leygardagur 2. oktober 1982síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
tíðindablaðið
Útgevari: p/f sosialurin
Postsmoga 76,
3800 Argir,
telefon 11820
Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Térfinn Smith (ábyrgd)
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Miller
Lýsingar: Árni gøensen
av flotanum
DIMMALÆTTING hevði hósdagin
samreðu við Paula Ellefsen, løgmann,
um innflutningsloyvi til ein trolara til
Sands. Sosialurin hevur í samband
við hetta málið havt eina samrødu
við bygdaráðsformannin á Sandi.
Hesin segði, at allir flokkar uttan
Sambandsflokkurin eru sinnaðir at
geva innflutningsloyvi. Í samrøduni í
Dimmalætting sigur løgmadur, at
skrivingin í Sosialinum er burturvið.
Hann sigur, at ein meiriluti í lands-
stýrinum er fyri at bíða við at geva
innflutningsloyvi, til Fiskivinnuráðið
er komið við eini endaligari tilráðing
um fiskiveiðuflota okkara.
VIÐ HESUM skjýtur løgmadur seg
undir Fiskivinnuráðið. Men legmaður
veit, at landsstýrið er ovasti mynd-
ugleiki á hesum øki og at Fiskivinnu-
ráðið bert er ráðgevandi. Fiskivinnu-
ráðið hevur longu sagt, at fiskiflotin
og veiðiorka okkara er nóg stór og at
við meira enn við áttu. Ti skulu ikki
stór spádómsevni til fyri at gita sær
til, hvat Fiskivinnuráðið fer at koma
við. Spurningurin stendur tí fram-
vegis upp til landsstýrið, um lands-
stýrið er sinnað at geva sandsmonn-
um innflutningsloyvi til ein trolara
ella útvega teimum ein.
MEN HETTA málið avdúkar hinvegin
eitt áhugavert fyribrigdi. Nú vil løg-
maður, Pauli Ellefsen, hava stýring á
Uppseting: p/f Sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Løgmaður og almenn stýring
innflutningin av fiskiførum. Áður var
øll stýring hjá hesum manni av tí
ónda. Tá skuldu vinnulivsmenn
sjálvir sleppa at gera tað, teimum
lysti. Men nú er vend komin í!
STÝRINGIN á innflutningin er bert
ein partur av spurninginum um fram-
tíðarmynstrið hjá veiðuflota okkara.
Ein líka týðandi spurningur er stýr-
ingin av, hvar í landinum veiðiorkan
er. Og júst hesin spurningurin er við
at gerast aktuellur. Pauli Ellefsen má
vera greiður yvir, at skal landsstýrið
hava stýring á innflutningin, mugu
politisku myndugleikarnir eisini hava
nakað at skula siga, hvaðani í land-
inum flotin siglir út.
JÚST HESA seinastu tíðina hava vit
merkt eina konsentratión av veiði-
flotanum um nøkur fá flakavirki á
nøkrum fáum plássum. Heldur henda
gongdin fram, hava øll tey størru og
kapitalsterku plåssini og virkini lagt
ein so stóran part undir seg, at onkur
verður við sviðið soð. Og hvor verður
tað? Jú, sjálvandi tey smærru virkini
á smáplássunum! Hver avleidingin av
hesum politikkinum — ella tvørrandi
politikkinum — verður, kunnu øll gita
sær til. Í øllum førum ikki bygda-
menning, sum hetta landsstýrið
gjørdi sær til eitt serligt målsøki. Enn
hava vit bert upplivað ta øvugtu
gongdina!
í Rotterdam 8/10
í Grimsby 11/10
Umboð
Rotterdam, van Uden BV,
Tif. 010-363300. telex 21268
jrimsby, Arthur Smith
PF SKIPAFELAGIÐ
FØROYAR
Vit ferma til Føroyar:
følger
Hvorfor skete sådanne forfølgelser?
'
Nr. 99 — 2. oktober 1982
Sosialistiskur politikkur
Sverre Midjord, býráðsformaður, vísir á, at borgarliga lands-
stýri gjordi mannamun, tá Tvoroyri misti Sjúrðarklett.
Hesa yvirskrift hevur
grein, sum Thorbjern
Poulsen, figgjarmálaráð-
harri í liberalu borgarligu
samgongu okkara, hevur í
Tingakrossi friggjadagin
tann 27/8 1982.
Ein segulig grein. —
Ein seguligur dagur.
At greinin hevur virðis-
miklar upplýsingar vísir
tað brotið, har Thorbjørn
Poulsen sigur: Alt verður
stuðlað, uttan mun til sak-
kunnleikin mælir frá,
gongur illa er bert at koma
til landskassan við rokn-
ingini og so verður goldið.
Tað skuldi líka verið
Tveroyri.
Tá er henda meginregla
ikki galdandi.
