mikudagur 4. september 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 168 - 4. september 2002
Nr. 168 - 4. september 2002
7
Tvey skip røkja nú
flutningin um Leir-
víksfjørð. Umframt
Dúgvuna er Sam
eisini settur í rutu
nakrar túrar um
dagin. Hann byrjaði
týsmorgunin
SAMFERÐSLA
Edvard Joensen
Leirvík: Sam er nú farin at
hjálpa Dúgvuni við flutn-
inginum um Leirvíksfjørð.
Alment byrjaði siglingin í
gjár, men hann tjóvstartaði
longu mánakvøldið.
Strandfaraskip Landsins
hava nú tvey skip á Leir-
víksfirði. Talan er um eitt
politiskt ynski, sum nú er
uppfylt, sigur Poul Jákup
Thomsen, fólkaflutnings-
leiðari á Strandfaraskipum
Landsins.
Tað hevur leingi verið
sera trupult at ferðast um
Leirvíksfjørð.
Serliga
fyrrapart, tá tunga ferðslan
til og úr Klaksvík hevur
verið upp á tað mesta.
– Tað var hendan fløsku-
hálsin, vit vildu sleppa av
við, og tí vórðu játtðair
pengar til eitt skip afturat at
sigla um Leirvíksfjørð,
sigur Poul Jákup Thomsen.
Ymsar ætlanir skuldu
fáast at sampakka, áðrenn
til bar at seta eitt skip aft-
urat í siglingina, sigur
hann, men nú er loysn so
fingin á hesum við at seta
Sam í sigling. Eisini er
manning fingin. Tað eru
menn, sum fluttir eru aðra-
staðani frá úr reiðarínum,
ið nú sigla við Sam.
Klokkan er knappliga
hálvgum níggju. Tað er
týsmorgun triði september,
og Sam skal sigla fyrsta
regluliga túrin av Leirvík
um nakrar fáar minuttir.
Hann liggur við ferju-
leguna, og ein einsamallur
persónbilur
stendur
á
ferjubakkanum og bíðar
eftir at sleppa við.
Einir fýra mans, sum allir
eru í eyðkennisbúnum hjá
Strandfaraskipum
Land-
sins, standa á skráanum.
Teir bíða eftir, at siglast
skal.
Teir greiða frá, at hóast
hetta er fyrsti túrurin eftir
almennu
ferðaætlanini,
hava teir longu verið í
sving.
– Tað hevði staðið á í
gjár, greiðir ein teirra frá,
um vit ikki komu framvið.
Dúgvan hevði eitthvørt
smávegis brek, so vit tóku
yvir og fluttu nakrar bilar
um Fjørðin.
Sam var farin ein túr líka-
sum at royna umhvørvið,
áðrenn hann skuldi byrja
siglingina. Og tað endaði
so við, at hann tók nakrar
bilar við til Klaksvíkar.
Beint fyri fráfaringartíð
kemur ein bilur koyrandi út
eftir ferjubakkanum. Steðg-
ar skamt frá skipinum og út
kemur skundmikil maður
við pappírsposum í hond-
ini.
Hetta er fólkaflutnings-
leiðarin, sum kemur at
bjóða manningin á Sam
vælkomnum
við
rund-
stykkjum og onkrum at
leggja uppá.
Hann letur væl at, Poul
Jákup Thomsen. Ferjuskrá-
arnir eru broyttir eitt lítið
sindur, bæði her í Leirvík
og í Klaksvík, so Sam eisini
kann brúka teir. Tað hava
smiðjumenn
norðan
úr
Sundi gjørt í eini handa-
vend, greiðir hann frá.
So ringir fartelefonin í
lummanum hjá honum, og
okkara samrøða verður
kvett av.
– Eg havi slitið fleiri far-
telefonir upp, sigur Poul
Jákup, í tí hann tekur tele-
fonina úr lummanum og
svarar.
Eina løtu tosar hann og
hevur so hug at venda aftur
til okkara samrøðu. Men
áðrenn hann er komin so
langt, rópar skiparin úr
stýrihúsrútinum, at nú er
telefon til hansara har
umborð.
So har gerst einki. Hann
fer skundandi umborð at
tosa í telefon. Manningin
fær bíðandi bilin umvborð,
og Sam loysir á sínum
fyrsta túri, sambært ferða-
ætlanini, um Leirvíksfjørð.
Samsigling um Leirvíksfjørð
Sam er farin at røkja siglingina um Leirvíksfjørð saman við Dúgvuni. Fyrsti túrurin var týsmorgunin
Mynd: Edvard Joensen
Á tíðindafundi hjá
Smyril Line mána-
dagin, hittust fýra
floksfelagar, sum allar
vóru í praktikk hjá
ymsum fjølmiðlum
TÍÐINDAFUNDUR
Brynhild H. Reinert og
Emma Hansen,
praktikantar
Annan september 2002 fór
9. flokkur í Felagsskúlan-
um á Oyrabakka í starvs-
venjing. Tað var ymist, hvar
næmingarnir valdu at fara.
Nøkur valdu at fara til
Sosialin onnur til Sjónvarp
Føroya og Útvarp Føroya.
Mánadagin hevði Smyril
Line tíðindarfund. Á hesum
fundi vóru fýra praktikant-
ar til staðar. Tveir av
Sosialinum, ein úr Sjón-
varpinum og ein úr Út-
varpinum. Allar av Fe-
lagsskúlanum á Oyrabakka.
Áhugavert var at sita og
lurta, hvussu leikur fór
fram. Ferðafaldarar vóru
lagdir fram og ymiskt
annað viðvíkjandi nýggju
Norrønu. Aftaná var møgu-
leiki at seta stjórunum á
Smyril Line, Óla Hammer
og
Jóannesi
á
Váli,
spurningar.
Kanóntilboð
Nú Norrøna aftur er farin
undir vetrarsiglingina, hev-
ur Smyril Line nøkur góð
tilboð til skúlaflokkar. Sigl-
ingin byrjar í september
mánaði og endar í mai. Til
ber at fara til Hetlands í 3 -
10 dagar, og gista á vallara-
heimi. Tað ber eisini til at
fara útferðir ymsastaðni í
Hetlandi. Hesar útferðir
fáast í lag við at seta seg í
samband við skrivstovuna
hjá Smyril Line. Siglt
verður eisini til Danmarkar
í sama tíðarskeiði.
Smyril Line bjóðar ikki
bara skúlaflokkum út at
ferðast bíðliga, men eisini
arbeiðspláss,
feløg
og
bindiklubbar og so fram-
vegis, fáa nú eisini høvi til
tess.
Henda
Shetlands
Cruies ferð er til Lerwick. Í
Lerwick verður gist á
fyrsta floks hotelli í tvær
nætur. Farið verður av
Havnini hóskvøld kl. 22.00,
og komið verður aftur á
Havnina mánamorgum kl.
06.00. Treytin fyri tilboð-
num er, at fleiri enn 10 eru
í hvørjum ferðalagi.
Starvs-
venjing
Fýra praktikantar av Felagsskúlanum á Oyrarbakka hittust á tíðindafundi hjá Smyril Line mánamorgunin. Eirika Ellingsgaard,
uttast vinstrumegin, er í praktikk í Sjónvarpinum. Erna Joensen er í Útvarpinum, meðan Brynhild H. Reinert og Emma Hansen
eru í praktikk á Sosialinum
Mynd: Edvard Joensen
Bussleiðin 3.5 milliónir bíligari
Býráðið í Havn fer nú
undir samráðingar
við Mouritsens Buss-
ar og Gundurs Bussar
um busskoyring í
Havn. Eftir tilboðun-
um verður koyringin
3.5 millónir krónur
bíligari at reka um
árið
BUSSLEIÐIN
Eirikur Lindenskov
Tekniska nevnd hjá Tórs-
havnar býráð mælir býráð-
num til at taka upp samráð-
ingar við P/F Mouritsen
Bussar um rakstur av leið 1,
2 og 3 og við sp/F Gundurs
Bussar um rakstur av leið
4/4x, sum er kollfjarðar-
leiðin og av skúlaleiðini.
