Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. apríl 2000síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindablaðið sosialurin Nr. 71 - 11. apríl 2000 24 tíðindablaðið sosialurin Nr. 71 - 11. apríl 2000 Viðmerkingar: Vit lærarar hava nú verið í verkfalli í ein góðan mánað. Hesa tíðina hevur skúla- gongdin hjá flestu næming- unum verið heldur svikalig og seinastu tíðina heilt út av lagi. Tá ið ósemja er millum tveir partar, er torført hjá fólki, sum ikki hava nakað við trætuna at gera, at vita hvør hevur rætt, og hvørjum hildið skal verða við. Í so máta er hetta málið einki undantak, og at trætan er um so viðbrekið mál sum tíð, ger fløkjuna mestsum ómøguliga at greiða. Nógv fólk, ið halda seg vita, hava sagt sína hugsan, og nú hev- ur Føroya løgmaður eisini sagt nøkur ”vísdómsorð”. Løgmaður ikki tíð Læraraverkfallið er tíverri í skugganum av øðrum stór- máli. Samráðingarnar við danir eru á skránni, og verk- fallið er tí sett nakað til viks, og tað er nú ikki so løgið. Tað er sjálvandi spell, halda vit, sum eru í verkfalli. Løg- maður er ógvuliga bundin av hesum samráðingum, og hevur tí helst ikki havt tíð at kunna seg um, hví Lærara- felagið er í verkfalli. Í staðin er hann farin upp í politiska kórið, sum bara dugir ein sang, ”6,5 % og øll verða glað”. Heilt serlig støða Vekfallið snýr seg ikki um løn, men um tíð, sum sjálv- andi fer at kosta landskass- anum nakað. Og at siga at henda tíðin ikki eigur at vera uppi í sáttmálasamráð- ing eru púra rætt. Sáttmála- samráðingar eiga at vera um løn, eftirløn, frítíð o.tl. Men tað er púra óhoyrt á t.d. priv- ata arbeiðsmarknaðinum at siga við starvsfólk, at tey nú brádliga skulu loysa einar Atfinningarsamur løgmaður 10 nýggjar uppgávur, og tí arbeiða 5 tímar meira um vikuna, men lønin skal vera tann sama. Tað verður nú sagt við lærararnar, tí í nýggju fólkaskúlalógini eru fleiri nýggjar uppgávur, ið krevja meiri tíð. Starvsfólk á privata arbeiðsmarknað- inum høvdu kanska gingið undir at arbeitt yvir, men tað kunnu lærarar jú ikki. Næmingarnir fáa frí um 3 tíðina, og tí kann ein lærari ikki undirvísa til kl. 5, hevði hann havt hug til tað. Tí er einasta loysnin hjá okkum, nú vit hava fingið nógv meira at gera, at skarv- að verður av aðrastaðni. Undirvísingartíðin má lækkast úr 27 tímum um vikuna. Hvussu langt niður undirvísingartíðin skal, er so tað, partarnir mugu sam- ráðast um. Umframt sjálva undirvísingartíðina er so eisini spurningurin um t.d. savnsrøktina. Hetta arbeiðið hava lærarar higartil gjørt ókeypis. Her mugu lærarar so taka í egnan barm og við- ganga, at sjálvgjørt er væl- gjørt. Lærararnir kundu bara havt latið vera at tikið sær av t.d. smíðstovuni fyri einki. So hevði smíðstovan farið í hundarnar, og so kanska onkur fólkavaldur hevði vaknað. Tað ber bara ikki til hjá skapandi menn- iskjum at arbeiða í niður- slitnari stovu, og tað hava myndugleikarnir gjørt sær dælt av. Anarki? Um anarki verður í orða- bókini m.a. sagt, at tað merkir stjórnarloysi. So aft- ur her hevur løgmaður púra rætt. Talan er um anarki, tí stjórnin - landstýrið og løg- tingið ikki megna at útinna tað arbeiði, fólk hava latið teimum upp í hendi. Føroya Lærarafelag kann sjálvsagt ikki góðtaka, at sama lóg, sum sett er í gildi í Dan- mørk, og sum har gevur lær- arunum 4 tímar í niður- skurði um vikuna, einki skal geva