Hetta sigur maðurin,
sum umsitur figgjarmål.
Hann førir fram, at tad
fyrigongur myrkaspæl
aftan fyri leiktjøldini i
Tinganesi.
Leikstjórarnir, Jógvan
Sundstein, Pauli Ellefsen
og Hilmar Kass, eru gjørd-
ir varugir við, at tað
verður gjerdur mismunur,
at bygdir og persónar
verða ymiskt viðgjerdir.
Tað er avgerandi, hvar tú
kemur frá.
Tað skuldi líka verið
Tveroyri, so fellur jarn-
tjaldið.
Hetta sigur figgjar-
málaráðharrin.
Hvat sigur sjálvstýris-
flokkurin til hetta.
Kann flokkurinn og
landsstýrismaðurin — aft-
anå eitt slíkt úttalilsi
halda áfram, hvussu verð-
ur við samarbeiðinum.
Tidsaldrenes drama
GUNNAR ASHOLM
smukke lysbilleder fra Alperne, idet vi
de heltemodige Valdenseres
kamp mod religiøs undertrykkelse.
viser meget
Kommer de til at ske igen?
Søndag d. 3. okt. kl. 16.00 og kl. 19.00
FÅ
Kommuneskolens Aula i Havn
Vit hoyrdu Hilmar
Kass undir viðgerðini av
eykafiggjarlógini upp á
100 milj.
Har dróg Hilmar ikki
bara einaferð, men fleiri
ferðir Gullfinn fram sum
eitt ræðandi dømi.
Her visti Hilmar á
ábyrgdarloysi landsstýri-
sins.
Men mínir góðu sjålv-
stýrismenn, tað eru tit,
sum halda hendurnar yvir
ábyrgdarloysinum, sum
tit siga er. Tit umsita
figgjarmål, og maður
tykkara sigur bart ut, at
allar rokningar verða gold-
nar, uttan tær sum við-
víkja Tveroyri.
Upp á fyrispurning í
blødunum vidvikjandi
hesum, sum Thorbjørn
hevur sagt og ikki tikið
aftur, svarar Jógvan
Sundstein, at hann, Thór-
bjørn, uttan iva meinar
við Sjúrðarklett.
Jógvan Sundstein enn
einaferð, hvussu bleiv
Sjúrðarklettur vidgjørdur
í Tinganesi.
Og í ti avgerð, sum har
bleiv tikin, var tú, Thor-
bjørn Poulsen, tann avger-
andi atkveðan.
Umboð frá felagnum á
Tvøroyri høvdu biðið um
fund við landsstýrið. Tey
mettu til fundar, men
samstundis móttekur fe-
lagið á Tveroyri bræv frá
landsstýrinum, har greitt
bleiv sagt, at einki var at
samráðast um.
Har var eingin hjálp at
fáa.
Men hetta var ikki gald-
andi fyri keyparan úr
Tórshavn. Hann fekk
bátin fyri ein sámuligan
pris. Millumrokningina
skula teir gomlu eigarar-
nir gjalda.
Tveroyri bleiv eitt fiski-
far fátækari, og teir gomlu
eigararnir og Tveroyrar
býráð skulu nú gjalda, so-
leiðis at aðrir fáa eitt bíligt
fiskifar.
Um vilji hevði verið í
Tinganesi, hevði tað verið
upp á sitt pláss, at gomlu
eigararnir guldu til eitt
nýtt partafelag. og so
skipið bleiv verandi á
Tveroyri.
Men her er tað so ikki
galdandi, at rokningin
verður send landsstýrin-
um. Her er meginreglan,
sum Thorbjørn Poulsen
segði frá, ikki galdandi.
Hetta er sannleikin! Hvar
er trúverdigheitin, sum
Jógvan Sundstein so
mangan tekur til?
Hetta tiltakið, sum
kemur at kosta nógv hjá
privatum eins væl og
kommunu, tað týðir einki í
Tinganesi.
Hetta var so prísurin
fyri, at umboð tíni, Jógv-
an Sundstein, forðaðu
Sambandsflokkinum at
fáa Nónhamar til
Tórshavnar.
Jú, mannamunur verð-
ur gjerdur. Ikki bara í hes-
um, men í eðrum feri við.
Hetta er so tað borgar-
liga alternativið.
Sverri Midjord.
Listaframsýning
verður í Smiðjuni í Lítluvík frá 2.
til 10. oktober. Opið hvønn dag
frá kl. 14 til 20.
Bjørn Eriksen
Sandoyingar
Sunnudagin 3. oktober skipar
Sandoyar
syslu
javnadarfelag
fyri almennum Bingo og films-
syning i Skålavik.
Ki. 16.00 verður kendi filmurin
| t í Ádalen
371
yndur. Filmurin er í
jrin svenska bv T i
»Oprø: