Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. apríl 2000síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 tíðindablaðið sosialurin Nr. 71 - 11. apríl 2000 20 tíðindablaðið sosialurin Nr. 71 - 11. apríl 2000 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Herfølge 23 13 - 4 - 6 38 33 5 43 4 Silkeborg23 10 - 7 - 6 39 22 17 37 2 Brøndby 23 10 - 7 - 6 40 28 12 37 5 AB 23 10 - 7 - 6 37 27 10 37 3 Lyngby 23 11 - 4 - 8 37 31 6 37 6 Viborg 23 9 - 6 - 8 33 34 -1 33 7 AaB 23 7 - 11 - 5 33 26 7 32 8 FCK 23 9 - 4 - 10 31 24 7 31 9 OB 23 5 - 9 - 9 19 29 -10 24 10 AGF 22 5 - 6 - 11 20 35 -15 21 11 Esbjerg 23 6 - 3 - 14 24 42 -18 21 12 Vejle 22 3 - 10 - 9 24 45 -21 19 Herfølge tapti stórt Superligan: Men Jákup Mikkelsen og teir eru framvegis klárt á odda. Hóast FCK vann, so eru Todi og teir framvegis niðarlaga á talvuni Herfølge fekk ein orduligan undir vangan, tá teir sunnu- dagin seint seinnapartin vóru á útivølli í Gladsaxe. AB vann 3–0, men hóast Herfølge tapti stórt, so eru teir framvegis greitt á odda, og nú tað resta níggju umfør eru teir framvegis besta boðið at vinna DM. Tað skal hepni til at vinna DM, og hvat úrslitunum hjá kappingarneytunum viðvík- ur er Herfølge heppið. Brøndby og Lyngby fingu bæði bara eitt stig. Tað vil við øðrum orðum siga, at fjarstøðan frá teimum og fram við Herfølge er seks stig. Tvær ferðir upp í slag hevur Brøndby í síðstu løtu fingið javnleik, eftir at teir hava verið aftanfyri. Í Vi- borg vóru teir tvær ferðir á odda, men heimaliðið javn- aði báðu ferðirnar. Stig Inge Bjørneby, norski kantspæl- arin sum Brøndby hevur fingið úr Liverpool, skoraði bæði málini. Í Aalborg hevði heima- liðið greiða yvirvág, og teir misnýttu eina rúgvu av møguleikum. Men teir í Lyngby vóru hepnir og fingu javnleikin, sum ber í sær, at teir framvegis eru við millum teirra, sum elta Her- følge. Men nú er tað ferðalagið farið at fjølgast. Við sig- rinum á Herfølge kom AB upp á sama stigatal sum Brøndby og Lyngby, og tað gjørdi Silkeborg eisini. Teir vunnu tepran, men alíkavæl sannførandi 1–0 sigur á OB, sum stríðist fyri at sleppa leyst úr botninum. Todi í ein tíma FCK hevur ilt við at lætta sær úr áttanda plássinum, sum teir hava havt síðani undan vetrarsteðginum. Sunnudagin vóru 12.171 á- skoðarar í Parkini og sóu FCK vinna 3–1 á botnlið- num úr Esbjerg. Sigurin ber við sær, at tað FCK hevur langt sjey stig millum seg og niðurflytingar strikuna. Hol kom ikki á fyrrenn í 47. minutti, tá norðmaðurin Harald Brattbakk legði heimaliðið framum. Todi spældi á miðvølli- num í vinstru fyrsta tíman. So varð hann avloystur av Peter Christiansen. Tað var hesin sum í síðstu løtu stað- festi 3–1 sigurin. Esbjerg javnaði til 1–1, tá 67 minuttir vóru farnir, og í 72. minutti legði Carsten Hemmingsen FCK framum 2–1 upp á brotsspark. Dóm- urin, sum vísti seg at vera avgerandi fyri gongdina, varð sagdur at vera iva- samur. Hýrurin á áskoðarunum hjá heimaliðnum var sjálv- andi góður, men tey vóru ikki vitni til stórt fótbólts- undirhald. FCK skal í eldin