í Føroyum. Tað verður sagt um okkum føroyingar, at vit eru óførir, men máti skal nú vera við. Føroya Lærarafelag tekur sjálvsagt ikki undir við anarkii, og ongum lærara dámar, at vit mugu berjast fyri lógini, sum vit gera. Lógin hevur fingið drúgva politiska viðgerð og er sam- tykt. Vit duga at síggja, at nýggja lógin er betri enn tann gamla, og vit vilja tí ikki hoyra talan um at fara aftur til gomlu fólkaskúla- lógina. Eitt líknilsi Trætan kann berast saman við at keypa ein nýggjan bil upp á borg. Vit brúka bilin, sum okkum lystir, og hann roynist væl betur enn gamli bilurin, og í honum rúmast nógv fleiri enn í tí gamla. Men nú skal nýggi bilurin gjaldast, og tá er hugurin brádliga burtur. Kanska tann gamli, trongi bilurin nú ikki var so galin kortini. Hann kom so fram. Sama kann sigast um gomlu fólkaskúlalógina, tí næmingarnir lærdu at lesa og skriva. Nógvir av hesum næmingunum eru eisini komnir langt, og ráða nú fyri borgum. Men nógvir duttu eisini burtur ímillum. Nýggja lógin byggir á gomlu lógina, men gagnar tí einstaka næminginum nógv betur. Sostatt skuldu nógv fleiri næmingar, bæði teir, sum eru væl fyri, og teir, sum eru ikki so væl fyri, fingið avbjóðingar, og kunnað menst og seinni styrkt samfelagið. Framtíðin Politikarar skulu tryggja góð viðurskifti í framtíðini. Vit mugu ikki enda aftur í 80-árunum, sigur løgmaður. Vit mugu vóna, at 80-árini lærdu okkum okkurt, og at vit ikki gera somu mistøk aftur. Men tað er tó løgið, at vit kunnu avskriva lán hjá rækjutrolarum fyri einar 50 milliónir, men vit kunnu ikki gjalda fyri góðan skúla, tí tað er at fara aftur í 80- árini! Framtíðin er rækjutrolar- ar, aling og kt-tøkni, men mest av øllum er framtíðin ungdómurin. Skúlin skal tryggja øllum hesum ungu mennandi og gott um- hvørvi. Líkamikið hvussu viðurskiftini eru heima, og hvussu evnini eru. Tey virði, sum tá kunnu koma burtur úr, kunnu als ikki verða bor- in saman við fiskastovnar ella annað. Tí mugu menn sum Anfinn Kallsberg fáast at skilja, at tað eisini er her, íløgurnar skulu verða gjørd- ar. Hetta skúlaárið er nú av álvara farið at halla, og eg vóni, at vit kunnu fara undir nýggja skúlaárið og vita, at nýggja fólkaskúlalógin er fingin undir land við øllum tí, sum hon krevur. Eingin sigur, at alt skal fáast at virka beinanvegin, men tíðarfreist skal verða sett á nú. Fyrrenn tað er gjørt, er ikki grundarlag at fara aftur í skúla. Magnus Tausen sáttmálasettur lærari Samgongan raðfestir fólkaskúlan høgt Tað er tí ikki rætt, tá ið Føroya Lærarafelag og ávísir andstøðupolitikar- ar føra fram, at lands- stýrið ikki vil játta neyðuga peningin til nýggju fólkaskúlalógina. Tvørtur ímóti vísa tølini, at hetta landsstýrið hevur raðfest fólkaskúlan høgt, og tí er játtanin eisini økt munandi meiri, enn tað, nýggja fólka- skúlalógin hevur elvt til. Sambært tingskipanini skal í almennu viðmerkingunum til lógaruppskot verða upp- lýst, hvør fíggjarligur kostn- aður stendst av uppskotin- um. Tað verður emtt sum sera álvarsligt, um ein landsstýr- ismaður gevur løgtinginum villleiðandi upplýsingar. Tí er í løgtingslóg um ábyrgd landsstýrisins ásett, at landsstýrismaður kann verða revsaður, um hann gevur villleiðandi upplýs- ingar, ella um hann, tá ið løgtingið viðger eitt mál, tigur við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málin- um. Tá ið landsstýrismaðurin