leygardagur 25. september 1982síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Leygardagur 25. september 1982
Nú er nógmikið við fj ars yring
Eftir
Jóhann Mortensen
— Vit eru troytt av
at verða stýrd
uttanífrá. Í nógv ár
eru vit stýrd úr
Keypmannahavn og
síðani úr EF í Brux-
elles. Ti sigur fak-
rørslan: Grønland
skal vera styrt av
okkum sjålvum —
grønlendingum vid
kvalifikationum.
Sigur formaðurin í fakliga
landsfelagsskapinum i
Grønlandi, SIK, Jens Ly-
berth. Saman vid ødrum
frå grønlendsku arbeidara-
rørsluni luttók hang á ráð-
stevnuni við fakfelogum
úr Íslandi og Feroyum í
Havn í síðstu viku.
Evnið á tí eina fund-
inum var um Grenland og
EF. Jens Lyberth greiddi
frá steðuni, fólkaatkveð-
uni og Grenland eftir EF.
Og fyrsta stigið móti
sterri sjálvræði hava grøn-
lendingar tikið. Tað tóku
teir = við heimastýris-
skipanini. Næsta stigið er
tikið, tá Grenland er
sloppið úr EF. Ein tepur
meiriluti av fólkinum sum
var á vali — 52 prosent —
segði seg við ta vegleið-
andi fólkaatkveðuna í vár
vera sinnaðan fyri at fara
úr europeiska felagsmark-
naðinum.
— Hóast eina harða
ræðukampanju frá við-
haldsfólkunum um, at
Grenland fór ikki at klára
seg búskaparliga, sigur
Jens Lyberth. Tí Grøn-
land fær stuðul úr menn-
ingargrunninum hjá EF,
úr tí sosiala grunninum og
bílig lán úr ílegubank-
anum hjá EF.
Til demis er EF við at
fíggja flogvallir, havnir,
vegir, el-verk o.s.fr.
— Men tá vit fáa tilskot,
trýr fólkið, at vit hava
fingið alt.
— Nógv lótu seg eisini
ræða, um vit sammeta við
úrslitið av fólkaatkveðuni
í 1972, tá 72 prosent av
teimum, sum vóru á vali,
vóru ímóti limaskapi í EF.
Men tá var bara atkveðu-
talið fyri alt ríkið avger-
andi og grenlendingar
fingu ikki sín fólkavilja.
Fyrimunir og vans-
ar ganga upp
Jens Lyberth greiðir frá,
at meðan viðhaldsfólkini
valdu at brúka fíggjarligu
fyrimunirnar sum grund-
geving fyri framhaldandi
at vera í EF, helt fylkingin
móti EF, Anisa, sum er
samansett av fakfelogum
og vinstraflokkunum, at
tað yvirorðnaða og
politiska mátti vera tað
avgerandi.
Men hann vísir eisini á
fiskivinnupolitikkin, og
tað, at arbeiðsmegin
hevur frítt at fara innan
EF sum tvey greflig dømi,
har grenlendingar og
grønlendskur vilji verður
settur til viks av EF, og
sum eru orsekir til
mótsteðu móti EF.
— Meðan viðhaldsfólk-
ini vístu á, at grenlend-
ingar fáa 160 mill. kr. í
beinleiðis stuðli úr EF til
útbúgving og onnur
tiltek, so roknaðu og rokn-
aðu vit, og komu eftir, at
vit gjalda uttan iva ta
somu upphæddina í tolli
og ymiskum avgjeldum,
sum vit høvdu sloppið
undan, um vit ikki vóru í
EF, greiðir Jens Lyberth
frá.
Men sleppur Grenland
úr EF? Hesin spurning-
urin kann gerast aktuell-
ur. Sterkar kreftir í Gren-
landi og EF arbeiða fyri
framhaldandi limaskapi.
Tað kann hugsast, at
Attasut-flokkurin — sam-
bandsflokkurin sum er
ímóti at fara úr — vinnur
næsta valið til lands-
tingið.
Um henda meguleikan
sigur Jens Lyberth, at
roknað verður við, at lut-
fallið millum viðhaldsfólk
og mótsteðumenn, sum
fyri so vítt eru vinstra-
sinnað og hegrasinnað, fer
at halda. Men ein av odda-
monnunum í Attasut,
Lars Chemnitz, hevur
sagt, at um teirra flokkur
kemur í landsstýrið, og
samráðingarnar við EF
gerast tverligar, kann
henda, at samráðingarnar
verða sleptar.
