týsdagur 3. september 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 167 - 3. september 2002
Nr. 167 - 3. september 2002
27
UTTAN ÚR HEIMI
Tann hóvligi ameri-
kanski uttanríkis-
ráðharrin er settur til
viks í stjórnini, har
heykarnir ráða. Nú
orkar hann ikki meiri
USA
Árni Joensen
Tíðarritið Time vil vera
við, at Colin Powell, uttan-
ríkisráðharri er vorðin so
ørkymlaður av tí vánaliga
stevinum í amerikansku
stjórnini, at hann ætlar at
leggja frá sær, tá Bush fer
at stilla upp til næsta
forsetavalið, sum verður í
2004.
-Nú er nóg mikið. Hann
orkar hetta ikki longur,
skrivar Time frá einari
keldu,
sum
stendur
uttanríkisráðharranum nær.
Eygleiðarar siga, at velur
Powell at fara frá, er tað ein
týðandi og avgerandi sigur
fyri tær konservativu kreft-
irnar í amerikanaku stjórn-
ini við Dick Cheney, vara-
forseta og Donald Rums-
feld, verjumálaráðharra á
odda.
Avgerðin
verður
eisini ein týðilig staðfesting
av høgrarákinum, sum hev-
ur merkt amerikanskan
politikk,
síðani
Bush-
stjórnin tók við.
Hinvegin er eingin ivi
um, at tað hevði komið
Evropa illa við, leggur
Powell frá sær, tí hesu-
megin Atlantshavið er hann
væl umtóktur. Hetta kemst
m. a. av, at hann alla tíðina
hevur lagt dent á, at tað er
umráðandi hjá USA at leita
sær stuðul í altjóða poli-
tikki.
Harafturat
hevur
hann verið tann av ameri-
kansku leiðarunum, sum
hevur gingið undan í roynd-
unum at fáa frið millum
ísraelsmenn og palestinar.
Powell hevur eisini sagt seg
ivast í ætlanini hjá Bush,
Cheney og Rumsfeld at
leypa á Irak.
Politiskir eygleiðarar í
Washington siga, at sein-
astu tíðina hava teir so-
nevndu heykarnir í stjórn-
ini trýst Colin Powell til
viks, soleiðis at tað í veru-
leikanum eru Dick Cheney
og Donald Rumsfeld, sum
stýra uttanríkispolitikkin-
um saman við John Asch-
roft, løgmálaráðharra og
Karl Rowe, sum er ráðgevi
hjá Bush. Teir eru talsmenn
fyri einum meiri harðrend-
um amerikanskum uttan-
ríkispolitikki.
Time skrivar, at bara eitt
veruligt diplomatiskt fram-
brot í kreppuni í Miðeystri
kann fáa Colin Powell at
umhugsa at halda fram -
fyribils í hvussu er.
Tann 29 ára gamli
Kerim Chatty, sum
varð tikin á einum
flogvølli í Svøríki,
ætlaði helst at stoyta
eitt flogfar niður í
amerikansku sendi-
stovuna í London
YVIRGANGUR
Árni Joensen
Bretska
tíðindastovan
Reuters sigur seg hava
fingið at vita frá vælvitandi
keldum, at tann 29 ára
gamli Kerim Chatty ætlaði
at ræna eitt flogfar hjá
felagnum Ryanair og at
stoyta tað niður í London.
Málið var eftir øllum at
døma tann amerikanska
sendistovan
í
bretska
høvuðsstaðnum.
Karim Chatty varð tikin í
floghavnini í svenska bý-
num Vesterås, eftir at eftir-
litstólini høvdu avdúkað, at
hann hevði eina skamm-
byrsu í einari tasku, sum
hann skuldi hava við sær í
eitt flogfar hjá Ryanair,
sum skuldi til London og
haðan itil Birmingham. Tað
vísti seg, at skammbyrsan
var lødd, og svenska ákæru-
valdið kravdi í gjár, at
maðurin skal sita í varð-
haldinum fjúrtan dagar
afturat, meðan málið verð-
ur kannað til botns.
Keldur hjá amerikansku
fregnartænastuni
hava
eisini latið leka út, at Kerim
Chatty ætlaði at ræna
flogfarið og at søkja at
einum máli í London. Men
CIA avsannaði tíðindini, tá
ovastin fyri svensku trygd-
arløgregluni,
Margareth
Linderoth, segði, at einki
hald var í upplýsingunum.
Men bæði Reuters og
sunnudagsblaðið News of
the World halda uppá, at
tann tikni ætlaði at ræna
flogfarið og at søkja at
London. Báðir miðlarnir
siga seg hava fingið at vita
frá
bretskum
trygdar-
keldum, at amerikanska
sendistovan í London var
álopsmálið. Keldurnar hava
eisini víst á, at hevði
flogfarið dottið niður á
amerikansku sendistovuna,
hevði ein stórur NATO-
bygningur í grannalagnum
eisini fingið skaða.
Umleið 2.000 fólk ar-
beiða í tí stóra amerikanska
sendistovubygninginum í
London.
Reuters visti í gjár at
siga, at løgreglan í Svøríki
og aðrastaðni leita eftir fýra
monnum, sum samstarvaðu
við Kerim Chatty.
Powell orkar ikki meiri
Ætlaði at stoyta flogfarið
niður í London
Hetta flogfarið hjá írska flogfelagnum Ryanair skuldi sambært álítandi keldum stoytast niður yvir amerikansku sendistovuna í
London
Mynd: Reuters
Í Eysturríki leita mynd-
ugleikar og brotsmenn
eftir vápnum í teimum
nógvu
vøtnunum
í
fjallalendinum.
Sum
vera man hava myndug-
leikarnir og brotsmenn-
inir ikki sama endamál,
men tað, sum leitað
verður eftir, er tað sama.
Báðir partar vita, at á
hesum leiðum liggja
fleiri túsund tons av
gomlum vápnum frá
seinna heimsbardaga.
Tað hevur leingi verið
alment kent, at týskarar-
nir tveittu eina av rúgvu
av sínum vápnum í vøtn-
ini, tá teir góvu seg yvir,
og at amerikanarar, bret-
ar, russar og fransmenn
gjørdu tað sama, tá teir
fóru úr Eysturríki.
Eysturríksku myndug-
leikarnir siga, at tey
flestu vápnini endaðu í
vøtnum í landspartinum
Karnten har suðuri í
landinum. Higartil hava
myndugleikarnir funnið
granatir, riflur, brand-
bumbur og lóður, og
ætlanin er at halda fram
við leitingini til tess at
forða fyri, at brotsmenn
skulu fáa fatur á vápn-
unum.
Leita eftir vápnum
Kirkjumyndugleikarnir í
Noregi bera nú ótta fyri,
at um ikki so langa tíð
verða ov fáir prestar í
Noregi. Víst verður á, at
meðalaldurin á teimum
virknu prestunum er í
hægra lagi, og at ov fáa
fáa sær guðfrøðiútbúgv-
ing.
Sambært einari upp-
gerð var meðalaldurin á
norsku prestunum 49 ár
seinasta ársskiftið. Sam-
stundis vísir tað seg, at
kirkjan kann ikki vænta
at fáa fleiri enn 39 ný-
klaktar prestar um árið
tey næstu árini, meðan
framrokningar vísa, at
tørvur er á 56 nýggjum
prestum um árið tey
næstu átta árini.
Eigil Morvik í norsku
kirkjuleiðsluni sigur, at
eydnast tað ikki at fáa
fleiri at lesa guðfrøði
ella at fáa fráfarnar
prestar at taka starvið
uppaftur, verður presta-
trot um fá ár.
Vænta prestatrot
Myndugleikarnir í Iran
hava gjørt av at steingja
fimm matstovur í bý-
num Isfahan, tí tær hava
skonkt sterkt. Maðurin,
sum eigur matstovurnar,
er varðhaldsfongslaður.
Blaðið hjá iransku
stjórnini skrivar, at løg-
reglumenninir
løgdu
hald á 150 fløslur av
rúsandi løgi á teimum
fimm
matstovunum.
Alkohol hevur verið
bannað í Iran síðani
kollveltingina í 1979, og
brot á lógina verða van-
liga sektað við fongsli
ella bót.
Kortini hevur tað víst
seg, at nógvir iranar
drekka sterkt við hús, og
at nógvur rúsandi løgur
verður smuglaður inn í
landið bæði eystan- og
vestaneftir.
Átak ímóti alkoholi
Myndugleikarnir í Jord-
an og Ísrael eru vorðnir
samdir um eina verk-
ætlan, sum hevur til
endamáls
at
bjarga
Deyðahavinum.
Deyðahavið er mink-
að nógv seinnu árini,
men nú ætla jordanar og
ísraelsmenn at leiða vatn
úr
Reyðahavinum
í
Deyðahavið.
Ætlanin
umfatar eina røtleiðing,
sum er mett at kosta
einar seks milliardir
krónur.
Rørleiðingin
verður einar 320 kilo-
metrar long.
Seinnu árini er vatn-
støðan í Deyðahavinum
fallin umleið ein metur
um árið.
Bjarga Deyða-
havinum
C
M
Y
K
27
26