Eilif Samuelsen legði nýggju fólkaskúlalógina fyri løgtingið, var hetta upp- lýst um fíggjarliga kostnað- in (løgtingstíðindi 1996, bl.s. 533): Mesti meirkostnaður kem- ur at standast av forskúla- flokkum, smb. greinina um Forskúlaflokkur í lógar- uppskotinum. Hesin meir- kostnaður er mettur til o.u. 6 mill. krónur árliga, um so er, at allur árgangurin tekur ímóti hesum tilboði. Eitt sindur av meirkostnaði kann standast av trímæltum næmingum og verkætlanar- uppgávunum í 9. og 10. flokkunum. Roknast má við, at nakað av eykaútreiðslum eisini fara at standast av øktari eftirútbúgving av lærarunum. Um breytatil- boðini verða sett í verk, kunnu tey fara at kosta meir enn verandi undirvísing í 10. flokki, tí talan verður m.a. um næmingaflutning og møguligt samstarv við aðrar skúlaformar. Ringt er tó at áseta nakra upphædd, tí alt veldst um vavið. Skúla- vegleiðaraskipanin verður mett at kosta einar 3-4 starvssetanir meira. Fólka- skúlaráðið fer at bera eitt sindur av meirkostnaði við sær. Annars verður ikki hild- ið, at verandi uppskot skuldi borið aðrar øktar útreiðslur við sær. Bæði Lærarafelagið og Tórshavnar skúlaráð mettu, at meirkostnaðurin var nógv størri. Tí varð hesin spurn- ingur gjølla viðgjørdur und- ir nevndarviðgerðini í løg- tinginum. Í løgtingstíðindi 1996, bl.s. 589, verður sagt »Landsstýrismaðurin í skúlamálum hevur fyri nevndini upplýst, at talan verður í mesta lagi um 8,5 mió. í meirkostnaðin um árið, um uppskotið til fulnar verður framt í verki (sí hjá- lagda skjal frá landsstýr- ismanninum 14.05.97)«. Skjalið, mentanarnevndin vísir til, at hevur landsstýr- ismaðurin Eilif Samuelsen undirskrivað, og har er nærri útgreinað, hvussu nógv nýggja fólkaskúlalóg- in fer at kosta. Tað eru nevnd 6 øki, sum bera í sær meirkostnað. Av teimum 6 økjunum eru tað bara for- skúlin (6,188 mió. kr.) og skúlavegleiðaraskipanin (3- 4 ársverk) sum bera í sær, at fleiri lærarar skulu verða settir í starv. Forskúlin er ikki settur í verk. Verður kostnaðurin fyri hann drigin frá, at meir- kostnaðurin, sambært upp- lýsingunum hjá landsstýris- manninum Eilif Samuelsen, til restina av nýggju fólka- skúlalógini góðar 2 mió. kr. Verður hugt at játtanini til fólkaskúlan, so e rhon økt nakað seinnu árini: Fra 1997 til 2000 er játtanin økt úr 133,5 mió. kr. til 161 mió. kr. tvs. 27,5 mió. ella yvir 20%. Nakað fer til løn- ar- og prísvøkstur og økt næmingatal, men eftir eru 10-12 mió. kr. Hetta er farið til KT, eftirútbúgving og at umflokka lærarar og leið- arar vegna nýggju fólka- skúlalógina. Sostatt er játt- anin til fólkaskúlan økt nógv meiri, enn tað, sum sambært upplýsingum frá landsstýrismanninum Eilif Samuelsen, fór at standast av nýggju fólkaskúlalógini. Fólkaskúlin er tí á ongan hátt skerdur, men hevur hetta landsstýrið tvørtur- ímóti bøtt um teir fíggjar- ligu karmarnar hjá fólka- skúlanum. Karsten Hansen, landsstýrismaður Hvør brýtur fólkaræðið niður Tað er ikki eiti á, sum løgmaður nú leggur eftir okkum lærarum. Í viðtali við Sosialin ávarar hann um, at lærarar ætla at taka løgtingið av ræði og innføra anarkistisk viðurskifti. Tað tykir mær, sum løgmaður roynir at venda eyguni á Føroya Fólki og harvið veljarunum burtur frá tí veruliga trupulleikanum, sum framvegis eitir eitt stívrent fíggjarmálastýri. Hetta ger eisini gandakallurin, tá hann vísir síni gandakynstur