Annars atkvøddu 46%
vid fólkaatkveðuna ímóti
eini útmeldan úr EF.
Mismunur gjerdur
millum danir og
grenlendingar
Ein av teimum stóru
trupulleikunum, sum SIK
og grenlendingurin sum
so hevur at dragast við,
Jens Lyberth: — Vit vita ikki enn, hvat vit skulu
seta í staðin fyri EF-limaskapin, men vit mugu fáa
eina samstarvsavtalu í lag um stuðul og handil. Tá
vit eru slopnir úr EF, fáa vit avgerdarrættin í fiski-
vinnuspurningum og á arbeiðsmarknaðinum. Sum
stødan er, verður mismunur gjørdur millum danir
og grønlendingar
eru viðurskiftini á arbeiðs-
marknaðinum og starvs-
viðurskifti. Hetta er ein
trupulleiki, sum eisini er
tengdur at EF-limaskap-
inum, vil Jens Lyberth
vera við. Og hesin
spurningurin hevur eisini
samband við málspurn-
ingin.
Talið av dønum í Grøn-
landi er stórt. Teir sita í
teimum flestu hegu sterv-
unum. Bæði í fyrisiting og
á tí tekniska ekinum. Eins
og flestu byggifyritøk-
urnar eru danskar. Ráð-
gevararnir hjá politikk-
arunum í landstingi og
landsstýri og úti í komm-
ununum eru danir. Alt fer
fram á donskum. Allar
nevndir hava eisini dansk-
ar skrivarar.
— Men tey flestu í SIK
er ófaklærd og ein stórur
partur av teimum duga
ikki danskt. Hetta ger, at
grenlendski arbeiðarin
hevur trupulleikar og tor-
ført við at gera seg gald-
andi, sigur formaðurin í
SIK.
Sum demi nevnir hann,
at tá lítið arbeiði er, verða
grenlendingarnir = sendir
heim — í arbeiðsloysi.
Meðan danir halda fram at
arbeiða. Orsekin er hon, at
danirnir eru betur ferir
fyri at klára arbeiðið —
teir skilja hvenn annan.
Tað vil siga tað sama sum,
at málið — móðurmálið
hjá grenlendingum — er
ein tverleiki fyri at hava
arbeiði í egnum landi.
Jens Lyberth upplýsir í
hesum sambandi, at tað
hevur hent seg, at fleiri
hundrað — kanska 500 —
grenlendingar hava verið í
vinnuloysi, meðan bert
nakrir fáir danir ikki hava
havt arbeiði.
Annars sigur hann, at
danirnir eru limir í SIK og
felagið kann ikki fara at
diskriminera við at nokta
teimum arbeiði. — Men vit
síggja, at danir verða tikn-
ir framum.
Jens Lyberth greiðir
ikki gjelligari frá tí stóra
vansanum í EF — fiski-
vinnupolitikkinum. Men
hann sigur, at hetta er eitt
mál, sum EF hevur viljað
havt við at gera, men sum
EF ikki hevur megnað.
Jens Lyberth ivast ikki í,
at stríðið, sum júst hevur
verið í EF um fiskirætt-
indi við Grenland, hevur
styrkt mótsteðuna móti
EF munandi í Grenland.
Avtofting — bygda-
menning
Nakrir av teimum trupul-
leikunum, grønlendska
samfelagid hevur, minna
nakað um støduna í Før-
oyum.
Fólkatakið í nógvum
bygdum — útsteðum — er
minkað munandi og
summar eru avtoftaðar.
Veiðimannafamiljurnar
eru fluttar til tey sterru
plássini samstundis sum
fiskiidnadurin hevur tikið
seg fram. Men hetta fólkið
er ikki vant at standa við
eitt verksmiðjuborð. Ur-
slitið er ikki altíð lika
heppið, og Jens Lyberth
vísir á, at roynt hevur
verið at fingið fólk út aftur
á bygd við ymiskum
tiltøkum.
