týsdagur 5. oktober 1982síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 100 — 5. oktober 1982
andi
Fyri nekrum árum síðani
dittaði eg mær at finnast
at Barnablaðnum, tí eg
helt tað vera óviðkom-
andi fyri føroysk børn,
ov lítið heimligt, hevði
lítið við dagliga dagin at
gera o.s.fr. Eins og eg
vísti á, at uppsetingin
var heldur óspennandi.
Men tá ein framleiðsla
er batnað — enntá í stór
an mun — hevur man
moralska skyldu at
koma við einum rósi ella
einum góðum orði.
Um tann atfinningar-
sami peikifingurin hjá
mær eigur nakra æru í
hesum er líka mikið, men
eg kann ikki koma til
aðra niðursteðu enn, at
Barnablaðið, sum nú
eitur Barna- og Ung-
dómsblaðið, hevur roynt
at ment seg og blað-
stjórnin hevur gjørt eitt
meira spennandi blað.
Hovuðsatfinningin hjá
mær var tá, at blaðið
kendist so óviðkomandi,
við tað at tað viðgjerdi
ikki evni, frammi eru í
tíðini og góvu onga
mynd av tí dagliga degn-
um hjá einum fer-
oyskum barni ella
ungdómi.
Taka vit blaðið fyri
september mánað í ár og
blaða vit tað igjøgnum
so er nakað av tilfari,
sum tykist meira við-
komandi og vísir til
nakað av tí, sum farið er
fram.
Vit síggja m.a. myndir
frá einum ruddingardegi
í Klaksvík. Vit síggja
nakrar myndir av
nøkrum »punkarum« og
lesa eina grein um punk.
Vit siggja myndir av
teimum, sum hava
vunnið eina búmerkja-
kapping. Ein mynd er av
einum flokki. Nekur ítriv
eru at royna, frágreiðing
er, hvussu ein spíssing
kann gerast og bern
kunnu senda tekningar
inn. Harafturat eru so
smásegur, myndasega,
framhaldssega, skemt
og børv frá børnunum.
Heildarmyndin er hon,
at blaðið tykist fjøll-
broytt, hóast tað fram-
vegis eftir mínum tykki
kennist heldur >stívt<
við eini ógvuliga gjegn-
umferdari, traditionell-
ari uppseting.
Nú vísti eg á, at vit
síggja nakað av tí, sum
er farið fram. Hetta skal
ikki skiljast soleiðis, at
eg haldi, at Barna- og
Ungdómsblaðið skal
vera ein mánaðar-avvís
fyri børn. Men nakrar
frásagnir við myndum
vilja skapa áhuga, og
ivist ikki í, at bernini tá
kenna, at hetta er nakað,
sum hevur við tey at
gera.
Og tað er ikki neyðugt,
at ein slík myndafråsøgn
ella bara frásegn bert
skal vera endurgevandi.
Hetta er tilfar sum eisini
kann brúkast til eina
bakgrundsgrein — ein
grein við eini djúpari frá-
segn.
Onkur vil kanska
halda, at bern hava ikki
áhuga fyri slíkum tilfari.
Kanska. Men blaðið er
eisini fyri ungdómin og
ivist ikki í, at ymiskt fer
fram ella fer at henda,
sum ávísirnar ikki við-
gera, men sum eitt
barna- og ungdómsblað
kundi tikið upp.
Eg skal bara nevna
tvey ting. Ein fritidar-
lóggáva skal helst setast
i gildi um ikki so langa
tíð. Ungdómar fáa við
hana at gera. Hví ikki
greitt teimum frá lógar-
uppskotinum og enda-
málinum við lógini?
Spurningurin at seta
eitt frítíðarheim á stovn
hevur verið umreddur
fyrr í fjølmidlunum. Í
dag er spurningurin
aftur aktuellur, við tað
at Dagstovnafelagið
hevur heitt á Tórs-
havnar býráð um at
stovna eitt frítíðarheim.
»Lyklabørnini« í høvuds-
staðnum eru alt fleiri og
fleiri. Hví ikki tikið
henda spurningin upp í
blaðnum?
Harafturat fer nógv
fram í tí stóru verð, sum
óivað kundi verið vert at
tikið upp.
Sum heild kennist
blaðið meira livandi, fjøl-
broytt og áhugavert,
men einki er at ivast í, at
tað kann gerast upp
aftur betri. Men tað er jú
ein spurningur um pen-
ing og um manning. Tað
kostar ikki sert at geva
eitt blað út, og frá blað-
- útgávu veit eg, at tað er
sítt stríð at savna saman
og leggja til rættis. Hin-
vegin, er blaðið gott,
vilja óiva fleiri halda
blaðið og sjálvandi eiga
tíðindablaðið
Fjølbroyttari og betri men
kann gerast meira spenn-
Síða 256 í Barna & ungdómsblaðnum. Frá ein-
um ruddingardegi og skúladegi í Klaksvík.
Heuði tað ikki verið hóskandi við eini grein um
dálking í samband við myndirnar? Foroyingar
munnu helst hava heimsmet í mun til fólkatal at
blaka burturkast frá okkum allastaðir millum
fjals og fjøru. Ja, serliga í fjøruni. Hvat við at
farið við einum flokki ein túr oman í fjoruna, og
latið tey talt ella skriva um oll tey tingini av
líkum og ólíkum, tey funnu í tarabrúnni og
millum fjorugrótið. Ein grein um hesa illgerdina
móti náttúru okkara kundi kanska givið okkara
komandi ættarliðum okkurt gott í beinið — so-
leiðis at vit í 2020 ikki sóu eina flosku ella
plastikkposa í haganum ella annað burturkast í
ánni ella í sjóarmálanum -
vit at hava "áð at geva
út eitt gott og mennandi
barna- og ungdómsblað.
