mikudagur 4. september 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 168 - 4. september 2002
Nr. 168 - 4. september 2002
3
Ein nýggj almenn
serbisk frágreiðing
avsannar, at serbar
framdu hópmorð við
bosniska býin
Screbrenica í 1995
BALKAN
Árni Joensen:
Ein nevnd, sum stjórnin í tí
serbiska
partinum
av
Bosnia hevur sett, hevur
skrivað ta nýggju frágreið-
ingina. Nevndin vísir aftur
vesturlendskum metingum,
sum siga, at serbar beindu
fyri umleið 8.000 bosnisk-
um muslimum, eftir at
serbiskir hermenn høvdu
tikið býin Screbrenica, sum
var undir ST-eftirliti.
Frágreiðingin sigur, at
umleið 2.000 muslimskir
hermenn doyðu í bardøgun-
um við býin.
ST og Reyði Krossur
hava sagt, at nógv av teim-
um deyðu vóru sivilfólk,
yvirhøvur dreingir og eldri
menn, og at teir vórðu
skotnir í tí ringasta hóp-
morðinum í Evropa síðani
seinna
heimsbardaga.
Bosnisku muslimarnir vilja
vera við, at 7.942 dreingir
og eldri menn hvurvu, men
tey, sum sluppu livandi frá
tilburðinum, vilja vera við,
at serbisku hermenninir
beindu fyri meiri enn
10.000 fólkum.
ST hevur ákært serbiska
generalin Ratko Mladic
fyri hópmorðið í Screbre-
nica, men hóast krígsbrots-
mannadómstólurin í Haag
hevur kravt at fáa generalin
útflýggjaðan til rættar-
sókln, er hann framvegis
ikki tikin.
Teir víðgongdu
palestinsku bólkarnir
sýttu í gjár fyri at
gevast við álopunum
á ísraelsk mál
MIÐEYSTUR
Árni Joensen:
Seinastu tíðina hevur pal-
estinski innanríkisráðharr-
in, Abdel-Razzak al-Yahya,
roynt at fáa teir víðgongdu
palestinsku felagsskapirnar
at gevast við álopunum á
ísraelsk mál. Sambært ráð-
harranum er hetta alneyð-
ugt, skal tað eydnast at fáa
eina loysn á kreppuni, sum
nú hevur vart í næstan tvey
ár.
Men í gjár fekk ráðharrin
svar, tá bólkarnir boðaðu
frá, at teir eru ikki sinnaðir
at steðga álopunum á Ísrael
ella á ísraelsk mál. Felags-
skapirnir, sum ætla at halda
fram við álopunum, eru
Hamas, Islamskt Kríggj,
Fólkafylkingin til frígering
palestinanna og al-Aqsa
Brigadurnar.
Palestinski innanríkisráð-
harrin hevur serliga roynt at
fáa teir víðgongdu felags-
skapirnar at gevast við
sjálvmorðsatsóknunum
í
Ísrael, men heldur ikki
hendan áheitan hansara
fekk undirtøku frá teimum
fýra felagsskapunum.
Ísraelski
hægstirættur
staðfesti í gjár, at myndug-
leikarnir hava heimild til at
flyta tveir palestinar burtur
av Vestara Áarbakka, tí tey
eru skyldfólk hjá monnum,
sum ísraelsmenn leggja
undir at hava lagt ætlan um
álop í Ísrael. Palestinski
ráðharrin Saeb Ereket legði
hægstarætt undir at bróta
altjóða
reglurnar
um
mannarættindi.
Maxine Carr, sum er
skuldsett fyri at hava
givið bretsku løgregluni
skeivar upplýsingar í
sambandi við gentu-
morðini í býnum Soham
herfyri, fer nú at biðja
um at sleppa úr varð-
haldinum.
Verji hennara, Roy
James, sigur við løg-
frøðiliga tíðarritið The
Law Gazette, at hann
fyrireikar seg til at biðja
rættin lata Maxine Carr
leysa ímóti einum ávís-
um gjaldi.
