Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. september 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 167 - 3. september 2002 21 Men í kappingini um norska meistaraheitið er tað eingin, sum er førur fyri at hótta Rosenborg, sum hesa ferð var hótt, men í evstu løtu skoraði tey bæði málini, sum vóru nóg mikið at vinna øll stigini NOREG Jóannes Hansen Í morgin fer Jákup Mikk- elsen at hitta landsliðs- felagarnar, tá teir á Svangaskarði fara undir fyrireikingarnar til lands- dystin ímóti Skotlandi. Tað man fara at kennast huga- ligt, tí fótbóltsliga er ger- andisdagurin í Molde ikki so spennandi. Luturin hjá Jákupi er framvegis at sita á beink- inum í Molde, har Eddie Gustafsson aftur sunnu- dagin vardi málið. Molde var suðuri í Moss, og gestirnir komu undan við 3–2 sigri. Harvið heldur Molde væl tørn um triðja plássið, sum ber atgongu- merki til Europa Cup við sær. Mótstøðuliðið, Moss, hevur tað ikki so gott. Teir eru á niðurflytingarleið. Í síðstu viku skiftu teir venj- ara, men eftir tapið hesa ferð ásannaði nýggi venj- arin, at tað verður torført at sleppa undan beinleiðis niðurflyting. Lítil ella eingin ivi tykist vera um, at tað aftur í ár verður Rosenborg, sum verður norskur meistari. Mikukvøldið stríddust teir og vunnu Europa Cup dystin í Brøndby. Sunnu- dagin vóru teir á útivølli í Kristiansand. Avgjørda botnliðið Start tóktist skula vinna. Teir vóru á odda 1–0, tá bara ein minuttir var eftir av vanligu leiktíðini, men so skoraði Rosenborg tvey mál og vann 2–1. Sigursmálið skoraði Harald Brattbakk, sum í síni tíð var liðfelagi við Toda Jónsson í FCK. At úrslitið ikki er greitt fyrrenn dómarin hevur bríkslað síðstu ferð, tá Rosenborg er annað liðið, hevur so ofta verið at sæð. Av fjúrtan teimum seinastu málunum, sum teir hava skorað í tippuliguni, hava teir níggju ferðir skorað í síðstu fimm minuttunum! Lyn var leingi oddalið í tippuliguni. Í summar hava teir verið í lítlum aldudali, men nú vinna teir aftur mest sum hvørja ferð. Teir eru trý stig aftanfyri Rosenborg og tvey stig frammanfyri Molde. Hesa ferð vunnu teir sannførandi 2–0 á útivølli ímóti Bryne. Stabæk var leingi ein hóttan ímóti triðja plássin- um hjá Molde. Tað eru teir ikki meiri. Hesa ferð taptu teir 2–1 á heimavølli ímóti Viking Stavanger, sum er á fjórða plássi. Teir eru fýra stig aftanfyri Molde, og tað skal ikki so lítið til, áðrenn teir taka bronsuplássið. Sogndal undansloppið Odd úr Skien var eisini leingi við í kappingini um triðja plássið. Men nú eru teir rættuliga smokkaðir. Hesa ferð vóru teir á útivølli í Sogndal. Gamla føroyska felagið var leingi illa spert í botninum. Men nú hevur gingið sum eftir ánni. Sogndal vann 1–0. Málið skoraði Håvard Flo, sum eftir dystin ásannaði, at tað er so sum so við spælinum, men at Sogndal stríðir seg til sigrarnar. Hetta var fjórði sigurin hjá Sogndal upp í slag, og teir eru nú átta stig frá bein- leiðis niðurflytingarpláss- inum. Hjá Brann í Bergen gongur av skriðuni. Sunnu- dagin taptu teir 4–0 á útivølli ímóti Bryne. Lagið á viðhaldsfólkunum er heilt vánaligt. Tá íslendski venj- arin, Teitur Þordarson, og hansara menn komu aftur til Bergen, kringsettu nøkur viðhaldsfólk bussin. Tey krevja, at venjarin skal leggja frá sær, men ís- lendingurin tykist vera troyskur. Í gjárkvøldið skuldi Lillestrøm, sum er illa fyri, spæla á útivølli í Oslo ímóti Vålerenga. Eftir tann dystin verður steðgur í norsku landskappingini inntil ann- að vikuskifti. Noreg skal leygardagin spæla lands- dyst á Ullevaal ímóti Dan- mark. Bæði í Noregi og Danmark er spenningurin sera stórur undan tí dystin- um. Ikki minst eftir at Rosenborg mikukvøldið sendi Brøndby úr euro- peisku meistarakappingini. 