aftur í steypakappingini í annað- kvøld, tá teir á heimavølli skulu spæla ímóti AB, sum í síðstu viku sendi Herfølge úr steypakappingini. Mán- akvøldið skulu teir spæla á heimavølli í landskapping- ini ímóti OB. Kiksaðu Herfølge kendi ikki sína vitjunartíð í Gladsaxe. Gest- irnir løgdu fyri sum eitt ódnarveður. Teir høvdu fleiri upplagdar møguleikar, og tað ber væl til at imynda sær, at Jákup Mikkelsen nú fer at fáa høvi aftur at skjóta brotsspark. Eitt korter var farið, tá Herfølge fekk gylta møguleikan úr ellivu met- rum at seta hol á, men skot- ið hjá Jens Madsen var vánaligt. Eftir misnýtta brots- sparkið misti Herfølge púra takið. Í 31. minutti setti Ab- dul Sule hol á, og hann var høvuðsmaður í støðuni sum, tá seinna umfarið var ellivu minuttir gamalt, bar avgerðina við sær, at stigini skuldu vera eftir hjá AB. Dómarin bríkslaði fyri brotssparkið, tí hann metti ein av verjuspælarunum hjá Herfølge at hava skumpað álopsmannin í ryggin, og Brian Steen Nielsen sendi úr ellivu metrum Jákup Mikkelsen annan vegin og bóltin hin vegin. Sjónvarpsmyndirnar vístu týðuliga, at talan var ikki um brotsspark, men heldur um glantrileik. John Faxe Jensen (hann spældi ikki sjálvur við hesa ferð) flutti fólkið fram, so Herfølge síðsta tíman var í 2–4–4 uppstilling. Hetta hevði spentar støður við sær í báðum endum, og tað var bara AB, sum fekk mál. Í ein móti einu støðu megn- aði Jákup Mikkelsen at ver- ja fyri, men bólturin støkk út til Brian Steen Nielsen, sum sendi flatt millum beinini á málverjanum, ið var á veg inn aftur á strikuna. Sunnudagin skal Her- følge spæla á heimavølli móti AaB. JH Gunnar á Steig setti iva- leyst met sunnudagin. Og KÍ málverjin er neyvan serliga fegin um metið. Jens Petur Brattalíð hevði akkurát bríkslað fyrstu ferð, tá Eirikur Joensen fór aftaná langari send- ing. KÍ málverjin kendi seg noyddan at leypa út, og tá hann í kroystari støðu vardi uttanfyri brotsteigin, var einki ann- að at gera hjá dómaranum enn at toga reyða kortið úr lummanum. Klaksvíkingar høvdu bara ein málverja við til Sumbiar. Tí var neyðugt hjá Fríðini Ziskason, sum hesa ferð hevði fingið møguleikan í miðverjuni, at fara í málverjubúnan. Útvísingin hevði við sær, at Tomislav Sivic noydd- ist at broyta liðið. Niclas Niclassen fór í miðver- juna, Harley Bertholdsen fór aftur á vongverjan, og so spældi KÍ 4–3–2 í 88 minuttir. Í fyrsta álopinum eftir útvísingina skoraði Eirik- ur Joensen, og so kundi hugsast, at heimaliðið fór at seta seg á dystin. Men soleiðis gekk tað ikki. Tað var skjótt, at tað sást, at tyngdin í spælarunum hjá KÍ var størri, klaksvík- ingarnir fingu tak á, og hóast talan ongantíð var um flótandi fótbóltsspæl, so var eingin ivi um, hvør fór at vinna. Sumbingar tóktust eitt sindur ørkymlaðir av støðuni. Eirikur Joensen sá reytt stutt undan steðg- inum, tí hann hevði sagt ov nógv, og so var spur- ningurin í 2. hálvleiki bar- a, hvussu stórur sigurin hjá KÍ fór at vera. Ove Nysted javnaði upp á langskot í besta KÍ málverjin sá reytt beinanvegin Løgmanssteypið: Men hóast meist- arnir vóru undirmannaðir og fingu eitt mál ímóti sær beinanvegin, so var eingin ivi um, hvønn veg tað bar í Sumba Kurt Mørkøre stíli, Heðin á Lakjuni, sum fleiri ferð- ir rann frá verjuni, skor- aði tvey mál – annað upp á eitt fínt langskot – og tá Jan Joensen og Marek Vierzbicki øktu til 4–1 og 5–1, hevði Rógvi Jacob- sen báðu ferðirnar drigið til baklinjuna og spælt út frá. Í 2. hálvleiki komu Jógvan á Lakjuni og Sím- un Waag Høgnesen inn á KÍ liðið. Sumbingar høvdu Eigil Olsen, sum áður hevur spælt í yngru deildunum hjá HB, í málinum. Og so var tað merkisvert, at veteranurin Marlon Kjærbo aftur hjálpir barndómsfelagnum. Hann spældi við TB í fjør. Í 2. hálvleiki setti Sum- ba tríggjar nýggjar menn inn. Teir vóru Bergur Vinther, Heini Vester- gaard og René Thomsen. Eftir 79 minuttir minkaði Bibi um munin. Hann gjørdi nyttu av returinum frá Fríðini Ziskason, sum hevði hálvbjargað roynd frá Heina Vestergaard Sumba: Eigil Olsen – Trygvi Nielsen, Marlon Kjærbo, Páll Magnar Kjærbæk, Spasojé Bi- berdzic, Mortan úr Hørg – Nikola Biberdzic, Hall- ur Dam Joensen, Hans Jákup Thomsen, Eirikur Joensen – Birgir Jørgen- sen KÍ: Gunnar á Steig – Niclas Niclassen, Fríðin Ziskason, Jan Andreasen, John Ryan – Marek Vier- zbicki, Jan Joensen, Rógvi Jacobsen – Harley Bertholdsen, Ove Ny- sted, Heðin á Lakjuni JH Danska superligan, úrslit Aab-Lyngby 1-1 FCK-Esbjerg 3-1 Silkeborg-OB 1-0 Viborg-Brøndby 2-2 AB-Herfølge 3-0 AGF-Vejle (leiktur eftir evstamark) Jákup Mikkelsen og teir úr Herfølge taptu um vikuskift- ið, men heldur ikki nærmastu kappingarneytarnir fingu fulla úrtøku úr sínum dystum Heðin á Lakjuni skeyt tvey av KÍ-málunum suðuri í Sumba Hóast vágbingar í meiri enn ein hálvan tíma vóru und- irmannaðir, so sá tað fimm minuttir fyri leiklok út til, at teir skuldu fáa løn fyri, at teir mest sum alt seinna um- farið høvdu trýst spælið yvir á hálvuna hjá NSÍ. Útjavnandi málið fingu teir eftir fríspark úr høgru. Milan Kulic legði innfyri, og eftir øgiligan ruðuleika, har fleiri lógu eftir á vál- inum, eydnaðist tað Eyðun Jacobsen at pota bóltin inn um Rúna Joensen, NSÍ mál- verjan, sum var ein av teim- um, ið hesa løtuna lá á vøll- inum. At VB síðani 57. minuttin hevði verið undirmannað komst av, at miðvallarin Tórður Holm sá reytt, tí hann eftir nærdyst hevði hevnt seg. Harmuligt og ivaleyst kostnaðarmikið hjá VB, sum sunnudagin spældi uttan Krzystof Popczynski, sum var leikbannaður eftir reyða kortið móti KÍ. Tá fyritreytirnar vóru so- leiðis, var tað skiljandi, at vágbingar fegnaðust um út- javnandi málið. Men fagn- aðurin mundi vera í so stór- ur. NSÍ gav bóltin upp, Edd- ie Mikkelsen, sum var kom- NSÍ tvey mál í síðstu løtu Løgmanssteypið: Undirmannaðir vágbingar trýstu nógv í 2. hálvleiki, men síðstu løtuna fingu teir ein dyggan undir vangan in á vøllin tíggju minuttir frammanundan, sendi móti málinum, og Christian Høg- ni Jacobsen var fyrstur á returinum, eftir at Bjarni Jo- hansen hevði hálvbjargað. So flutti VB alt fólkið fram, og í síðstu løtu