Ian Huntley, sum er
skuldsettur fyri at hava
myrt tær báðar tíggju ára
gomlu Jessicu Chapman
og Holly Wells, er farin í
hungursverkfalli. Sam-
bært løgregluni hevur
hann einki etið seinastu
níggju dagarnar.
Danska
løgreglan
noyddist fyrrakvøldið
umborð á eitt norskt
skip eftir trimum polsk-
um sjómonnum, sum
høvdu hótt hinar av
manningini.
Norska skipið, sum
eitur »Nor Hav«, fór inn
til Rønne á Bornholm
við monnunum. Sam-
bært skiparanum høvdu
menninir hótt hinar av
manningini, og ein teirra
hevði sligið ein av sín-
um skipsfeløgum.
Teir tríggir pólending-
arnir vórðu settir í
brummuna í Rønne,
men eru síðani sendir til
Pólands. »Nor Hav« er
farmaskip, sum siglir
millum Kiel og Riga.
Fyrrverandi borgarstjór-
in í danska býnum
Farum fer nú at royna at
fáa limaskapin í flokkin-
um Vinstra aftur. Mána-
dagin skal hann royna at
verja seg á einum fundi
hjá
valfelagnum
í
Farum.
Á fundinum fer Peter
Brixtofte at verja tað,
sum hann gjørdi tey
árini, hann var borgar-
stjóri í Farum. Aftaná
verður orðaskiftið um
verjurøðu hansara, men
hesum sleppur Brixtofte
ikki at taka lut í.
Hann hevur eisini ov
mikið at verja. Í vikuni
komu menn fram á út-
reiðslur fyri 88 milliónir
krónur, sum kommunan
í Farum hevur goldið,
men sum bara fá ella
kanska eingin vistu um
uttan
fyrrverandi
borgarstjórin.
Ein 38 ára gamal norð-
maður hugsaði seg ikki
nóg væl um, tá hann
tann 1. juni neyðtók eina
16 ára gamla gentu í
býnum Namdal. Eitt var,
at hann neyðtók gent-
una, men tá gentan
meldaði tilburðin, og
løgreglan fór at vitja
mannin, funnu løgreglu-
menninir
eina
sjón-
bandsupptøku,
sum
maðurin hevði tikið av
neyðtøkuni. Sjónbandið
vísti, at gentan royndi at
berjast við mannin, men
at hon var ov drukkin til
at gera nakra veruliga
mótstøðu.
Sjónbandi varð nýtt
sum prógv í rættinum,
sum eftir lítlari løtu
dømdi mannin sekan.
Hann skal nú sita tvey ár
og fimm mánaðir í
fongsli.
Verður kanska latin leys
Fullir sjómenn
Brixtofte roynir seg aftur
Filmaði sína egnu
neyðtøku
Sýta fyri at steðga
sjálvmorðsatsóknum
Almenn serbisk frágreiðing avsannar
Screbrenica-hópmorðið
Irak er til reiðar at
samstarva við ST,
men vil eisini hava
nakað burtur úr
samstarvinum
IRAK-KREPPAN
Árni Joensen:
Irakski
varaforsætisráð-
harrin, Tariq Aziz, sigur nú,
at Irak er til reiðar at sam-
starva við St fyri at fáa
enda á ótryggu viðurskift-
unum, sum hava valdað,
síðani amerikanska stjórnin
kom við hóttanini um at
leypa á landið .
Á einum fundi við ST-
aðalskrivaran, Kofi Annan,
í Johannesburg segði Aziz,
at Irak er sinnað at tosað
við ST og at samstarva við
heimsfelagsskapin,
men
hann legði dent á, at Irak
má eisini fáa nakað burtur
úr samstarvinum. Tariq
Aziz nevndi m. a. handils-
tiltøkini, sum ST setti í
gildi
ímóti
Irak
eftir
Flógvakríggið,
og
sum
sambært irakum hava kost-
að túsundtals sivilum irak-
um lívið hesi tíggju árini.
