Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. september 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 167 - 3. september 2002 23 Brotsspark varð dømt ímóti Toda Jónsson, men tað varð misnýtt, og so fór FCK fyri fyrstu ferð í ár av vøllinum uttan at hava fingið stig ÚTISETAFELAG Jóannes Hansen Todi Jónsson var vigaður á álopsvektini hjá FCK undan fráferðini til Aal- borg, og hann var funnin at vera nóg góður at vera ímillum teir fyrstu ellivu. Føroyski álopsspælarin var í álopinum saman við svenska Jörgen Persson. Tað vil siga, at teir báðir álopsspælararnir, sum hósdagin sótu á beinkinum frá fyrsta bríksli í Georgia, hesa ferð vóru ímillum teir fyrstu ellivu. Heimaliðið, sum hevur fingið eina sannførandi byrjan í hesum kappingar- árinum, legði seg aftarlaga og dúvaði upp á kontra- møguleikar. Spælið hjá teimum var ikki serliga sannførandi, men kortini høvdu teir fatur í rætta endanum. Teir komu á odda 1–0, tá eitt lítið korter var farið, og teir vunnu 3–0. FCK spælararnir hava ikki tapt í langa tíð. Undan hesum dystinum høvdu teir spæla nítjan ferðir í superliguni uttan at tapa – níggju ferðir á útivølli og tíggju ferðir á heimavølli, og harafturat hava teir spælt í Europa Cup uttan at tapa. Undan dystinum var FCK á fremsta plássinum og AaB á triðja plássinum í superliguni. Nú er AaB á odda, og teir eru tvey stig frammanfyri FCK. Ei undur í, at teir flestu av teimum 11.286 áskoðarun- um vóru í góðum hýri í danska summarveðrinum. Málini hjá AaB vóru góð, men Magnus Kihlstedt, sum hevði vunnið førleikan so mikið aftur, at hann var førur fyri at verja FCK málið, átti at havt bjargað tí fyrsta. Allan Gaarde royndi seg við langskoti úr 21 metrum, og tað sang í netinum. Annað málið skoraði estlendski Anders Oper. Hann hevði ikki gjørt mál á besta liðnum síðani eina ferð tíðliga í vár. Hann stútaði 2–0 málið mið- skeiðis í 2. hálvleiki, og 3–0 málið syrgdi innskift- arin Thomas Augustinussen fyri. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at hann var á vøllinum í hesum kapping- arárinum, og tað var vorðið sum mál, sum hann úr stórari fjarstøðu stútaði umvegis stólpan og í málið. Fyri AaB hevði kær- komni heimasigurin eisini tað áhugaverda íslettið, at Diego Tur av hyggjarunum hjá TV3+ rásini varð kosin besti spælarin. Fyri verju- spælaran var talan um einastandandi sunnudag. Hann hevur áður spælt við bæði B1903 og KB, sum fyri tíggju árum síðani funnu saman um FCK, og hann var í nógvu tey fyrstu árini á liðnum hjá FCK, áðrenn hann í fjør fekk at vita, at nú var ikki brúk fyri honum meiri. Todi fekk brotsspark Todi Jónsson spældi fyrstu 64 minuttirnar, áðrenn Peter Møller kom á vøllin fyri hann. Síðstu løtuna spenti FCK venjarin álops- bogan rættuliga, tí tá kom Zuma á vøllin fyri Morten Bidgaard, sum fyri fyrstu ferð í hesum kappingar- árinum var millum teir fyrstu ellivu hjá FCK. Jörgen Persson var á vøll- inum allar 90 minuttirnar. Næst at fáa mál varð FCK, tá teir fingu brots- spark. Eftir at Todi Jónsson í tveimum førum í sjálvum málteiginum hevði roynt at skjóta mál, metti