økti NSÍ um munin. Innskifti Mortan Hansen var púra kaldur, tá hann hevði eitt kúfóður fyri seg sjálvan. Á- lopsmaðurin, sum var kom- in á vøllin tjúgu minuttir frammanundan, fór framvið málverjanum, áðrenn hann trillaði bóltin í kassan. Longu í 3. minutti setti NSÍ hol á. Gert Langgaard stakk bóltin inn um verjuna, og miðvallarin Ian Høj- gaard skoraði. Løtuna aftaná hevði NSÍ fýra stórar møguleikar, men Ian Høj- gaard og Christian Høgni Jacobsen misnýttu. Tá hálvur tími var farin, kom VB fyri seg. Teir fingu nógv betri tak á, teir trýstu nógv, men tað var ikki ofta, at teir settu nýggja málver- jan hjá NSÍ undir stórt trýst. Longu tá 22 minuttir vóru farnir noyddist Kári Hansen hjá NSÍ at taka seg burturúr. Brynjolvur Nielsen loysti hann av. VB: Bjarni Johansen – Mikael í Lágabø, Eyðun Ja- cobsen, Magni Jacobsen – Palli Augustinussen, Janus Kjærbo, Tórður Holm, Mil- an Kulic, Petur Óli Samu- elsen– Jón Pauli Olsen, Ro- bert Cieslewicz NSÍ: Rúni Joensen – Kári Hansen, Dánial Hansen, Arnfinn Langgaard, Sjúrður Jacobsen – Sonni L. Petersen, Djóni N. Joensen, Ian Højgaard, Jónstein Petersen – Gert Langgaard, Christian Høgni Jacobsen JH Burtursæð frá síðani 1997, tá B36 vann FM, hevur havnarliðið ongantíð staðið seg nakað serligt á Svanga- skarði. Fyrsta løtan sunnu- dagin boðaði ikki frá, at tað skuldi vera nakað serligt. B36 tapti, men tað gjør- dist ikki tað sorlið, sum B68 tóktist ætla sær fyrstu løt- una. Tá vóru teir á heima- liðnum ágangandi, og teir fingu fult burturúr móti ein- ari tøvandi og skinklutari verju. Tað gekk skjótt at fáa trý mál. Marcello Marcelino gjørdist púra leysur og skor- aði, eftir at Egil Zachariasen (tað kennist rangvørt, at hann skal spæla so aftar- laga) heilkiksaði. Næsta málið var eitt av tí slagnum, sum tað altíð fara at verða ymsar áskoðanir um. Báðir álopsmenninir hjá B68 vóru í rangstøðu, tá bólturin varð sendur fram eftir miðásinum. B36 verjan roknaði við, at dómarin fór at bríksla, men tá hvørgin B68 maðurin tóktist áhug- aður í bóltinum, tagdi dóm- arin, og so streyk Fróði Benjaminsen avstað og setti framvið sakleysa málver- janum. Triðja B68 málið var sera B68 gjørdi skjótt av Løgmanssteypið: Øll fimm málini á Svangaskarði komu í fyrra umfarinum. Eftir steðgin var lítið av samanhangandi spæli vakurt og boðaði frá upp- aftur fleiri. Eftir at bólt- tryggu veruspælararnir høvdu spælt væl og leingi saman, setti Jan Petersen ferð á í høgru, Marcello Marcolino legði innfyri, og Súni Fríði Johannesen var púra leysur mitt fyri mál- inum, tá hann við høvdinum stýrdi bóltinum í kassan. 24 minuttir vóru farnir, og gongdin bendi á stórsigur. Men lukkutíð fyri B36 minkaðu teir um munin í sama minutti. Rangstøðan hjá B68 kiksaði, og Jákup á Borg, sum kom ígjøgnum eitt sindur til høgru, har B68 tóktist tunnligt, skoraði. Tá tað var 2–0 varð John Petersen togaður niður í brotsteiginum. Einki hoyr- dist frá dómaranum, men hann var skjótur, tá uppspæl í vinstru endaði við, at John Petersen lá flatur. Magnus Poulsen hevði hondina á skotinum