fram og lumpar áskoðarnar til at trúgva upp á gandin. Í hesum førinum man neyvan nakar áskoðari ella áhoyrari lata seg lumpa . Løgmaður veit væl, at tað eru fyrst og fremst lærararnir, sum læra og venja komandi veljarar at liva í einum demokratiskum samfelag, hvar tú ikki bert hevur ein meiriluta sum ræður, men hvar meiri- lutin eisini hevur fyrilit yvir fyri minnilutanum og virðir hansara rættindi. Onki vilja lærarar kollrenna løgtingið, men beint tvørtur ímóti. Vit vilja virða og halda tær lógir, sum okkara hægsti mynduleiki hevur sett í gildið. Lands- stýrið haraftur ímóti —við løgmanni á odda- vil ikki játtað tann pening, tað kostar at fylgja hesum lógum, so her kann ein og hvør síggja, hvør tað er, sum vil bróta lógina, og hvør ikki . At tosa um at seta lógina í gildið í pettum, kann bert uppfatast sum vánaligt skemt, og sjálvt um tað varð gjørt, álegði hon kortini meira arbeiðið á lærararnar. Veruleikin er: Lógin er sett í gildið í stigum, og seinasta stigið kemur í gildið næsta ár. Eg havi annars altíð havt ein stóra virðing fyri løgmanni. Hann hevur verið ímyndin av siðiligheit, stillføri og ikki lopin fram av, men í hesum málinum haldi eg, hann er lopin so beint á bláman. Vónandi hjálpir onkur honum uppaftur og sigur honum sann- leikan um ta nýggju skúlalógina. Nógv hevur verið sagt og skrivað um henda fyrsta arbeiðsteðgin hjá lærarum. Tó er tað eitt sum eg sakni í hesi viðgerðini. Tað er umrøðan av lærarum, sum einasta samfelagsbólk, ið við lóg kann fáa álagt meira arbeiðið fyri somu løn, og tað merkir í veruleikanum ein lógarfestur lønarmissur. Allir aðrir bólkar í sam- felagnum kunnu samráðast um arbeiðsviðurskiftini, men hetta nokta landsins hægstu myndugleikar okk- um.- Hvør er tað tá , sum vil jarðleggja fólkaræðið og mannarættindini? Eg vil vóna, at myndugleikarnir taka seg saman og gera tað einasta rætta: -Játtið fólkaskúlanum meiri pening, so vit kunnu koma í gongd aftur sum skjótast og fullføra ta nýggju skúlalógina, børnum og ungdómi at gagni. Páll Poulsen, tænastumannasettur lærari á 30. ári Ikki ein politiskur spurningur Góðu føroyingar Royn einaferð at seta teg niður, gloym alt sum eitur fullveldi, sambandsflokkur, vælferðarsamfelag, javnað- arflokkur, tjóðveldisflokkur og so víðari. Hygg út ígjøgnum vindeygað, so sært tú fjøll, hav, regn, fólk, hús, bilar. Hugsa teg nú væl um, hvør ert tú? Hvaðani kemur tú frá? Finn eitt orð, sum sigur nakað um alt hetta, tú sært uttanfyri: Før- oyar! Hevur tú ta kenslu, at tú hevur ábyrgd av tær sjálv- um? Er tað ikki ein góð kensla at hava? At tú, um tú ætlar tær at gera okkurt, so nýtist tær ikki at hava undir- skrift og loyvi frá foreldrum ella verja? Hevði tað á sama hátt ikki verið deiligt at kunnað havt hesa kenslu yvir fyri staðnum tú ert frá? Hevði tað t.d. hjá javnaðar- manninum ikki verið deiligt at vita sær, at endiliga, endi- liga kann eg byrja at stýra hesum landinum sum eitt land og ikki bara ein lands- part. Endiliga kann eg full- føra mína ætlan um væl- ferðarsamfelag, nú skal eg vísa, hvat eitt vælferðar- samfelag er, nú skulu fólk síggja. Og tað sama hjá t.d. sambandsmanninum, endi- liga kann eg vera ein rættur liberalistur, so at hetta, sum nú er blivið eitt land, kann fáa eina fría kapping, so at prísir og dygd verða betri, og uppaftur betri er, at eg nú kann geva loyvi til