týsdagur 12. oktober 1982síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Utgevari: p/f sosialurin
Postsmoga 76,
3800 Argir,
telefon 11820
Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd)
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Møller
Lýsingar: Árni Joensen
oddagrein
ALT OV ofta hoyra vit um álvars
ligar ferðsluvanlukkur sum henda
á feroysku vegunum. Orsøkirnar
kunnu vera mangar og í hverjum
føri líka meiningsleysar. Fólk
standa spyrjandi. Hvat kann
gerast? Politiið ger sítt besta við
m.a. ferðkanningum. Bileftirlitið
kannar í hverjum standi bilarnir
eru í. Ráðið fyri Ferðslutrygd ger
stórt upplýsingararbeiði víðahvar.
Landsverkfrødingurin setur ávar-
ingarskelti eins og vegirnir vera
merktir. Bilverjur vera settar upp,
vegirnir verða gjørdir góðir og
breiðir o.s.fr
MEN HÓAST alt hetta fyribyrgj-
andi arbeiði henda álvarsligu
ferðsluvanlukkurnar í stórum tali.
OG NU KEMUR tann myrka tíðin.
Vegirnir kunnu gerast hálir nær
tað skal vera og hagtøl siga, at
vanlukkuvandin økist 12 til 16
ferðir i tilikum líkindum. Tá ræður
um at gera okkum til, at koyringin
kann fara so trygt fram sum
gjørligt í hálku og myrkri. Í fyrsta
lagi at akfarið er í góðum standi —
ljåsføringin er í lagi og dekkini góð
til umstødurnar. At akfarið skal
sosialurin heldur:
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Ferðslan og veturin
vera í lagi er bert ein sjålvfylgja og
er eingin umbering um vanlukka
hendir orsaka av at hesi viðurskifti
ikki eru í lagi.
EIN AV STÓRU orsøkunum til at
fleiri vanlukkur henda undir
hesum vánaligu koyriumstoð-
unum er, at nógvir bilførarar ikki
hava dugað at tillagað ferðina eftir
broyttu umstødunum. Stutt sagt
verður koyrt ov skjótt. Her kann
ein í fyrsta lagi bert heittinniliga á
hvønn einstakan bilførara um at
vera ansin og visa åbyrgd i
feråsluni og harnæst vóna at løg-
reglan hevur eitt opið eyga eftir
teimum alt ov mongu ørdvitis-
knokkunum sum bæði seta sítt
egna, og lívið hjá øðrum í vanda
við skilaleysari koyring.
SUM SAGT hevur Ráðið fyri
Ferðslutrygd gjørt eitt stórt
upplýsingararbeiði, og ger tað
framvegis. Eisini Tíðindablaðið
Sosialurin hevur hildið tað vera
beint at gera okkara lítla til eitt
sindur av upplýsingum á hesum
øki. Ti fara vit í vikuni at senda út
eitt eykablað í hvort húski í Føroy-
um, har m.a. fólk frá Ráðnum fyri
Ferðslutrygd, politinum, Trygg-
ingini, Bileftirlitinum og landsverk-
froðinginum greiða frá teimum
vandamálum sum eru knýtt at
koyring um veturin.
Sjónvarpið ai == årstal er okkum ókunnugt,
atd fadio skulle med skatteyderne? men hildu vit, at tað skuldi
gennemgaa den for- (Brot úr Dimma- vera í ár. Møguliga hava vit
udgaaendes forhis- lætting 5. okt. -82) misskilt hetta.
torie og starte í de Eftir hvat vit nú skilja av
samme uegnede Beint omanfyri hesa odda- hesi oddagrein Dimma-
lokaler, som havde
været dens nede ved
havnen.
Historien gentager
sig med andre ord.
Færøsk TV í offent-
lige hænder skal be-
grein
sigur frá,
er útsett.
Dimmalættingar
stendur tíðindastubbi sum
at sjónvarps- hver
stjórasetanin enn einaferð
Grundgevingin
hesaferð er, at Fólkaflokk bjørn hevur valt sær
lættingar er ósemjan um
annað og meir enn bert
sjónvarpsstjóri skal
vera. Dimma er nú farin at
vast í um helini, sum Tor
pa
gynde, hvor radioen urin vil hava spurningin sjónvarpið = gnaði. og
begyndte, og saa útsettan. haraftra aðið <omið
ender det sandsyn- Tá sjónvarps-lands eftir, at ett siment sjór
ligvis med, at til sind stýrismaðurin Torbjørn arp verð
tid maa ogsaa den Poulsen setti hina minr Tað stendur einum og
presse paa for at faa ligu lysingina í blødini ur hvørium ; r
en anden hensigts- sjónvarpsstjóra vildi hanr yreitt at tað er eitt
mæssigere bygning helst. at síónvarnss 7
opfert til at virke í 2
skuldi setast 1. septem ITDSSt 5 S
paa værdig og for- ; jA å 4 á
svarlig vis. Ogsaa y 3; MAKSO 3 i
det kommer til at at senda | ar J kemur at s so le
koste, og koste dyrt ann 3 S Su k rstiokkar
Hvem maa saa samband j 3k30 mynda la st
Nu hoyrist, at nu skal
seyðurin eisini skattast.
Tað hevur veirð frammi í
løgtinginum og teir hava
latið tað upp í hendurnar á
Líkningarráðnum. Eg
haldi, at tað er nógv fyri,
at nú skal man eisini
betala skatt av seyði, ið
ein hevur um hendi.
Eg kann fortelja tykk-
um tað, at tað er ikki
nekur innteka av seyði,
heldur mótsatt. Eg haldi
tað og fleiri við mær, at
fyrst og fremst er so nógv
stríð og strev av seyð-
inum, ið fólk hava um
hendi: Man skal leggja
arbeiði niður til at
hoyggja. Ein maður, sum
hevur nógva jerð. skal
biða nakrar menn til at
reka, og teir skulu hava
dagløn. Har er eitt stórt
undirskot bara av atbiða
nakrar menn til at reka
seks rakstrar í teimum
flestu høgunum runt
landið.
Tað er nemt hjá Leg-
Skal nú seyðurin eisini skattast?
tinginum at leggja skatt á
seyðin. Eg haldi, at tað er
egiligt sum fólk verður
hagreitt nú á degum. Vit
vita bara tað, at skatturin
og tollurin í FØroyum er
egiliga stórur — reint út
sagt: eitt svínarí.
Líkningarráðið meinar
eisini tað er í ordan við
hesum at skatta seyð og
annað. Eg haldi tað, at
hevdu tit havt seyð, so
hevdu tit ikki vilja betalt
skatt av seyðinum
Legtingið er úti uppá, at
menn skulu gevast at
hava seyð um hendi. Leg-
tingsmenn vilja heldur, at
kjøtid skal innflytast úr
Íslandi og aðrastaðir frå,
tí so fæst tollur í lands-
kassan. Latið vera við so-
vornum frekheitum, tað er
nóg dýrt at liva her í Fer
oyum, so syrgið bara fyri
tí, at ikki at leggja skatt á
sey ðin.
Fólk verður ert og svakt
av trýstinum, Legtingið
leggur á bakið á einum og
Nr. 103 — 12. oktober 1982
hverjum.
Eitt annað er so tað, at
tað er egiliga dýrt at
keypa kraftfóður til
seyðin, so tað er eingin
innteka av seyði. Tað er
sikkurt og vist.
Og so kann eg taka eitt
annað demi: kemur ein
ringur kavavetur og menn
missa seyðin, skal man
eisini betala fyri tað undir-
skotið av stórum seyða-
tapi. At keypa seyð upp-
aftur í einum haga er dýrt,
tað er sikkurt og vist. Tá
skuldi man tfud, at man
fekk pengar frá tí al-
menna. Nei, tá tær man
ongar semdir. Men var
talan um pengar til fiski
skip nógvar milliónir
fyri og aðrar eftir — tá er
onki ovboðið. Og til bátar
sum eisini fáa studning
fyri sín fisk.