Í blaðstjórnini sita
Magnus Hansen,
Johannes Enni og Niels
J. Thomsen.
jo-mo
Rós úr
Noregi
Blaðið hjá feroyskum
bernum kemur eisini út
um landoddarnar. Í
norska blaðnum Folket
var fyrr í ár ein tíðinda-
stubbi um Barna- og
ungdómsblaðið. Blaðið
fær fleiri rósandi orð. Til
demis:
»] spalta »Skriva mær
bræv« ser eg at det er
fleire fra Noreg som held
dette trivelege barne-
bladet frå Færeyane.
Kanskje endå fleire ville
ha interesse av det?
Bladet kan ha interesse
for dei som arbeider i
skulen. Her vil ein få inn-
sikt i språk, folke- og
kulturliv.
Det er eit fint blad,
som framleis er lite
merkt av TV, popkultur,
chips og cocacola. Dei
færeyske borna má vera
om lag som me dá me
var smá!
For vestlendingar er
málet ei sann glede. Her
finn me mange ord som
me er oppalne med, og
som vart trestreksfeil dá
me drog dei med oss ut í
livet. Særleg vitsane er
lette á skjøna, men dei
fleste greier nok á
stauka seg gjennom
forteljingane også«.
Ikki serstak-
an skula —
men møgu-
leikar fyri ut-
bugving
Tað verður kanska møgu-
ligt at útbúgva seg til
sjúkrahjálpara i Føroyum
um ikki so langa tíð.
Í løtuni arbeiðir sjúkra-
hússtjórin, J.A. Serensen,
við at kanna tervina á
sjúkrahjálparun og
møguleikarnar at fáa eina
útbúgving í Feroyum.
Landsstýrið heitti í sep-
tember mánað á hann um
at gera hetta kanningar-
arbeiðið. Tá tað er gjert,
skal úrslitið leggjast fyri
aftur landsstýrið.
Spurningurin um at út-
sjúkrahjálparar í
ikki heilt
búgva
Føroyum er
nýggjur.
Í 1976 heitti Tveroyrar
Ungdómsfelag í eini fund-
arsamtykt á landsstýrið
um at skipa fyri eini út-
búgving av sjúkrahjálp-
arum við Suðuroyar
Sjúkrahús sum eitt lið í
eini bygdamenning.
Fakfelagið hjá sjúkra-
hjálparum hevur eisini
fleiri ferðir heitt á lands-
stýrið um at fáa ein
útbúgving í Foroyum-
Og rådleggingarnevnd-
in fyri føroyska
sjukrahusverkid mælti i
åliti sinum, sum kom fyri
nøkrum mánaðum síðani,
til at skipa fyri útbúgving
av sjúkrahjálparum í Fer-
oyum.
J.A. Serensen upplýsir
annars, at ráðleggingar-
nevndin mælti ikki til at
stovna ein serstakan
skúla fyri sjúkrahjálparar,
men í staðin fyri at skipa
fyri útbúgving, tá tervur
er å ti.
Sjúkrahússtjórin sat
sjálvur i ráðleggingar-
nevndini og hann er sinn-
aður fyri at fáa eina út-
búgving i lag.
Men vit hava jú ein
Kann
sjúkra-
hjálparum ikki
samskipast við sjúkra
systraútbúgvingina “
Jú, tað er meguligt
og tað liggur eisini í álit-
sjúkrasystraskula
ein útbúgving av
ráðleggingar-
Hon peikar á
sigur
visir
inum hjá
nevndini.
tann møguleikan,
annars á, at persónurin,
sum skal hava útbúgving-
ina av sjúkrahjálparunum
um hendi, skal vera
sjúkrasystraskúlalærari
Um meguleikarnar at
hava útbúgvingina av
sjúkrahjálparum á bygd,
sigur sjúkrahússtjórin, at
Serensen og
útbúgvingin má vera í
samband vi eitt sjúkra-
hús og ellis- og rektar-
heim.
Utbúgvingin fevnir um
triggjar mánaðir í teori og
niggju mánaðir i prak-
tikki.
Sum er. fer útbúgving
av sjúkrahjálparum fram í
Danmark. Feroyska
sjúkrahúsverkið og amtini
i Danmark hava avtalu
um, at seks føroyingar
kunnu koma inn å sjukra-
hjålparaskula årliga. Skuli
er nærum i hvørjum amti.
jo-mo
Vinfólki og skyldfólki verður gjørt
kunnugt, at kæri sonur mín, vinur
min, bróðir og svágur okkara
KJARTAN JUSTINUSSEN
andaðist 4. oktober, 49 ára gamal.
Kistan fer av Landssjúkrahúsinum
niðan í Vesturkirkjuna mikudagin kl.
18.
Gravarferðin verður hósdagin kl. 14.
Tey, ið ætla at senda blómur, verða
biðin um í staðin at lata Feroya
Felag móti Krabbameini eini gávu.
Fyri tey avvarðandi
Maria og Harda