Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. september 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 167 - 3. september 2002 25 Hóast B36 trýsti vág- bingar langt aftur á vøllin stóran part av dystinum, var tað ikki fyrr enn í seinastu minuttunum at sigurin kom í hús. B36 fekk ein mann útvístan tá støðan framvegis var 0-0 2. DEILD Jákup Mørk Bæði B36 og VB høvdu havt góð úrslit seinastu umførini - sjálvt um B36 tapti í Klaksvík- og tí var lagt upp til ein spennandi dyst í Havn leygardagin. Tá 2. deild er so jøvn sum hon er, vildi taparin av dystin- um framvegis verða í vanda fyri niðurflyting, meðan vinnarin kundi hugsa um silvurheiðursmerki. B36 betra liðið Tað sást beinanvegin at B36 ætlaði sær trý stig, og harvið halda fast um annað plássið í deildini. Havnar- menn løgdu hart út og fingu trýst VB aftur á vøllin. Og soleiðis sá tað út meginpartin av fyrra hálvleiki.Men B36 fekk ikki nógv burturúr tí leikligu yvirvág sum var, og tað nærmasta liðið kom var okkurt fríspark beint uttan fyri brotsteigin hjá VB. Hesi fríspørk vóru vandmikil, men verjan og málmaðurin hjá VB klár- aðu skerini. Nógvir bóltar gjørdist ov langir í uppspælinum, og fóru útav í tí lotinum sum B36 hevði í ryggin í fyrra hálvleiki. Vágbingar vóru sjáld- samir gestir frammanfyri B36-málinum, og tá tað var gjørdist teir ongantíð ser- liga vandamiklir. Lívligur seinni hálvleikur Tað var ikki fyrr enn í seinna hálvleiki at lív kom í dystin. Tá 10 minuttir vóru farnir, fekk Heini í Skorini reytt kort fyri at vera nakað harðligur móti einum VB- ara. Nú sá heilt gott út hjá VB, sum undan dystinum uttan iva fór eftir tí eina stiginum. Men tað var í veruleik- anum útvísingin sum fekk B36 í gongd. Leikararnir blivu nógv ágrýtnari, og saman við nøkrum hepnum útskiftingum koyrdi spælið nógv betri. Og trýstið gav úrslit tá góður tími var farin. Eftir eitt hornaspark fingu vág- bingar ikki sparka bóltin burtur, og so kundi Karl Leonsson seta fótin á so bólturin fór í mál. Men tað gingu ikki meir enn 3 minuttir, so hevði VB javnað. Eitt mótálop við- førdi, at Birgir Jørgensen varð spældur fríur, og hann skoraði trygt. Nú gekk javnt á næstu løtuna við royndum á bæði málini. Ikki fyrr enn tað manglaðu 8 minuttir, kom næsta málið og tað fekk B36. Eitt innlegg kom úr vinstru síðu, og har var Karl Høgnesen fyrstur á bóltinum so hann fór í mál. Eftir hetta skrædnaði fullkomuliga hjá VB, og móti endanum fekk B36 tvey mál aftrat. Fyrst var tað Ragnar Poulsen við beinleiðis frísparki og síðani skeyt John Thomsen seinasta málið í dystinum. Janus Kjærbo hjá VB fekk sítt annað gula kort seint í dystinum, og var tí rikin av vøllinum. Tað bleiv sostatt til ein tryggan og uppibornan sigur til B36, hóast sigurin kom í hús seint í dystinum. Vágbingar mugu iðra seg um, at verjukendi taktikk- urin ikki helt nakrar fáar minuttir aftrat. Dysturin í tølum B36-VB 4-1(0-0) 1-0: Karl Leonsson 1-1: Birgir Jørgensen 2-1: Karl Høgnesen 3-1: Ragnar Poulsen 4-1: John Thomsen Støðan, 2. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 FS V 14 10- 3 - 1 45 9 36 33 2 B36 14 6 - 4 - 4 22 22 0 22 3 Sumba 14 6 - 3 - 5 21 25 -4 21 4 B71 14 5 - 4 - 5 24 16 8 19 5 KÍ 14 5 - 4 - 5 21 22 -1 19 6 ÍF 14 5 - 3 - 6 31 29 2 18 7 LÍF 14 5 - 3 - 6 24 24 0 18 8 NSÍ 14 5 - 1 - 8 13 27 -14 16 9 VB 14 5 - 1 - 8 17 39 -22 16 10 HB 14 4 - 2 - 8 20 25 -5 14 Við sigrinum á HB slapp LÍF sær úr niðurflytingarvand- inum, har HB fram- vegis hevur leiklutin sum dumpikandi- datur 2. DEILD Jákup Mørk Bæði LÍf og HB hava fyri ein stóran part av árinum verið í tungum sjógvi í næst bestu deildini. Leygardagin hittust tey bæði í Leirvík, og fyri báðar partar hevði dysturin alstóran týdning í royndunum at sleppa sær úr niðurflytingarvandanum. Fótbóltslíkindini í Leir- vík vóru kanska ikki av teimum allar bestu leygar- dagin, men tað var tó á ongan hátt soleiðis, sum tað var kring størsta partin av landinum sunnudagin. Váti vøllurin tóktist tó vera til stóran ampa fyri gestirnar, sum høvdu ilt við at fáa spælið at hanga sam- an, og yvirhøvur var tað soleiðis, at heimaliðið sat á so gott sum øllum. Tí var tað eisini fult uppi- borið, at Petur Sjúrðarberg undan steðginum kundi skjóta leirvíkingar upp á 1- 0, men HB megnaði tó at reisa seg nakað aftur, tá Danny Rasmussen nakakð eftir steðgin fekk javnvág í aftur roknskapin. Hóast málið gav HB eina lítla vón, so var tað tó alla tíðina soleiðis, at ein heimasigur lúrdi, og tá Tomek Rezel nakað seinni aftur kundi leggja leir- víkingarnar á odda, mundu flestu av gestunum ásanna, at dysturin var taptur, og í so máta var seinasta málið hjá Fróða Joensen bert ein staðfesting av veruleikan- um. Kunnu missa sessin Og veruleikin er, at HB í løtuni liggur á niðasta sessinum í aðru deild, og soleiðis eru fremstu dumpi- kandidatarnir, nú bert fýra umfør eru eftir at spæla. Og tó at teir í HB neyvan hava slept allari vón, so slepst ikki undan, at talan er um fýra sera torførar dystir, sum nú standa á skránni. Komandi viku- skiftið hava teir dyst móti grannunum úr B36, sum stríðast fyri at halda fast um silvurmerkini. Síðani gong- ur leiðin til Sumbia, har heimaliðið helst stríðist fyri møguleikanum at vinna rætt til upp- og niðurflyt- ingardyst. Tað gera fugl- firðingar helst eisini, tá teir koma til Havnar, og í seinasta uimfarinum er talan um dyst móti KÍ, sum tykist standa seg sera væl á heimavølli, so í løtuni sær ógvuliga svart út hjá HB. Ikki minst tí tað aloftast er so, at tað er av stórum týdningi fyri besta liðið í felagnum, at leiðin niður til eykamenninar er so stutt sum gjørligt. Hjá leirvíkingum líkist árið nú hinvegin eitt av teimum vanligu, har liðið endar onku staðni mið- skeiðis á stigatalvuni. Gaman í er støðan somikið tøtt, at teir ikki skulu kenna seg alt ov tryggar, men helst fara teir at skava okkurt stigið afturat saman, og hinvegin er frástøðan upp til heiðursmerkini heldur ikki so stór, so enn hevur liðið nakað at spæla fyri, hóast tað verður tor- ført, tá teir komandi viku- skifti skulu til Vágarnar, har heimaliðið hevur riggað til uppflytingargildið. LÍF-HB 3-1(1-0) 1-0: Petur Sjúrðarberg 1-1: Danny Rasmussen 2-1: Tomek Rezel LÍF-HB 3-1 (1-0): Leirvík á tryggari grund B36-VB 4-1 (0-0): B36 vann við tíggju