hósdagur 30. september 1982síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
Hevur tú ein spurning ella onkran trupulleika, sum tú kundi ynskt tær at
Sosialin«.
Sosialrådgev-
arin:
Noydast vit
í rættin?
Eg læs við áhuga greinina
í Sosialinum herfyri, um
hjúnarbandsskilnaða.
Eg vil tí spyrja Marjun
Sigurdsdóttir, um einastu
ráðini, tá ein vil skiljast
eru, at báðir partar meta í
rættinum. Hetta haldi eg
vera dekan og torfert, —
serliga um hjún eru so
ósamd, tá tey standa fyri
at fara hver til sítt.
Er als eingin annar
háttur, um skilnaðar
pappírini skulu fáast til
vega?
Eg havi henda trupul-
leikan hangandi yvir mær,
og vil tí vita, hverjir
meguleikar eru?
fráskild
ø
Hjún kunnu verða skild
við loyvisbrævi (skils-
missebevilling) ella við
dóm. Loyvisbræv verður
givið gjøgnum Ríkisum-
boðið meðan dómur jú
verður avsagdur av
Føroya rætti.
Treytin fyri at fåa skilna
fingið vidgjørdan i hesum teiginum,
Skriva til: Sosialurin, postsmoga 76, 3800 Argir. Merk brævbjálvan >Spyr
við loyvisbrævi er, at tit
hava verið sundirlisin
(separeraði) í minsta lagi
1 1/2 ár.
Sundurlesingin fer fram
á Ríkisumboðnum.
Um børn eru í hjunar-
lagnum skulu tit helst
verða samd um hver skal
hava foreldrarættin, og
um barnapeningur og
møguliga uppihaldspen-
ingur skal gjaldast
Tað er hugsandi, at
spurningurin um foreldra-
rættin yvir møgulig børn
verður sendur barnavernd-
arnevndini til ummælir,
um so er, at foreldrini ikki
eru samd. Síðani verður
ovasti myndugleiki at
taka stoðu til foreldra-
rættin.
Um tit ikki eru samdum
hvussu búgvið skal být-
ast, so kann skiftirætturin
skipa fyri býtinum, ella at
sakforarnir finna fram til
eina semju, sum báðir
partar kunnu góðkenna.
Marjun
Oyralippur
Tað kann tykjast at hava
lítið uppá seg. men fyri
tíðindablaðið
meg er tað eitt problem.
Eg eri nevniliga føddur
við ongum oyralippum —
ella tær eru saman-
vaksnar við kjålkabeinid/
hovdið. (altso einki skar
millum kjálkabein og
oyra).
Genta mín sigur, at
hetta er skemmandi fyri
útsjónd mína, og vil hava
meg at gera okkurt við
hetta. Fyrr havi eg als
ikki gáað um hetta, men
eftir at eg eri komin at
kenna gentu mína, er
hetta við at gerast til eitt
kompleks hjá mær.
Nú er tað eg fegin vildi
spurt læknan:
Hvussu ber tað til, at
summi hava oyralippuna
samanvaksna við kjálka-
beinið/hevdið?
Er hetta arvaligt?
Kann tað opererast —
og um so er, tekur sjúkra-
kassin við?
Viðvíkjandi oyralippum,
so hava summi stóra oyra-
lippu og onnur so gott
sum onga. Bæði hesi fyri-
brigdi eru púra normal, og
er helst ættarbregði.
Eg vildi rátt tygum frá
at gjert nakað við hetta, tí
tað kann sigast at vera
púra óneyðugt.
Um tygum steðugt
Eyðun Joensen, sál-
arfrødingur
halda fast vid ætlanina at
fáa gjørt nakað vid hetta,
so má tað gerast á sjúkra-
húsi. Sum kunnugt kostar
tað einki at liggja á
sjúkrahúsi í Feroyum.
MS
Gevur anta-
bus impotens
Ég eri 45 ára gomul kona,
sum havi verið gift í 20 ár.
Maður mín og eg eiga trý
børn, og eru vit ógvuliga
nogd við, at eingin teirra
roykir ella drekkur, tó at
tey oll eru farin um tey 16
árini.
