Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-09-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. september 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 168 - 4. september 2002 Nr. 168 - 4. september 2002 5 Fiskifrøðingarnir gera Henrik Old trillrundan –Formaðurin í vinnu- nevndini er ikki samdur við næstfor- manninum um, hvussu stóran týdn- ing, økisfriðingarnar hava BURÐARDYGGUR FISKISKAPUR Áki Bertholdsen – Tað kann væl vera, at friðingarnar hava nakað at siga. Men tað er verri enn so alt. Henrik Old, formaður í vinnunevndini hjá løgtingi- num, er ikki samdur við Heina O. Heinesen um, hvussu stóran týdning økis- friðingarnar hava fyri fiski- skapin ( sí grein aðrastaðni í blaðnum). Henrik Old heldur ikki, at økisfriðingarnar eru ikki gjørdar fyri at tálma fiski- skapinum. –Økisfriðingarnar eru settar í verk fyri at býta Føroyagrunnin sundur ímillum teir ymsu veiði- hættirnar, so at allir bólkar hava síni øki at fiska á, heldur enn at gera fortreð fyri hvørjum øðrum. Friðingarnar tryggja sátt og semju á Føroyagrunni- num, og gera, at tað ber til hjá fleiri at skipabólkum at fiska. Men fyri tað um friðing- arnar eru, ber væl til at fiska eina ørgrynnu av fiski, hóast tað ikki akkurát verður trolað eftir honum. Hinvegin heldur formað- urin í vinnunevndini, at tað, sum hevur nógv størri týdn- ing, er, at leiðirnar, har fiskurin gytur, vórðu friðar- ar fyrst í nítiárunum. – Tað er tað munadygg- asta tiltakið, sum nakrantíð er sett í verk fyri at tryggja fiskastovnarnar, sigur Hen- rik Old. – Tað gjørdi, at fiskurin fekk frið at gýta og tað førdi so aftur við sær, at tey árini, natúran var til vildar, komu ómetaligar mongdir undan. Hetta førdi við sær, at fiskiskapurin var tískil longu á veg uppeftir, tá ið økisfriðingarnar vórðu sett- ar í verk í 1994, sigur Hen- rik Old. Hann sigur, at hann hevur roynt nógva staðni, eitt nú í Norðsjónum, har tað ikki hevur borið til at semjast um at friða gýtingarleiðir og har gongur bara skeiva vegin. Hann mælir til at hava altjóða ráð- stevnu í Føroyum um burðardyggan fiski- skap, har føroyskir og útlendskir serfrøðing- ar skulu vera við BURÐARDYGGUR FISKISKAPUR Áki Bertholdsen – Tað er onki at siga til at vit vera trillrund av fiski- frøðingunum. Henrik Old, formaður í vinnunevnd Løgtingsins er langt frá foreintur við til- mælini, sum føroyskir myndugleikar hava fingið frá fiskifrøðingunum um, hvussu nógv vit eiga at fiska undir Føroyum av teimum ymsu fiskasløgun- um. Hann vísir á, at tey næstu trý árini hava ICES, og aðr- ir fiskifrøðingar, mælt til at skerja fiskiskapin eftir toski og hýsu meiri enn ein triðing, og fiskiskapin efttir upsa nakað minni. – Samstundis mæla teir til at skerja fiskidagatalið eini 2-3% um árið fyri at leggja upp fyri effektiviser- ingum í fiskiflotanum. – Taka vit ein línubát, sum hevur 140 dagar, rýkur hann eftir tilmælinum frá ICES niður á 90 dagar, um- framt nakað á Føroya Banka og kanska okkurt undir Íslandi, so í mesta lagi hevur hann fýra- fimm mánaðir, skal tilmæli frá ICES fylgjast. – Tað sigur seg sjálvt, at ongin kann liva av at fiska í fimm mánaðir. Skal so eis- ini tilmælið fylgjast um at skerja fiskskapin 2-3% um árið fyri effektiviseringina