Irsksku myndugleikarnir
vilja m. a. vera við, at fleiri
túsund børn eru deyð, tí
landið fær ikki nóg mikið
av heilivági. Ein annar
trupulleiki er, at drekki-
vatnið er ov skitið, tí landið
fær ikki tey neyðugu evnini
til at reinsa vatnið við.
Irak gloppar dyrnar
Irakski varaforsætisráðharrin Tariq Aziz tosar við ST-aðalskrivaran Kofi Annan á toppfundinum í Johannesburg
Fleiri av limunum í
samgonguni, sum ikki
hoyra til fólkakirkj-
una, meta tað vera
rímiligt, at limirnir í
fólkakirkjuni sjálvir
bera kostnaðin av
kirkjuliga virksemin-
um hjá fólkakirkjuni,
tá hon verður yvir-
tikin. Tað gera fólk í
øllum øðrum trúar-
samfeløgum, vísa
samgongulimirnir á.
Kirkjan sjálv tekur
har aftur ímóti undir
við orðunum í sam-
gonguskjalinum um
at landskassin skal
bera meirkostnaðin
FÓLKAKIRKJA
Jón Brian Hvidtfeldt
Hvør skal gjalda tær 13
milliónir krónurnar, sum
yvirtøkan av fólkakirkjuni
fer at kosta – kirkjufólkið
sjálvt ella landskassin, tvs.
allir
skattaborgararnir?
Uppskotið til eina nýggja
kirkjulóg, sum ein arbeiðs-
bólkur lat úr hondum í
august mánað í fjør, leggur
upp til, at meirostnaðurin
skal
gjaldast
umvegis
kirkjuskattin. Arbeiðsbólk-
urin metti tá, at fyri at bera
kostnaðin var neyðugt at
hækka kirkjuskattin umleið
0,4 prosent. Og arbeiðs-
bólkurin metti somuleiðis,
at rættast er at halda fast
við verandi skipan við
kirkjuskattinum, tvs. at
fólk, sum ikki eru limir í
fólkakirkjuni, kunnu sleppa
undan at gjalda kirkjuskatt,
ynskja tey tað.
Men í samgonguskjal-
inum stendur tvørturímóti,
at yvirtøkan og framtíðar
raksturin av fólkakirkjuni
skal gjaldast úr landskass-
anum, tvs. umvegis vanliga
skattin. Tað merkir, at øll,
eisini fólk uttan tilknýti til
fólkakirkjuna, skulu gjalda
til kirkjuna. Hesum sjónar-
miði tekur kirkjan sjálv
undir við.
Bjarni Bæk, dómpróstur,
tekur undir við orðunum í
samgonguskjalinum um at
landskassin skal gjalda tað,
sum danir í dag lata til
kirkjuna. Hann heldur tað
vera rímiligt, at øll, eisini
tey sum ikki eru limir í
kirkjuni, eru við til at bera
kostnaðin. Bjarni Bæk er
ikki samdur við teimum,
sum føra fram, at limirnir í
fólkakirkjuni sjálvir skulu
bera allan kostnaðin av
kirkjuni,
t.d.
umvegis
kirkjuskattin. Hann vísir á,
at fólkakirkjan er ein um-
fatandi stovnur, sum hevur
nógvar, bæði kirkjuligar og
mentanarligar
uppgávur,
sum øll hava gagn av. Tí
metir hann tað vera rími-
ligt, at tann parturin, sum í
dag verður fíggjaður úr
Danmark, í framtíðini verð-
ur goldin av landskassan-
um, tvs. øllum skattaborg-
arum.
- Fólkakirkjan røkkur
langt út í samfelagið, og
stendur fyri nógvum virð-
um í samfelagnum, eisini
mentanarligum virðum, og
tí átti samfelagið at havt
áhuga í at halda hesi virði
við líka, sigur Bjarni Bæk,
sum sostætt ikki heldur tað
vera skeivt, at landskassin
skal vera við til at rinda fyri
kirkjuna.
Sum er letur landskassin
tríggjar milliónir krónur til
fólkakirkjuna sum skulu
nýtast til rakstur og við-
líkahald av kirkjunum.