2. DEILD Jóannes Hansen Tað var eingin slingur í valsinum, tá sumbingar leygardagin vóru vertir hjá KÍ, sum síðstu vikurnar er komið alt nærri heiðurs- merkjaplássunum, sam- stundis sum teir í tøttu kappingini hava flutt seg burtur frá niðurflytingar- strikuni. Heimaliðið, sum var rakt av onkrum leikbannum, var væl betri. KÍ spælararnir, sum høvdu verið í Ungarn, vóru ikki við (burtursæð frá málverjanum John William Joensen). KÍ hevði fleiri ungar menn á liðnum, og teir formáddu sær ikki so nógv ímóti heimaliðnum, sum kropsliga var væl betri fyri. Páll Magnar Kjærbæk stýrdi verjuni, Jan Poulsen fekk frið at brúka síni fótbóltsevni á miðvøllin- um, og í álopinum var Eirikur Joensen ein sannur knassi. Sumba fekk eitt mál í 1. hálvleiki. Hans Jákup Thomsen varð skrásettur fyri tað, men klaksvíkingar áttu nógv í tí. Eftir steðgin flutti KÍ Niclas Niclasen úr mið- verjuni og fram á mið- vøllin. Teir mundu dyrgja eftir útjavnandi málinum. Men Eirikur Joensen, sum mannaði álopið saman við Johnnie Skibenæs, økti til 2–0, tá hann eftir innlegg úr høgru smekkaði til fyrstu ferð. So fór luftin úr KÍ liðnum, og sumbingar kundu havt fingið fleiri enn tvey mál afturat. Eirkur Joensen stútaði til 3–0 eftir innlegg úr høgru, og hann staðfesti rimmar sigurin, tá hann úr ellivu metrum umsetti brotsspark til mál. Sumbingar eru við í telvingini um næstfremsta plássið. Eydnast tað teim- um at røkka so langt, so verður uppflytingarumfar á skránni ímóti Skála ella TB. Um sumbingar nú eru nóg væl fyri til ta avbjóðingina er kanska eitt sindur iva- samt, men teir hava fleiri ferðir áður víst, at teir skulu ikki avskrivast. Tað skal vilja illa til hjá KÍ, um teir ikki varðveita liðið í næstbestu deildini. Um tað fer at eydnast teim- um at vinna heiðursmerkir er meiri ivasamt. KÍ skal tvær tær næstu ferðirnar spæla ímóti liðum, sum kappast við sumbingar um silvurmerkini. Sunnudagin fer ÍF til Klaksvíkar, og so skal KÍ suður á Sand. Sumbingar skulu sunnu- dagin spæla í Vági, og annan leygardag fáa teir vitjan av HB, sum fram- vegis er botnlið. Í næstsíðsta umfarinum skal Sumba vestur til Sandavágs, og í síðsta umfarinum fáa teir vitjan av NSÍ. KÍ skal í næstsíðsta umfarinum spæla í Vági, og í síðsta umfarinum fáa teir vitjan av HB. Dysturin í tølum Sumba-KÍ 4-0 (1-0) 1-0: Hans Jákup Thomsen 2-0: Eirikur Joensen 3-0: Eirikur Joensen 4-0: Eirikur Joensen Sumba–KÍ 4–0 (1–0): Sumba á silvurkós Molde á veg í Europa Cup Hóast tað leingi stóð nógv á, so tykist Rosenborg framhaldandi at halda beina leið móti meistaraheitinum, sum teir mest sum hava einkarrætt til 21 20 Nr. 167 - 3. september 2002 Hóast teir í B36 iðraðu seg, tá dómarin gjørdi av, at tað skuldi ikki spælast meiri á Svangaskarði, so heldur B36 liðfor- maðurin, at tað ikki vóru líkindi at spæla ILLVEÐURSDYSTUR Jóannes Hansen Tá Jens Peter Brattalíð tók bóltin undir armin og við bríksli og ørmunum gav til kennar, at fótbóltsdysturin á Svangaskarði var liðugur, høvdu fleiri av B36 