Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-10-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. oktober 1982síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Leygardagur 2. sumrarnar, tá havsildin kom inn á fjerðin, har hann mangan stóð so stúgvandi fullur. Har torvur stóðu bæði á Lopra og heima á Vágsfirði, sum goymdu túsundir av tonsum. So um henda sild kundi fingið vrakaraváttan og kundi selst fyri fastan prís, var eingin vandi fyri at keypt sær eitt sildalás og stongt fleiri hundrað tunnur inni í låsinum og so tikið úr ti so hvert, tað varð saltað. Eins og teir gjørdu bæði í Noregi og Íslandi. Øll verðin rópti eftir sild — Var eftirspurningurin eftir sild í útheiminum ikki stórur um hesa tið? — Qll verðin rópti eftir sild tá. Men hjá okkum var tað toskur og aftur toskur, og, prísurin lítil fyri toskin. Eg royndi av og á at selja sild til Danmarkar, men so leingi eg onga góðskuvátt- an kundi fáa í Feroyum, so kundu donsku keypararnir skalta og valta við mær, sum teir vildu. Eg hevði so onga heimild at siga nakað, tí sild- in var sum so ikki lóglig sum mannafeði. So hetta var ein ótrygg vinna. Eg skuldi jú gjalda bæði salt, tunnur og frakt, og eg hevði onga trygd fyri at fáa pengarnar aftur. Ti var tað ov vágaligt at salta ov nógv. Og tí bleiv tað ongantið til tað stóra — Tú sigur ell verðin rópti eftir sild, men vóru danir ikki altráðir at keypa av hesi stóru havsildini, sum svam við Feroyar? — Eg handlaði við ymsar danir. Serstakliga var tað ein, P. Lykkeberg, sum var ógvu- var tá Rætting Prentvilla kom í fyrsta partinum. Bylgjulongd skal vera BYLGJU- Setningurin soleiðis: »Hon kom eftir botninum, men tann stóra havsild- in, sum kom inn á fjerð- in um summarið, kundi altid síggjast ti hon svam i einari bylgju- gongd…« GONGD. ljóðaði oktober 1982 liga áhugaður fyri at keypa sild úr Føroyum. Hesin maður var kendur fyri sina stóru gaffilbitafyriteku. Men tað var sum at stoyta hevdið móti einum múri. Tað mátti eg sanna og seinri eisini hesin P. Lykkeberg. Eg minnist serliga væl, tá sami maður kom til Feroya í 1936. Hann var tá leiðari av eini vinnulívsnevnd, sum danir sendu til Feroya, tá reiðararnir plagdu at taka lán til at gera sluppirnar út við. P. Lykkeberg kom eisini til Vágs. Hann skuldi hava fund við reiðararnar kl. 13. Vit hevdu handlað nakað saman, men eg hevði ongantið sæð mannin. Beint áðrenn kl. 13 bankar uppá dyrnar hjá okk- um og inn trinur P. Lykke- berg. Ju, hann vildi sleppa at tosa við meg um sildina Prátið hevur hugtikið danan so nógv, at klokkan var 15, tá hann fór avstaðaftur. So nógv metti hann sildina, og segði bart út, at vit feroy- ingar lógu í Grenlandi og fiskaðu tosk fyri ongan pris, meðan silvurið svam inni við brúgvarnar. Hann helt, at okkurt mátti gerast. Men eg segði honum sum var, at eg hevði roynt alt. Til fánýtis. Tað var vónleyst. Eingin lurtaði eftir mær. P. Lykkeberg fór so aftur til Havnar, og lovaði hann mær, at hann skuldi tosa við teir løgtingsmenn, sum høvdu vid fiskivinnuna at gera. Í Havn greiddi hann legtingsmonnum frá, hvussu góð sildin var, sum svam við Feroyar, og bað teir fáa sild- ina undir vrakarastovnin, so- leiðis at hann kundi fáa vátt- an uppá, at hon kundi nýt- ast sum mannafødi. Tingmenn skuldu geva honum svar innan triggjar mánaðir Tað gingu fýra mánaðir, og sami dani skrivar mær bræv, har hann nú sigur seg trúgva ti, sum eg hevði sagt, at tað var nyttuleyst at gera meira við málið. At feroyska havsildin egn- aði seg serstakliga væl til at leggja eitt nú í dósir vóru danir greiðir yvir. Í Danmark var heitt um summarið, so har var ringt at fáa nóg góða ráveru. Í Feroyum haraftur- ímóti er kaldari, og sildin svimur á fjerðinum. Hon kundi takast í dag og beinan- vegin leggjast í dósir. — Tit eiga eitt ríkidemi uttan líka, og eg kann keypa alt tað tit kunnu lata, segði P. Lykke- berg í sínum hjartasuffi til Jergen M. Olsen í Vági. Haraftrat kom, at Feroyar lógu mitt í sentrum fyri sildaveiðuni. Bæði norðmenn, danir, íslendingar og skotar veiddu tå havsild. Bert føroy- ingar gjørdu tað ikki. — Tað forbitraði meg at vera áskoðari til henda syrgi- liga leik. Eg hevði ikki nátt- arfrið av berum ergrilsi, sigur Jergen og ristir við hevdin- um. Árini gingu Arini gingu. Nógv vatn var runnið í ánna, og nógvar milliónir tons av feitari havsild høvdu svomið inn og út av firðinum, síðani Jørgen fyrstu ferð fór at tosa um at gera okkurt við hesa sildina Fyrst í 1950-unum fóru menn at fiska sild við slupp- um á Norðhavinum, og kom tá havsildin, sum varð fiskað úti á havi