Trupulleiki mín er, at
maðurin eftir mínum
tykki drekkur ov nógv.
Hetta skapar ótryggleika í
heiminum, tí hann kann
vera rættiliga óður, tá
harðast leikar á við
brennivíninum. Ég havi
tosað við mannin um at
taka antabus, so vit
sleppa undan altíð at hava
ampa av honum, at hann
er farin at drekka, um
hann ikki kemur beinleiðis
heim úr arbeiði. Hetta vil
maðurin ikki hoyra talan
um, ti hann sigur, at
menn blíva impotentir av
at taka antabus.
Marjun Sigurdsdótt-
ir. sosialráðgevi
Marner
lækni
Kann læknin ráða okk-
um, og upplýsa um tað er
rætt, at menn blíva impo-
tentir av antabus?
GJ
Tað hjálpir ikki manni
tygara at taka antabus,
um hann íkki sjálvur er
innstillaður at nýta hesa
viðgerð. Harafturímóti
átti hann at tosa við ein
sålarfrøding um hesar
trupulleikar. Tað er
kanska nakað um tað, at
antabus kann elva til im-
potens, men ovurnýtsla
av alkoholi gevur eisini
impotens, so ilt er at siga,
um tað bert er alkohol —
ella at antabus hjálpir til.
MS
Keisara-
skurð?
Ég eri ein 34 ára gomul
kvinna, eigi 2 gentur, 5 og
14 ár, og eri við barn.
Báðar genturnar vórðu
føddar við keisarsnitti,
»sædefødsel«. Kann ein
ynskja sjálv at fáa keisar-
snitt? Tað vildi eg helst,
nú eg eri so gomul at eiga
sjálv fyrstu ferð. Eg havi
Simonsen,
september 1982
Turið Debes Hentze,
løgfrødingur
hoyrt at nu fåa næstan
ongar keisarsnitt å sjukra-
húsunum, men skulu eiga
sjálvar.
K.
Fyri at byrja við tí seinna,
sum tygum spyrja um, so
kann eg siga, at tygum
hava fingið skeivar upp-
lýsingar — tað vit vanliga
kalla slatur, og tað hevur
einki við veruleikan at
gera.
Tað er heldur tvertur-
ímóti, tí vit hava fleiri
keisarskurðar í dag enn
fyri faum árum síðan.
Hjá tygum er einki at
ivast í, at tað verður til
keisarskurð.
M.S.
Ringir tú
til Sosialin
spyr vinarliga
eftir Dagny,
sum tekur
sær av
spurningum
undir
hesum teiginum
Samskipan av
ungdómsfelogum
dómsfelogum
Landsfelag fyri feroysk
ungdómsfelog verður
stovnað 1., 2. og 3.
oktober í ungdómsfelag-
num Eydnuni á Oyrar-
bakka. Landsfelagsskap-
urin verður politiskt og
átrúnaðarliga óheftur og
byggir á tað mentunarliga
og sosiala arbeiðið, sum
fer fram í ungdómsfelog-
unum
Ungdómsfelagið verður
ein tænastustovnur, sum
fyrst og fremst kemur at
knýta ungdómsfelegini
saman um felags arbeiðs-
mál. samfelagsmál, ment-
anarlig og sosial tiltøk o.1.
Uteftir skapast møgu-
leikar vid einum lands-
felag, at taka upp sam-
band vid landsins
myndugleikar og vidkom-
andi stovnar i landinum,
sum veruliga kann geva
góð úrslit. Eisini gerst tað
meguligt at traðka inn í
tað víttfevnandi norður-
lendska ungdómssarm:-
starvið.
Feløgini, sum standa
aftanfyri tiltakið og lut-
taka á landsfundinum, eru
Klaksvíkar ungdómsfe-
lag. Skansastova (Tórs-
havn), Eydnan (Oyrar-
bakka), Nordurstjørnan
(Gjogv), Geili (Vest-
manna) og SUF (Ser-
vágur). Ungdómsfelegini í
Skálavík og Kvivik eru
eisini boðin við. Eitt
landsstýrisumboð, umboð
úr politisku flokkunum og
borgarstjórarnir úr Klaks-
vík og Tórshavn eru
bodnir við. Eisini eru fólk
úr landsfelagsskapum úr
Noregi, Danmark og Is-
landi boðin við.