spæl- arunum hug at skúma eitt sindur, og tað var kanska ikki so ilt at fylgja teimum. B36 var á odda 3–1, og hóast Øssur Hansen við brotssparki hevði havt møguleika at minka um munin, so vóru tað teir í B36, sum vóru nærri sigrinum, tá tað restaði ein stórur hálvur tími. – Har var einki at gera. Veðrið var vorðið so mikið vánaligt, at tað bar ikki til at spæla fótbólt, heldur liðformaðurin hjá B36, John Petersen. Hann var við í øllum B36 málunum. Í tí fyrsta førinum longdi hann eina framlegging við høvdinum. Bólturin fór til Jákup á Borg, sum spældi til málskjúttan, Magna á Lakjuni. Í tí næsta førinum legði hann innfyri til Bárð Mortansson, eftir at B68 verjan hevði kiksað í vinstra borði, og í tí triðja førinum rann liðformaðurin sjálvur frá verjuni og skoraði. – Hóast umstøðurnar vóru vánaligar, so var tað hugaligt, at vit í mótvind- inum megnaðu at spæla okkum til trý mál, heldur John Petersen. Hevur tú nakrantíð áður spælt fótbólt í so vánaligum líkindum? – Tað er ikki so langt síðani, at vit gjørdu tað. Líkindiniu á ólavsøku í fjør, tá vit spælldu steypa- finalu ímóti KÍ, mintu heilt nógv um tey sunnudagin. Men tá spældu tit allar 90 minuttirnar? – Ja. Vit vunnu dystin 1–0, men tá vóru líkindini so mikið vánalig, at finalan átti at havt verið útsett. Tá bar ikki til at spæla, og tað gjørdi tað heldur ikki sunnudagin. Tá dysturin byrjaði, var tað ikki so heilt galið, men vindurin vaks skjótt. Og so greiðir John Peter- sen okkum frá, at buss- ferðin inn á Skálafjørðin ikki var so spennandi: – Tá vit fóru um brúnna um Streymin, og vindurin lá inn á síðuna á bussinum var trýstið so stórt, at tað var neyðugt at minka ferðina heilt niður. Men tá vit komu á Skálafjørðin vóru líkindini nógv betur. Tað mundi koma væl við hjá B68, at dómarin gjørdi av at gevast? – Soleiðis tóktist tað ikki at vera. Eg haldi, at teir vóru sera harmir um, at Øssur Hansen ikki fekk møguleikan at skjóta brotssparkið. Um hann hevði havt fingið mál, so hevði dysturin verið púra opin aftur. Men nú byrja vit frá sløttum borði, og so mugu vit eina ferð afturat gera okkara ítarsta fyri at halda tørn við oddaliðini, sigur John Petersen. Hagtølini Orsakað av dystarflytingunum, sum órógvaðu hetta umfarið í landskappingini, er hagtalsyvirlitið fyri dystirnar í bestu mansdeildini ikki við í blaðnum í dag. Hagtalsyvirlitið verður í staðin prentað í mikudagsblaðnum, tá vit eisini hava frásagnir frá dystunum, sum vórðu leiktir eftir evstamark okkara mánakvøldið. -jm Máltindurin Andrew av Fløtum HB 15 John Petersen B36 10 Jón Rói Jacobsen HB 10 Øssur Hansen B68 8 Sámal Joensen GÍ 8 Kurt Mørkøre KÍ 8 Hjalgrím Elttør KÍ 7 Magni á Lakjuni B36 6 Bárður Mortansson B36 5 Súni Fríði Johannesen GÍ 5 Hans á Lag HB 5 Óli Hansen NSÍ 5 Egil Zachariasen B36 4 Jákup á Borg B36 4 Ronnie Samuelsen EB/S 4 Súni Olsen GÍ 4 Ove Nysted KÍ 4 Veðrið versnaði støðugt, og tað var so mikið illfýsið, at dyst- urin átti ongantíð at verið bríkslaður í gongd á Svangaskarði B68–B36 Jóannes Hansen Samanbresturin millum árstalsfeløgini á Svanga- skarði fer í søguna sum ein av ikki so ógvuliga mong- um í føroyskum fótbólti, har tað ikki eydnast at spæla liðugt. Tá seinna umfarið var tólv minuttir gamalt bríksl- aði dómarin fyri brots- sparkið til heimaliðið. Fróði Benjaminsen, sum inntil tá av órannsakiligum orsøkum hevði verið