Hesin spurningurin er
eisini tengdur saman vid
handli og sølu — marknað-
arvidurskiftum. Veidi-
menninir hava torført vid
at Sleppa av vid vørurnar.
Teir sleppa so at siga bert
av vid skinnini. Likt er til,
at her tørvar ein sam-
skipan.
Eisini upplysir formad-
urin i SIK, at bøndurnir,
sum hava seyð hava
trupulleikar vid at sleppa
av vid kjøtid, samstundis
sum bæði kjøt og fiskur
verður innflutt.
Ti má brúksmynstrið
eisini broytast og handil
og framleiðsla sam-
skipast. Í hesum viðfangi
vísir Jens Lyberth annars
á, at mett verður, at hafid-
ilsverur fara at lækka í
prísi, tá Grenlands
sleppur úr EF, tí Gren-
land er við at gjalda til ov-
framleiðsluna í EF-lond-
unum.
Grenlendingar eru
heldur ikki nøgdir við pris-
ásetingina á fiskaverur og
útflutnings- og markn-
aðarviðurskiftini. Sum er
verða avreiðingarprísirnir
einaferð um árið fastsettir
eftir samráðingar við
KGH. Jens Lyberth sigur,
at fiskivinnufelegini
royna at trýsta á, men tað
er torfert at gera seg gald-
andi. Prísirnir eru í meðal
helvtina minni enn
føroysku fiskaprisirnir.
Avtalu vi EF —
men hvussu
Evnid fyri fundin var
»Grønland eftir EF-fólka-
atkvøduna«. Men hetta er
ein spurningur sum er
ógvuliga ógreiður og eigur
nógvar møguleikar.
— Vit hava kjakast
nógv um spurningin, hvat
vit skulu seta í staðin fyri
limaskapin. Um vit skulu
royna at fáa somu steðu
sum Feroyar, sum 3. land,
ella um vit skulu royna at
fáa eina asosieringsavtalu
fyribils í nekur ár sum
fyrrverandi hjálond hava.
sigur Jens Lyberth
Men vit eru samdir
um avfaringarsteðið: eina
samarbeiðsavtalu um
stuðul og handil. Ein slík
avtala gevur ikki so nógv,
men avgerðarrætturin
yvir t.d. fiskivinnupoli-
tikkinum og arbeiðs-
marknaðinum fellur til
okkum.
Annars heldur for-
maðurin í SIK, at tað er
givið, at samstarv verður
tikið upp við Ísland, Fer-
oyar. eskimoar í Kanada
og Alaska og við Norður-
lond. men á stjórnarstigi
kann einki gerast, fyrr enn
úrslitið frá samráðing-
unum er greitt.
Einki er at ivast í, at
brúk er fyri samstarvi.
Jens Lyberth greiðir frá,
at flotin og vinnulívið
standa aftarliga.
Kapitalkons-
entratión
Í hesum viðfangi sigur
hann, at tað er ein stór
kapitalkonsentratión við
at fara fram og at eitt tað
fyrsta, heimastýrið má
síggja til er at fáa hesa
konsentratiónina spjadda
og avgerðarrættin spjadd-
an. Somuleiðis er ynski
um at yvirtaka KGH,
tann kongaliga handilin.
Kapitalurin er m.a.
savnaður um rækjuflotan,
men eisini um handverk-
ararfyritekurnar — og tær
eru eisini farnar at gera
seg galdandi innan
vinnulívið annars.
Jens Lyberth ivast ikki
í, at tað er nógv ítekiligt,
Feroyar og Grenland og
eisini Ísland kunnu sam-
starva um. Sum demi
nevnir hann útbúgving
innan sjóvinnuna — td.
av maskinmeistarum, og
annars eina samskipan av
framleiðsluni, so ikki hesi
trý londini gera tað sama
og kappast við hvert
annað.
Avbjóðingarnar hjá tí
grenlendska fólkinum eru
stórar og nógvar. Bæði
innlendis og útlendis.
Framburðurin hevur verið
stórur. Spurningurin er,
um hann altíð hevur verið
so gagnligur og um hann
hevur = samrímað við
náttúruna í grenlending-
inum. Men teir ungu gren-
lendsku politikkararnir —
djarvir og sannferdir —
eru farnir at skapa eitt
grenlendskt samfelag í
javnvág við seg sjálvt.