Nevndin hevur eisini sam-
tykt í øðrum lagi at mæla til
at fara undir samráðingar
við Sp/F Gunnleifs Bussar
um rakstur av øllum leiðun-
um.
Við verandi sáttmálum,
sum fara úr gildi 1. februar
komandi, er árliga gjaldið
fyri
busskoyringina
14.172.000 kronur, tá er
skúlabarnakoyringin ikki
við.
Eftir at koyringin er boð-
in út, verður árliga gjaldið
til koyringina sambært til-
boðunum
umleið
11.380.000 kr, tá er skúla-
barnakoyringin í Kollafirði
við. Gjaldið fyri busskoyr-
ingina
verður
sostætt
umeið 3,5 milliónir krónur
minni um árið.
Býráðið beyð út koyring-
ina hjá Bussleiðini alment í
nuni í ár, og vórðu tilboðini
latin upp 15. august. Tá
høvdu 13 biðið um útbjóð-
ingartilfarið, og av teimum
lóti sjey inn tilboð til lisita-
sjónina. Teir vóru:
SP/F undir stovnan v/Una
Mortensen
SP/F Gundurs Bussar
SP/F Gunnleifs Bussar
Bergur Johannesen
SP/F Hallurs Bussar undir
stovnan
SP/F ABS-Transport
P/F Mouritsens Bussar
Býráðið setti ein bólk,
sum hevur gjørt álit til pol-
itiska viðgerð.
Býráðið hevur roknað
við hesum leiðum:
Leið 1, 2 og 3, sum er
koyring í Havn. Hesar
koyra mánadag til fríggja-
dag frá kl uml. 6:30 til kl
23. Leygardag verður koyrt
millum kl 7 og 17, og
sunnudag
verður
koyrt
millum kl 10 og 17.
Leið 4 og 4x eru leiðirnar
millum Havnina, Kaldbak
og Kollafjørð. Hesar koyra
mánadag til fríggjadag frá
kl 7 til 20:30. Leygardag
verður koyrt millum 9 og
17, og sunnudag koyra hes-
ar leiðir ikki.
Skúlabarnakoyringin
í
Kollafirði
og
Kaldbak
koyrir eftir ferðaætlan, sum
verður gjárd í samráð við
skúlarnar
í
Kollafirði,
Kaldbak og Eysturskúlan.
Býráðið sigur, at allar
leiðirnar eru endurskoðað-
ar. Leið 6 er niðurløgd. Í
staðin koyri rleið 1 út á
Hamaran á Argjum. Leið 4
og 5 eru lagdar saman til
leið 4 og 4/x. leygardag
verður seinasti túrur koyrd-
ur uml kl 17 í mun til um-
leið leygarkvøld kl 23 eftir
galdandi ferðaætlan.
Sjúrður Olsen, formaður í Teknisku Nevnd:
Bíligari at reka
og flunkandi nýggir bussar
Formaðurin í Tekn-
isku nevnd í Tórs-
havnar býráð er fegin
um nýggju loysnina
við Bussleiðini, sum
verður effektivari, bíl-
igari og umhvørvis-
vinarligari
BUSSLEIÐIN
Eirikur Lindenskov
– Koyringin verður effek-
tivari, meira verður koyrt
mitt í viku. Bussarnir verða
allir nýggjari, tann elsti
verður umleið trý ár. Allir
bussarnir verða væl egnaðir
til flutning av rørslutarnað-
um fólki, allir eru lágbuss-
ar, og so verður Bussleiðin
3,7 millónir bíligari at gera.
Hetta sigur Sjúrður Ol-
sen, formaður í Teknisku
nevnd hjá Tórshavnar Bý-
ráð, tá vit biða hann siga
okkum onkrar av fyrimun-
unum, ið fáast kunnu við
nýggja háttinum at bjóða út
Bussleiðina í Havn.