dómarin, at Todi Jónsson varð tog- aður eitt sindur ov nógv í troyggjuna. Donsku tíð- indafólkini hildu dómin vera í so tunnan, og heimamenninir vóru ikki so blíðir, men teir komu undan við skrekkinum. Thomas Røll Larsen, sum fleiri ferðir hevur verið tryggur úr ellivu metrum, sendi flatt skeivu megin stólpan. FCK spælararnir hava borið orð fyri at skikka sær heilt væl, men hesa ferð fór nakað av glansinum av teimum. Í 1. hálvleiki átti norski miðvallarin, Erik Mykland, at havt verið rikin av vøllinum, tá hann sparkaði ein mótstøðumann í skinnabeinið, men tað var ov lítið mannfólk í hjálp- ardómaranum, sum sá til- burðin. Fram ímóti dystar- enda sóu tveir FCK spæl- arar ostaskorpuna. Mið- verjin Bo Svensson sá reytt, tá hann hevndi seg eftir ógvusliga takling, og Zuma varð rikin av vøllinum, tá hann hevði hug at taka í dómaran fyri at vísa, at einki skil var í reyða kortinum, sum ein av makkarunum hjá honum hevði fingið. Ítróttarstjórin, Niels –Christian Holmstrøm, helt lítið um avgerðina hjá dómaranum at vísa Zuma av vøllinum, og hann var illur inn á Bo Svensson, sum ivaleyst kann rokna við at fáa bót frá felagnum. Hans Backe. FCK venjarin, helt sínar menn hava víst betra spælið, og hann seegði seg rokna við, at teir høvdu vunnið dystin, um teir ikki høvdu havt misnýtt brotssparkið. – AaB hevur eitt gott lið, sum verður millum fýra tey bestu. Vit eiga framvegis besta liðið, og eg eri fegin um, at vit framvegis eru favorittar at vinna DM, segði FCK venjarin, sum áður hevur verið venjari í Aalborg. Hvørki B71 ella ÍF megnaðu at skræða seg nærri uppflyt- ingini, tá javnleikur gjørdist úrslitið á Sandi 2. DEILD Jákup Mørk Undan kappingini varð tað av mongum mett, at B71 og ÍF mundu teljast millum bestu boðini at fylgja stórfavorittunum úr Vágoynni í odda- stríðnum í bestu deild- ini. Fyri báðar partar hevur tað tó verið so, at vónbrotini hava verið væl fleiri enn gleðis- løturnar, og eitt skifti hava tey bæði eisini stríðst við leiklutinum sum botnli. Seianstu umførini hevur tó gingið framá, og tí var spenningurin stórur, tá liðini bæði hittust á Sandi um vikuskiftið. Tað vóru vertirnir, sum komu betri frá byrjan, tá Jónsvein Thomsen skeyt einasta málið fyri steðgin. Í seinna hálvleiki tók ÍF alt meira yvir, og teir fingu eisini bæði javnað og lagt seg á odda við málum, sum Hanus Eliasen og Pauli Jarn- skor skutu. Tað eydnaðist tó heimaliðnum at vinna sær javnleik, tá Eli Hentze umsetti brots- spark til mál. Við javnleikinum halda bæði B714 og ÍF fast um vónina at vinna sær rætt til upp- og niðurflytingardyst, men fyri bæði er tó galdandi, at so eru tað neyvan ráð til fleiri stigamissir afturat. B71-ÍF:2-2(1-0) 1-0: Jónsvein Thomsen 1-1: Hanus Eliasen 1-2: Pauli Jarnskor 2-2: Eli Hentze b Michael Laudrup fanst sunnudagin fyri fyrstu ferð at sínum monnum, sum hann heldur vera sinniliga niðri við nakkanum. Uppflytararnir úr Farum eru nú slopnir væl og virðiliga burtur úr botninum SUPERLIGAN Jóannes Hansen At FCK hesa ferð einki stig fekk hevði við sær, at tað eftir tað sætta av 33 um- førum í donsku landskapp- ingini