Harumframt fær kirkjan
góðar 13 milliónir krónur
úr Danmark, av hesum
koma 9,2 milliónir krónur,
60 prosent av prestalønun-
um, úr felags grunninum
(Fællesfonden) hjá donsku
fólkakirkjuni.
Bjarni Bæk dugur ikki at
meta um, hvørt tað er eitt
gott hugskot at býta virk-
semið hjá kirkjuni upp, ella
møguliga
flyta
onkrar
uppgávur, t.d. skráseting av
fólki, frá kirkjuni til annan
stovn, men hetta eru upp-
gávur, sum kirkjan hevur
røkt frá gamlari tíð, vísir
hann
á.
Dómprósturin
heldur ikki at tað er í stríð
við fólkaræðið, at fólk, sum
onki samband hava við
fólkakirkjuna, men í staðin
gjalda til aðra samkomu,
skulu noyðast at gjalda til
fólkakirkjuna. Bjarni Bæk
metir, at luturin hjá kirkjuni
í samfelagnum er av slíkum
tídningi, at tað er rætt at øll
eru við til at bera kostnaðin
av henni, sjálvt um tey ikki
eru limir. Hann vísir eisini
á, at kirkjuskatturin, sum
vit kenna hann í dag, um-
framt aðrar innsavnanir í til
kirkjuna, fara at verða varð-
veiddar, tá kirkjan verður
yvirtikin.
Í samgonguni eru fleiri
persónar, sum ikki eru limir
í fólkakirkjuni, men ístaðin
í øðrum trúarsamfeløgum.
Teirra persónliga áskoðan
er, at kirkjuliga virksemið
hjá fólkakirkjuni eigur at
gjaldast av teimum, sum
nýta kirkjuna. Haraftur-
ímóti skulu øll vera við til
at gjalda fyri tær sam-
felagsligu uppgávur, sum
fólkakirkjan í dag røkir.
Samgongutingmenninir
Jógvan við Keldu, Jógvan á
Lakjuni og Jenis av Rana
og landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum,
Karsten
Hansen, hava tað til felags,
at ongin teirra er limur í
fólkakirkjuni.
Jenis
av
Rana er partur av fríkirkju,
meðan hinir tríggir eru
partur av Brøðrasamkom-
uni. Sosialurin hevur spurt
teir um teirra persónligu
meining um spurningin,
hvør skal gjalda kirkjuna.
Skulu øll gjalda til fólkakirkjuna
Hóast hann ikki sjálvur er
partur av fólkakirkjuni,
metir samgongutingmað-
urin Jógvan við Keldu
kirkjuna at hava stóran
týdning fyri føroyska
samfelagið. Jógvan við
Keldu metir persónliga,
at tað er skeivt, at fólk,
sum hoyra til aðrar sam-
komur, skulu gjalda til
fólkakirkjuna. Tó vísir
hann á aðrar uppgávur og
virði, sum kirkjan hevur í
samfelagnum, og tað
skulu øll vera við til at
gjalda.
Jógvan við Keldu býtir
spurningin um fíggingina
av kirkjuni upp í tríggjar
partar. Fyri tað fyrsta er
tað tann mentanarliga
uppgávan hjá kirkjuni,
har t.d. kirkjurnar kring
landið og søguliga virði
teirra verða vístar fram
fyri ferðamanninum sum
ein partur av føroysku
mentanini. Harumframt
hevur
kirkjan
onnur
søgulig virði, sum hava
verið grundleggjandi fyri
samfelagið og sum fara
longur aftur í tíðina. At
varðveita hetta er nakað,
sum alt samfelagið fær
gagn av og tí eisini eigur
at verða goldið úr lands-
kassanum, metir Jógvan
við Keldu. Síðan er tað
samfelagsligu uppgáv-
urnar hjá kirkjuni, t.d. at
skráseta allar føroyingar,
tá teir koma til verðina og
tá teir fara hiðani. Hesar
uppgávur heldur Jógvan
við Keldu við tíðini eiga
at verða fluttar burtur frá
kirkjuni til annan stovn at
røkja, og útreiðslurnar
eiga eisini at verða gold-
nar úr landskassanum. Til
seinast er tað kirkjuliga,
andaliga virksemið hjá
fólkakirkjuni, og tað eig-
ur at verða fíggjað um-
vegis kirkjuskattin, metir
tingmaðurin.
