leygardagur 2. oktober 1982síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Er
F
eee i Le LA.
Nr. 99 — 2. oktober 1982
tíðindablaðið
Gåva úr Christians-
borg — Eintak av
»F ulubok«
Landsbókasavnið hevur
fingið eitt eintak afturat
av »Fulubék«. Í síðstu
viku handaði Jákup Lind-
enskov landsbókaverðin-
um eintakið, sum er ein
gáva frá Folketingets
Bibliotek og Oplysnings-
tjeneste. Hetta hevur sína
forsegu: í einum brævi,
sum fylgdi við gåvuni,
sigur Jákup Lindenskov:
»Einaferd i vár komu
vit, Niclas Andreassen,
skrivari i Mentunargrunni
Føroya Løgtings, at tosa
um eitthvørt i samband
vid prisir og bøkur, sum
komu antikvariskar til
sølu. Tá nevnir Niclas, at
hann hevdi sæd, at »Be-
retning til Landstinget
afgiven af Den af Tinget i
Henhold til Grundlovens
$ 45 nedsatte Kommision
til Undersøgelse af for-
skellige færøske Forhold«,
var at fåa antikvarisk i
Keypmannahavn, men
helt hann prisin vera nóg
so høgan: um ikki tað
kundi hugsast, at tað onk-
ustaðni lógu eintøk
burturgoymd, ti hetta var
nevndarålit, sum i sini tid
óivað var prentað i nógv-
um eintekum.
Lovaði at kanna hetta
hjá bókaverðunum á
Christiansborg.«
Forkomin
Og tað gjerdi Jákup.
Hann fekk at vita, at
bókasavnið hjá Fólkating-
inum átti fimm eintek.
Men bókaverðurin, Hans
Peter Hilden, heldur, tað
hava verið fleiri, sum helst
eru forkomin.
Í summar sendi so
Hans Peter Hilden Jákupi
Lindenskov eitt eintak av
hesi merkisbók við teirri
viðmerking, at hon var ein
gáva til bókasavnið í
Havn.
Landsbókasavnið hevði
framman undan nekur fá
eintøk av »Fulubok«, sum
skjótt gjørdist tað popu-
lera navnið á »Beretning
til Landstinget o.s. frv.«.
Drugv frågreiding
Kommisjónin bleiv vald
tann 25. julí 1918. il
mans vóru í henni, har av
ein feroyingur, Jóannes
Patursson. Formaður var
M. Godskesen, borgar-
stjóri.
Nevndin hevur ikki sitið
hendur í favn. Verri enn
so. Hon helt hálvthundrað
fundir og 15. januar 1920
kom úrslitið út í tveimum
bindum: 800 tættskrivað-
ar bókarsíður! Sjálv frá-
greiðingin er 120 síður og
fylgiskjølini 584 síður.
Dýrt
Nevndararbeiði kostaði
statskassanum ikki heilt
onki. Hans Peter Hilden,
bókaverður, skrivar
Jåkupi Lindenskov:
»Det fremgår hverken af
Rigsdagens regnskaber el-
ler Rigsdagens trykkeri-
protokol, hvor stort et op-
lag den er trykt i. Forkla-
ringen må søges i at kom-
missionen selv har fore-
stået trykningen. Det
fremgår nemlig af Rigsda-
gens regnskaber, at fuld-
mægtig Jens Møller, den
senere folketingssekretær,
på kommissionens vegne
pr. 1. februar 1920 har
modtaget kr. 6.000 og pr.
1. april 1920 godt 34.000
kr.«
40.000 kr. vóru so sanni-
liga ikki smápengar fyri
60 árum síðani.
Embætismenn
og adressumálið
Orsekin til, at Landsting-
ið vildi hava >forskellige
færøske Forhold< kannað,
vóru tvídrátturin millum
løgmålarådharran Zahle
og embætismenn i Feroy-
um, amtmannin Rytter,
futan og sorinskrivaran og
adressumálið sokallaða.
