týsdagur 11. apríl 2000síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 71 - 11. apríl 2000
22
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 71 - 11. apríl 2000
Viðmerking:
Undirritaði sá eitt áhugavert
innslag í Degi og Viku fyrr
í farna viku. Hevði ilt við at
trúgva mínum egnu oyrum
tá eg hoyrdi hvat í formað-
urin í mentunarnevndini í
Tórshavnar býrað førdi
framm av argumentum fyri
at ongin rennibreyt skal ger-
ast um Tórsvøll.
Tað argumentið, sum hes-
in annars væltalandi mað-
urin hevði at føra fram, var:
»Eg meini ikki, at tað er
pláss fyri eini rennibreyt her
á staðnum!«.
Eg meini?? So, so. Ja,
sum tað sæst, er grundgev-
ingin fyri at slakta tað ein-
astu ítøkiligu ætlan, sum var
í Tórshavnar komunu um at
gera rennibreyt, stak væl
undirbygd. Serliga tá hugs-
að verður um, at økið er
planera við rennibreyt fyri
eyga.
Men nú geri eg hesum
manninum fyri órætti, hann
førdi eisini eitt annað argu-
ment fram: »Fótbólturin vil
ikki hava rennibreyt!«. Eg
gangi út frá, at tað formað-
urin meinar er, at tey í varða
av fótbóltinum, ikki eru á-
hugað í at onnur eisini
kunna koma fram at í
Gundadali. Man hetta verða
allur sannleikin? Havi ilt
við at fyristilla mær, at tey,
ið varða av og eru áhugað í
fótbólti, ikki unna hinum
ítróttargreinunum umstøður
í Gundadali.
Annars kundi ein spurt,
um tað at fótbólturin, sam-
bært formanninum í ment-
unarnevndini, ikki vil hava
rennibreyt í Gundadali er
nøkur grundgeving? Tað eru
nógvir
samfelagsbólkar,
sum hava áhuga í hesum
máli. Fótbólturin er ein sen-
tralur, men allíkavæl bert
ein av nógvum bólkum,
sum hava áhuga í hesum
málið. Hvat siga hinir bólk-
arnir? Hevur Mentunar-
nevndin vent sær til hesar
bólkarnar?
Ljótasta bygningsverk
í landinum
Men hví vil fótbólturin ikki
hava rennibreyt? Sambært
formanninum: »Eitt sum
hevur verið ført fram er, at
Tórsvøllur ið ikki bleiv
áskoðararnir koma at sita
langt burtur!«?? Veit for-
maðurin, hvussu langt burt-
ur man kemur frá síðuni av
vøllinum, um rennibreytin
verður gjørd?
Kanningar hava víst, at
um man ger ein vøll eins
og tann á Toftum, so er ein-
ans tørvur á at taka 4 tær
fremstu røðirnar burtur nið-
an ímóti høllini á Nabb og
gera ein vegg niðurvið eins
og hinumegin.
Her kann so byggjast út,
tá dystir eru, sum krevja
nógv áskoðarapláss. Vøll-
urin skal so flytast 2 metrar
móti høllini á Nabb, so úrs-
litið er, at áskoðarnir hesu-
megin koma 2 metrar nærri
vøllinum, meðan áskoðar-
arnir oman móti niðara vølli
koma at sita 2 metrar longur
vekk. Og harafturat verða
áskoðaraplássini við endan
flutt út til síðurnar, og eru
tað hesi áskoðaraplássini,
sum gera Tórsvøll til ljót-
asta bygningsverk í landi-
num.
Eitt annað, sum formað-
urin í mentunarnevndini
førdi fram var, at býráðið
vil »gera alt sum vit kunna,
fyri at man kann fáa eitt
ordiligt anlegg at renna á
eisini!« Hetta er so nú víst í
gerð við, at býráðið farna
hósdag avlívaði tað einastu
ætlanina, sum var um at
gera rennibreyt i kommun-
uni!! Stóra takk fyri!
Við frælsari ítróttarkvøðu
Heri Ziska
Ljós yvir landið
Bara 21 ára gamalur, í 1904,
yrkir Hans Andrias henda
eggjandi sangin, ið byrjar
við orðunum: »Ljós yvir
landið og í barmi manna/
lívsfríska megi,/so ein hvør
kann sanna«. Sangurin hev-
ur verið brúktur alla hesa
øldina til at eggja fólki við,
men best kend er tann
beiska uppgevandi reglan,
tá ið hon stendur einsamøll:
»Saman at halda var ei okk-
um givið«.
Hóast partapolitikkurin
ikki var ítøkiligur veruleiki
fyrr enn tvey ár seinri, (tað
stóra syndafallið, sum onk-
ur hevur kallað árið 1906)
so var tvíningur longu kom-
in í tjóðskaparspurningin-
um.
Hans Andrias var í sjálv-
stýrispartinum og roynir at
eggja hin partin, sínar lands-
menn, til at standa saman
um tjóðskaparmál t.d. mál-
ið.
Striltið hevur gingið.
Mangur hevur lagt nógv fyri
og onkur fingið deyðamein,
tøkini vóru ov tung, men
kvinkað er hin rætta vegin.
Torir og dugir nakar at
ímynda sær, hvussu støðan
hevði verið, um hetta stríð
ikki var strítt.
Reglan hevur eisini verið
brúkt sum prógv fyri,
hvussu vánaligir føroyingar
vóru, og at tílíkt fólk kundu
ikki stýra sær sjálvum.
Tað vóru jú føroyingar
sjálvir, sum ikki vildu hava
føroyskt innum skúla- og
kirkjugátt. Í øllum tjóðum
og einstaklingum er ein
teskandi ella rópandi rødd,
sum sigur: Best man vera
sum er. Vit vilja ongar
broytingar hava.
Men tað var ein triði part-
ur, eitt annað land, sum
hevði tað politiska valdið.
Har sat ein máttmikil amt-
maður, sum við sínum em-
bætismonnum, sýslumenn,
prósturin (við sínum prest-
um) og allir kongsbøndirnir.
Hóast hesir menn vóru før-
oyingar, skuldu teir fyrst og
fremst vera danskir embæt-
ismenn, ikki minst um teir
sótu í Tinginum. Tað kundu
koma teimum dýrt at
standa, um teir ikki ágrýtnir
virkaðu fyri tí danska polit-
ikkinum, sum lá í kortinum.
Soleiðis at vera í tí rætta
partinum, honum sum vald-
ið átti, kundi um illa vildi
til, altíð loysa seg. Hetta
fingu sjálv embætismenn á
lágum støði t.d. lærarar at
sanna.
Eisini hin vanligi maðurin
kundi merkja sviðan av ikki
at vera í tí rætta partinum.
Um degini sá eg ein javn-
aðarmann brúka regluna:
»Saman at halda var ei okk-
um givið«. Tað hevur hann
sín sjálvsagda rætt til, men
eg støðgaði á, tá eg las regl-
Kjakið fer fram í Sosialinum
una brúkta soleiðis og kom
at hugsa um Hans Andrias,
sum hevði stóran samhug
við tí minni menta, men
bleiv ikki limur í tí javnað-
arflokkinum í Føroyum, ið
var stovnaður við danskari
hjálp og eftir donskum
ynski.
Tað hevur verið lætt at
verið javnaðarpolitikkari í
Føroyum og veljari síðani
1948.
Umráðandi var bara at
halda seg so tætt at tí danska
javnaðarflokkinum sum til
bar.
Hann hevði tað stóra orð-
ið at siga í Danmark, treyt-
irnar, sum javnaðarflokkur-
in í Føroyum, skuldi lúka,
vóru bara ikki at ynskja
nakað, sum gekk ímoti vilja
danska javnaðarflokksins.
Soleiðis vóru treytirnar og
eru tað enn.
Men alt broytist, eisini
tann danski javnaðarflokk-
urin, sum, hóast tú í polit-
ikki aldrin skal siga aldrin,
í hvussu so er ikki í núver-
andi hami, kemur at hava
tað stóra orðið at siga í
donskum politikki.