gjørdist meiri spenn- andi. AaB er nýtt oddalið, meðan tað gongur alt annað enn væl hjá Brøndby, sum annars hevur verið roknað sum næsti meistarabiðilin hjá FCK. Hesa ferð átti Brøndby heimavøll ímóti Esbjerg. Gestirnir fóru væl nøgdir til hús. Tað eru ikki øll lið, sum kunnu rokna við at fáa 1–1 á Brøndby stadion. Javnleikurin hjá Esbjerg var uppiborin. Í 2. hálvleiki høvdu teir fatur á rætta endanum, og tað var av- gjørt einki forgjørt í, at 20 ára gamli Jan Kristiansen javnaði. Í 1. hálvleiki skor- aði annar av toppskjúttun- um í Danmark síðsta ár, Peter Madsen, upp á brots- spark fyri Brøndby. Hetta var fyrsta málið hjá honum í hesum kappingarárinum. Hin toppskjúttin í fjør, Kasper Dalgas, tiltuskaði sær brotssparkið, sum tókt- ist vera sera ivasamt. Michael Laudrup, Brøndby venjarin, er ein sannur gentlemaður, sum higartil hevur hildið hond- ina yvir sínum monnum. Hann hevur hvørja ferð hildið uppá, at teir hava spælt væl og verið óhepnir. Sunnudagin ásannaði hann, at liðið hjá honum hevði spælt illa. Laudrup helt, at Brøndby spælararnir tókt- ust vera sinniliga slitnir, eftir at Rosenborg miku- kvøldið sendi teir úr europeisku meistarakapp- ingini. Lagið er altso ikki so gott í vestara útjaðaranum av danska høvuðsstaðnum. Men norðanfyri Keyp- mannahavn eru teir bein- leiðis kátir. Áskoðararnir eru framvegis ikki so nógvir í Farum, men teir munnu fara at koma, um úrtøkan støðugt verður so góð, sum hon hevur verið tær seinastu ferðirnar. Hesa ferð vunnu teir 2–1 á OB. Fleiri ferðir fyrr í hesum kappingarárinum hevur Farum mist á stokk- inum. Hesa ferð fingu teir sigursmálið, tá tað restaðu seks minuttir. Venjarin, Christian Andersen, plagar ikki at vera sparin við orala krútinum. Men hesa ferð var hann nóg eyðmjúkur til at ásanna, at Europa Cup dysturin hjá OB hóskvøld- ið, tá teir sendu finska MyPa úr kappingini, hevði hjálpt Farum. Teir í OB tóktst troyttir sunnudagin. Eingin løn Eisini uppflytararnir í Køge fingu fult hesa ferð. Teir høvdu leygardagin vitjan av AGF. Síðstu tíðina hava teir í Århus havt nógvan undanvind. Undan viku- skiftinum varð greitt, at teir nú hava keypt fyrrverandi danska landslliðsspælaran, Brian Steen Nielsen, sum í eitt ár hevur verið í Malmø FF. Men hann var ikki við í Køge leygardagin, har heimaliðið var mest sann- førandi og vann 2–0. Í Jyllandi var í Ikast grannauppgerð millum FCM og Silkeborg. Vandi kundi havt verið fyri, at teir á heimaliðnum vóru troyttir eftir Europa Cup dystin hóskvøldið, men tað bilti ikki. FCM vann 2–0. Silkeborg liggur eitt sindur tungt í sjónum, og nú sigst, at spælararnir eiga løn til góða hjá felagnum. Tað er ongantíð nakað serligt tekin, tá arbeiðs- gevarin ikki megnar at rinda tað, sum hann hevur skrivað undir uppá, at hann skal gera. Teir í høvuðsstaðarfe- lagnum AB vóru í Viborg. Heimaliðið hevði ikki vunnið í teimum fyrstu fimm landskappingardyst- unum, men hesa ferð bragdaði. Viborg vann 2–1. Teir eru illa sperdir í Brøndby B71-ÍF 2-2 (1-0) Bæði eru við FCK endaði við níggju monnum 23 22 Nr. 167 - 3. september 2002 C M Y K 22