Foroyingar savnaðu í
1917 undirskriftir til á-
heitan á bretsku stjórnina
um at hjálpa Førovum við
verum, meðan kriggið
leikaði á.
Onkur hevði kanska
ynskt og væntað, at
kommisjónin kom til tað
úrslit, at sjálvstýrisfólk í
Føroyum vóru landssvíkj-
arar. Men hetta varð ikki.
Heldur kom frágreiðingin
m.a. at vísa, hvussu lítlan
møguleika, donsku
embætismenninir i Føroy-
um høvdu at skilja tjóð-
skaparrersluna.
hd
Tollað sum vanlig
motorsúkkla
Gjaldstovan hevur nú
avgjert at tolla eina so-
nevnda motocrossúkk-
lu sum vanliga motor-
súkklu.
Tað skuldi ti nú,
hálvantriðja mánað
eftir, at súkklan kom
til landið, verið greitt
at loysa hana út.
Maðurin, sum eigur
súkkluna, kom sjálvur
við henni úr Danmark,
har hann keypti hana
fyri 800 kr. Men hann
slapp ikki gjegnum
tollin við henni. Ti ong-
in visti, hvussu hon
skuldi tollast. Ein
motocrossúkkla kann
ikki góðkennast til
vanliga nýtslu á getum
og vegum. Hon hevur
ongar lyktir og annað,
sum krevst av einum
akfari, áðrenn tað
sleppur út í ferðsluna.
Hetta ger, at fútin
mælir frá at geva
manninum loyvi at inn-
flyta súkkluna í tí
standi, hon er. Ti í Fer-
oyum eru ongi steð,
sum eru avsett til koyr-
ing við slíkum súkkl-
um. Verður súkklan
brúkt verður tað brot á
náttúrufriðingarlógina
Sambært henni er ikki
loyvt at skaða náttúr-
una. Og tað slepst ikki
undan, at skaði á nátt-
úruna verður avleiðing
in av koyring við einari
motocrossukklu, verð-
ur sagt á fútaskriv-
stovuni.
Tveir vilja
utbyggja
Tvey tilbod komu uppå
utbyggingina av Frost-
virkinum i Norðdepli.
Hans A. Olsen í Norð-
depli bjóðaði sær til at
gera arbeiðið fyri
682.035 kr. og Esmar
Heinesen, Klaksvík,
fyri 862.000 kr.
Tilboðini umfata
múraraarbeiðið, snikk-
ara- og timburarbeiðið,
betongarbeiðið
kloakkarbeiðið
Byggjast skal upp í
virkið eystanfyri. Ny-
bygningurin verður
190 m' og í honum vera
matarhøll, umklæðing-
arrúm, brúsurúm og
fýrrúm
Tiggju
.
hava longu boðað frå
Hevur rist 200 donsk frimerkir
»Heimsmeistarin í fri-
merkjaristing«, Czeslaw
Slania, hevur rist frimerki
fyri m.o. Postverk Føroya.
Tó ikki so nógv sum fyri
danska postverkið. Hann
hevur síðani 1962 havt ein
fingur við í spælinum 200
ferðir, frímerki eru komin
út í Danmark. Altso hevur
hann í miðal rist tiggju
donsk frimerki um árið.
Post- og Telegrafvæsen-
et helt ikki, tað uttan við-
ari kundi fara fram við
borðinum, at 200. frimerk-
ið var gjørt. Tað avgjerdi
at heiðra listamannin við
eini postalinsmynd
Czeslaw Slania hevur
búð í Svøriki síðani 1956.
Hann er pólskur. Í 1960
fekk hann starv hjá
svenska postverkinum.
Hann er iðin og fær
nógv av skafti. Umframt
tey 200 donsku hevur
hann rist út við 400 fri-
nerki fyri onnur iond
M.o. Førovar