Hin føroyski javnaðar-
flokkurin kann koma og sita
eftir við svartaperi.
So góðu javnaðarfólk
komi og syngi sangin hjá
Hans Andriasi av fullum
huga, tá skulu tit síggja.
»Ljós yvir landið saman-
hald kann gera,
tað gevur megi byrðarnar at
bera;
Birtið tí brandin fjálga upp
at loga.
Væl man hann duga!«
Romantikkur sigur onkur,
men eisini hann er partur av
lívinum og kann sum alt
annað báði vera lívgandi og
mergsúgvandi. Sanniliga
skulu vit arbeiða, men lívið
er meir enn matur.
Steinbjørn B. Jacobsen
Tað tykist, sum um tað er
vorðin ein sportur hjá
samgonguni at lúgva fyri
teimum, ið bert hava
avlamis- og fólkapensión
at liva av.
Tey flestu minnast, og
nógv hava kent sviðan av,
hvussu óskilið við pen-
siónunum hevur verið
síðan á jólum. Neyðugt er
ikki at endurtaka tað, sum
er sagt um óskilið, síðan
lógin um almannapen-
siónir fór at virka á nýggj-
árinum.
Vit í minnilutanum í
løgtinginum hava staði-
liga ávara samgonguna
ímóti at pressa lógir
ígjøgnum, uttan at neyð-
ugu fyrireikingarnar eru
gjørdar til fulnar. Tá lógin
um ásting av almanna-
veitingum var til viðgerð-
ar beint áðrenn jól (ár ov
seint), fregnaðust vit m.a.
eftir konsekvensútrokn-
ingum
fyri,
hvussu
nýggja lógin kom at á-
virka fíggjarviðurskiftini
hjá teimum , ið hava rætt
til pensiónir,.av ymsum
slag. Samgongan vildi
ikki lurta eftir minnilut-
anum, og ein av fylgju-
num var, at flestu pen-
sionistar fingu meira í
skatti enn áður, uttan at
samgongan hevði gjørt
sær far um henda veru-
leika.
Tá hetta gjørdist sam-
gonguni greitt, lovaði hon
í panikki pensionistunum
skattalætta og legði upp-
skot fyri løgtingið um
hækking av botnfrádrátt-
inum hjá pensionistum.
Uppskotið var skundað
ígjøgnum nevndarviðgerð
og víkt bleiv frá tíðar-
freistini fyri viðgerð av
løgtingsmálum, fyri at
pensionistar kundu fáa
lættan saman við pen-
siónunum mánaðarskiftið
mars/apríl.
Tá pensiónin so kom,
máttu bæði pensionistar
og løgtingsmenn ásanna,
at enn einaferð var ein lóg
Pensionistar enn
einaferð snýttir
skundað ígjøgnum, og at
enn einaferð, í hesum
førinum, gørdist tann lov-
aði skattalættin ikki veru-
leiki.
Ger ongantíð tað
hann lovar
Nú má tíðin vera komin
at spyrja, hvussu leingi
kann ein landsstýrismað-
ur halda áfram at fara lætt
um sannleikan yvir fyri
pensionistum og løg-
tinginum. Tað tykist
løgið
at
landsstýris-
maðurin í undirvísingar-
og mentamálum bleiv
offraður, ti hansara egni
flokkur ikki hevði álit á
honum, tá m.a. sami
flokkur staðiliga góð-
tekur, at landsstýrismað-
urin í almannamálum
ongantíð ger tað, hann
lovar, heldur ikki hesa-
ferð.
Tað einasta landsstýris-
maðurin í almannamál-
um skuldi gera, fyri at
pensionistar kundu fáa
lovaða skattalættan, var,
at hann syrgdi fyri, at
hvørt pensiónsslag sær
fekk frámerki, soleiðis at
skattaskipanin
kundi
finna út av, hvønn frádrátt
tey ymsu pensiónssløgini
skuldu hava, men hetta
hevði ikki hansara priori-
tet.