Sjúrður Olsen sigur, at
hetta er fyrstu ferð, at roynt
hevur verið at bjóðað út
koyringina á hendan hátt.
– Fyrr hevur býráðið al-
tíð samráðst seg til rættis
við teir, ið hava rikið Buss-
leiðina. Tá hava sáttmálar
verið gjørdir í eitt fimm ára
skeið ella so. Nú hava vit so
valt at bjóðað leiðirnar út,
og vit væntaðu sætt at siga,
at tað fór at verða dýrari, tí
vit settu eisini krøv um
nýggjar bussar, sum eisini
skuldu vera umhvørvisvin-
arligir, sigur hann.
Sjúrður Olsen sigur, at
Tekniska nevnd hevur sam-
tykt at mæla býráðnum til,
at samráðingar verða tiknar
upp við Mouritsens Bussar
og Gundurs Bussar. Hóast
endaliga avgerðin ikki er
tikin, so verður hetta uttan
iva endaliga loysnin, sigur
hann – uttan so, at prísirnir
hækka munandi undir sam-
ráðingunum.
Nevndin samtykti eisini í
aðru atløgu at samráðast
við Gunnleifs Bussar. Til-
boðið frá teimum var eina
millión krónur hægri.
– Tað var mest fyri at
sleppa frá at fáa málið um-
aftur til politiska viðgerð,
um tað skuldi hent, at til-
boðið frá Mouritsens Buss-
um hækkaði munandi, sig-
ur Sjúrður Olsen.
Tveir av teimum, sum
hava
rikið
Bussleiðina
nógvu seinastu árini, Sámal
Bláhamar og Arne Berg,
hava ikki boðið upp á Buss-
leiðina aftur. Gunnleif Dan-
ielsen, sum eisini hevur rik-
ið partar av Bussleiðini øll
árini, sleppur eftir øllum at
døma ikki at halda fra.
Men busseigararnir verða
kortini ikki við sviðusoð,
sigur Sjúrður Olsen, tí bý-
ráðið hevur bundið seg til
at keypa nýggjastu bussar-
nar.
– Talan er um í alt sjey
bussar, sum vit yvirtaka.
Men teir verða seldir víðari
til teir, sum nú koma at reka
Bussleiðina, hetta er alt av-
talað frammanundan, sigur
Sjúrður Olsen, sum letur
ser væl at nýggju loysnini.
– Nú verða allir bussarnir
flunkandi nýggir. Koyring-
in verður effektivari tá mest
er brúk fyri henni mitt í
viku, sigur hann. Býráðið
hevur gjørt mátingar av,
hvussu nógv Bussleiðin
verður brúkt og nær. Koyr-
ingin leygardag verður
skerd, men tá verður hon
sera lítið brúkt, sigur Sjúrð-
ur Olsen at enda.
Leivur Hansen, limur í Teknisku nevnd:
Bussleiðin er ikki
nóg góð tænasta
Meirilutin í Tórs-
havnar Býráð er ikki
sinnaður at menna
Bussleiðina, so hon
gerst eitt veruligt al-
ternativ. Í staðin
skal hon rekast á
sama støði næstu
sjey árini, sam-
stundis sum bil-
ferðslan veksur,
trýstið á vegirnar
veksur og tørvurin á
parkeringsplássum
veksur, sigur Leivur
Hansen, sum skjýtur
upp, at spardu milli-
ónirnar verða
brúktar til tess at
menna Bussleiðina
BUSSLEIÐIN
Eirikur Lindenskov
– Tá útgangsstøðið er, at
tað skal kosta minni, og
at tað skal koyrast minni,
so fæst einki skilagott
burtur. Tað sigur Leivur
Hansen, sum umboðar
minnilutan, Tjóðveldis-
flokkin og Javnaðarflokk-
in, í Teknisku nevnd hjá
Tórshavnar Býráð.