hand- ilssamarbeiði við onnur lond heilt einsamallur, uttan at onkur niðri í Danmark sigur at eg ikki sleppi. Eg ivist onga løtu í, at hetta er ein dreymur, ein dreymur sum tað ber til at føra út í lív. Hetta handlar ikki um at vera sambands-, javnað- ar-, tjóðveldis-, sjálvstýris, miðflokka- ella fólkafloks- fólk. Hetta handlar um at ásanna, at ein føðing fór ígongd fyri nógvum harrans árum síðani og, at vit nú eru komin so langt, at barnið ikki kann verða í búkinum longur, tað má út. Tað keði- liga við hesum spurningi um fullveldi, loysing, sjálv- stýri, (ja hvussu skal barnið eita?), er tað, at hann er har, og at hann er politiskur. Hetta átti ikki at verið ein spurningur, hetta átti at ver- ið nakað natúrligt, sum vit áttu at verið samd í. Eitt er at vera ósamd um høgra og vinstra politikk, sosialismu, liberalismu osfr., men at vera ósamd um, at vilja hava fult ræði á landi sínum er ónatúrligt. Tað, sum vit ikki hava ásannað enn, er at tað býr nakað í okkum øllum, sum sigur tað, at vit eru føroyingar, og at vit búgva í Føroyum, sum TÍVERRI ikki er eitt ordiligt land enn, men sum vit, um vit standa saman um hetta eina málið, kunnu fáa til eitt land, eitt land, har føroyingar búgva, leika tín. Eg veit, at tað ikki bret eru tjóðveldis-, fólka- floks- og sjálvstýrisfólk, ið identifisera seg sum føroy- ingar og vilja, at Føroyar, teirra land, skal gerast eitt egið land, tað er bara óheppi hjá hinum flokkunum, at tað skuldi verða hesir flokkar, sum tóku seg saman at gera nakað við tað. Eg skilji tað væl – tað er natúrligt – tað er bara tað, at hetta er eitt ov stórt mál til bara at lata fara framvið av (um eg kann loyva mær) øvundsjúku. Tí er tað av stórum týdningi, at fólk hugsa seg væl um, og lata allan flokspolitikk liggja í skuffuni, áðrenn tey taka eitt val um framtíðina hjá Føroyum. Eisini hetta við, at Føroyar fara fallit, og at tað fer ikki at bera til at liva her eftir loysing, hetta er so púra burturvið at siga. Um vit so fáa eina skiftistíð upp á 1 dag, so fara allar Føroyar ikki at hvørva. Halda fólk, at fjøllini søkka niður í havið, og at húsini mystiskt hvørva? Tað ber sjálvandi til at liva víðari. Hvør nevndi avleiðingar? Sjálvandi fer tað at hava avleiðingar, positivar sum negativar, hetta er eisini tað, sum ger okkum til fólk. Tað at vit gleðast við góðar tíðir og stríðast undir ringum tíðum, fyri at merkja tað, at tú livir og fyir at merkja hendan viljan til lívið, krevur tað jú eisini, at vit royna nýggj, vandamikil, spennandi og uppbyggjandi ting. Tað er tað, ið ger okkum til menniskjur. Lat- um okkum standa saman og fáa hetta landið upp at koyra sum aldrin áður, saman ber alt til!!! Nei, hetta verður ov lang- drigið, eg kann blíva við, at royna at sannføra um, at fullveldið er rætta leiðin, men sum eg áður havi sagt, so hevur tað nakað við teg sjálvan at gera, ikki við hvønn flokk tú nú einaferð valdi á síðsta vali ella hvat familjan og vinirnir velja og halda. Tað er tú, sum skalt trúgva upp á teg sjálvan, taka ræði á landi tínum og gera tað, ið tú innast inni kennir á tær er rætt, ikki bert fyri teg, men eisini fyri tínir eftirkomarir. Ímynda tær tá ommu og abbabørnini fara at práta um hvussu djørv/ djarvur tú vart! Hygg eina- ferð í søgubøkurnar, hvør er tað sum er hetjan? Jú, tað er sum oftast tann, ið stríðist fyri frælsinum. Hetta er