Tá man so hoyrir at
landsstýrismaðurin í al-
mannamálum, í staðin
fyri at gera tað, hann er
settur til, undirheldur
nøkrum fáum fólkatings-
limum, ið eru møttir av
berari høfligheit, við at
vit í Føroyum framyvir
skulu hava sama sam-
band við Danmark sum
Mikronesia og Palau
hava við USA, ja so má
verða komið hartil hjá
fólki at spyrja seg sjálvi,
um ráðiligt er at loysa við
slíkum politikarum.
Kristian Magnussen
løgtingsmaður
Tað var gleðiligt at fylgja
orðaskiftinum í fólkating-
inum hósdagin tann 6.
apríl á 2000.
Tað er einki nýtt í tí, at
danir fegin vilja halda
fram við at ráða yvir Før-
oyum. Tað áhugaverda
var, at teir nú spældu
greitt út og søgdu, at teir
ikki longur vildu gjalda
ein yvirprís fyri at sleppa
at vera imperialistar. Vilja
vit vit vera saman við
teimum, so rýkur blokk-
urin. Vilja vit gerast eitt
fullvalda ríki, so hendir
tað sama.
Fyri fyrstu ferð er tað
tí greitt, at tær fíggjarligu
avleiðingarnar vera tær
somu fyri okkum uttan
mun til um vit halda fram
við tí skipan vit hava, ella
Sannleikans tími
um vit velja javnaðarupp-
skotið,
sambandsupp-
skotið, ella um okkum
dámar betur uppskot
landsstýrisins til eina
skipan av viðurskiftunum
millum Føroyar og Dan-
mark.
Hetta eru stórtíðindi,
og serliga fyri okkum,
sum vilja at vit skulu ráða
yvir hesum landi frá
hægstu tindum út á ytstu
mið, var hesin dagurin
søguligur, tí nú er alt tos
um pengar tikið av
skránni. Nú skulu vit bert
svara, um vit eru før-
oyingar ella ikki. Úrslitið
er tí givið frammanund-
an.
Zakarias Wang
7/4 2000
Fuglfirðingar vóru bragd-
ligir, tá teir í fyrsta dystinum
í bólkaumfarinum vunnu á
B36. B71 tapti stórt bæði
móti B68 og B36. Sunnu-
dagin vann B71 2–0 á ÍF,
sum tóktist vera illa fyri.
Tomek, Bárur á Lakjuni,
Bárður Mortensen og Eyð-
un Rygshamar vóru ikki
við, tí teir eru skaddir.
Tað var týðuligt, at B71
hesa ferð legði størri dent á
verjupartin, enn teir høvdu
gjørt í teimum fyrstu
steypadystunum. Fyri alt í
verðini skuldi dysturin ikki
tapast. Hetta saman við at
ÍF var rættuliga tannleyst
gjørdi, at flogið var lágt og
málmøguleikarnir
ikki
nógvir. Eftir uppspæl í høg-
ru var miðvallarin Kári Sør-
ensen púra leysur, men All-
an Joensen vardi fyri. Bern-
hard Petersen, sum B71
hevur fingið frá HB, var
púra blankur eftir horna,
men fyri opnum máli sendi
hann uppum.
Eitt korter restaði, tá
Bernhard Petersen, sum var
vongverji í høgru, setti hol
á. Eli Hentze hevði roynt
móti málinum, og Allan
Joensen hevði í fyrru atløg-
uni hálvbjargað.
