Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-10-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. oktober 1982síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A UU Nr. 103 — 12. oktober 1982 Hondbóltsúrslit 1. deild menn: Stjørnan— TB EB—TB 2. deild kvinnur: GI—SI 23—4 3. deild menn: Stjørnan— KIFa 10—25 18—28 14—15 36—17 KIFb—TB GI—St.IF Fram—TB Mansunglingar: VIF—TB 15—17 Dreingir 16 ár: VIF—NSI 12—24 St.IF—SI 20—12 Neistin—TB 12—9 Kyndil—TB 23—4 Gentur 16 ár: Neistinb—Kyndil 2—14 Neistina—Stjørnan Stj. m. i. NSI—KIF KIF m.i Dreingir 14 år: Stjørnan— KIF Neistinc— Neistina Kyndila—VIFb 1 Gentur 14 ár: Kyndilb— Neistine 3—6 Neistina—Kyndila 0—16 Skåla—St.IF 2—11 VIFb—SI 2—5 Dreingir 12 ár: Stjørnanb—KIF 6—16 Kyndilb—VIFb 14—7 Neistinb—VIFa 6—3 Gentur 12 år: VIF—KIF 15—; NSI—St. IF f Dreingir 10 ár: Stjørnanb—KIF 4—11 Flogbóltsskráin Hoyvík Mikudagin 19,00 AB2—NFL, M3 Flogbóltur VB skipaði fyri stórari flogbóltskapping síðsta vikuskiftið. Í kappingini luttóku umleið 300 fólk úr ellum Feroyum í 47 liðum. Finalurnar í kapping- ini vóru leiktar sunnu- dagin. Læraraskúlin Hósdagin 19,00 Fleyra—NFL, Kl Fyri kvinnur i 1. og 2. deild vann Mjølnir kappingina å Fleyr i finaluni. I 3. deild fyri kvinnur komu Vågs Skuli og VIF i finaluna, og her vann Vågs Skuli. I 1. og 2. deild fyri menn vann Fleyr b å Fleyr a i finaluni, og i kappingini i 3. deild menn vann B71 å Fleyr i finaluni. lýsið i sosialinum Vestmenningar niðursáplaðir »Klassamunur« millum íslendskan og føroysk- an hondbólt Tað var ikki annað enn eitt sætt vónbrot at síggja tað eftir okkara viðurskift- um væl spælandi vest- mannaliðið niðursáplað av íslendsku meistarunum úr Reykjavík, Viking. Fyrsti dysturin av tveimum varð spældur í ítróttarhellini á Skála sunnudagin. Næsti dyst- urin varð spældur í Havn í gjárkveldið. Urslitid varð 35—19 til Viking aftaná hálvleiks- steðuna 18—8. Tað var bert teir fyrstu minuttirnar av dystinum, at tað glógvaði eitt sindur í VIF. Men skjótt kom vend í. Íslendingar tóku av álvara dyk á seg og settu nú ein bólt fyri og annan eftir í netið hjá vestmenningum. Mál- menninir hjá vestmenn- ingum stóðu væl, men har var lítið at gera, tá íslend- ingar við nógvum ymisk- um »systemum« spældu seg heilt fríar og langaðu bóltin í netð. Um spælið hjá vest- menningum er hetta at siga: Tað koyrdi ongantíð, sum tað skuldi. Kári Dur- huus stóð seg ikki væl sum spælfordeilari. Hann fekk alt ov lítið burtur úr, og spælið steðgaði oftani heilt upp, tá hann fekk bóltin. Kári Mortensen, sum varð mansuppdekk- aður ein part av dystinum, gjørdi nógv mål, men tað var tó sum um, ath ann ikki var so væl upplaga ur til henda dystin. Oftani virkaði, sum hann longu hevði »uppgivid«, men so knappliga smoygdi hann sær inn í millum íslendsku verjuspælararnar og setti bóltin í netið. Hann hevði sæð, hvar veika síðan hjá íslendsku málmonnunum var og útnyttaði tað til fulnar. Umframt Kára Mortensen var Páll Poulsen sterkur í álopin- um. Páll gjerdi fýra mál. Trý skjeyt hann frá spísk- um vinkli. Hann visti júst, hvussu leingi hann skuldi hanga í luftini fyri at vissa seg í, hvar málmaðurin helt, at bólturin kom. Og so sendi hann kortini bólt- in framvið beinunum á ís- lendska málmanninum. Tað er ikki ov nógv sagt, at Páll Poulsen og Kári Mortensen vóru bestu spælarar á vestmannaliðn- um. Jan Miller royndi seg við fleiri skotum, men bert eitt teirra fór igjøgnum. Hann hevði alt ov nógv skot við síðuna av mál- inum. Lítið var at gera hjá vestmenningum í verjuni. Frá dystinum á Ská millum VIF og Viking Kári Mortensen leypir inr fra spiskum vinkli og setir bóltin trygt í netið. Jar Miiller er uppi at hanga og roynir seg við einum hof skoti. Tianverri endaði tað við siðuna av malinum Eitt nú tí íslendingar alla tíðina brúktu systemir Her hevur utlendski venjari teirra megnað at innkoyra ein hóp av ymiskum systemum, sum tekniskt vóru sera væl greidd úr hondum. Ser- stakliga fríspælingarnar á strikuna vístu, hvussu væl Viking-liðið kláraði at brúka systemini til egnan fyrimun. Men tað, sum eyðkendi íslendska liðið var skjót- leikin og so beinraknu skotini. Mistu vestmenn- ingar bóltin í álopinum ella íslendski málmaðurin fekk bóltin so vóru tríggir ella fýra íslendingar longu frammi við feroyska málið, áðrenn verjan hjá vestmenningum var komin aftur. Her stóðu sum oftast ein ella tveir vestmenningar, meðan fýra íslendingar lættliga spældu bóltin sínamillum og spældu ein heilt frían, sum setti bóltin í netið við eini egiligari ferð. Her var púrt einki at gera hjá mál- man:inum hjá vestmenn- ingum, hóast teir báðir stóðu seg væl og bjargaðu mongum skotum. Nú kunnu vit so spyrja, hvat feroyskur hondbólt- ur kann læara av út- lendskum hondbólti! Vit mugu venja meira tekniskt spæl, og vit mugu vera kvikari. Tað kennist oftani sum, at foroyskir hondbøltsspæl- arar alt ov lætt og skjótt geva skarvin yvir. Men her var helst lítið at gera, tí íslendsku meistararnir eru fleiri »klassar« hægri enn tað besta vit kunnu vísa av hondbóltsspæli í Feroyum. Feroyskur hondbóltur hevur vissu- liga nógv at læra, og her er heyuðsspurningurin sum ikki eina ferð: venjing og aftur venjing. Uttan venj- ing og uttan dugandi leiðslu á vellinum koma vit ikki longri enn vit eru í dag.