í flotanum, kunnu vit nevna árið og dagin, har tann síðsti loysir frá landi. Tí eru slík tilmæli fullkomiliga veruleikafjar, sigur Henrik Old. Altjóða ráðstevna Hann heldur, tað er so langt ímillum teori hjá fiskifrøð- ingum og praksis hjá polit- iska myndugleikanum og fiskivinnuni, at tað er neyð- ugt at taka málið upp. – Tað er ein so stór gjógv ímillum fiskifrøðingarnar, politisku myndugleikarnar og fiskivinnuna at vit eiga at royna at skapa størri for- stáilsi ímillum allar partar- nar. –Hann heldur tí, at tað er neyðugt at fáa eitt veruligt samskifti í lag við serfrøð- ingarnar hjá ICES. Tað heldur hann kann gerast við at halda eina ráð- stevnu í Føroyum, har ser- frøðingar frá ICES skulu vera við, saman við øðrum góðum kreftum í fiskivinn- uni, bæði politiskum mynd- ugleikanum, vinnuni sjálv- ari, føroyskum fiskifrøð- ingum og annars øðrum fel- agsskapum, sum vara av fiskivinnuni. Hann heldur, at ein slík ráðstevna kundi gjørt sítt til at allir partar komu at skilja hvønn annan betri, – Tað kundi hjálpt fiskifrøðing- unum til at skilt vinnuna og politiska myndugleikan, so at teir framyvir hildið seg frá at geva tilmæli, um eru veruleikafjar og tað kundi hjálpt politiska myndug- leikanum og vinnuni at skilt, hví fiskifrøðingarnir arbeiða, sum teir gera. Stýra fiskiskapinum Men grundin til, at hann mælir til eina slíka ráð- stevnu, er ikki bara veru- leikafjar tilmæli frá fiski- frøðingunum, tí hann held- ur avgjørt eisini. at føroy- ingar hava nógv gott at vísa á í strembandini eftir at stýra fiskiskapinum. – Vit hava eina fiskidaga- skipan, sum hevur verið væleydnað, men sum kort- ini ikki verður brúkt aðra- staðni. Men hetta er ein skipan, sum ICES næstan ikki tekur upp á tungu. Ístaðin stara teir seg blindar upp á kvotuskipanir, sum vit hava prógvað ikki kunnu brúkast til at stýra fiskiskapinum eftir botn- fiski við. – Tað er helst tí, at teir halda, at hon verjir ikki nóg væl tann einstaka stovnin. Men verður fiskiskapurin eftir einstøkum fiskasløg- um ov nógvur, hava vit eis- ini amboð í okkara fiski- dagaskipan, sum gevur landsstýrismanninum heimild at seta kunngerðir í verk, sum tálma fiskiskapi- num eftir einstøkum fiska- sløgum við friðingum av ymsum slagi. – Nógv lond hava til fá- nýtis roynt at stýra fiski- skapinum við kvotum, men tað hevur ongastaðnmi ført til nakað uttan tann bera undirgang, sigur Henrik Old. – Íslendingar hava kvotur og teir hava skert fiskiskap- in munandi, eitt nú eftir til- mælum frá ICES og teirra egnu fiskifrøðingum, men tað hevur ikki ført til nak- að, uttan undirgang. – Meiri, teir hava táttað í við at skerja kvoturnar, minni er fiskað, men fiska- stovnarnir hava ikki verið fyri framgongd fyri tað. – Eisini hetta er ein orsøk til at hann heldur tað vera neyðugt at savna serkunn- leikan úr Noregi, Íslandi, Føroyum, ICES og aðra- staðni frá til eina ráðstevnu í Føroyum at tosa um tey ymsu stýringsamboðini. – Á hesi ráðstevnu kunnu vit vísa á, at í Føroyum hava vit eina skipan, sum hevur ført við sær, at vit hava hampuligan fiskiskap, uttan at at so stórar skerj- ingar, sum teir hava mælt til. – Væl hevur gongdin í natúruni verið okkum til vildar, men síðani fiski- dagaskipanin varð sett í verk, er hon