Leivur Hansen sigur, at
hann á fundinum í tekn-
isku nevnd mánakvøldið
segði, at hann ikki kundi
taka støðu á fundinum,
men at hann fór at koma
við einum tilmæli á fíggj-
arnevndarfundinum, sum
vera skuldi í gjár.
Leivur Hansen tekur
als ikki undir við meiri-
lutanum,
Sambands-
flokkinum
og
Fólka-
flokkinum.
– Teir, sum hava bjóð-
að, hava sjálvandi bjóðað
eftir teimum kørmum,
sum býráðið hevur givið
teimum av bjóða eftir.
Her var endamálið at
spara pengar, og at koyr-
ast skuldi minni. Tað,
sum nú fæst burtur úr er,
at tænastan verður verri,
og hesum kunnu vit ikki
taka undir við, sigur
Leivur Hansen.
Í tilmæli sínum til
fíggjarnevndina fer Leiv-
ur Hansen at skjóta upp,
at tær 3,5 milliónir krón-
urnar, sum ætlanin er at
spara, ístaðin skulu brúk-
ast til at menna Bussleið-
ina, so hon verður eitt
veruligt tilboð til borgar-
arnar.
Leivur Hansen er ikki
sørt óttafullur um, at bý-
ráðið ætlar at gera ein
sjey ára sáttmála, har bara
»smávegis
broytingar«
kunnu gera.
– Hetta líkist svartasta
ongum. Vit síggja hvønn
dag, hvussu ferðslan øk-
ist í býnum, tað verður
trengri á vegunum, tørv-
urin á parkeringsplássum
økist, og útlátið frá bilun-
um økist sjálvandi sam-
svarandi. Hetta er als ikki
í tráð við tað, sum í hes-
um døgum fer fram í
Suðurafrika, har vit hava
sent okkara umhvørvis-
ráðharra at røða við
heimsins tjóðir um burð-
ardygga menning, og
hetta er als ikki í tráð við
andan í Agenda 21-ætlan-
ini, sum leggur upp til, at
vit í øllum lutum taka
hædd fyri umhvørvinum.
Hetta er beint øvugt tí, ið
allar aðrar heimsins tjóðir
gera, har tey fáa kollek-
tivu ferðsluna at gerast
eitt veruligt tilboð, sum
kann bæsa nógvu bil-
ferðsluni, sigur Leivur
Hansen.
Minnilutaumboðið
í
teknisku nevnd heldur, at
vit í staðin áttu at ment
Bussleiðina soleiðis, at
hon koyrdi tríggjar ferðir
um tíman í meldurtíðini.
Um so var, so gjørdist
Bussleiðin eitt veruligt
tilboð, sum nógv fleiri
borgarar kundu fingið
gagn av, og sum tí kastaði
enn fleiri pengar av sær,
enn tær tríggjar milliónir-
nar, ið Bussleiðin hevur í
inntøku árliga.
– Vit mugu gera okkum
greitt, at hetta er ein tæn-
asta – ein tænasta, ið
kostar. Gera vit einki við
at menna hana, so setur
tað okkum onnur krøv.
Vit noyðast tá at gera stór
parkeringspláss í býnum
til stóra trýstið av bil-
ferðsluni, sum bara fer at
økjast. Vit mugu gera
nýggjar vegir, og vit
mugu samstundis stað-
festa, at umhvørvið har-
við verður dálkað enn
meira, sigur Leivur Han-
sen.
– Bussleiðin er ikki eitt
veruligt alternartiv, og tað
verður hon heldur ikki
næstu sjey árini. Tað er
stórt spell, at meirilutin í
Tórshavnar Byráð ikki er
sinnaður at menna Buss-
leiðina munadygt næstu
árini, heldur hann.
Eftir fyrsta februar komandi verður eingin bussur yngri enn trý ár. Allir verða sokallaðir
»lágbussar«, har rørslutarnað fólk og fólk við barnavognum hava lættari við at ferðast
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
7
6