hósdagur 30. september 1982síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
tíðindablaðið
Útgevari: p/f sosielurin
tíðindablaðið
Postsmoga 76,
3800 Argir,
telefon 11820
Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Térfinn Smith (ábyrgd)
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Møller
Lysingar: Årni Joensen
Uppseting : p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Sparingin
oddagrein
EITT av herrópunum hjá
landsstýrissamgonguni var
sparing. Tað skal sparast og
ikki eitt oyra brúkast útyvir
tær játtanir, sum givnar eru
á fíggjarlógini. Váðar nakar
sær at fara útum givnu játt-
anirnar, ja so verður hann
væl ikki hongdur, men um
tað hevði verið lógligt, ja
hver veit.
SOLEIÐIS ljóðaði frá ting-
viðgerðini herfyri, tá menn
røddu um fíggjarlógina.
MEN fer ein so at hugsa seg
eitt sindur um, hvar henda
sparing er, so er alt annad
enn lætt at finna hana.
TAÐ ljóðaði væl i oyrunum á
summum, meðan onnur
ógvaðust, tá harraboðini
komu úr Tinganesi at
tunnilsgerðin í Kallsoynni
skuldi steðgast Sjálvur
figgjarmålarådharrin hevði
jú verið sterkur talsmaður
fyri at steðga slíkum ørskapi
sum tunnilsgerðir har lítið
fólk búði. Hetta sýntist at
skula verða gongdin. Tað
skuldi sparast, tí uttanlands-
skuldin skuldi sambært løg-
mann fáast út av verðini
sum skjótast og tað innan
100 dagar.
Í DAG er tað mangur, sum
mangan hevur sannað at
henda sparingin er sum
kavaflikra móti vári. Tað
sum vit nú hava fingið
prógvað er tað, at uttan-
landsskuldin er ongantíð
vaksin so stór, sum undir
hesum »sparilandsstyri-
num«, at tunnilssparingin
eingin sparing er, men ein
umplasering av tunnilsar-
beiðinum og burtursøpling
av útgerð, sum i Kallsoynni.
TÍ sjálvsagt skal berghol
gerast til Leirvikar og vegur
til Múla, men eingin skal
siga at hetta verður sett í
verk tí at nú skal sparast.
Her er talan um at steðga tí
sum fyrra samgonga setti í
verk og seta annað í verk,
sum skuldi koma.
HVØNN einasta mánaða
verða fleiri fólk sett aftrat
innan almennu umsitingina,
vit hoyrdu hesar menn há-
tíðarliga siga, at nú skuldi
vera øvugt. Hjá landsverk-
frødinginum, landssjúkra-
húsinum o.s.fr. Meðan tað
sum eitur bygdamenning
hvílir, veksur umsitingin i
høvudsstadnum.
HVØR kann siga annad enn,
at langt er frå lyftum til gerð-
ir.
Komandi leygardag 2. oktober, liggur aftur
ein bingoplåta i Sosialinum. Hetta merkir, at
nú byrjar aftur nytt bingo í blaðnum.
Framburðs- og fiskivinnu-
flokkurin sigur seg vera ein
borgarligan flokk, so hann
má roknast við at standa
aftan fyri núverandi aftur-
haldsstýri og illgerðir tess.
Útróðrarmenn vita, hvussu
penur hesin flokkur var og
bar seg at, tá javnaðarflokk-
urin í fjer legði uppskot fram
á ting um at loyva landi og
kommunum og einstak-
lingum at stovna agn-
goymslu í hverjari sýslu.
Hvar var FF-flokkurin tá? Tá
var hann á hegru síðu.
Hann hevði krekt seg
fastan í sitandi afturhalds-
stýri og soleiðis var hann við
til at fella hetta mál. Og tað
ringasta av ellum var, at
starvsnevndin í Meginfelag
Nr. 98 — 30. september 1982
FF-flokkurin — hvar vóru tit í
i agngoymslu-uppskotinum?
Útróðrarmanna yvir hevur
ikki lat við seg koma. Tí má
tað haldast vera rímuligt at
spyrja starvsnevndina í MU
— eru tit í lummanum á
Adolfi og Juul? So hagani
skulu útróðrarmenn íkki
vænta sær nakran stuðul í
agnspurninginum. Ella
kunnu okur?
Sum flestu kunnugt er Juul
Jacobsen gamal fólkafloks-
maður. Tí tosar hann altíð
um vinnulívsmenn sum hann
ger, um hvussu raskir hesir
eru. Men so sanniliga tekur
hann eisini fiski- og útróðrar-
menn, ja, alla arbeiðarafjeld-
ina í forsvar. Men eitt noyðist
Juul at vita, og tað er, at her
noyðist hann at velja, tí b
áðum pertum kann ikki halda
við av teirri einfeldu orsek, tí
teir eru fíggindar av hverjum
eðrum. Tað er væl skiljandi,
at fólkaflokshugsjónin hevur
fingið vald á Juul, tað hoyrist
hverja ferð mikrofonin er frá
Men hvar var hann, tá upp-
skot javnaðarfloksins var
fyri?
Tað er at vóna, at flokkur
okra leggur hetta uppskot
framaftur á ting og fleiri
onnur týðandi mál fyri
okkum útróðrarmenn. Og
krevjið navnakall, so vit fáa
at vita, hver er fyri og hver er
ímóti!
Latið ikki landsstýrissam-
gonguna sleppa uttan víðari.
Núer at díkja á!