skorin 18,5%, men hon hevur tryggjað okkum javnt góðan fiski- skap, men tað vilja teir fiskifrøðingar, sum geva okkum leiðbeiningar, ikki síggja, sigur Henrik Old. Heini yvirmetir friðingarnar – Tað eru ikki fiski- dagarnir, men økis- friðingarnar, sum hava bjargað fiska- stovnunum undir Føroyum, heldur Heini O. Heinesen í vinnunevndini hjá Løgtinginum FISKASTOVNAR Áki Bertholdsen – Tað eru ikki fiskidagarnir, sum hava bjargað fiska- stovnunum undir Føroyum. Heini O. Heinesen, løg- tingsmaður, er ikki samdur við prátinum um burðar- dygga fiskivinnu. Hann heldur, at tá ið ICES- felagsskapurin, og onnur, tosa um burðardyga fiskivinnu, er týdningurin av fiskidøgum í hesum sambandi munandi yvir- mettur. Hann heldur nevniliga, at tað, sum hevur nógv størri týdning enn fiskidag- arnir, eru tær økisfriðingin- ar, sum vóru settar í verk miðskeiðis í naístiárunum. Sjálvur var hann formað- ur í Vinnunevndini, tá ið økisfriðingarnar vórðu sett- ar í verk. Tað leikaði hart á, at fáa økisfriðingarnar samtyktar í løgtinginum og hann sig- ur, at nú fiskiskapurin er so góður, høvdu tær neyvan verðið samtyktar. – Økisfriðingarnar vórðu settar í gildið í 1994 og síð- ani tá hevur fiskiskapurin verið javnt góður og vit hava ongantíð áður havt so góðan og so støðugan fiski- skap í so nógv ár á rað, sum vit hava havt, síðani økis- friðingarnar vórðu settar í verk- og ídnaðarskipini vóru koyrd av grunnunum. Hann nevmir dømi um fiskiskapin eftir toski, hýsu og upsa. –Tað var nakað væl at fáa av upsa í fiskaloysisárun- um í fyrru helvt í nítiárun- um, men hinvegin var tað at kalla eiðasørt til tosk og hýsu, tó so at siga onki var fiskað av hesum fiskasløg- unum. Men longu tvey ár eftir, at friðingarnar vórðu settar í verk, bragdaði aftur og í fiskiárinum 1996/ 1997 var fiskiskapurin eftir toski komin upp á 37.619 tons og fiskiskapurin eftir hýsu var komin upp á 11.095 tons. Ì árunum eftir at økisfrið- ingarnar vórðu settar í verk, var fiskiskapurin eftir toski: Ár Tons 1996/97:37.619 1997/98: 27.119 1998/99: 19.294 1999/00: 18.656 2000/01: 27.097 Eftir hýsu var fiskiskapurin: Ár Tons 1996/97: 11.095 1997/98: 19.852 1998/99: 18.898 1999/00: 15.317 2000/01: 14.000 Og fiskiskapurin eftir upsa var: Ár Tons 1996/97: 15.957 1997/98: 22.281 1998/99: 28.201 1999/00: 33.308 2000/01: 37.240 Og tilsamans var fiskiskapurin hesi árini: Ár Tons 1996/97: 92.722 1997/98: 101.694 1998/99: 94.851 1999/00: 96.484 2000/01: 107.759 Heini O. Heinesen sigur, at hetta er fullgott prógv fyri, hvussu stóran týdning, økisfriðingarnar hava havt, tí tá ið fiskiskapurin er so javnt góður yvir eitt so langt áramál, er tað ikki til- vildarligar broytingar í na- túruni, sum eru orsøkin. – Sjálvandi gongur upp og niður í natúruni, men tølini yvir fiskiskapin hesi seinastu árini prógva, at tað eru økisfriðingarnar, sum hava størstan týdning, tá ið fiskiskapurin skal stýrast. Samstundis er studning- urin tikin burtur og tað hev- ur gjørt sítt til, at ongi skip verða hildin i flotanum við kunstigum andadrátti og tað hevur so aftur lagað flotan til tað tilfeingi sum er. – Tí er tað púra greitt, at verða økisfriðingarnar ikki tiknar við, ber tað illa til at tosa um burðardyggan fiskiskap. Men enn hevur