Heitt verður á ell ung-
dómsfeleg í landinum um
at fylgja við tiltakinum og
taka upp samband við
komandi landsfelagsskap-
in.
Fyrireikandi
Arbeiðsbólkurin
Fólk fyri friði
Fer undir arbeiði
i áhugabólkum
Tann friðarrersla, sum
byrjaði at taka seg upp í
Feroyum seinasta heyst,
hevur gingið spakuliga
um hurðarnar — ov
spakuliga er tað onkur,
sum heldur.
Men ætlanin hevur frá
byrjanini verið, at rerslan
ikki skuldi fáa slagsíðu, so
at nakar skuldi fáa hevi til
at nýta hana í politiskum
ella ødrum endamåli, og
samstundis hava vit
roknað við, at hon fór at
fáa frið at mennast. Og so
er.
Fleiri av bleðunum
hava eins og útvarpið
havt áhuga fyri tí, sum
var í umbúna, og spurt,
hvat vit hava fingist við
og borið tíðindi um hetta
út millum fólk.
Vit ætla okkum nú at
fara undir at virka eftir
endamálsgreinini, sum
varð viðtikin á fundi í vár,
Rerslan miðar ímóti at
savna allar feroyingar
uttan mun til politiska
áskoðan ella átrúna í ein
felagsskap til at virka fyri
friði og ímóti kjarnorku-
vápnadubbingini.
Vit vóna at fáa gott
samstarv við fjelmiðlar-
nar, so at ansurin fyri
hesum álvarsmáli vaknar.
Í hesum sambandi ætla
vit at koma við einum tíð-
indastubba til pressuna
eina ferð um mánaðin.
Vit rokna við, at teir
áhugabólkar, sum fara at
taka seg upp innan rersl-
una, fáa so mikið gott inn-
lit í tað, sum er farið fram
og fer fram innan líknandi
rerslur í eystri og vestri,
at vit verða fer fyri at
geva sámuliga upplýsing
og eisini viðgera tað sak-
ligt, sum kemur fram í
Feroyum.
Samstarv er við friðar-
rørslur i eðrum londum,
og tað seinasta, vit hava
fingið at vitað, er at NEJ
TIL ATOMVÅBEN i
Danmark å eini rådstevnu
i Noregi i summar er
gingin inn fyri at virka
fyri einari atomvåpna-
friari zonu, sum fevnir um
Gronland, Ísland, Feroy-
ar, Noreg, Danmark,
Sveríki og Finland. Hetta
er ein vend, sum serliga
íslendingar hava æruna
av. Teir vildu hava okkum
við til at seta nakað upp
ímóti ætlanini hjá skandi-
navisku londunum at av-
marka zonuna til eystara
partin av Norðurlondum.
FÓLK FYRI FRIÐI
veksur vónandi um ikki
langa tíð til FØROYAR
FYRI FRIÐI og kann so-
leiðis stremba saman við
teimum kring heimin, sum
virka fyri friði og av-
vápnaði.
Fyrilestur
um E. A.
Bjork og
„Færesk
Bygderet«
Hóskveldið 30. september
kl. 19,30 heldur Joen H.
Andreassen, sorinskrivari,
almennan fyrilestur á
Fróðskaparsetrinum um
E. A. Bjørk og tað, hann
hevur skrivað um feroysk
viðurskifti.
Í fyrilestrinum verður
alment greitt frá »Færøsk
Bygderet«, og serliga
verður tikið fram tað, ið
Bjork hevur skrivað um
ognarviðurskifti i Fer-
oyum, heruppií um jarðar-
felagsskapin, og hvussu
hesin felagsskapur hevur
verið stjórnaður.
;/ KJARTAN
DALSGAARD
MOYDALSVEGUR 8.
TLF 1522
A
A
NU