Við heilsan
ein jarðarbrúkari
Sviar valdu javnaðarflokkin
aftur og teir vita hvat teir gera,
O. B.!
Tað er einki at siga til, at
Dagblaðsleiðarin nú her-
fyri viðger stórsigurin hjá
javnaðarflokkinum til
valið í Sveríki. Men hvat
skal hesin neyðars blað-
stjóri skriva, nú teir
borgarligu eftir at hava
havt valdið í 6 ár, longu
hava fingið fólksins dóm.
Jú, hann hevur samkenslu
við tí svenska fólkinum, tí
tey hava givið javnaðar-
flokkinum so dyggan
stuðul, men eg skal for-
vissa O. B. um, at sviar
vita, hvat teir gera. Hví
heldur tú, at Sveríki hevur
havt javnaðarstjórn í eitt
mannaminni, áðrenn teir
borgarligu sluppu framat?
Sjálvandi tí at sviar hava
verið negdir við tann av
Javnaðarflokkinum ferda
politikk, sum hevur gjert
Sveríki til eitt av heimsins
mest framkomnu londum.
Hví heldur Ó. B., at Týsk-
land hevur havt javnaðar-
stjórn, minnist meg rætt,
seinastu 13 árini. Tað er
sera einfalt, tað týska
fólkið hevur eisini verið
negt við tann politikk, ið
her hevur verið rikin av
Javnaðarflokkinum og at
teir borgarligu nú fyri at
fáa javnaðarflokkin frá
hava til einkisgjert velj-
aran, tað er vánaligt
demokrati. At O. B. uggar
seg ivd, at Javnaðarmenn
helst mugu sita uttanfyri í
nekur ár. Tað vænti eg nú
ikki, tann
týski veljarin at hava eina
aðra fatan enn O. B.. tá ið
tann tid kemur
Um 0. B. leggur sina
vonandi fer
fanatismu til síðis eina
lítla letu, kann hann
síggja, at í teimum allar-
flestu av teimum fram-
komnu londunum, t.v.s.
búskaparliga, mentunnar-
liga og sosialt, har hevur
javnaðarflokkurin = havt
sína stóru medvirkan.
Orsøkin er ikki bara
hon, at veljarin hevur
givið flokkinum dyggan
stuðul. Teir borgarligu
hava verið so ræddir fyri
at tikið við ábyrgd og har-
afturat so klandursamir,
at sjálvt um teir hava
verið í meiriluta, hava teir
heldur sitið í andsteðu og
latið javnaðarflokkin
skipa minnilutastjórn og
tað sigur ikki so lítið.
At tíðirnar eru broyttar
nógv til tað verra er eingin
loyna, men at tað skal
vera so einfalt, sum Ó. B.
fær tað til, tað er einki
minni enn láturligt. Hann
hevur nevliga gjert tað til
eina meginreglu, at
gongur tað økonomiskt
vánaligt í einum landi, so
er tað sosialistarnir, ið
hava skyldina.
Her undirmetir tú Ó. B.
tað stóru fjøld av velj-
arum sum velja javnaðar-
flokkin, tí fyri at fáa eina
javnaðarstjórn, er tað
tann einstaki veljarin, ið
hevur avgerðina, og tá
veljarin ferð eftir ferð
gevur flokkinum sín
dygga stuðul, má tað
verða tekin um, at ferdi
politikkurin er á rættari
leið.
Frank
Ætlað Atla á 50 ára
fødingardegi hansara
12. september 1982
Tú mangan stóð sum ein drangur í ódn
ein viti ið langa leið lýsti
mót teimum á lívsins skuggasíðu
tú hjálp og hjartalag vísti.
Stíg treystliga vinur í faðir tíns spor,
fr. logmaður Atli P. Dam,
skjótt tekur tú aftur um styrisvøl,
vit lyfta Foroyar enn longur framm.
JU.
å
3
*