ICES bara tosað um fiski- dagar í hesum sambandi og tað ger teirra útsagnir ógvuliga ivasamar, tí at gloyma økisfriðingarnar í hesum sambandi er at leypa ov lætt um veruleikan, tí tað eru tær, sum hava nógv størstan týdningin fyri at syra fiskiskapinum. Heini O. Heinesen sigur at við i hevur hann ikki sagt, at fiskidagaskipanin ikki stýrir fiskiskapinum. – Men veruleikin er, at fiskidagaskipanin kom í gildið í 1996 og tá var fiski- skapurin longu batnaður sum eitt úrslit av friðingu- num. Fiskidagaskipanin er heldur ongin avmarking í sær sjálvum, tí teir allar- flestu bólkarnir fiska so nógvar dagar, teir kunnu, uttan at brúka allar dagar- nar. Heini O. Heinesen leggur afturat, at so leingi økis- friðingarnar eru í gildi, stúrir hann ikki fyri fiska- stovnunum. Friðingar hava gjørt undurverk Norðuratlantsbólkurin: Skipar fyri ráðstevnu Nevndararbeiðið hjá Norðuratlantsbólkuri n er farið ígongd, men einki er enn at frætta frá nevndar- arbeiðinum. Skipað verður fyri einari mini-ráðstevnu seinni í mánaðinum POLITIKKUR Heri á Rógvi Eftir fólkatingsvalið 20. november seinasta ár, gjørdu menn av at skipa seg í bólk á Fólkatingi. Talan gjørdist um tann nú so kenda Norðuratlantsbólkin. Á valinum komu tvey um- boð frá sjálvstýrisvongi- num í Grønlandi inn á Fólkating, og úr Føroyum kom so eitt umboð fyri Tjóðveldisflokkin. Beinan- vegin vísti áhugi seg at vera fyri einum tílíkum sam- starvi, og longu 5. desem- ber varð formliga sam- starvsavtalan undirskrivað. Limirnir í bólkinum eru ikki so bundnir av sam- starvinum, sum limirnir í vanligum flokkum. Teir hava eitt nú ikki bundið seg til at atkvøða í felag í fólka- tingssalinum. Yvirskipaða málið hjá bólkinum er, at Grønland og Føroyar vinna sítt fulla sjálvstýri, og á fólkatingi skulu teir tríggir limirnir standa saman um mál og viðurskifti, har Føroyar og Grønland hava felags áhugamál. Teir báðir, Kuupik Kleist og Lars Emil Johansen, úr ávíkavíst Siumut og Inuit Ataqatigiit manna grøn- lendska partin av Norður- atlantsbólkinum á Fólka- tingi. Hitt umboð er Høgni Hoydal, sum, meðan hann er landsstýrismaður, verður avloystur av Tórbirni Jac- obsen. Lisbeth L. Petersen, fólkatingslimur fyri Sam- bandsflokkin, valdi ikki at gerast limur í bólkinum. Nevndararbeiði Tá bólkurin var á kunning- arferð í Føroyum í mars mánaði, greiddi bólkurin frá, at ein av ætlanum hjá bólkinum var at fara undir umfatandi kanningararb- eiði av einari røð av viður- skiftum, sum viðvíkja Før- oyum og Grønlandi í ríki- num. Millum evnini, ið hesir arbeiðsbólkar skuldu um- røða var m.a. fólkarrættar- liga støðan hjá føroyingum og grønlendingum. Eisini skuldi ein bólkur fara í holt við at kanna hernaðarlig viðurskifti viðvíkjandi Grønlandi og Føroyum. Arbeiðið hjá hesum bólki- num gongur tó ongan ser- ligan veg, og lagnan hjá bólkinum er óviss í løtuni. Sjúrður Skaale starvast hjá Norðuratlantsbólki- num, og hann er eisini skrivari hjá tí arbeiðsbólki- num, ið fæst við tað fólkarættin. Hann upplýsir, at arbeið- ið hjá »sínum« bólki er far- in ígongd. Hann fegnast stórliga um liðið av ser- frøðingum, ið bólkurin hevur fingið at manna nevndina. Talan er um Lauri Hanni- kainen úr Finnlandi, Gud- mundur Alfredsson úr Ís- landi og Peter