hildin afturi í miðverjuni, spældi tvær ferðir eitt tvey, og tá hann kom í brotsteigin, fór hann um koll. Brotsspark segði Jens Petur Brattalíð, og so uppstóð støðan, sum hevði við sær, at dysturin varð avblástur. Øssur Hansen, sum í síðsta álopinum undan steðginum við ytru síðuni á vinstra fóti úr eitt sindur til høgru í brotsteiginum hevði slett bóltin framvið René Tórgarð í B36 málin- um, skuldi umseta úr ellivu metrum. Men tað var lætt- ari sagt enn gjørt. Nógvi og støðugi vindurin gjørdi, at tað ikki bar til at fáa bóltin at liggja. Dómarin fekk nógv góð ráð um, at hann ella linjuverjin ella kanska ein av toftamonnunum kundu hjálpa til og halda bóltinum, men tað vildi dómarin ikki. Tríggjar minuttir seinni, góvu teir skarvin yvir. Bólturin vildi ikki liggja, og so bríkslaði dómarin fyri síðstu ferð. Sjálvandi vóru teir í B36, sum vóru frammanfyri 3–1, minni nøgdir, enn teir á heima- liðnum vóru. Spurningurin er, hvussu tað hevði tørnað út, um B68 ikki hevði havt fingið brotsspark. Veðrið háttaði sær soleiðis, at tað gjørdist orduligt ódnar- veður løtuna eftir, at spæl- ararnir vóru farnir undir tak. Einki spæl B36 kom í handavend á odda 2–0. Fyrra málið skoraði Magni á Lakjuni, og Bárður Mortansson skoraði tað seinna. Teir báðir vóru góðir heilt úti í borðunum í fremstu røð, og teir skoraðu málinin tætt undir málinum. Triðja B36 málið skoraði John Petersen. Hann var miðframherji – ímillum teir báðar omanfyri nevndu. Størsta partin av tíðini í 1. hálvleiki var bólturin á B36 helvtini. B68 hevði vindin undan, men teir megnaðu ikki at spæla seg til upp- lagdar málmøguleikar. Teir royndu at samanspæla, men tað eydnaðist ikki, tí vind- urin var til so stóran ampa. Við tveimum frísparks- royndum vóru teir um reppið at minka um munin. Fyrst bjargaði René Tór- garð væl til vinstru fyri seg sjálvan, tá Fróði Benjamin- sen úr átjan metrum og eitt sindur til vinstru sendi fríspark framvið mann- garðinum, og so hjálpti tvørtræið til, tá Øssur Hansen úr 23 metrum og eitt sindur til høgru sendi fríspark ímóti málinum. Tá John Petersen økti til 3–0 var talan um einmans- avrik. Bólturin varð stungin fram ímillum, John Peter- sen, sum akkurát ikki var rangstaddur, rann frá verjuni og sendi framvið Kjartani Nesá, og so tóktist alt avgjørt. Men soleiðis var tað ikki. Enn er einki avgjørt. B68 minkaði um munin, og teir høvdu brotssparkið, sum kundi havt borið við sær, at munurin minkaði til eitt mál. Men tað vóru teir í B36, sum stóðu til at vinna, tá dómarin tók avgerðina, sum hann átti at havt tikið undan dystarbyrjan. B68: Kjartan Nesá – Oleif Joensen, Hans Fróði Hans- en, John Heri Dam – Arnold Joensen, Jann Ingi Petersen, Bogi Petersen – Anders Nygaard, Øssur Jacobsen, Øssur Hansen B36: René Tórgarð – Arn- bjørn Danielsen, Egil Zachariassen, Jens Kristian Hansen – Jákup á Borg, Julian Florescu, Julian Johnsson – Bárður Mort- ansson, John Petersen, Magni á Lakjuni Bólturin vildi ikki akta Tað var sum á ólavsøku Í ein tíma royndu leikararnir og dómarin at fáa ein fótbóltsdyst burturúr, men kolandi stormurin forkom at enda dystinum, og nú mugu árstalsfeløgini finna seg í at spæla dystin umaftur Mynd: Álvur Haraldsen – Har var einki at gera. Veðrið var vorðið so mikið vánaligt, at tað bar ikki til at spæla fótbólt, heldur liðformaðurin hjá B36, John Petersen C M Y K 20