Miðvallarin Julian Flo-
resco, sum eftir ein tíma var
Tað var sjónligt á Sevmýri,
at liðini vóru úr hvør sínari
deild. Spælið var einki at
reypa av, men eingin ivi var
um, at HB hevði nógv tað
betra fólkið. Unga TB liðið,
sum millum fleiri skaddar
spælarar m.a. saknar royndu
komin inn á miðvøllin fyri
Kristian Nielsen, skoraði til
2–0 beinleiðis upp á frí-
spark úr 20 metrum. Tað var
eitt vakurt mál, frætta vit av
Sandi. Tá restaðu níggju
minuttir, og tá hevði ÍF ver-
ið undirmannað í tíggju
minuttir. Mortan Thomsen
sá reytt, tá hann fekk annað
gula kortið. Eftir at ÍF hevði
brúkt allar eykamenninar
fekk
Ken
Bærendsen
vøddaskaða í lærið. Tí spæl-
di ÍF bara við níggu monn-
um síðstu løtuna.
Í 2. hálvleiki kom Jens
Kristian Eldevig inn á mið-
vøllin hjá ÍF. Vit skrivaðu í
næstsíðstu viku, at fyrrver-
andi ÍF spælarin, sum í
meiri enn tíggju ár hevur
búð í Grønlandi, har hann
hevur verið á landsliðnum,
var farin at venja við GÍ.
Vit skilja á lagnum, at einki
spurdist burturúr tí, og hóast
Jens Kristian ikki er í nóg
góðari venjing, so valdi Pet-
ur Mohr í 2. hálvleiki at seta
nýggja mannin inn á skað-
aplágaða liðið.
B71: Valdemar Nowisci –
Bernhard Petersen, Bjørn
Thorsteinsson, Jón Brekku,
Bergleif Sólsker, Jógvan
Jón Petersen – Kári Nielsen,
Kristian Nielsen, Kári Sør-
ensen – Rúni í Soylu, Eli
menninar Jón Tórða Holm
og Petur Oluf Joensen, hev-
ði ikki nógv at bjóða uppá.
Tó so í 1. hálvleiki tá støðan
var 3–0 hildu bæði teir og
HB menninir, at Bárður
Dimon varð snýttur fyri eitt
brotsspark, og um eydnan
B71 bant um í verjuni
Løgmanssteypið: ÍF, sum í 2. hálvleiki hevði Jens Kristian Eldevig á miðvøll-
inum, høvdu hesa ferð ikki nógv av bjóða uppá
Hentze
ÍF: Allan Joensen –
Viggo Johannesen, Torstein
Joensen, Alvi Justinussen,
Mortan
Thomsen
–
Eyðálvur R. Petersen, Rúni
Jacobsen, Roy Róin, Ken
Bærendsen
–
Jákup
Baldvinsson, Rúni Petersen
JH
Stórur munur á Sevmýri
Bólkur 1
Sumba–KÍ 2–5 (1–3)
1–0: Eirkur Joensen 5.
1–1: Ove Nysted 13.
1–2: Heðin á Lakjuni 43.
1–3: Heðin á Lakjuni 65.
1–4: Jan Joensen 69.
1–5: Marek Vierzbicki 69.
2–5: Spasojé Biberdzic 79.
Reytt kort: Gunnar á Steig, KÍ, 2. og Eirikur Joensen,
Sumba, 43.
Dómari: Jens Petur Brattalíð
VB–NSÍ 1–3 (0–1)
0–1: Ian Højgaard 3.
1–1: Eyðun Jacobsen 85.
1–2: Christian Høgni Jacobsen 86.
1–3: Mortan Hansen 90.
Dómari: Niklas á Líðarenda
Bólkur 2
B68–B36 3–2 (3–2)
1–0: Marcello Marcolino 10.
2–0: Fróði Benjaminsen 15.
3–0: Súni Fríði Johannesen 24.
3–1: Jákup á Borg 24.
3–2: John Petersen br 45.
Dómari: Lassin Isaksen
B71–ÍF 2–0 (2–0)
1–0: Bernhard Petersen 75.
2–0: Julian Floresco 81.
Dómari: Birgir Sondum
Bólkur 3
FS Vágar–GÍ 1–1 (0–0)
0–1: Óli Hansen 50.
1–1: John Johansen 67.
Dómari: Oddmar Andreasen
TB–HB 0–5 (0–3)
0–1: Jón Rói Jacobsen 15.
0–2: Rúni Nolsøe 25.
0–3: Símun Eliasen 43.