Útróðrarmaður í Suðri
Liberalistisk rossatár
Tey, sum fylgja við í poli-
tikki í blødum og á tingi,
hava nú so ofta hoyrt
Jógvan Sundstein og Óla
Breckmann júkað ta liber-
alistisku leksiuna um fría
kapping, at tey duga hana
uttanat.
Tað kann tó kortini vera
upp á pláss júst nú at re-
petera hesa ramsu, so
eingin skal vera í iva um,
hvat hesir fólkafloksmenn
standa fyri:
Lyklaorð teirra er frí
kapping!
Tann fría kappingin er
grundarlagið undir einum
og hverjum buskapi.
Tað, sum ikki kann
standa má falla, tí vilja
teir ikki vita av nekrum
sum sipast almennari
stýring. Stýring er av tí
ónda — eitt haft um beinið
á tí fría kapitalistiska ini-
tiativinum.
Av hesum fylgir eisini,
at hesir menn og flokkur
teirra av ellum alvi berjast
ímóti einum og hverjum
almennum initiativi — eis-
ini har einki privat initia-
tiv er. Hetta sóu vit best í
siglingarmálinum, har teir
sprongdu eina samgongu
fyri at drepa eitt gott al-
ment initiativ við nógvum
arbeiðsplássum og megu-
leikum fyri uppaftur fleiri
arbeiðsplássum.
Hesir menn hava stórt
vald í Feroyum í dag og
teir eiga sterkar viðhalds-
menn. Soleiðis trínur
hvert týskveld chefideo-
logur Pinochets, Fried-
mann, inn í hverja stovu í
Feroyum, har hann greiðir
allar tær døkku getur í lib-
eralismunar, sum makkar-
arnir Breckmann og Sund-
stein ikki klára sjálvir.
So vítt so gott — libera-
lisman, tann ótamda fría
kappingin, er einasta
gongda leið í heiminum í
dag ikki minst í Føroyum!
Hetta verður, sum
nevnt, júkað upp í saman
á tingi, á fundum og í Dag-
blaðnum, so eingin skal
vera í iva.
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrev
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
Men so hendir nakað,
sum sjáldan hendir í Fer-
oyum — orð skulu roynast
í verki!
Okkara
kapping!
Nú skuldi verið lagað
manni. Eftir reseptini hjá
Breckmenn Friedmann og
Sundstein skuldu bankar-
nir nú blóma upp, tí einki
er so gott og sunt fyri eina
fyritøku sum frí, ótálmað
kapping.
Hetta hava Breckmann
og Friedmann og Sund-
stein jú sagt ótaldar ferð-
ir, og teir mistaka seg ikki
— í hvussu so er ikki
Friedmann. Hann hevur
jú bjargað vinnulívinum
t.d. í Chile, hvers demo-
kratiski forseti eftir fólka-
floksins meting varð skot-
in í tókum tíma samb.
Dagblaðnum.
Men so hendir tað heilt
fantastiska, at okkara lo-
kalu liberalistisku fried-
mannistar verða fullkomi-
liga frå sær sjálvum !
»Vit vilja ikki hava slika
kapping !< rópa teir.
»Kapping frá eini dansk-
ari privatfyriteku fer at
gerast samfelagsbúskap-
arligur landaskaði !<
„Fáa bankarnir kapp-
ing, so verður hetta at for-
koma okkara vinnulívið!<
0.s. fr.
Hvi er man knappliga so
eymur um føroyskar fyri-
tekur? Eg veit ongan
fólkafloksmann hava klov-
bankar fáa
ið í tvey, tá ið danskar
stórfyritekur innan byggi-
virki fóru undir at útra-
dera feroyskar handverks-
fyritøkur!
Er tað legið, at ein gerst
eitt sindur erkymlaður?
Víst er tað hent fyrr, at
fólkafloksmenn hava sagt
eitt og meint nakað annað
t.d. í 1946! Men kortini
stendur ein sum Kánus av
hesum politisku akrobatu-
num, sum tykjast váða
tey mest fantastisku lop
uttan trygdarnet.
Oðrvísið er við sam-
felagsins mest forkelaðu
kelubernum, bankunum.
Hesir okkara eygnastein-
ar arbeiða jú dag og dag-
liga við einum trygdar-
neti, sum kallast alment
veðhald. Eitt net, sum leg-
tingið hevur spent út und-
ir hverjum einasta láni til
foroyska vinnulívið, so eg
skilji ikki rættiliga ræðsl-
una hjá okkara heima-
friedmannistum.
Bankarnir virka jú eftir
teirra egnu resept, enntá
við heimsins besta trygd-
arnetið, sum verður borið
uppi av tí feroyska skatt-
gjaldaranum.
Tá hetta er sagt, eigur
at verða lagt afturat, at
eingin her í landinum
ynskir, at bankar okkara
skulu fara á húsagang.
Tað er væl heldur eingin
sum hevur nakað til yvirs
fyri tiltakinum hjá Jyske
Bank. Men hetta mál átti
at fingið fólk at skilt,
hvussu innantómur poli-
tikkur fólkafloksins er, og
somuleiðis átti hetta mál
at fingið øll, eisini fólka-
flokkin at skilt, at okkara
samfelagsbúskapur gong-
ur ikki uttan eina skilaliga
stýring. Í júst hesum feri
við Jyske Bank átti stýr-
ingaramboðið at verið
landsbankin — tann sami
banki, sum okkara libera-
listar frá fólkaflokkinum
yvir sambandið til sjálv-
stýrisflokkin hava jarðað.
j.