Jógvan við Keldu held-
ur tað vera rættast at býta
virksemið hjá kirkjuni
upp í nevndu tríggjar
partar, tí á tann hátt ber til
at vísa á, hvat pengarnir,
sum verða játtaðir av
fíggjarlógini til kirkjuna,
verða nýttir til. Hann
sigur, at tey, sum vara av
kirkjuni, myndugleikar,
prestafelag osv. í felag
eiga at finna út av einum
býtislykli fyri almennu
játtanina til kirkjuna,
bæði fyri at tryggja at
kirkjan ikki einsamøll ber
kostnaðin av tí, sum allir
borgarir hava nyttu av, og
í øðrum lagi fyri at
tryggja, at fólk uttanfyri
fólkakirkjuna koma at
gjalda fyri andaliga virk-
semið hjá fólkakirkjuni.
Jógvan við Keldu met-
ir, at føroyingar mugu
gera sær greitt, hvussu
fólkakirkjan skal síggja
út, áðrenn hon verður
yvirtikin. Hann heldur
tað vera skeivt, sum í ført
hevur verið fram frá
politiskari síðu, at vit
fyrst skulu yvirtaka kirkj-
una, og síðan finna út av,
hvat vit vilja við henni.
Tað
er
tann
øvugta
mannagongd,
metir
Jógvan við Keldu. Hann
leggur afturat, ar kenslu-
liga er kirkjan ikki tað
sama at yvirtaka sum t.d.
Skipasýnið ella Postverk-
ið í síni tíð. Tí hevur tað
stóran týdning at arbeiðið
verður væl fyrireikað og
at allir partar innan kirkj-
una kenna seg aftur í
arbeiðinum.
Karsten Hansen er av tí
persónligu áskoðan, at er
ein góður við kirkjuna,
og kennir seg sum ein
part av henni, so eigur at
bera til at gjalda eitt
sindur til hana. Karsten
Hansen vísir á, at innan
Brøðrasamkomuna, sum
hann sjálvur er partur av,
verður ikki kravt nakað
ávíst gjald, men at har er
tað upp til hvønn ein-
stakan, hvussu nógv hann
ella hon letur til sam-
komuna. Tað er ein skip-
an, sum fólk eru glað
fyri. Hann leggur tó
afturat, at er kirkjan ikki
sjálv før fyri at gjalda
sínar útreiðslur, so hava
vit ein trupulleika. Karst-
en Hansen sigur seg tó
ikki heilt kunna skilja, at
limirnir í fólkakirkjuni
ikki skulu kunna gjalda
eitt sindur meira í kirkju-
skatti. Hann slær tó fast,
at sjálvsagt skulu upp-
gávurnar, sum kirkjan ger
fyri øll, gjaldast av øllum.
- Men mín persónliga
meining er, at tað hevði
verið rættari, at kirkjuliga
virksemið hjá kirkjuni
varð goldið av kirkjuni
sjálvari, sigur Karsten
Hansen.
Karsten Hansen vísir á,
at samfelagsligu skyldur-
nar hjá kirkjuni, sum
helst eru komnar í lag av
søguligum orsøkum, í
ávísum føri kunnu vera
ein innfaldsvinkul hjá
kirkjuni at koma í sam-
band við tað einstaka
menniskja. Tí er hann
ikki so vísur í, at tað
hevði verið skilagott at
flutt uppgávur, t.d. at føra
kirkjubøkurnar, frá kirkj-
uni til onkran almennan
stovn at røkt.
Karsten Hansen:
Kirkjufólkið gjalda kirkjuliga
virksemið
Jógvan við Keldu:
Býtislykil gerast fyri kirkjuligar
útreiðslur
Lesið meira á síðu 5
C
M
Y
K
3
2