0–4: Rói Árting br 60.
0–5: Jón Rói Jacobsen 85.
Dómari: Kim Ejdesgaard
Løgmanssteypið: Jón Rói Jacobsen skoraði tvey mál og tykist rættuliga vera
komin fyri seg á besta HB liðnum
var við, so kundi Dan Mort-
ensen havt skorað í 1. hálv-
leiki.
Jón Rói Jacobsen hevur í
yngru deildunum víst, at
hann hevur – mált við før-
oyskari alin – fín fótbólts-
evnir. Sunnudagin skoraði
hann fyrstu ferð tvey mál á
besta liðnum, og ivaleyst
fer hann ofta at teljast mill-
um málskjúttarnar. Tað fyr-
ra fekk hann, tá eit korter
var farið. Eftir innlegg frá
Rúna Nolsøe stakk ungi
maðurin seg fram millum
tveir verjuspælarar.
Tíggju minuttir seinni
skoraði Rúni Nolsøe úr sek-
stan metrum, og tá tað rest-
aðu tveir minuttir av fyrra
umfarinum stútaði Símun
Eliasen í kassan eftir horna-
sparksinnlegg úr vinstru.
Eftir steðgin kom Rói Ár-
ting á vøllin fyri smáskadda
Rúna Nolsøe. Ein annar
veteranur, Ingi Rasmussen,
fekk – eitt sindur bíligt hild-
u teir í HB, og tvørámenn
vóru ikki ósamdir – brots-
sparkið, sum Rói Árting øk-
ti til 4–0 uppá, og tá Jón
Rói Jacobsen staðfesti stór-
sigurin var púra útselt hjá
TB. Jón Rói rann alla ver-
juna og málverjan av, áð-
renn hann trillaði bóltin í
netið.
Hjá HB vardi Danny
Rasmussen málið. Fyrsti
málverjin,
Bárður
Johannesen, varð í síðstu
viku skaddur í hondini und-
ir venjing. Tíggju minuttir
vóru farnir av 2. hálvleiki,
tá Hans Jørgen Djurhuus
loysti Símun Eliasen av, og
ein annar ungur maður,
Vagnur Mohr Mortensen,
kom miðskeiðis í 2. hálv-
leiki inn fyri Hall Daniel-
sen.
TB: Magni Hentze –
Andrass Nolsøe, Magni Pe-
tersen, Tórður Mortensen –
Teitur Rasmussen, Einar
Petersen, Bárður Dimon,
André Dalfoss – Dan Mort-
ensen, Hallur Christiansen,
Vagnur Nolsøe
HB: Danny Rasmussen –
Jóhannes Joensen, Hans á
Lag, Florin Miháescu, Jan-
us M. Joensen – Hallur
Danielsen, Rúni Nolsøe,
Ingi Rasmussen, Símun E-
liasen – Jón Rói Jacobsen,
Pætur Dahl
Úrslit og støður
Kappingin um løgmanssteypið
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
málmunur
stig
1 KÍ
1
1 - 0 - 0
3
1
2
3
2 Sumba 1
1 - 0 - 0
1
0
1
3
3 NSÍ
1
0 - 0 - 1
0
1
-1
0
4 VB
1
0 - 0 - 1
1
3
-2
0
Bólkur 1
Bólkur 3
Bólkur 2
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
málmunur
stig
1 B68
2
2 - 0 - 0
9
0
9
6
2 B36
2
1 - 0 - 1
8
3
5
3
3 ÍF
2
1 - 0 - 1
3
6
-3
3
4 B71
2
0 - 0 - 2
0
11
-11
0
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
málmunur
stig
1 FSV
2
1 - 1 - 0
5
1
4
4
2 GÍ
1
1 - 0 - 0
10
0
10
3
3 HB
1
0 - 1 - 0
1
1
0
1
4 TB
2
0 - 0 - 2
0
14
-14
0
B71 vann tryggan sigur á fuglfirðingum um vikuskiftið
HB hevði gott tak á suðuri á Tvøroyri