ein persónligur spurningur so tað forslær. Og TÚ ert ein av teim held- igu, ið sleppur at hava ávirk- an á hann. Tí er tað av alstórum týdningi, at tú hugsar teg væl um, áðrenn tú tekru støðu til framtíð Føroya. Vinarliga Elisabeth Skarðhamar Olsen, ein føroyingur Viðmerkingar: práta, arbeiða, mála, syngja og stýra. Har tað er føroyingurin, sum sjálvur kann siga, um hann hevur hug til at samarbeiða við handan handilsmannin úr Kina osfr. Tað sigur seg sjálvt, at fólk eru ósamd um ymiskt, men hetta átti at verið eitt mál, sum vit vóru samd um. Tí haldi eg, at tað er harm- iligt, at eftir at okkara lands- stýrisfólk hava verið niðri og roynt at fingið eina góða avtalu við Danmark um hvussu vit skipa okkum sum egið land, og har okk- ara umboð vera sera illa við- farin, at hesi landsstýrisfólk tá ið tey koma heim aftur til tað fólk, sum tey royna at tryggja eitt frælst samfelag, fáa eina lortaspann afturat omanyvir seg. Sjálvandi eiga vit at stuðla tey, ið vit hava valt at stýra okkara »land«, og vóna at tað gongur teimum sum fræg- ast. Hava vit misskilt okkurt, hetta er framtíðin hjá okkum øllum, tað snýr seg um. Tað sigur seg sjálvt, at um vit loysa, so mugu vit hava eina so góða avtalu við Danmark sum gjørligt, líka- mikið um vit eru sambands- , javnaðar-, sjálvstýris-, miðflokka-, fólkafloks- ella tjóðveldisfólk. Tað eru altso ikki bara samgongufólk, ið koma at líða undir avleið- ingunum av tí avtaluni, sum tað endar við, líka sum tað heldur ikki eru bara tey, ið fáa gleði av henni. Eg haldi, at tú sum før- oyingur má fara djypri inn í teg sjálvan, seg teg niður nú eitt kvøldið, gang ein túr, hugsa teg um, kanska tú hevur verið og ferðast onk- untíð, hugsa um hvat tú sást, og hvat tú sært nú, hugsa um, hvat tú virðir hægri: fíggjarligan tryggleika (kanska ikki eingang tað) og vitanina um at tú nassar av einum øðrum landi ella vit- anina um, at tað nú eru tú og føroyingar, sum stýra hesum landinum, at vit hava møguleikan til at gera hetta landið til eitt suverent (sum javnaðarmaðurin segði) vælferðarsamfelag. Hugsa um málið, hitt føroyska málið, hvat er hetta vit tosa? Vit eru 45.000 fólk, og vit hava klárað at varðveitt eitt mál í so langa tíð, er tað ikki ótrúligt? Tað sigur eitt sind- ur um, hvussu sterkur okk- ara samleiki er. Hugsa um, tá tú fert út at ferðast, og tollarin fyrst pyr: »Where are you from?« Tú svarar »The Faroe Islands« og hann hyggur eitt sindur undrandi í passið hjá tær og sigur: »ahhh…Denmark«. Royn at ímynda tær, at hann sigur: »hmm…The Faroe Islands, where are they?« og tú byrjar at greiða frá og endiligt kanst tú svara »nei« til spurningin um tað er »de- pendent« av nøkrum øðrum landi. Hugsa eisini um teg sjálvan, royn at finna sam- USA Dollarar Bretland Pund Týskland Markur Svøríki Króna Noreg Króna Frakland Frankur Belgia Frankur Sveits Frankur Holland Gyllin Italia Liri Finnland Markur Ísland Króna Eysturríki Skillingur Spania Pesetas Portugal Escudos Kanada Dollari Grikkaland Drakmur Japan Yen Írland Pund Evra 10.04.00 778,0700 1230,9500 380,8400 89,9600 91,5000 113,5500 18,4640 473,7900 338,0000 0,3847 125,2700 10,5700 54,1300 4,4760 3,7150 533,7900 2,2260 7,3168 945,7600 744,8500 Ultimo mars 778,9500 1243,2800 380,7100 89,7900 91,9900 113,5100 18,4580 467,8900 337,8800 0,3846 125,2300 10,5700 54,1120 4,4750 3,7140 535,4500 2,2250 