Germer úr Danmørkini. Allir eru teir víðagitnir serfrøðingar inn- an fólkarætt og løgfrøði. Syndarligt sosialt Ein bólkur varð av Norður- atlantsbólkinum eisini sett- ur til at hyggja nærri at sosialu støðuni hjá grøn- lendingum í Danmark. Hesin bólkurin er eisini far- in til arbeiðis. –Gerandisdagurin er í nógvar mátar ógvuliga tragiskur hjá nógvum grøn- lendingum í Danmark, sig- ur Sjúrður Skaale. Norðuratlantsbólkurin hevur skipað arbeiðsbólk, sum skal fáa greiðu á, hví so nógvir grønlendingar koma illa fyri. Hesin bólk- urin er bert mannaður við grønlendingum. Manningin telur grønlendskar kvinnur, ið eru væl etableraðar í danska samfelagnum. Úr arbeiðsgrundarlag- num hjá bólkinum stendur fylgjandi at lesa: –For en række borgere fra Grønland medfører op- hold i Danmark af den ene eller anden grund en marg- inaliseret tilværelse, ofte forbundet med svære soci- ale og misbrugsmæssige problemer. I forbindelse med disse borgeres dobbelte status som grønlandske og danske borgere, synes der at være en række uafklarede for- hold omkring deres sociale, sproglige og rettigheds- mæssige forhold. Der er brug for, at hjælpe disse mennesker med en afklar- ing af såvel deres rettighed- er i forhold til rigsfælles- skabet som i forhold til de internationale konvention- er, der beskytter disse borg- ere. Rundferð Í døgunum 25., 26., 27 sep- tember fer Norðuratlants- bólkurin á Fólkatingi á rundferð í Danmark. 25 verður vitjað í Odense, 26. í Århus og fríggjadagin hin 27. september verður vitjað í Aalborg. Fundirnir skulu skipast í samstarvi við føroyingafel- øgini og grønlendingahús- ini í teimum áðurnevndu býunum. Ætlanin er, at Norðuratlantsbólkurin skal á fundi við nevndar í teim- um ymsu feløgunum og at skipað verður fyri einum almennum fundi. –Norðuratlantsbólkurin ætlar við rundferðini at leggja fram sítt grundarlag, og at greiða frá sínum arb- eiði í og uttanfyri Fólka- tingið. Málið er at koma í samband við føroyskar og grønlendskar útisetar, og fáa í lag eitt áhaldandi orðaskifti í Danmark um føroysk og grønlendsk mál. Bólkurin tekur sjálvsagt ímóti hugskotum um mál, sum eiga at verða tikin upp á fólkatingi, sigur Sjúrður Skaale. Norðastu limirnir á fólkatingi ætla at leiga sær ein lítlan buss, sum skal føra teir runt í Danmørkini. Í sambandi við fundin í Aalborg hevur bólkurin í hyggju at skipa fyri einari veitslu saman við føroy- inga- og grønlendingafel- agnum. Jenis av Rana sigur seg ikki duga at skilja, hví kirkjufólkið ikki sjálvt kann gjalda fyri sína kirkju. Hann vísir á, at í øllum øðrum samkomum í landinum noyðist fólkið, sum har gongur, sjálvt at gjalda allar úrtreiðslur. - Tað eigur ikki at vera nakar trupulleiki hjá lim- unum í fólkakirkjuni at gjalda eitt sindur meira í kirkjuskatti til sína egnu kirkju. Bíblian tosar um at lata tíggjund, her tosa við um tað, ið svarar til undir eitt prosent av inn- tøkuni hjá tí einstaka liminum í fólkakirkjuni, vísir Jenis av Rana á. Hann er greiður yvir, at kirkjan í dag hevur nakrar samfelagsuppgávur, sum øll hava nyttu av, og kostnaðin av hesum skal kirkjan ikki bera einsa- møll. Tingmaðurin sær tveir loysnir: antin at lata onkran annan stovn røkja almennu skyldurnar, sum kirkjan í dag