undir vrakara- stovnin. Men mitt í fimti ár- unum var gjerdur so nógvur larmur inni á firðinum, at tá var tað meira sjáldan, at henda stóra havsildin kom heilt inn á fjerðin. Men tað kom tó ein stór mongd av góðari sild — 5-7 pr. kg. — inn á fjørdåin ár um ár. Henda sildin hevði eisini sítt stóra virði sum útflutningsvera, men hon kundi ikki fáa vrak- araváttan, ti hon var fiskað inni á firðunum. Ég tosaði tá við løgtingsmenn um at fáa hesa sild inn undir vrakara- stovnin. Hetta var í 1956. Og tyktust legtingsmenn tá at vera meira positivir. Ein teirra biðjur Jergen skriva eitt bræv til tingið og har siga allan veruleikan um sildina. — Eg skrivaði hetta brævið í 1957. Tað bar heitið, „Ein summarnátt á Vágs- firði“. Aftur at bíða eftir svari. Hoyrdi einki aftur. At spyrja eftir svari. Fekk so at vita, at tað hevði verið við- gjert. Síðani tøgn. Tað gingu nú nekur ár, og eg spurdi aftur eftir einum endaligum svari. Nú var tað ein tingmaður, sum visti at siga mær, at brævið varð sent til danska fiskimálaráð- ið. Og so hoyrdi eg ikki meira. — Hevði tú tá mist allar vónir at fáa nakað svar? Loprans fjørdur. Tokuflókar koma rekandi inn gjøgnum fjørdin moti kvøldid. Innanfyri skulan å Leiti var havsildin von at stedga, ådrenn hon spjaddi seg um allan fjørdin — Eg læt málið fara í gloymibókina. Har var helst einki at gera meira. Men 12 ár aftaná, at eg hevði skrivað legtinginum bræv, fái eg bræv frá einum lesandi fer- oyingi í Keypmannahavn Hetta var í 1969, og maðurin var Kjartan Hoydal. Hann var í ferð við at gera upp- gávu, nú hann fekk útbúgv- ing sum fiskifreðingur. Tá fær hann av tilvild fatur á rit- gerð mini >Ein summarnátt á Vågsfirdi«. Honum dámdi so væl hesa ritgerðina, at hann spurdi meg um loyvi at sleppa at brúka okkurt burtur úr henni til uppgávu sina. Og Jergen heldur fram at siga frá: — Í sama brævi sigur Kjartan Hoydal, at >tú ert fyrsti maður í heiminum, sum hevur sagt frá, at sild svevur«. Eg siti nú og gleði fyri meg sjálvan. Ég visti tá einki um hetta Eg fái nú eisini at vita, at ein sovjettiskur kavbátur í 1960 rakti við eina sildatorvu norðan fyri Ísland. Hóast gangin frá motorinum og hó- ast manningin lýsti við ljós- kastaranum fyri at fáa torv- una at flyta seg, so læt hon ikki við seg koma. Russar taka myndir og skriva upp Heimafturkomnir til Ruslands, skriva teir eina rit- gerð um sildina og vilja vera við, at teir eiga heiðurin fyri at hava funnið fram til, at sild svevur. Ritgerðin verður send til fleiri lond, eitt nú til Danmarkar, fyri at fáa tað týdningarmikla stemplið. Men tá hetta brævið Síða 9 Her draga teir sild inn í bátin eftir at havsildin hevur verið langt inni á fjørdinum. Hesa náttina fingu teir 10 tons verður móttikið í danska fiskivinnumálaráðnum rakn- ar ein maður við, sum minnist til frásegnina úr Feroyum, ið eg þeyði sent legtinginum Skrivað verður aftur til Rus lands og sagt verður frá, at handa heiðurin kunnu russar ikki fáa, ti heiðurin hoyrir heima í Feroyum hjá einum manni, sum eitur Jergen M Olsen — Varð tú ikki fegin av at fáa tað at vita? Jergen steðgar á og sigur eitt sindur vónsvikin Tað, sum tað stóra Rus- land bardist fyri at vera fyrst við.... ja var longu uppdagað i Feroyum 1930 og sligið fast, at hetta var ein veruleiki í 1938. Men tað bar so ikki til at brúka eitt frimerki, at siga mær frá ti. So tú skilir, at ein er eitt sindur vónsvikin Tað skuldu ganga heili 9 ár aftaná hesa hending, at Jergen M. Olsen í Vági heilt av tilvild frættir um uppdag ing sina frá Kjartan Hoydal Hann gerst ikki sert bilsin yvir slíka líkasælu, men Jergen biðjur hann einki hóvasták gera burtur úr. Ti tað er nú farið Men Kjartan Hoydal gloymir ikki Jergen og lívs langa verk hansara Heimkomin til Feroya fer Kjartan til Niels Juel Arge og vísir hon um >Ein summarnátt á Vágs firði<. Niels Juel gerst so hug tikin av hesi frágreiðing. at hann sjálvur lesur hana upp útvarpinum Hon var sera ' upp. sigur Jergen, sindur lættari á málinum utvarpsstjoran nu eitt Eingin í verðini eins góðar møguleikar at reka vinnu við skelja- djórum sum føroyingar Olsen i tridja og seinasta partinum av pråtinum i Sosialinum, sum kemur um eina viku. Tá tosar hann um dálking, fiska- og skeljadjóraaling, um tara, ødu, krækling. gaggu, fjørbumadk og mangt annað. Vit hoyra eisini um, hvussu sildaævintýrið á Suðuroyarbanka endaði og hvussu Kjartan Hoydal og aðrir hjálptu Jergeni við at fáa bókina út. Ónavík, har sildin mangan kom inn. Har hava Jergen og onnur saman við honum fingið mangan góðan fongin, tá hann er farin inn um skerið.