monnum Hóast B36 í hálvan tíma spældi við 10 móti 11, so eydnaðist teimum kortini at vinna dystin móti VB Mynd: Álvur Haraldsen Tað kom óvart á, at Vejle skuldi snáva á heimavølli ímóti grannunum úr Fredericia DANMARK 1. DEILD Jóannes Hansen Fyrrapartin í morgin fer Christian Høgni Jacobsen undir fyrireikingarnar til landsdystin leygardagin ímóti Skotlandi. Hann er valdur sum ein av møgu- leikunum í álopinum. Hóast hjálparvenjarin hjá Henrik Larsen, Jógvan Martin Olsen, fyrr í summar hevði Christian Høgna á vongverjanum í NSÍ, so er Vejle spælarin kanska fyrsta valið til føroyska álopið leygar- dagin. Men Christian Høgni Jacobsen fekk ikki venjing í álopsspælinum sunnu- dagin. Hann var vongverji í høgru allar 90 minuttirnar, og tað kann væl vera, at tað verður uppaftur torførari hjá honum at sleppa upp í part aftur í fremstu røð. Fríggjadagin leigaði Vejle Peter Degn frá Brøndby. Hann er ein av spælarun- um, sum Michael Laudrup sáldaði frá, tá hann gjørdist venjari. Peter Degn skal fyribils vera í Vejle inntil 30. juni komandi ár. Hann hevur áður spælt í AGF og Everton. Vejle hevði sunnudagin vitjan av grannunum úr Fredericia. Hesir hava altíð verið fótbóltsligi lítli beigg- in í tríkantsøkinum, sum økið Vejle–Fredericia– Kolding verður rópt. Tí var tað einki minni enn ein sensatión, at teir fóru til hús við 1–0 sigri. Áskoðara- fjøldin í góðveðrinum var metstór fyri hetta kapp- ingarárið – 2.231 – og sjálvsagt kom tapið sera illa við hjá Vejle. Fredericia var sera verju- kent. Teir komu á odda, tá tað bara restaði ein lítil løta av fyrra umfarinum, og so vardu teir. Vejle hevði møguleikar, men teir høvdu ilt við at bróta ígjøgnum í borðunum, og vejlensarar á og kring vøllin vóru sera nipnir, tá dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð, og grannarnir stóðu við øllum stigunum. Vejle hevur tíggju stig – tað sama sum Herfølge og Frem. Hjá hvørgum teirra royndist vikuskiftið nakað serligt. Frem megnaði bara 1–1 á heimavøllinum í Valby ímóti B1913, og Herfølge tapti rudduliga 3–0 í Randers. Freja er næstfremst í 1. deild við tólv stigum. Ølstykke er fremst við fjúrtan stigum. Hesa ferð vunnu teir 4–2 á Hvidovre, sum Óli Johannesen spældi við síðsta ár. Føroyski landsliðsvenjarin, Henrik Larsen, hevði ábyrgdina, tá Ølstykke síðsta kapping- arár flutti upp. Nú er Benny Johansen venjari hjá Øl- stykke. Tað var hann, sum fyrr í ár næstan var venjari hjá landsliðnum. Christian Høgni á vongverjanum 25 24 Nr. 167 - 3. september 2002 Jóhan og GÍ skiljast TB venjarin harmast um, at dysturin á Sevmýri yvirhøvur varð spældur. Hann og hinir halda ikki, at líkindini vóru til fótbóltsspæl TB–GÍ Jóannes Hansen Gøtumenn komu í ódnar- veðrinum sunnukvøldið til hús aftur við 3–0 sigri og harvið trimum kærkomnum stigum í viðførinum. Tað var einki at siga til, at teir vóru sera væl nøgdir. Bartal Eliasen og Magni Jarnskor vóru leikbannaðir, og veðrið á Sevmýri var eins vánaligt, og tað var aðra staðni í landinum. Tí kundi tilvildin havt spælt inn. – Eg havi ongantíð upp- livað sovorðið, og eg haldi ikki, at dysturin skuldi havt verið spældur. Tað vóru ikki líkindi til fótbóltsspæl, og tað er harmuligt, tá bæði liðini hava vant taktiskt undan dystinum, at tilvildin skal hava so nógv at siga. Tað er TB venjarin, Lynge Nielsen, sum sigur soleiðis. Hann ásannar, at GÍ hevði ein sera góðan miðvøll, og at teir høvdu væl fleiri málmøguleikar enn heimaliðið. – Eg haldi, at mínir spæl- arar hava víst góða fram- gongd, og eg havi fram- vegis gott mót um, at vit fara at fáa fleiri stig. Næstu ferð verður tað VB í Vági. Teir kenni eg væl, og eg meti, at tað kann fara báðar vegir. Bíðaðu leingi Gøtumenn høvdu vindin ímóti í 1. hálvleiki, tá teir hildu tørn. Í 2. hálvleiki øtlaði hann rættuliga nógv, og tað var torført at hava tak á bóltinum. GÍ fekk fyrsta málið, tá seinna umfarið var eitt stórt korter gamalt. Eftir innlegg dømdi dómarin brotsspark ímóti Nebosja, og Sámal Joensen var tryggur úr ellivu metrum. Tólv minuttir seinni økti Súni Fríði Johannesen. Long sending stiklaði hann eina ferð í vøllinum, áðrenn hann smekkaði til. Átjan minuttir undan leikloki staðfesti Súni Olsen. Á GÍ liðnum var veteran- urin Jóan Petur Olsen í miðverjuni fyri Bartal Eliasen, og Súni Olsen mannaði sentrala miðvøllin saman við Gidek og Sámali Joensen. TB: Lars Müller – Vladimir Matijivic, Óli Johannesen, Nebosja Urtajl – Bárður Dimon, Olivur Abraham- sen, Einar Petersen, Craig Dean – Dan Mortensen, Jón Johannesen GÍ: Hallur Hansen – Poul Ennigarð, Jóan Petur Olsen, Leivur Hansen – Hans Pauli Petersen, Sámal Joensen, Zdzislaw Janik, Súni Olsen – Súni Fríði Jo- hannesen, Krystof Popc- zynski Henrik Larsen fer at hyggja at dystin- um á Svangaskarði millum B68 og B36, áðrenn hann og hjálparvenjarin fara at taka støðu til, hvørjir tveir skulu sáldast frá LANDSLIÐIÐ Jóannes Hansen Í síðstu viku fingu tjúgu spælarar boð til lands- dystin, sum leygardagin verður ímóti Skotlandi. Samstundis fingu teir at vita, at tveir teirra fóru at verða sáldaðir frá eftir vikuskiftið. Men enn eru eingir vigaðir og funnir at vera ov lættir. Tað kemst av, at tveir dystir sunnudagin vóru av ongum. Dysturin mill- um EB/Streym og KÍ var ikki útsettur. Í skipanini stendur, at hann skuldi spælast í gjárkvøldið. Útsetti dysturin mill- um Skála og NSÍ varð spældur í gjárkvøldið, tá ásetti dysturin millum EB/Streym og KÍ eisini varð spældur. Í kvøld klokkan 18.30 fara B68 og B36 at spæla á Svangaskarði. Tá verður landsliðs- venjarin, Henrik Larsen, millum áskoðararnar. Frammanfyri sær fer hann at hava seks spæl- arar, sum hava fingið landsliðsboð. Teir eru Fróði Benjaminsen og Hans Fróði Hansen á heimaliðnum og Jákup á Borg, Jens Kristian Hansen, Julian Johnsson og John Petersen á B36 liðnum. Landsliðsevnini, sum um vikuskiftið vóru í eldinum heima á landi, vóru spælararnir í HB og Sámal Joensen hjá GÍ. Í Danmark spældi Christian Høgni Jacob- sen við Vejle, meðan Jákup Mikkelsen sat á beinkinum hjá Molde í Noregi. Í gjár var sera ivasamt, um Helgi L. Petersen fór at spæla á Skála í gjárkvøldið. Hann hevur havt ilt við at koma seg heilt eftir skaðan, sum hann fekk í landsdyst- inum ímóti Liktinstein. Harafturímóti var greitt, at Pól Thorsteinsson fór at spæla í gjár. Hann hevur verið skaddur síðstu vikurnar. Jens Kristian Hansen hjá B36 hevur verið skaddur. Tann lítla tím- an, sum B68 og B36 vóru á vøllinum á Toft- um, bar til at staðfesta, at Jens Kristian er tøkur hjá landsliðs-venjaran- um. – Eftir dystin á Toftum í kvøld verður greitt, um allir teir, sum eru úttiknir, verða tøkir. Um teir verða tað, so verður neyðugt at sálda tveir spælarar frá, sigur Jógv- an Martin Olsen, hjálp- arvenjari hjá Henriki Larsen. Landsliðið fer at venja fyrstu ferð á Svanga- skarði fyrrapartin í morgin. Nevndin í Gøtu Ítróttarfelag hevur boðað frá, at Jóhan Nielsen ikki verður venjari hjá felagnum komandi kappingarár FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Vanliga er tað um hetta mundið, at feløg so smátt gera av, hvussu samanset- ingin av liðnum verður til komandi kappingarár. Í hesum liggur eisini venjaraspurningurin, og tað er neyvan at siga ov nógv, at fleiri feløg longu eru komin væl áleiðis í at tryggja sær venjara til komandi kappingarár. Tað mundi tó koma eitt sindur óvart á, tá nevndin í GÍ mánadagin umvegis heimasíðu felagsins boðaði frá, at Jóhan Nielsen ikki verður venjari hjá felag- num, tá hetta kappingarárið er lokið. Í fráboðanini verður ikki sagt nakað um orsøkina til skilnaðin, men formaðurin í felagnum, Jógvan Gregersen, leggur tó dent á, at talan ikki er um illstøðu av nøkrum slag. - Tað er tað ikki. Vit hava so onga orsøk at vera ónøgd um tað, sum hann hevur givið okkum. Úr- slitini tala í so máta fyri seg, sigur formaðurin. - Tað er bara so, at vit vóru komnir ásamt um, at tað nú var tíð til at steðga, og fyri at geva honum ein møguleika at finna sær nakað annað, var tað helst skilabest at boða frá hesum alt fyri eitt. Mest vinnandi Uttan at forsmáa aðrar venjarar, so ber helst til at siga, at við hesum hevur GÍ sagt farvæl við tann mest vinnandi føroyska fótbólts- venjaran yvirhøvur. Áðrenn hann kom til Gøtu, var hann í drúgt tíðarskeið venjari hjá HB – umframt tvey ár í B36 – og upp ígjøgnum sjeyti- og átta- tiárini vann hann hópin av heiðursmerkjum við eldra havnarfelagnum. Í Gøtu hevur Jóhan virk- að sum venjari í til samans 11 ár. Størsta bragd hansara í so máta var helst at leggja lunnar undir liðið, sum vann fýra meistaraheitið á rað í árunum, 1993-96. GÍ hevur enn ikki boðað frá, hvør verður nýggjur venjari hjá felagnum, men á heimasíðuni verður sagt, at navnið á hesum væntandi verður almannakunngjørt innan tvær vikur. Men tað er eingin loyna, at í leikarahópinum hjá GÍ rennur ein maður, sum fyri tveimum árum síðani fekk FM-heitið suður til Vágs fyri fyrstu ferð, og neyvan er tað heilt av leið, at Krzystof Popczynski í øllum førum er í myndini til venjarasessin. Landsliðsspælar arnir verða vigaðir í kvøld GÍ kom undan ódnarveðrinum Hóast vánalig líkindi, so varð dysturin á Tvøroyri avgreiddur, og gøtumenn munnu hóast alt vera fegnir um, at tað eydnaðist at fylla trý stig afturat í posan Eftir tilsamans 11 ár sum venjari í Gøtu, noyðist Jóhan Nielsen nú at finna sær annað felag. Mánamorgunin boðaði leiðslan í GÍ frá, at Jóhan ikki heldur fram felagnum C M Y K 24