hjá John Petersen, sum var liðformaður, men bólturin smeyg sær um lin- juna. Í løtum í 1. hálvleiki hekk tað hampuliga saman – ser- liga hjá heimaliðnum fyrra partin av umfarinum. Eftir steðgin var lítið av saman- hangandi fótbóltsspæli. B36 flutti nógv fólk fram, men einki spurdist burturúr. B68: Magnus Poulsen – Jan Petersen, Jan Dam, Arn- bjørn Danielsen, Jákup Eli Olsen – Fróði Benjaminsen, Marlon Jorge, Øssur Han- sen, Eyðstein Skipanes – Marcello Marcolino, Súni Fríði Johannesen B36: Tróndur Vatnhamar – Carl H. Høgnesen, Her- bert í Lon Jacobsen, Egil Zachariasen, Jens Kristian Hansen, Håkan Lunnholm – Jan Guttesen, Mikkjal Thomassen, Magni á Lakj- uni – John Petersen, Jákup á Borg JH Fyri nøkrum vikum síð- ani var GÍ í Vágum og spældi venjingardyst. Ta ferðina vann GÍ 4–0. Sunnudagin var GÍ í Mið- vági, og tá endaði tað 1– 1. Úrslitið boðar frá, at tað gongur rætta vegin hjá vágamonnum, sum tykj- ast hugagóðir og hava fingið nógv burturúr teimum fýra spælarunum, sum teir hava fingið úr Litava. Avrikið boðaði eisini frá, at tað ikki stendur so væl til hjá GÍ. Níggju spælarar, sum vóru við í fjør, eru ikki tøkir í løtuni, og tað er sjónskt. Serliga meint er tað, at landsliðs- menninir Sámal Joensen og Henning Jarnskor eru farnir til Íslands. Og so er tað steinur omaná byrðu, at Poul Ennigarð nú er farin til Danmarkar at ganga í tekniskan skúl- a. Hann verður ikki aftur fyrrenn 1. juli. Tvey mál komu í Vág- um. Óli Hansen vann luft- dyst við málverjan hjá heimaliðnum og skoraði. Tá var seinna umfarið fimm minuttir gamalt. Sambært dómaraseðilin javnaði FS Vágar tveir minuttir seinni, og sam- bært sama seðil var tað ein spælari, sum ikki kom á vøllin, ið javnaði. Sam- bært eygnavitnum var tað John Johansen, sum javn- aði, og tað gjørdi hann seytjan minuttir eftir fyr- ra málið. Í gjøgnumbroti hjá FS Vágum í høgru gjørdu gøtumenn fríspark. Dóm- arin gav – sum rætt var – vágamonnum fyrimun. Linjuverjin veittraði, og tað var Rúni Justinussen (er nústaðni komin við aftur í ár) so upptikin av, at hann ikki sendi bóltin burtur, tá innleggið kom innfyri. Bólturin endaði hjá John Johansen, og so var javnt. Í 2. hálvleiki kom Sonni Johansen hjá FS Vágum inn á miðvøllin, og Johan Nielsen skifti Poul Henning Jacobsen inn fyri smáskadda Magna Jarnskor. FS Vágar: Remi Mi- kotionis – Heðin Joen- sen, Zilva Zudis, Darius Magdisauskas, Jack Jo- hansen – Hannus Olsen, Tór–Ingar Akselsen, Al- bert Ari Thomassen, Rimvadis Bakus – Birgir Joensen, John Johansen GÍ: Sunvard Joensen – Rúni Justinussen, Bartal Eliasen, Jónreid Dal- heim, Súni Olsen – Mag- ni Jarnskor, Áslakur R. Petersen, Pauli Jarnskor – Helgi L. Petersen, Óli Hansen, Hans Pauli Pet- ersen JH Tað gongur rætta vegin hjá FS Vágar Løgmanssteypið: Tað sæst væl aft- ur á spælinum hjá gøtumonnum, at teir síðani í fjør hava mist níggju spælarar Fróði Benjaminsen skeyt málið til 2-0, tá B36 roknaði við, at tveir aðrir toftamenn vóru rangstaddir GÍ fekk bert eitt stig, tá teir um vikuskiftið vitjaðu vesturi í Sørvági