7,4119 945,4500 744,6000 VALUTAKURSIR Konfirmantar í Hósvíkar kirkju pálmasunnudag 16. apríl Úr Hósvík: Ása Hammershaimb Christiansen Rógvi Klæmint Djurhuus Clementsen Heri Djurhuus Hans Petur Hansen Herman Bogi Jatvarðsson Hermansen Maibritt Mortensen Elsa Maria Magnusardóttir Olsen Úr Hvalvík: Páll Hansen Elisabeth Durhild Jacobsen Jákubina Maria Jacobsen Walther Olsen Úr Streymnesi: Elisa Abrahamsen Birita Maria Joensen Úr Saksun: Marita Svartá Av Langasandi Heidi Højsted Hansen Jóhanna Maria Hansen Úr Tjørnuvík: Dagmar Andreasen Ráðgevingin fyri Føroyingar í Danmark Ráðgevingin fyri føroying- ar í Danmark veitir ráð og vegleiðing í sosialum, per- sónligum og lestrarligum spurningum. Upplatingartíðir: má.tý. hó. kl. 11.30–15.30, mik. kl. 14.00–18.00. Ráðgevingin fyri føroying- ar í Danmark, Vesterbrogade 17 A, 1620 Kbh. V, Føroyingar í Noregi E-mail: foroyar@norden.no Heimasíða: http://www.norden.no/ foroyar Norsk-Færøysk Lag skipar javnan fyri tiltøkum fyri føroyingum og fólki við til- knýti til Føroyar. Tiltøkini verða hildin í Oslo, og nærri upplýsingar um tíð og stað fáast við at venda sær til felagið á tlf. +4722674829. Prognosa 13 røtt: 23.600,- kr. 12 røtt: 664,- kr. 11 røtt: 144,- kr. 10 røtt: 51,- kr. –––––––––––––––––––––––––– Sosialurin tekur onga ábyrgd av møguligum villum –––––––––––––––––––––––––– 1. Bradford–Southampton 2 2. Leicester–Everton X 3. Sunderland–Wimbledon 1 –––––––––––––––––––––––––– 4. Watford–Derby X 5. Barnsley–West Bromwich X 6. Bolton–Walsall 1 –––––––––––––––––––––––––– 7. Huddersfield–Birmingham X 8. Ipswich–Port Vale 1 9. Manchester C.–Crewe 1 –––––––––––––––––––––––––– 10. Nottingham F.–Charlton X 11. Portsmouth–Norwich 1 12. Sheffield U.–Grimsby X 13. Wolverhampton–Blackburn 1 –––––––––––––––––––––––––– TIPS 13 úrslit Vika 14 8.–10. apríl Vika 14 – 9. apríl –––––––––––––––––––––––––– Vinnaratøl: 02 - 03 - 04 - 08 - 09 - 13 - 16 - 17 - 18 - 19 - 20 - 22 12 í sama punti: Eingin vinnari 11 í sama punti: 2.291,- kr. 10 í sama punti: 111,- kr. 9 í sama punti: 25,- kr. –––––––––––––––––––––––––– Sosialurin tekur onga ábyrgd av møguligum villum Vika 14 – 8. apríl –––––––––––––––––––––––––– Vinnaratøl: 05 - 10 - 21 - 27 - 29 - 34 - 35 Eykatøl: 06 - 07 7 vinnaratøl: 2.116.214,- kr. 6 vinnarat.+1 eykat.: 69.527,- kr. 6 vinnaratøl: 4.328,- kr. 5 vinnaratøl: 148,- kr. 4 vinnaratøl: 34,- kr. –––––––––––––––––––––––––– Sosialurin tekur onga ábyrgd av møguligum villum Prognosa 12 røtt: 26.724,- kr. 11 røtt: 966,- kr. 10 røtt: 108,- kr. –––––––––––––––––––––––––– Sosialurin tekur onga ábyrgd av møguligum villum –––––––––––––––––––––––––– 1. AaB–Lyngby FC X 2. AB–Herfølge 1 3. FC København–Esbjerg 1 –––––––––––––––––––––––––– 4. Silkeborg–OB 1 5. Viborg–Brøndby X 6. Farum–Randers Freja 1 –––––––––––––––––––––––––– 7. Fredericia–Horsens 1 8. Fremad Amager–Haderslev 2 9. Svendborg–Dalum 2 –––––––––––––––––––––––––– 10. Hjørring–Roskilde 1 11. Holstebro–HIK 2 12. Skive–Holbæk 1 –––––––––––––––––––––––––– TIPS 12 úrslit Vika 14 8.–10. apríl Vika 14 – 8. apríl –––––––––––––––––––––––––– Jokaratal: 9-1-9-1-8-1-1 7 røtt: Eingin vinnari 6 aftastu røtt: 524.222,- kr. 5 aftastu røtt: 18.105,- kr. 4 aftastu røtt: 2.818- kr. 3 aftastu røtt: 268,- kr. 2 aftastu røtt: 51,- kr. –––––––––––––––––––––––––– Sosialurin tekur onga ábyrgd av møguligum villum