røkir, ella at fólk, sum ikki eru limir í fólkakirkjuni, skulu gjalda eitt ávíst brúkara- gjald fyri hesar tænastur. Jenis av Rana sigur seg ikki kunna taka undir við, at hædd ikki verður tikin fyri, at øll ikki eru limir í fólkakirkjuni. Hann met- ir, at tað ikki er nóg væl útgreinað í samgongu- skjalinum, tá tað stendur, at kirkjan skal gjaldast av lands-kassanum. Tí verð- ur hetta fylgt, so skulu fólk uttan fyri kirkjuna bæði gjalda til sína egnu samkomu og til fólka- kirkjuna, og tað kann ikki vera rætt, metir Jenis av Rana. Eftir hansara tykki hev- ur Mentamálaráðið higar- til verið sera klossut í sín- um arbeiði at yvirtaka kirkjuna. Tingmaðurin vísir á, at tað tykist sum um partarnir innan kirkj- una als ikki eru tiknir við í arbeiði, og hann saknar eisini eitt alment kjak um, hvat skal vera av kirkjuni og hvør hennara leiklutur skal vera í fram- tíðini. Jógvan á Lakjuni sigur, at hóast tað stendur í sam- gonguskjalinum, at kirkj- an skal gjaldast umvegis fíggjarlógina, so saknar hann eina neyvari við- gerð og eitt orðaskifti um spurningin. Hann vísir á, at tað er av alstórum týdningi, at fólk kenna seg trygg við yvirtøkuna av kirkjuni, og tí tekur hann undir við, at lands- kassin í fyrstu atløgu rindar tað, sum nú verður goldið úr Danmark. Men tá kirkjan er yvirtikin, má greiða at fáast á, hvussu føroyska kirkjan skal skipast í framtíðini, hvørjar uppgávir kirkjan skal røkja, og hvør skal gjalda hvat. Hann vísir á, at spurningarnir um støð- una hjá fólkakirkjuni í samfelagnum skulu við- gerast og takast við í samband við arbeiðið at smíðja eina føroyska grundlóg. - Hugsjónarliga, ideo- logiskt, haldi eg tað vera natúrligt, at fólk sum hoyra til kirkjuna, sjálvi gjalda fyri hana, sigur Jógvan á Lakjuni og legg- ur afturat, at hann hevur stóra virðing fyri kirkj- uni, sum hann metir tíð- um virka sum eina savn- andi eind í samfelag- num. Jógvan á Lakjuni vísir á, at kirkjan hevur fleiri samfelagsligar uppgávur, og í hesum sambandi eig- ur greiða at fáast á, hvussu nógv hesar upp- gávur kosta, og eisini eig- ur spurningurin at reisast, hvørt hesar uppgávur eiga at verða fluttar frá kirkjuni til onkran annan at røkja. Hann metir tað vera ein sjálvsagdan lut, at samfelagsligu uppgáv- urnar hjá kirkjuni ikki einans verða goldnar yvir kirkjuskattin, men at øll bera kostnaðin í felag. Jógvan á Lakjuni leggur afturat, at tað ikki er vist, at samfelagsligu uppgáv- urnar, sum kirkjan í dag røkir, verða betri røktar onkra aðrastaðni. Tað er eisini ein spurningur, sum greiða má fáast á, metir tingmaðurin. Jógvan á Lakjuni: Saknar orðaskifti um kirkjuna framhald av síðu 3 Jenis av Rana: Kirkjufólk eiga sjálvi at gjalda Manningin í Norðuratlantsbólkinum: F.v. Tórbjørn Jacobsen, Lars-Emil Johansen og Kuupik Kleist. Tórbjørn er varamaður hjá Høgna Hoydal. Nevndin, sum er sett at kanna fólkarættarligu viður- skiftini hjá føroyingum og grønlendingum. Frá vinstru eru menninir: Hans Jacob Helms, skrivstovuleiðari hjá Norðuratlantsbólkinum, Lauri Hannikainen, profess- ari, Gudmundur Alfredsson, professari, Bogi Eliasen, les- andi, og Peter Germer, pro- fessari. Peter Germer verður ikki við til restina av arbeiði- num hjá nevndini Mynd: Sjúrður Skaale C M Y K 5 4