja aftrat, at sjálvandi
kunnu tær vera hentar,
hava
eitt nú um satellitt-
navigatiónin ella flúgv-
andi radarsteðirnar ikki
rigga eftir ætlan. Og,
leggja teir aftrat, gott er
at hava steðir í landi, tí
meguliga verður neyðugt
at herseta oyggjarnar.
Um Legtingið sigur
ja
Tað, sum hesir krígsser-
freðingar siga, er, at mili-
teru installatiónirnar
automatiskt gera Feroyar
til álopsmál, uttan at Fer-
oyar hava nakran stór-
vegis hernaðarligan týdn-
ing fyri Nato í dag: Leik-
lutur Feroya er útspældur
av satellittum og flog-
ferum. Eisini fáa vit at
vita, at ætlanir eru um at
herseta okkum um neyð-
ugt, tó, sjálvandi treytað
av, at Feroya Legting
sigur ja. Eg loyvi mær
bert at ivast í hesum sein-
asta, tí, sum ellum kunn-
ugt, hevur eitt samt Leg-
ting fleiri ferðir viðtikið,
at hervaldið skal av land-
inum. Uttan nakað er
hent. Tverturímóti.
Mjerkadalssteðin verður
(er?) nútíðargjerd, uttan
at Legtingið er eftirspurt,
og krigsserfrødingar
sleppa 6åtaladir — væl
stuðlaðir av fortalarum úr
politisku flokkunum — at
propagandera fyri krigs-
hugsan og -ætlanum. At
Utvarp Føroya ber bod
leiguhermanna vidari
uttan viðmerkingar, økir
bert um effektina av krígs-
propagandaini.
Samreðurnar við ovast-
arnar hjá leiguhermonn-
unum í Feroyum eru
áhugaverdar. Tað er gott,
at fólkaflokkurin og mál-
gagn tess (sum hevur
dómarans stempul fyri
ikki at bera falskan vitnis-
burð) so manniliga vísa
steðu sína. Meiri forvitnis-
ligt er tó at kanna nærri,
hvussu krigsserfrød-
ingarnir og lærusveinar
teirra vilja hava okkum at
hugsa um viðurskiftini
millum eystur og vestur,
terrorbalansuna og leiklut
Feroya í hesum viðfangi.
Tað, sum teir m.a. vilja
hava okkum at halda, er
1. At Sovjett/ Warzawa-
samgongan við vissu
etlar at leggja vestur
heimin undir seg, spurn-
ingurin er bert nær?
2. Nato er bert ein verju
skipan, tó kann hon, undir
trýsti frá russum.
noydd (treyðugt) at skjóta
við skørpum.
3. Skuldi tað versta
hent, er ongin neyð. Nato
verjir okkum og lovar, at
verða
ongi vápn ella herfólk
verða sett í land, uttan at
Føroya Legting játtar
hesum.
Revarar og politi
Til tað fyrsta er at siga, at
hugsunarhátturin aftan
fyri hendan álopshungur
hjá Sovjett meiri minnir á,
tå børn spæla røvarar og
politi, enn veruliga
[
vitan. Røvararnir (russar)
sum teir óndu, og politiið
(Nato/USA) sum teir góðu.
Hetta er milt sagt ein
banalisering av seguligu,
politisku og búskaparligu
steðuni í heiminum, sum
hevur skapt Nato og
Warszawasamgonguna, og
gevur slíkur framferðar-
háttur ikki lesarunum
meguleika at meta um
virðið í pástandinum. Fyri
tað næsta, so hevur sjálv-
ur Ronald Reagan mana
mytuna um íikki-álops-
lyndið hjá Nato/USA í
jørdina vid ætlanum um at
náa málið: First strike
effect (týna figgindan,
áðrenn hann fær svarað
aftur) í álopi á Sovjett/
Warszawasamgonguna.
Til tað triðja er at siga, at
tá ynski okkara, og poli-
tiska samtyktin um at fáa
hervaldið av landinum í
friðartíð ikki verða fylgd,
er tað enn minni hugsandi,
at tað skuldi hent í einari
krígssteðu.
Greinirnar, ið sipað
verður til omanfyri, hava
sostatt lítið og onki upp á
seg sum upplýsandi tilfar.
Ongin kelda verður ávíst,
so lesarin kann gera sínar
egnu metingar, leiguher-
ovastar verða ferdir sum
sannleiksvitni (og blanda
seg samstundis í feroysk
politisk viðurskifti), uttan
at eitt einasta spurnartek-
in verður sett við tað, teir
siga, hóast upplýs-
ingarnar hjá teimum eru
himmalrópandi naivir og
mótsigandi. Guð viti, um
nakar trýr mær, tá eg sigi,
at eg frá sjálvari sendi-
stovuni hjá Sovjett í Dan-
mark havi fingið at vita,
at um kríggj skuldi brost-
ið á, verður av russum
Nr. 95 — 23. september 1982
onki skot loyst av innan
fyri 200 fjórðinga markið
hjá Feroyum.
Fjaldi óttin
Tað, sum greinir av hasum
slag og líknandi hava sum
endamál, er at káva
útyvir, at vit eiga at rokna
við at vera álopsmál, ikki
bert um krígsinitiativið
. skuldi komið eystanifrå,
men tí at vit hava installa-
tiónir á klettunum, sum
eru partar av verju/ álops-
skipanini/ Nato« og harvið
bindingar til eina av her-
naðarsamgongunum. Eitt
annað endamál er at
leggja fót fyri royndunum
at skapa eitt ekt medvit
millum fólk, um tey økon-
omisku, politisku og
hugsunarligu viðurskift-
ini, sum eru gróðrarbotn-
urin fyri kríggi, fólkahatri
og fasismu. Eitt fólk, sum
ikki hevur eina holla vitan
um hesi viðurskifti, sum
ikki hevur eina holla vitan
um samtíðar- og segulig
viðurskifti, er lætt at
stýra politiskt.
Tað, sum greinir sum
hasar í fólkafloksmálgagn-
inum eisini royna, er at
birta undir tann fjalda
óttan hjá fólki, og við
skrivingini at leggja
ávísar persónar fyri hatur,
tað veri seg kommunistar,
svert, konufólk og friðar-
dýr. Og harvið náa málið:
at fjala útyvir, hvaðani
hóttanin móti lívinum
stavar, avleiða tankarnar
frá at ogna sær veruligari
vitan, og sostatt fyri-
byrgja, at vit fáa deyðs-
fellurnar, Nato og loran C
av landinum.
Heri Kragesteen
Firoyo Bjór
| Tórshavn tf. 13434
| Leirvík tif. 43038
| Klaksvík tif. 55454
| Tveroyri tif. 71025 |
A blend of
INDIAN, CEYLON
& OTHER CHOICE
TEAS
nå 125 og 250 gr.
Thames gevur
mest fyri
peningin
>FLORA<
Hoydalsvegur 8
Tórshavn
Telefon 16044
sendir um alt landið
bukettir - plantir
kransar og
brudarbukettir
Å
Glyvrar: Jåkup Ja-
cobsen nr. 47065
Sandavåg: Finn Joen-
sen nr. 32465
Sandur: Magnus Jo-
hannesen nr. 61015
Vág: Eyðfinn Mørk
nr. 7 3278
á
á
F
me
—